Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 49 C M Y K 49 48 ALIVINNA Hans Jákup Mikkelsen Laksaprísurin er sum so lættur at skilja. Veksur heimsmarknaðurin skjótari enn heimsframleiðslan, so hækkar prísurin og øvugt. Trupult er bert at fáa lík- inda forsagnir fyri tørv og fyri framleiðslu frá fram- leiðaralondunum. Tey stóru framleiðaralondini eru Noreg, Kili, Skotland og Kanada, og teir stóru marknaðirnir eru ES, USA og Japan. Setir tú hesar upp ímóti hvørjum øðrum ber til, við stórum fyrivarni sjálvandi, at spáa um laksa- prísin. Eisini ber til at spáa um framtíðina við at hyggja eftir fortíðini fyri at skilja, hvussu alivinnan háttar sær. Framleiðslan í Føroyum Aling er um alt landið, sum bæði ger tað torført at verja fiskin ímóti sjúku og at veksa framleiðsluna meira. Tað er lutfalsliga lætt at gera eina forsøgn fyri Før- oyar fyri tey næstu tvey ár- ini fyri alifisk, tí alivinnan veit, hvussu nógv er sett á sjógv av smolti. Forsøgnin fyri 2003 sig- ur, at framleiðslan verður tann sama av laksi sum undanfarna ár, umleið 38.600 tons í kruvdari vekt. Í 2004 fer framleiðslan væntandi niður á 34.000 tons. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv verður framleitt í 2005, tí tann fiskurin verður settur út í vár. Tað, sum hevur ávirkan á útsetingina, er vágafúsur kapitalur, prísútlit og ILA sjúkan. Ringt er at fáa eyga á nakran vágafúsan kapital í Føroyum, og alivinnan lokkar ongan útlending til Føroya í løtuni. Bankarnir og fóðurútvegarar vilja tí vera varnir at fíggja stórar útsetingar av smolti. ILA sjúkan minkar um nøgdina, sum kann alast, tí aliøkir skulu liggja still stóran part av árinum. Væntast kann tí, at framleiðslan í 2005 fer niður um 30.000 tons í kruvdari vekt. Sílaframleiðslan verður umleið 8.000 tons í kruvd- ari vekt í 2003, sum er eitt vet hægri enn í 2002. Hon minkar síðani við ferð, og í 2005 verður framleiðslan bert góð 2.000 tons. Tann samlaði útflutning- urin fyri alifisk var 943 milliónir krónir í 2002. Í ár verður hann tann sami, men síðani fer útflutningurin at minka. Prísirin er tó av- gerðandi fyri, hvussu stór lækkingin verður. ILA ILA er ein stórur trupul- leiki í Føroyum í dag og fá økir eru, sum ikki eru rakt. Í løtuni eru 14 útbrot av ILA staðfest í Føroyum, og tamarhald skal fáast á hes- ari sjúku, skal alivinnuni verða lív laga. ILA sjúkan er so mikið útbreidd nú, at ein alari gott kann arbeiða og seta foringartiltøk í verk sum um sjúka er á hansara firði. ILA sjúkuniðurberj- ingin kann býtast í tvey, nevniliga sjúkuspjæðing og koppseting. Flutningurin á landi og sjónum við alifiski hevur ikki verið nøktandi, tí útgerð ikki er í landinum, sum kann føra sjúkan fisk, og tí er nýtslan av brunn- bátum og akførum á landi, serliga trailarum, sum vera brúktir til avskiping av laksi, ein hóttan fyri smittu- spjæðing. Men fyri at koma sjúkuni til lívs verður neyð- ugt at finna eitt koppingar- evni, sum kann nýtast og er góðkent. Tvey koppingar- evni eru og stór orka má setast inn á at fáa annað av hesum góðkent. Kappingarføri Tann føroyski alarin er kappingarførur. Um sæð verður burturfrá tí høga kostnaðinum av ILA sjúk- uni, er tann føroyski alarin kappingarførari enn tann norski og tann skotski. Før- oyingar hava kunna rósa sær av at hava ligið 1 til 2 kr/kg lægri enn norðmenn. Men føroyingar hava fingið kapping nú. Av tí at norð- menn hava fingið fóður- kvotu, eru teir noyddir at fáa so nógv úr fóðrinum sum gjørligt. Noreg hevur tí fingið fóðurfaktorin væl niður hesi seinastu árini, meðan í Føroyum hevur hann verið í stað ella hækk- aður. Kilenar