týsdagur 1. apríl 2003síða 26
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í 2002 varð nýggj útflutn-
ingsdeild sett á stovn á
Menningarstovuni – Faroe
Islands Trade Council. Út-
flutningsdeildin hevur sum
endamál at verða fremsti
samstarvsfelagin hjá føroy-
skum fyritøkum í útflutn-
ingsspurningum og at markn-
aðarføra føroyskar fyritøk-
ur, vørur og tænastur á al-
tjóða marknaðinum
Jú
skjótari
framtíðin
broytist, jú minni brúk er
fyri tínum royndum. Eingi
fordømi eru fyri stóru
broytingunum, sum henda á
altjóða marknaðum í 21.
øld. Vit liva ikki longur í
20. øld, ei heldur skulu vit
hyggja eftir, hvat hendi í
20. øld – vit skulu hyggja
frameftir, hvat fer at henda
í 21. øld, og á hvønn hátt
Føroyar kunnu gera seg
galdandi á áltjóða markn-
aðinum í framtíðini.
Kundin í 21. øld er upp-
aldur í eini zappimentan,
har hann ikki bara hevur
sæð MTV, men harafturat
hevur zappað millum í min-
sta lagi 30 aðrar sjónvarps-
rásir. Kundin hevur ongan-
tíð manglað mat og drekka,
hann hevur altíð havt eitt
stað at búgva. Heimið er
ikki bara staðið, har hann
býr, men avspeglar eisini
hansara persón og lívs-
mynstur, sum hann yndar at
zappa ímillum. Hann hevur
ta útbúgving, arbeiði og
pening, sum hann hevur
zappað seg til. Tú kanst
ikki rokna teg fram til
hansara keypsatferð, tí eins
og hann ger í øllum øðrum,
so zappar hann eisini har.
Allarhelst kennir tú tað
frá tær sjálvum. Tá farið er
at vára eins og nú, hugsar tú
kanska meiri um teg sjálv-
an; tey eyka kilo’ini, sum
komu uppá á jólum, tú
rennur nakrar túrar, keypir
nógv grønmeti – kanska
fisk – og um tú hevur tíð, ja
so gert tú kanska mat í út
ímóti einum tíma. Hevur tú
kortini ikki tíð, ja so gerst
ikki við, og ein pizza
verður smekkað inn í ovnin
í 20 minuttir. Hevur tú sera
ringa tíð, so verður tað til
mat í mikrobylgjuovni, sum
einans tekur tær 4 minuttir.
Tú hevur allar valmøgu-
leikar. Tí er tín atferð og títt
keypsmynstur avgjørt av
hvørjari støðu, tú ert í júst
nú – eins og tað er fyri
allarflestu fólk í vestur-
heiminum.
Kundin hevur ongantíð
havt so nógv at velja ímill-
um, tá hann fer at keypa, og
hann elskar tað. Tað nýggja
og spennandi er tað allar-
besta, men tað nýggja verð-
ur skjótt keðiligt, og so skal
hann aftur royna nakað
nýtt. Eitt ótal av fiskarætt-
um eru at fáa, flestu fiska-
framleiðarar í heiminum
kýta seg sum ongantíð fyrr
at vera nýskapandi og finna
uppá m.a. orientalskar,
eksotiskar, italienskar og
meksikanskar fiskarættir.
Ein franskur fiskaframleið-
ari hevur eina vøruskrá við
fleiri enn 30 ymiskum
góðskaðum laksarættum,
við alskyns smakki í.
Og nú situr tú allarhelst
við spurninginum: »Hvat
so við teimum føroysku
raspaðu fiskafingrunum?«
Hugsa tað óhugsandi
Í skrivandi løtu eru vit
ikki vitandi um, hvussu før-
oysku raspaðu fiskafingrar-
nir hava tað á altjóða
marknaðinum, men atferð-
in hjá børnum í yvirfloymda
kunningar-samfelagnum er
meinlík teirri hjá teimum
vaksnu. Tey eru helst
»clickarar«
heldur
enn
»zapparar«, og teirra lívs-
mynstur er kanska enn
meiri fylt við broytingum.
So hví ikki hugsa tað
óhugsandi og gera eina
megaavtalu við Disney og
gera fiskafingrar til Disney-
ímyndir. Hugsa tær ein
fiskafingur umskapaðan til
høvdið á Simba í næstu út-
gávu av Lion King? Og so
er tað enntá skapandi fyri
børnini, tí tey sjálvi sleppa
at tekna oyru, eygu, nøs og
munn við ketsjuppdunki-
num.
