Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 49 JÁKUP MØRK Verður tosað um tekniskt dugna- ligar leikarar, hava føroyingar átt fáar, sum røkka sáma støði sum Jens Erik Rasmussen. Bóltsnill- ingurin úr Miðvági, sum umframt royndirnar í Vágunum, eisini hev- ur leikt í Danmark og Íslandi, um- framt nøkrum føroyskum feløg- um. Alla staðni við dentinum á somu uppskriftina. Nevnliga skjótan fótbólt, sum eisini skal vera stuttuligur at hyggja at. Fyri einum ári síðani gekk leið- in tó heimaftur. Ævintýrið á ís- lendska Ólafsfirði gekk ikki so væl, sum tey flestu høvdu vónað, og hetta merkti millum annað, at føroysku leikararnir hjá felagnum allir settu kós heimaftur. Hóast hann ivaleyst eisini kundi fingið fótbólt í bestu deildini, so valdi Jens Erik Rasmussen tó at fara aftur til røtur sínar. Vága- menn vóru júst farnir niður í aðru deild, men har vóru greiðar ábendingar um, at hesin steðgurin skuldi vera heilt stuttur. Jens Erik tók av, tá honum stóð í boði at gerast hjálparvenjari hjá liðnum, og ikki kann sigast annað, enn hetta gekk væl, soleiðis sum liðið mest sum einaráðandi vann seg úr deildini. Ikki heilt nýtt Í ár er tó talan um eina øðrvísi av- bjóðing, og ikki minst fyri Jens Erik er talan um stóra avbjóðing. Albert Ellefsen, sum annars skul- di verða venjari hjá liðnum, fekk ikki hetta at sampakka við borgar- liga starvið á Fiskavirking, og tí stóðu vágamenn brádliga á ber- um. Leiðslan fekk tó sett nýggjan venjara, tá Jens Erik tók av møgu- leikanum, sum stóð honum í boði. Og sjálvur sigur hann, at hann ikki var í iva, tá hesin kom. – Tað er jú ikki heilt nýtt fyri mær. Eg var jú hjálpari hjá Albert í fjør, so eg kenni til ymsu leikar- arnar, og tað er heldur ikki soleið- is, at eg nú brádliga standi einsa- mallur við øllum. Jonhard Joen- sen er settur afturat mær, og Rói Árting hevur eisini hjálpt til, so tað er kanska heldur so, at vit eru ein bólkur, sum hevur ábyrgdina av venjingini, og higartil haldi eg, at hetta hevur riggað heilt væl. Sterkt lið Eitt er, at venjingarnar rigga væl, men tað nyttar lítið, um hetta ikki eisini sæst aftur á vøllinum. Nak- að sum Jens Erik tó ikki ber ótta fyri á nakran hátt. – Eg haldi í øllum førum, at tað liðið, sum vit hava í dag, er eitt tað sterkasta, sum felagið nakran tíð hevur havt. Talan var sjálvandi eisini um eitt sterkt lið, sum gjørdist nummar fimm í ’95, men síðani tað er í øllum besta vága- liðið, sum eg havi sæð. – Kanska er tað ein vansi, at vit koma beinleiðis úr aðru deild, men nú hava leikararnir so nakrar steypadystir at venja seg við ferð- ina, og teir flestu hava jú roynt seg áður í bestu deildini, so tað skal nokk koma. Og Jens Erik leggur eisini aftur, at hetta merkist í áhuganum kring liðið. Spenningurin upp til dystir- nar er nógv størri, enn hann van- liga hevur verið, og yvirhøvur man tað vera stuttligari hjá fót- bóltinum í Vágoynni í ár, enn tað so ofta hevur verið. – Vit skulu tó ikki seta okkum nøkur órealistisk mál, heldur Jens Erik tó, tá vit spyrja, hvussu langt hann heldur, at liðið kann røkka. Fyrst og fremst skulu vit stabil- isera okkum í deildini, og bara tað kann gerast trupult. Verður sæð burtur frá einum tveimum-trimum feløgum, so tykist fyrsta deild í ár sera jøvn, og eitt nú haldi eg ikki, at tú við vissu kanst peika á nakran niðurflytara. – Tí verður málið hjá okkum at halda okkum omanfyri teir báðar niðastu sessirnar, og so er alt omanfyri nummar átta at rokna sum bonus. Sjálvandi vóna vit, at vit kunnu klintra nakað uppeftir, men fara vit at droyma um heiðursmerki longu nú, so kann skjótt enda galið, heldur hann. Vil frameftir Og at enda avdúkar Jens Erik eis- ini, at hann saman við venjara- feløgum sínum har vesturi telist millum teirra, sum vilja hava nak- að at henda á fótbóltsvøllinum. Í øllum førum skal ikki roknast við, at talan verður um eitt FS Vágar, sum bara fer at spæla verjufótbólt í royndunum at halda sær í deildini. – Nei, har verður fyri tað mesta spælt 4-4-2. Eg skal ikki siga, at vit onkuntíð taka ein áleypara nakað aftur, tá vit á útivølli spæla móti einum sterkum liði, men tað verður alla tíðina við fýra í verj- uni. Tað spældu vit í alt fjør, so leikararnir kenna til hetta, og eg eri sannførdur um, at vit í longd- ini vinna mest við hesum, sigur leikandi venjarin hjá FS Vágum. Hann er teknikarin, sum nú eisini skal leggja taktikkin hjá sínum liði. Teknikarin leggur taktikkin Eftir at hann í fjør var leikandi hjálparvenjari, hevur Jens Erik Rasmussen í ár tikið fetið upp sum venjari hjá vágamonnum, sum við styrktum vónum nú aftur royna seg í bestu deildini – Vit skulu ikki seta okkum nøkur órealistisk mál. Fyrst og fremst skulu vit stabilisera okkum í deildini, og bara tað kann gerast trupult. Verð- ur sæð burtur frá einum tveimum- trimum feløgum, so tykist fyrsta deild í ár sera jøvn, og eitt nú haldi eg ikki, at tú við vissu kanst peika á nakran niðurflytara, sigur Jens Erik Rasmussen. Mynd: Álvur Haraldsen 2003 2003