eru tann størsta hóttanin í løtuni. Framvið tí kilensku strondini hava ki- lenar eitt óavmarkað tal av aliøkjum. Kilenar hava ein væl lægri fóðurfaktor og harvið ein lægri fóðurkost- nað, væl lægri lønarlag og hava fingið ein ávísan hóp- framleiðslufyrimun ímun til føroyingar. Tann kilenski laksurin hevur eisini verið fríður fyri sjúku í seinast- uni, sum beinanvegin ger tað nógv lættari at ala í allar mátar. Føroyingar fram- leiða fyri tað mesta heilan laks til útflutnings, meðan Kili framleiðir flak, tí løn- arlagið í Kili bert er 10% av lønarlagnum í Føroyum. Fóðrið er tann stórsta út- reiðslan, tá ið fiskur verður aldur. Havsbrún er tann ein- asti fóðurframleiðarin, sum bert brúkar fisk sum rá- vøru. Teir norsku fóðurút- vegarnir nýta hveiti og plantuolju í fóðrinum fyri at fáa útreiðslurnar niður. Um hesi evni verða nýtt í fóðrinum, fer framleiðslu- kostnaðurin niður. Røddir eru tó frammi um, at fisk- urin broytist, og smakkurin er øðrvísi. Ein annar møgu- leiki fyri at lækka kostnað- in er at fáa bilbukt við sjúk- ir og felli. Ein roynd at stytta um framleiðslutíðina vil lækka vágan fyri sjúku, vil økja kapasitetin á fjørði- num og minka um felli og harvið lækka allar útreiðsl- ur. Heimsvøkstur Noreg er enn tann størsti framleiðarin av atlantiskum laksi, men Kili verður størri um stutta tíð. Mynd 3 vísir, at Noreg framleiðir 440.000 tons, Kili 268.000 tons, Skotland 132.000 tons og Kanada umleið 100.000 tons í 2002. Hesi fýra lond- ini standa fyri 91% av framleiðsluni. Framleiðslutíðin er 2 til 3 ár og fyri at skilja prís- gongdina, er neyðugt at hyggja yvir eitt longri tíðar- skeið. Árið 2000 var sera gott fyri alivinnuna,og grundin var tær fóðurkvot- ur, sum norskir alarar vórðu álagdir at fylgja trý ár frammanundan. Samanvið lítlum vøkstri av laksi í heiminum var tørvurin ikki nøktaður, og prísurin hækk- aði rættiliga nógv. Tað sum síðani hendi var, at onkur feløg gjørdust global og fóru á parta- brævamarknaðin. Av tí sera stóra bjartskygni í alivinnu- ni og við tí sera høga prísi- num á laksi var eftirspurn- ingurin eftir partabrøvum sera høgur, og hesi globalu feløgini fingu tí hópin av peningi at arbeiða við. Tey fóru tá um heimin og keyp- tu alibrúk. Eitt av hesum feløgum kom eisini til Før- oya. Føroyar vardu seg ímóti hesum felagi við lóg, men spurningurin í dag er, um ikki hon er komin okk- um aftur um brekku, nú ali- vinnan hevur tørv á pen- ingi. Í innleiðingini var sagt, at søluprísurin verður ásettur eftir útboðnum og eftir- spurninginum á heims- marknaðinum. Mynd 4 og 5 grunda hendan pástandin. Mynd 4 vísir, hvussu fram- leiðslan er vaksin fyri allan laks, og tað sæst, at alilaks- urin er voksin støðugt, men fiskiskapurin eftir villlaksi hevur svingað nógv. Eitt nú í 2000 var villlaksanøgdin so mikið lítil, at heildar- veitingin av laksi fall. Mynd 5 vísir, at prísurin fylgir útboðnum. Útboðið av laksi vaks nógv frá 1992 til 1995 og tað viðførdi eitt satt prísfall frá 1994 til 1996. Síðani vaks framleið- slan javnt, og prísurin var støðugur. Í 2000 hendi tað, at framleiðslan minkaði, og prísurin hækkaði fyri síðani at fella aftur, tá framleiðsl- an í 2001 vaks. Út frá hes- um ber til at siga, at ov stórt útboð skaðar marknaðin og prísin. Tí er tað sera neyð- ugt hjá tí føroysku alivinnu- ni at vita, hvussu heims- framleiðslan fer at veksa tey næstu árini. Fer heims- framleiðslan at veksa skjótt, skal haldast aftur, og hinvegin verður steðgur í vøkstrinum í heiminum, eru bjørt útlit fyri tann før- oyska alaran. Forsøgn Málið hjá einum alara og lániveitarunum er