týsdagur 1. apríl 2003síða 26
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
51
Jógvan Martin Olsen
heldur menningina, sum
hevur verið síðani gras-
líkisvallirnir komu og
spælararnir frá heilt ung-
um av fingu høvi at royna
seg í landsdystum, hava
verið so góða, at tað av-
gjørt ikki er veruleikafjart
at rokna við møguleika-
num, at Føroyar um 6-8 ár
fara at spæla seg í EM ella
HM endaumfar
JÓANNES HANSEN
Vit eru so smáir, vit megna so lít-
ið, og vit fara ongantíð at koma í
nánd av nøkrum endaumfari í fót-
bólti. Tað er og fer altíð at vera
soleiðis, at tá ið endaspølini eru
og vera á skránni, so verður tað
okkara lutur at halda við Ong-
landi, Danmark ella onkrari aðrari
av teimum eftir okkara máti stóru
fótbóltstjóðunum.
Hetta hevur verið vanligur før-
oyskur hugsunarháttur. Men Jóg-
van Martin Olsen, sum síðani í
1994 hevur havt ábyrgdina av
yngru landsliðunum, og sum síð-
ani 1996 hevur verið hjálparvenj-
ari hjá fyrst Allani Simonsen og
síðani Henrik Larsen, heldur tað
vera ógrundað ikki at halda meiri
um framtíðina hjá føroyskum
landsliðsfótbólti enn so:
– Eg haldi, at vit hava góðar or-
søkir til ikki bara at droyma um,
men eisini at rokna við møgu-
leikanum, at tað um eini 6-8 ár fer
at eydnast føroyska landsliðnum
at spæla seg í EM ella HM enda-
umfar.
Hetta eru nýggir tónar fyri før-
oyskan fótbólt?
– Men teir eru ikki burtur úr
vón og viti, undirstrikar Jógvan
Martin Olsen, og hann grundgev-
ur beinanvegin:
– Vit kunnu taka støði í EM
undankappingarbólkinum, sum
vit nú eru í. Har eru trý lið, sum
hava sjey stig í part, Ísland hevur
trý stig, og vit hava eitt stig. Tey
trý londini, sum hava sjey stig,
eru Týskland, Skotland og Litava.
Vit hittu tey øll í fjør. Ímóti Skot-
landi fingu vit eitt stig á heima-
vølli. Vit áttu at havt vunnið øll
trý stigini. Ímóti Týsklandi kundu
vit havt megnað javnleik. Í Litava
stóðu vit okkum ikki væl. Vit tap-
tu 2-0, men vit hava áður víst, at
vit eiga at megna at spæla upp til
Litava. Eg hugsi eitt nú um mál-
leysa dystin har yviri í oktober í
1998.
Men tað tú nevnir eru einstøk
úrslit. Ofta tapa vit við tveimum
og trimum málum og onkuntíð
meiri enn so ímóti stóru tjóð-
unum?
– Tað kemur framvegis fyri, og
tað fer eisini í framtíðini at koma
fyri, at vit tapa við fleiri málum,
sjálvt um tað verður longi millum
tapini og serliga longri millum
stóru tapini. Men í miðal hava vit
seinnu árini staðið okkum alt
betri. Vit hava tapt ímóti Kekkia
við einum máli, og vit hava spælt
javnleik ímóti Bosnia-Hersego-
vina. Kekkia kappast við Holland
um fremsta plássið í teirra EM
undankappingarbólki, og Bosnia
vann 2. apríl 2-0 í Parkini og
spældi danska landsliðið sundur
og saman. Alt hetta sigur mær, at
vit eru á góðari leið, og um fram-
burðurin fer at halda fram, so
dugi eg væl at ímynda mær, at tað
ikki fara at ganga so ógvuliga
nógv ár, áðrenn vit sleppa upp í
part millum tey stóru. Ikki hvørja
ferð, men vit fara at fáa møgu-
leikan, heldur Jógvan Martin Ol-
sen.
Orsøkirnar
Seinastu árini hava Føroyar átt
fleiri spælarar, sum hava staðið
seg heilt væl í grannalondunum.
Felags fyri nógvar av hesum er, at
teir nú eru um at fara um besta
fótbóltsaldurin. Hesin veruleikin
leggur upp til spurningin, um tað
ikki fer at verða ivaleysa torført at
varðveita støðið, sum landsliðið
nú er á, og tískil óhugsandi at
rokna við framvegis framburði.
– Í landsliðshøpi er eitt av mál-
unum hjá okkum, at vit ikki skulu
merkja nakað serligt til ættarliðs-
skiftini. Tað er rætt, at nakrir av
mest royndu spælarunum neyvan
fara at spæla á hægsta støði fleiri
ár afturat. Men legg til merkis, at
tað hava kanska ongantíð verið so
nógvir ungir spælarar við í kapp-
ingini um landsliðsplássini, sum
tað eru nú. Eg vil siga tað soleið-
is, at heldur enn at ansa eftir, at
miðalaldurin verður ov høgur,
sum plagar at vera keðiligur
trupulleikin viðhvørt, so mugu vit
ansa eftir, at vit ikki heilt skjótt
fara at eiga eitt ov ungt landslið.
