Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 47 C M Y K 47 46 NÝGGJUR BYGNINGUR Vilmund Jacobsen Nýggja smiðjan fer at geva Tórshavnar Skipasmiðju nógv betri arbeiðsumstøð- ur. – Tað er niðari og hægri parturin av bygninginum, sum hýsir nýggju smiðjuni. Her verður nú alt el-virk- semi og mekaniskt virk- semi savnað. Bygningurin er 50 m langur og 24 m breiður. Tórshavnar Skipasmiðja upplýsir, at nýggja smiðjan er væl útgjørd við einum 20 tons krana, trimum 5 tons kranum, umframt fimm súlu- kranum à 400 kg. og einum à 800 kg., so einki skal lyft- ast við handamegi. – Í smiðjuni er nógv ym- isk serútgerð til umvæling av motorum. Eitt nú eru royndartól til brenniolju- ventilar, ventilslípitól, ultra- ljóðsreinsikar til kølarar og honitól til fóðringar. Um- framt framkomnar dreygi- benkur og fresara, hevur smiðjan eisini lasarupp- rættingartól og tól til mátan av tógkraft. Fyri starvsfólkið í smiðj- uni og á el-deildini, ið telja 60 tilsamans, merkir flyt- ingin fyrst og fremst, at ar- beiðsumstøðurnar verða munandi betraðar. – Men tað eru eisini stór- ir fyrimunir við, at smiðjan liggur nærri bryggjukanti- num og harvið skipunum, ið verða umvæld, sigur Tórshavnar Skipasmiðja. Betri tænasta – Tað er eingin loyna, at at- komuviðurskiftini til mekan- isku goymsluna á Skipa- smiðjuni ikki hava verið nakað at reypa av. Men við nýggju goymsluni, ið kem- ur at hýsa mekaniskum eykalutum, el-lutum um- framt ymiskari skipsútgerð, verða goymslu-og sølu- viðurskiftini fyrsta floks. Nýggi goymslubygning- urin er 30 x 16 m til støddar í tveimum hæddum, og lætt er at koma í samband við goymsluna. Goymslan hjá Tórshavn- ar Skipasmiðju svarar alt samdøgrið á tlf. 211155, og fólk er til arbeiðis til mid- nátt allar yrkadagar. – Stálgoymslan, herundir eisini rustfrítt stál, messing og aluminium, verður nú savnað á einum staði í allari veghæddini í gamla bygn- inginum. Skipasmiðjan upplýsir, at á stáldeildini er ein fram- komin plátusaksur umframt ein nútímans svingbukki- maskina. – Avgreiðslan til goymslu og sølu av stáli, verður har formansskrivstovan hjá smiðjuni var fyrr. Holl í ráðum Timbur og máling verður verandi óbroytt í bygningi- num, ið liggur framvið Skiparagøtu. Timbur- og málingadeildin selur um- framt máling, eisini plátur, bjálving, besløg o.a. inn- rættingartilfar til skip og bátar. – Okkara málingadeild er holl í ráðum, tá ið ræður um loysnir innan máling, sigur Tórshavnar Skipa- smiðja. Skipasmiðjan flytir í nýggjan og stásiligan bygning Um mánaðarskiftið apríl/mai verður klárt at flyta í nýggja smiðju- og goymslubygningin hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Bygningurin er reistur á økinum, har gamli Fiskasentralurin áður lá á Vestaru Bryggju í Havn Nýggi og stásiligi bygningurin hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum er reistur, har gamli Fiskasentralurin var, fer at tæna bæði Skipasmiðjuni og viðskiftafólkum hennara.