at hava eina støðuga framleiðslu til ein kappingarføran prís. Hetta krevur, at marknaður- in eisini er í støðugum vøkstri. Fyri at kunna meta um prísin, er neyðugt at fáa fatur á hesari vitan. Tílíkar kanningar kosta pening og eingin tílík heildarkanning er gjørd. Í høvuðsheitum eru tríggir marknaðir í heiminum fyri laks. Helvtin av tí alda atlantiska laksi- num verður brúktur í ES. Umleið 28% verður brúktur í USA og umleið 7% í Jap- an. Fyri at kunna spáa um prísgongd er neyðugt at meta um, hvussu nógv hes- ir marknaðir vilja veksa tey næstu árini. Onkrar kann- ingar og søguligu tølini vísa, at ES marknaðurin fyri laks veksur umleið 7% um árið. USA er í stórum vøkstri í løtuni og mett verður, at USA veksur um- leið 15%. Tann japanski marknaðurin veksur ikki og eingin tøl eru fyri restina av heiminum. Út frá hesum ber til at siga, at vøksturin í heiminum liggur ímillum 7 og 8%. Forsøgnin fyri Kili sigur, at framleiðslan har vil veksa 7% í ár, 10% næsta ár og 15% í 2005. Noreg er bundið at fóðurkvotum, og so leingi teir norsku alarar- nir ikki eru leysir av dump- ingákærum úr ES, eru teir noyddir til at fylgja hesum forskriftum. Um so er, at teir fáa fríhandil, so hava teir sjálvsagt møguleika at sleppa fóðurkvotunum og veksa skjótari, men hetta hendir væntandi ikki, tí so kann væntast, at nýggj klaga verður send Noreg. Noreg fer tí allarhelst at halda seg til fóðurkvotur í framtíðini, tó tær verða allarhelst lagaligari. FHL metir tí, at framleiðslan í Noreg veksur umleið 6% tey næstu árini. Ikki ber til í verandi løtu at siga nakað um hini framleiðaralondini, so sum Kanada og Skot- land, men ikki kann vænt- ast stórvegis øking í fram- leiðsluni í Europu. Oman- fyri eru forsøgnirnar fyri Noreg og Kili nevndar, og um vit meta, at Skotland veksur 5% um ári og Kan- ada 10%, og eingin vøkstur er í restina av heiminum, vil framleiðslan í heimi- num veksa í meðal ímillum 5 og 7% tey næstu 2 til 3 ár- ini. Hetta vil viðføra at út- boðið minkar í mun til eftirspurningin, og prísurin fer upp. Hvussu nógv og nær hann fer upp er ringt at spáa um. Mynd 6 vísir, hvussu bæði framleiðslukostnaður og søluprísur støðugt hava lækkað ígjøgnum tíðina. Myndin vísir eisini, at ein toppur var í 1994 og ein botnur í 1996. Í 1994 tjenti alivinnan pening og setti tí nógvan fisk á sjógv. Hesin fiskur vaks í sjónum í 2 til 3 ár og kom á marknaðin í 1996, sum so hevði við sær, at ov nógvur fiskur var, og prísurin fall. Vit høvdu sum øllum kunnigt ein topp í 2000, og tí kunnu vit vænta, at vit í løtuni standa á botni, um vit brúka mynd 6 sum grundarlag. Ein toppur vil tí koma í 2005. Ikki kann væntast, at prís- urin fer nakað nevningar- vert upp í ár, men prísurin vil hækka í 2004 og náa ein topp í 2005. Ikki skal vænt- ast, at prísurin kemur upp á ta leguna, sum var í 2000, tá prísurin var ovarlaga í tretivunum, men ein alari livir væl við einum prísi nakað omanfyri 20 kr/kg, um hann ikki er fyri øðrum høttafalli so sum ILA. Ætlan fyri framtíðina Tann føroyska framleiðslan er bert 4% av heimsfram- leiðsluni og má roknast fyri at vera sera lítil. Føroyar kunnu tí ongantíð stýra marknaðinum, kunnu ongan- tíð áseta marknaðarprísin og hava ikki ráð at byggja sær eitt navn á marknaði- num. Føroyar kunnu tí bert fylgja prísinum, sum er ásettur á heimsmarknaði- num. Tí hevur einasta gongda leið fyri føroyingar verið alla tíðina at skera niður av kostnaðarstøðnum og menna tøkni og manna- gongdir í alivinnuni, sum gera kostnaðarstøðið lægri. Mynd 6 vísir, at hetta hevur verið ein góð ætlan, tí kost- naðurin og prísurin hava lækkað