»Heilt erligt, hetta er ov
langt úti, nú lesi eg ikki
meiri« hugsar tú kanska,
men ger tað kortini.
Um Føroyar skulu hava
ein leiklut á heimsmarkn-
aðinum í framtíðini, so
mugu vit hugsa nýggjar
hugsanir. Vit mugu hugsa
tað óhugsandi. Vit mugu
finna tær óskrivaðu síður-
nar á marknaðinum, har
eingin er at kappast við og
skriva tær einsamøll.
Í Føroyum verður ofta
sagt, at í góðum tíðum hev-
ur eingin tíð at hugsa nýtt,
og í ringum tíðum hevur
eingin ráð at hugsa nýtt.
Lurta ikki eftir hesum, tí
nýhugsan er lívsæðrin í
samfelagnum, so hugsa
bara nýtt alla tíðina. Ver
altíð eitt fet frammanfyri!
Dovin fiskur
Á fiskamarknaðinum hava
vit eina rúgvu av avbjóð-
ingum. Hvítfiskastovnarnir
eru vorðnir smærri. Fiska-
framleiðarar
úr
okkara
grannalondum broyta teirra
framleiðslu til at virka
onnur fiskasløg úr Suður-
eysturasiu og Suðurameriku.
Rækjur og laksur, sum fyrr
hava verið ein háprísvøra,
eru nú á útsølu. Meiri og
meiri av rávøruni hjá okk-
ara grannum – og kanska
eisini hjá okkum – verður
seld til kinesiska maquila-
dora ídnaðin, ið hevur eina
bíligari framleiðslu, og tí
verður seld víðari til lág-
prísir.
Her er onki sprell í. Fisk-
ur á útsølu er longu vorðin
»discountfiskur«, og tað
forkunnuga við honum er
ikki forkunnugt longur.
Kundin hevur longu zappað
víðari til aðrar forkunnugar
vørur, um tað er tað, hann
ynskir.
Og hví skal Føroyar vera
á útsølu? Hava vit ikki
meiri at bjóða enn tað? Vit
hava altíð verið ein stolt
fiskivinnutjóð, og eru vit
ikki eisini tað í 21. øld? Eru
50
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
51
C
M
Y
K
51
50
»Just one click away«
Tað vísir seg ikki at verða lætt hjá føroyingum at útflyta ræstan fisk. Tí er tað neyðugt at finna út av hvat kundin vil hava, og
laga framleiðsluna eftir tí.
Mynd: Jens Kr. Vang
vit farin at missa virðingina
fyri okkara fremstu útflutn-
ingsvøru, tí vit ikki vita,
hvussu vit skulu tackla
nýggju
avbjóðingarnar,
heimurin bjóðar okkum?
Er tað rætt av okkum at
lata okkum draga við í hesi
lágprískapping? Eiga vit
ikki heldur at sermerkja
okkum og finna eitt betri
úttrykk og leita eftir háprís-
marknaðum við forkunnug-
um vørum? Søgan um
burðardygga
og
etiska
fiskivinnu og reint havum-
hvørvi vigar tungt og for-
kunnugt úti í heimi.
Guðrun x3
Samstundis, sum fiskurin
er dovin, eru onnur í føroy-
ska samfelagnum, sum
bróta upp úr nýggjum.
Hagtøl frá Hagstovuni vísa,
at bert 0,4% av føroyska út-
flutninginum kemur aðra-
staðni frá enn frá fiskivinn-
uni. Tíbetur vórðu hesi tøl-
ini avsannað.
Tað eru nógv dømi um
aðrar vinnur, ið eru nýhugs-
andi. Nógvar fyritøkur hava
skilt, at allur heimurin ligg-
ur fyri fótum teirra. Tað
stuttliga og spennandi við
nógvum av hesum vinnum
er, at heimamarknaðurin er
ikki áhugaverdur. Tær fara
beina kós út á heimsmarkn-
aðin at gera seg galdandi.
Úrslitið er spennandi størv
til spennandi fólk í einum
spennandi starvsumhvørvi
á einum heimsmarknaði í
støðugari broyting. Spyr
Kervi, Formula.fo ella Oil-
wind, um tey keða seg, tá
tey eru til arbeiðis.
Ikki ber til at fara uttan
um Guðrun & Guðrun.