Tað er týdningarmikið at varð-
veita blandingina. Men tað er ein
veruleiki, at alt fleiri ungir spæl-
arar vísa landsliðsstøði, heldur
Jógvan Martin Olsen, sum leggur
afturat, at tað hevði kanska ikki
verið neyðugt at tikið blaðungar
spælarar inn á landsliðið, um U-
21 landsliðið hevði verið at ment
teir á. Men fyribils hevur FSF valt
ikki at hava U-21 landslið, og tí
kemur tað meiri enn so fyri, at
ungir spælarar verða tiknir fram-
um marginalspælarar á A-lands-
liðnum.
At tað nú tykjast vera fleiri
spælarar við altjóða dygdum, enn
tað kanska hava verið áður, heldur
Jógvan kemst av tveimum
høvuðsorsøkum. Onnur er gras-
líkisvallirnir og betraða venjingin,
sum fleiri feløg hava bjóðað í
yngru deildunum seinnu árini, og
hin er, at FSF hevur lagað tað so-
leiðis, at ungu spælararnir eru
slopnir at royna seg í landsliðs-
høpi frá tí, teir hava verið 14-15
ára gamlir.
– Dreingirnir, sum nú koma til,
vita ikki um annað enn graslíkis-
vallir, og tað sæst aftur í førleika-
num hjá teimum. Sum 15 ára
gamlir fáa teir fyrstu landsliðsav-
bjóðingarnar. Tá ið teir so verða
úttiknir til A-landsliðið hava fleiri
teirra spælt 20-25 altjóða dystir.
Tí vita teir, hvat tað snýr seg um.
Teir hava royndir at spæla undir
trýsti, og teir hava hesi seinnu ár-
ini aftur og aftur víst í U-17 og U-
19 landsdystum, at teir megna
tað, sigur Jógvan Martin Olsen.
Royndirnar og snuddirnir
Jógvan Martin er nú farin undir
10. árið sum landsliðsvenjari hjá
teimum ungu, og hann minnist
væl aftur og og kennir kanska
framvegis sviðan av, tá ið ung-
lingalandsliðini løgdu rygg til tap
upp á átta og tíggju mál.
– Tá ið eg kom uppí hetta, vóru
vit ikki greiðir yvir, hvat vit vildu.
Í unglingalandsdystunum í NM
og EM kappingunum var tað ein
bardagi fyri at avmarka støddina í
tapunum. Vit tosaðu so við roynd-
ar menn í hinum fótbóltssam-
bondunum, sum eru við í hesum
kappingunum. Eitt nú Hans
Bruun Larsen úr Danmark, Nis-
san Andersson úr Svøríki, Morten
Olsen úr Noregi og Greg Simons
úr Onglandi. Niðurstøðan var, at
vit fóru miðvíst undir at menna
spælararnar í staðin fyri bara at
fokusera upp á at avmarka tapini.
Hetta hevur verið gjørt um somu
tíð, sum spælarar, sum bara kenna
til graslíkisvallir, eru vaksnir upp,
og tað hevur eisini í landsliðshøpi
givið úrslit.
Jógvan Martin minnist aftur á,
at millum fyrstu spælararnar, sum
hann hevði á unglingalandslið-
num, vóru Rógvi Jacobsen, Jákup
á Borg, Andrew av Fløtum og
Christian Høgni Jacobsen. Síðani
er úr 1981 árganginum komin
Súni Olsen, frá 1983 árganginum
hava Jón Rói Jacobsen og Hjal-
grím Elttør og eisini Atli Daniel-
sen verið á landsliðnum, Jan Ingi
Petersen er frá 1984, og frá 1985
árganginum er millum aðrar Ingi
Højsted, sum er í Arsenal. Summ-
ir av hesum hava spælt m. a. ímóti
Michael Owen og Joe Cole úr
Onglandi og John Arne Riise úr
Noregi.
– Vit hava longu aðrar sera
dugnaligar spælarar frá 1985 ár-
ganginum í 1. deild. Nógvir av
hesum vísa ábyrgd í eitt nú livi-
hátti og kosti. Eg haldi ikki, at tað
er veruleikafjart at rokna við, at
teir, sum júst eru komnir á lands-
liðið, og teir, sum eru á gáttini til
landsliðið, fara at fáa møguleikan
í HM ella EM endaspæli, heldur
Jógvan Martin Olsen.