støðugt. Føroyingar standa tí á einum vegamóti í løtuni. Hvørja ætlan skal alivinnan leggja sær? Ætlanin síðani kreppuna í 90unum hevur verið røtt, nevniliga at framleiða ein laks til lágan kostnað. Spurningurin er, um tað er tann rætta ætlanin at hava við í førninginum víðari. Alivinnan skal hava tamarhald á ILA sjúkuni og síðani at fáa framleiðsluna støðuga aftur. Lítið av pen- ingi er í løtuni, og tí er trupult at lækka kostnaðin við betringum sum kosta pening. Ein møguleiki fyri at minka um smittuvágan og at minka um framleið- slukostnaðin er at hava fiskin á landi í eitt longri tíðarskeið, sum roynt verð- ur eitt nú í Nólsoy. Hesin hátturin gevur skjótari vøkstur og minni felli. Men hetta krevur sera stórar íløgur at byggja kapasitetin út á landi, og tí er hetta kanska ikki ein gongd leið beinanvegin. Enn er ov tíð- liga at siga, um hetta er ein gongd leið, men royndirnar á vøtnunum vísa, at fiskur- in veksur skjótari, um hann er stórri, tá ið hann kemur á sjógv. Tað er eisini møguleiki at fara at ala annan fisk so sum tosk, kalva ella stein- bít. Noreg útflutti í fjørð 258 tons av aldum toski til ein prís á 36,50 kr/kg. Noreg hevur stórar ætlanir við aldum toski, og ætlanin er at ala 40.000 tons longu í 2004. Væntast kann, at ein kapping verður um aliøki- num, hvørt eitt aliøki verð- ur nýtt til tosk ella laks. Tað verður allarhelst tann vør- an, sum gevur stórsta av- kastið. Ein møguleiki, sum ikki hevur verið uppi og vent, er, um tað ber til at ala yms- ar góðskur av laksi. Til dømis ein góðan laks við eyka liti til Japans; ein bí- ligari laks til fjøldina, sum er fóðraður við einum verri og bíligari fóðri; ein vist- frøðiligan laks til tey fáu, sum er fóðraður við fóðrið framleitt úr fiski eina. Tað ber ikki til at ala meira í Føroyum við ver- andi tøkni. Við ILA sjúkuni og forðingatiltøkunum vil kapasiteturin minka og har- við framleiðslan. Men um tað ber til at finna betri út- gerð, sum loyvir alarum at fara út á opið hav at fram- leiða, eru ongar forðingar fyri vøkstri. Hin møguleik- in er, at ein skipan fast, sum allatíðina savnar skatn og fóðurrestir upp av havsins botni. Hetta vil viðføra at firðirnir kunnu bera meira fisk. Tað kann tykjast sum kreppa er í alivinnuni í løtuni, men hon er bert fyri- bils. Søgulig tøl og forsagn- ir vísa, at alivinnan vil reisa seg aftur, um tørvurin eftir laksi støðugt vil veksa, og alivinnan um allan heim skilir marknaðin og lagar seg eftir marknaðartørvi- num. Tó eitt stórt tak stend- ur fyri durðum nevniliga at fáa tamarhald á ILA sjúku- ni og at skaffa neyðugan pening til útseting av smolti í ár. Lágir prísir, ILA og lítil og eingin vágafúsur kapitalur hótta alivinnuna í løtuni og ringt er at fáa eyga á nakran glotta. Men tann føroyska alivinnan stendur á botni nú og framgongd er í væntu tey næstu tvey árini, tó treytað av at tamarhald fæst á ILA-sjúkuni. Laksaprísurin fer at kvinka seg upp eftir. Kanska ikki í ár men í 2004 og 2005. Mynd 2: Framleiðsla av sílum og forsøgn fyri 2003, 2004 og 2005 Kelda: Andrias Reinert, Fiskaaling. Mynd 3: Heimsframleiðslan av aldum atlantiskum laksi. Kelda: Kontali Mynd 4: Heimsframleiðsla av atlantiskum og stillhavslaksi bæði aldur og villur. Kelda: Kontali Mynd 1: Framleiðsla av laksi og forsøgn fyri 2003 og 2004. Kelda: Andrias Reinert, Fiskaaling. Mynd 5: Heimsframleiðslan í mun til miðalprís til norskar alarar. Kelda: Kontali og Fiskeridirektoratet. Mynd 6: Miðal framleiðslukostnaður og søluprísur fyri norskar alarar frá 1985 til 2002. Kelda: Fiskedirektoratet Kreppan í alivinnuni er bert fyribils