Áttu vit eitt gullegg ella
kanska ein gullfisk at geva,
so var hann teirra. Vit onn-
ur hava hugsað ull í mong,
mong ár – tær hugsaðu
heimabundið. Tær eru kan-
ska á veg móti stjørnunum.
Ei heldur kunnu vit koma
uttan um frálíku røddina
hjá Guðruni Sólju Jacob-
sen, sum flestu av okkum
ikki kendu, áðrenn vit hoyr-
du og sóu hana á sjónvarps-
skýggjanum. Fyri Guðrun
eru vit ikki áhugaverd, vit
føroyingar vóru ikki henn-
ara avbjóðing. Hennara av-
bjóðing liggur á altjóða
tónleikamarknaðinum, og
lat okkum so lata vera við
at tosa um krónur og oyru
og prosent. At kunna útflyta
eina slíka rødd, er meiri
vert enn tað.
Megna vit ikki nýhugsan
eisini í fiskivinnuni?
24H Worldwide
Fyri nøkrum mánaðum síð-
ani var ein ráðstevna um
sporføri í Mentunarhúsi-
num í Fuglafirði. Har var
ein møgulig føroysk spor-
førisvisión framløgd. Fiska-
keyparar
kring
heimin
skulu kunna tøppa eitt
nummar á fiskinum, teir
keypa, inn á eina heima-
síðu. Síðani síggja teir,
hvaðani
fiskur
kemur,
hvussu hann er fiskað-
ur/aldur, hvussu hann er
viðgjørdur, hvussu hann er
fluttur, og hvussu hann
kann verða borðreiddur.
Vit kunnu eisini brodera
víðari, har vit venda visión-
ini 180 stig. Fiskakeyparin
skal ikki kenna fiskin
aftaná, at hann er keyptur,
men hann skal kenna hann,
áðrenn hann er veiddur.
Hugsa tær, at hann on-line
kann fylgja við í, hvar t.d.
toskur nú verður veiddur og
bíleggja fiskin, sum júst í
hesi løtu verður veiddur á
Norðhavinum.
Hugsa so víðari, at vit
hava ein málsetning fyri
levering uppá 24 tímar –
worldwide.
Og nú situr tú kanska
aftur við tí kensluna, at nú
rapar fyri teimum. Hatta
ber ikki til, vit hava ikki
flogfør til tað, vit hava ikki
flogvøll til tað, vit hava ikki
sambond til tað, o.s.fr.
Lat vera við at hugsa í
forðingum, hugsa í møgu-
leikum. Vit kunnu ikki vita,
um tað ber til, áðrenn vit
hava gjørt alt fyri at fáa tað
at bera til.
Kunningartøknin hevði
megnað
hetta,
okkara
skjóttframleiðandi skip og
fiskavirki høvdu megnað
hetta. Brennandi spurning-
urin er, á hvønn hátt okkara
lítli flogvøllur hevði megn-
að
hvønndagssamskiftið
við alla verðina, og hvat al-
tjóða flogfelag hevur pen-
ing og styrki til at gera eina
slíka íløgu í hesum terror-
tíðum. Í einum slíkum høpi
høvdu
parkeringsviður-
skiftini á flogvøllinum helst
verið ein lítil »fiskur í havi-
num«.
Eitt fet frammanfyri
Seinastu árini hava verið
merkt av, at vit hava gingið
í fótasporunum hjá stóru
fiskivinnutjóðunum.
Vit
hava etið molarnar, sum
detta av teirra borði. Vit
hava fylgt aftan á norsku
slipsadreingjunum, meðan
teir hava skúmað allan róm-
an. Vit hava verið bert eitt
stig aftanfyri.
Er tað ikki upp á tíðina,
at vit sermerkja okkum? At
vit verða eitt fet framman-
fyri.
Okkara havumhvørvi er
reint, vit liggja fremst í
burðardyggari veiðu, vit
hava eina reina vøru. Ein av
okkara kappingarfyrimun-
um er, at okkara fiskavørur
eru úr einum reinum ella
reinari umhvørvi enn flest
alla aðrastaðni í heiminum.
Latið okkum finna aðrar
kappingarfyrimunir, og lat-
ið okkum eisini finna okk-
ara veikleikar. Síðani kun-
nu vit víðari síggja okkara
møguleikar.