Endaspælið er bara 6–8 ár burtur
– Eg haldi, at vit hava góðar orsøkir til ikki bara at droyma um, men eisini at rokna við møguleikanum, at tað um eini 6-8 ár fer at eydnast
føroyska landsliðnum at spæla seg í EM ella HM endaumfar, sigur Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
EM-bólkur 5
Týskland, Skotland, Ísland, Litava og Føroyar
7. september 2002
Litava-Týskland 0-2
Føroyar-Skotland (Toftir) 2-2
10. oktober 2002
Litava-Føroyar 2-0
Ísland-Skotland 0-2
16. oktober 2002
Týskland-Føroyar 2-1
Ísland-Litava 3-0
29. mars 2003
Týskland-Litava 1-1
Skotland-Ísland 2-1
2. apríl 2003
Litava-Skotland 1-0
7. juni 2003
Skotland-Týskland
Ísland-Føroyar
11. juni 2003
Føroyar-Týskland (Tórsvøllur)
Litava-Ísland
20. august 2003
Føroyar-Ísland (Tórsvøllur)
6. september 2003
Ísland-Týskland
Skotland-Føroyar
10. september
Týskland-Skotland
Føroyar-Litava (Toftir)
11. oktober 2003
Týskland-Ísland
Skotland-Litava
Landsliðið í EM
Málskjúttar
Eiður Smári Guðjohnsen
Ísland
3
Tomas Razanauskas
Litava
3
John Petersen
Føroyar
2
Michael Ballack
Týskland
2
Heiðar Helguson
Ísland
1
Robertas Poskus
Litava
1
Paul Lambert
Skotland
1
Barry Ferguson
Skotland
1
Christian Dailly
Skotland
1
Gary Naysmith
Skotland
1
Kenny Miller
Skotland
1
Lee Wilkie
Skotland
1
Miroslaw Klose
Týskland
1
Carsten Ramelow
Týskland
1
Sjálvmál
2
Støðan
1. Skotland
4
6-4
7
2. Týskland
3
5-2
7
3. Litava
5
4-6
7
4. Ísland
3
4-4
3
5. Føroyar
3
3-6
1
Óli Johannesen, Hvidovre
59
Jens Martin Knudsen, NSÍ
56
Allan Mørkøre, B36
54
Øssur Hansen, B68
51
Julian S. Johnsson, B36
47
Jens Kristian Hansen, B36
44
Todi A. Jónsson, FCK
43
John Petersen, B36
43
Jan C. Dam, HB
39
Kurt Mørkøre
37
Uni Arge
37
Henning Jarnskor
35
Jan Allan Müller
34
Jákup Mikkelsen, Molde
28
Kári Reynheim, Fram
27
Tummas Eli Hansen
27
Magni Jarnskor
27
Jóannes Jakobsen
25
Pól Thorsteinsson, B36
25
Jens Erik Rasmussen, FSV
25
Hesir hava spælt flest landsdystir
Todi Jónsson, FCK
43
9
Uni Arge
37
8
John Petersen, B36
43
5
Jan Allan Müller
34
4
Jens Kristian Hansen, B36
44
3
Kurt Mørkøre
37
3
Øssur Hansen, B68
51
2
Christian Høgni Jacobsen, Vejle
14
2
Henning Jarnskor
35
2
Julian Johnsson, B36
47
2
Torkil Nielsen
18
2
Jens Erik Rasmussen, FSV
25
2
Kári Reynheim, Fram
27
2
Fróði Benjaminsen, B68
18
1
Jan C. Dam, HB
39
1
Hans Fróði Hansen, B68
23
1
Rógvi Jacobsen, HB
18
1
Óli Johannesen, Hvidovre
59
1
Allan Mørkøre, B36
54
1
Sjálvmál
2
Mál í alt
54
Málskjúttar á landsliðnum
Spælari
Dystir
Mál
Spælari
Dystir Mál
Spælari
Dystir
Mál
Dystir í 2003
Vinardystur 27. apríl: Føroyar-Kasakstan, Tofta leikvøllir, Toftir
Vinardystur 29. apríl: Føroyar-Kasakstan, Tórsvøllur, Tórshavn
EM-dystur 7. juni: Ísland-Føroyar, Laugardalur, Reykjavík
EM-dystur 11. juni 19:45: Føroyar-Týskland, Tórsvøllur, Tórshavn
EM-dystur 20. august: Føroyar-Ísland, Tórsvøllur, Tórshavn
EM-dystur 6. september: Skotland-Føroyar, Hampden Park, Glasgow
EM-dystur 10. september: Føroyar-Litava, Tofta Leikvøllur, Toftir
Soleiðis hevur tað gingið í altjóða dystum
Kapping
dystir
vunnið
javnt
tapt
mál
HM
30
4
1
25
17-92
EM
31
3
5
23
20-84
Vinardystir
19
5
4
10
15-28
NM
4
0
1
3
2-6
Í alt
84
12
11
61 54-210
Á heimavølli
35
5
6
24
28-88
Á útivølli
38
5
3
30 19-100
Á uttanveltaðum vølli
11
2
2
7
7-22
Í alt
84
12
11
61 54-210
Fróði Benjaminsen, sum hevur spælt 18 ferðir á landsliðnum, hevur saman við liðfeløgunum nógvar spennandi uppgávur
fyri framman. Stórdysturin ímóti Týsklandi í juni er helst mest spennandi dysturin í ár.
Mynd: Álvur Haraldsen
2003
2003