Okkara land er lítið og tí
lætt yvirskoðiligt. Tað átti
at verið so lætt at stýrt, um
vit gjørdu okkum ómak, og
vóru samd um at fara somu
leið. Sjálvandi við kapping
innanlendis okkara millum,
men tann komplementer-
andi effektin av einum sam-
starvi gagnar altíð øllum.
Framtíðartrends
Ikki bara konsumentmarkn-
aðurin, men eisini Business
to Business marknaðurin,
er í støðugari broyting. Í
veruleikanum er tað soleið-
is í dag, at kundin avger,
hvussu Business to Busi-
ness marknaðurin arbeiðir.
Endakundin setur ikki bara
krøv til endavøruna, men
eisini til øll liðini í fram-
leiðsluni av vøruni.
Krøvini til fisk kunnu
verða burðardygg veiða,
sporføri, reint havumhvørvi
og vistfrøðiligt fóður. Et-
isku krøvini síggjast eisini í
øðrum. Máling á skipum
skal verða uttan kemikaliir,
kapitalíleggingar
skulu
verða etiskt rættar, og at
hava børn í arbeiði er als
ikki góðtikið nakrastaðni í
virðisketuni.
Vit lúka nógv av hesum
krøvum, og onnur krøv
mugu vit arbeiða meiri við.
M.a. eru stórir møguleikar í
sporføri, tá vit hava tann
eyðsædda kappingarfyri-
mun, at vit hava eitt so lítið
og lætt yvirskoðiligt land.
At endakundin avger,
hvussu Business to Busi-
ness marknaðurin arbeiðir,
sæst eisini við, at har, vit
fyrr hava selt stórar mongd-
ir, keypsavgerðirnar hava
verið væl umhugsaðar og
avtalur hava verið yvir fleiri
ár, eru nú minni mongdir,
meiri støðuavgjørdar keyps-
avgerðir og styttri ella ong-
ar avtalur.
Trendurin er, at persónlig
sambond, loyalitetur og
traditión fáa minni og min-
ni virði og góðskustempul,
upplýsingar, effektivitetur
og
fleksibilitetur
vinna.
Business to Business markn-
aðurin er eitt produkt av
okkum sjálvum, og tí er
zappimentanin eisini gald-
andi her. Framtíðin er allar-
helst »click«-mentanin, og
tá ræður um at renna enn
skjótari.
24x7x52
Vit búgva øll í somu verð
til somu tíð. Jørðin hongur
saman við einum digitali-
seraðum neti, sum vit øll
liva og virka undir. Klokk-
an hjá okkum øllum hevur
24 tímar, vit hava øll 7 dag-
ar í hvørjari viku, og 52
vikur í einum ári. Vit eru
»Just one click away« frá
øllum øðrum.
So einfalt er tað.
Heimurin bjóðar okkum
av, og vit skulu bara taka
við avbjóðingini. Lat okk-
um bóltast á heimsmarkn-
aðinum, sum um vit vóru á
heimavølli. Júmen, hvat við
handilsforðingum?
Hvat
við flutningstrupulleikum?
Hvat við góðskukrøvum?
Hvat við marknaðarføring?
Hvat við fígging?
Menningarstovan bjóðar
seg fram at taka við avbjóð-
ingini og vónar, at fiskaút-
flytarar, veitarar til fiski-
vinnuna, nýggjar vinnur og
slóðbrótarar gera tað sama.
Tað týdningarmikla er at
hugsa tað óhugsandi, eins
og vit hava gjørt í hesi
greinini. Nú er tað tín túrur
at brodera víðari.
Fyri nøkrum mánaðum síðani var ein ráðstevna um sporføri í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Har var ein møgulig føroysk
sporførisvisión framløgd. Fiskakeyparar kring heimin skulu kunna tøppa eitt nummar á fiskinum, teir keypa, inn á eina
heimasíðu. Síðani síggja teir, hvaðani fiskur kemur, hvussu hann er fiskaður/aldur, hvussu hann er viðgjørdur, hvussu hann er
fluttur, og hvussu hann kann verða borðreiddur.
Hví ikki hugsa tað óhugsandi og gera eina megaavtalu við Disney og gera fiskafingrar til Disneyímyndir. Hugsa tær ein fiska-
fingur umskapaðan til høvdið á Simba í næstu útgávu av Lion King? Og so er tað enntá skapandi fyri børnini, tí tey sjálvi sleppa
at tekna oyru, eygu, nøs og munn við ketsjuppdunkinum.