Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 27

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2. DEILD – MENN Av teimum tíggju liðunum í næstbestu deildini hava seks teoretiskan møgu- leika at flyta upp, og óivað fara tey øll at leggja seg eftir einum plássi millum tey fýra fremstu, ið krevst fyri at fáa møguleikan. HILMAR JAN HANSEN Hóast stórur partur av fótbólts- tosinum og umrøðuni ár undan ári snýr seg um ta bestu mansdeild- ina, er næstbesta deildin avgjørt eisini áhugaverd. Har er tað, at biðlarnir til pláss í 1. deild eru at finna á hvørjum ári. Verður hugt at, hvørji lið eru at finna í 2. deild í ár, so sæst skjótt, at her eru fleiri lið, sum eina ferð høvdu nógv upp á hjarta í føroy- skum 1. deildarfótbólti. TB, B71 og ÍF kenna øll søta smakkin av einum føroyameist- araheiti, hóast eftirhondini mong ár eru liðin, síðani tað gekk teim- um so væl. TB vann tað síðsta av sínum seks meistaraheitum í 1987, B71 var meistari í 1989 og ÍF aftur í 1979. Sumba var í 1. deild frá 1998 til 2000, og eingin ivi man vera um, at sumbingar heldur enn fegnir liggja framvið at sleppa uppaftur. Og so eru tað leirvíkingar, ið vóru „fast inventar“ í bestu deildini frá 1982 til 1989, men síðstu ferð bara vóru uppi og vendu í 1993. Aftur at hesum fimm, ið altso hava roynt eitt sindur av hvørjum, eru so uppflytararnir úr AB, ið kanska eru teir, ið hava dubbað seg mest til komandi kappingina í 2. deild. Hesi seks nevndu feløgini fáa so fylgju av næstbestu manning- unum í B36, KÍ, VB og B68, ið meira enn so kunnu blanda seg upp í oddastríð og alt møguligt annað, men tó ikki kunnu flyta upp, tí bestu liðini hjá feløgunum longu frammanundan eru í 1. deild. Einasta vegin, hesi lið kunnu sleppa, er niðureftir, og tað hevur heldur ikki verið óvanligt tey seinnu árini, at tað eru júst nøkur av teimum „næstbestu“, ið ikki klára at sigla millum skerini, tá kappingin nærkast endanum. Hava verið nær Fyri at venda aftur til potentiellu uppflytararnar, so er torført at spáa nakað um, hvussu teimum fer at gangast. TB endaði aftast í 1. deild og flutti niður, og seinnu árini hevur aldursforsetin í føroyskum fót- bólti gjarna lagt nógva orku í at koma uppaftur sum skjótast. Hvussu stórur munurin er á botni- num í 1. deild og toppinum í 2. deild, er ringt at siga, men TB vil altíð vera eitt boð upp á ein upp- flytara, og verður helst roknað sum ein av favorittunum undan kappingini. Um tú spyrt sandoyingar, so halda teir neyvan, at hepni hevur verið við teimum síðstu tvey ár- ini. Fyrst endaðu teir næstaftast í 1. deild í fyrraárið og taptu upp- og niðurflytingardystirnar móti Skála og fluttu niður. Og hóast B71 í fjør var næstfremst í 2. deild, tapti liðið enn eina ferð dystirnar um upp- og niðurflyting – hesa ferð móti EB/Streymi. Einki er at ivast í, at tey í B71 vóna, at triðja ferðin verður tann besta ferðin, og at Sandoyggin aftur er við í toppinum í føroysk- um fótbólti næsta ár. Fuglfirðingar halda seg neyvan vera stórt hepnari enn B71, tí eftir at teir í 1999 endaðu eitt fýra ára skeið í 1. deild, hava teir bara ver- ið „næstan“ á veg uppaftur. Fyrst taptu teir dyst um upp- og niður- flyting móti FS Vágum í 2000, tá ÍF endaði næstfremst í 2. deild. Og bæði í fjør og fyrraárið vant- aði bara eittans stigið í hjá ÍF at røkka næstfremsta plássinum, ið gevur upp- og niðurflytingardyst- irnar. Slíkt er ikki stuttligt fleiri ár á rað, so tí er hetta árið óivað ein allarsíðstu kjansur, fuglfirðingar geva sær sjálvum – skulu teir ikki heilt missa vónina um at sleppa uppaftur í 1. deild. „The dark horse“ Sum nevnt, var Sumba fyri bara trimum árum síðani í 1. deild, og tá hevði felagið sín longsta steðg har higartil – trý kappingarár á rað. Tvey tey fyrstu árini yvirliv- du sumbingar upp- og niðurflyt- ingardystir móti LÍF, men síðsta árið gav aftasta plássið beinleiðis niðurflyting. Hesi bæði árini, sum síðani eru farin, hevur Sumba ikki ordiliga verið frammi í oddinum, tá kapp- ingin er endað, men í fjør var Sumba bara eitt stig frá upp- og niðurflytingardystinum, tá fýra umfør restaðu í, men so dragnaði. Leirvíkingar minnast sjálvandi enn tey bæði árini, tá júst sumb- ingar forðaðu teimum at koma uppaftur í 1. deild. Men síðani hava avrikini hjá LÍF ikki verið tað stóra at reypa av, og síðstu trý árini er liðið endað millum tey aftastu. Spurningurin er so, um LÍF hevur orku og evni at leggja seg út í oddastríðið í ár, men givið er, at tað í øllum førum krevur munandi meira av liðnum, enn tað hevur víst undanfarnu árini. At enda er tað so „the dark horse“, AB, sum er spildurnýtt lið í 2. deild, men kortini av mongum verður roknað sum ein upplagdur kandidatur til okkurt av fremstu plássunum í næstbestu deildini. Liðið er trimmað til hetta kapp- ingarárið, og eitt nú í teimum báð- um innleiðandi dystunum í steypa- kappingini eydnaðist á útivølli at basa tveimum av komandi kapp- ingarneytunum í 2. deild, ÍF og Sumba, so AB vann sær pláss í bólkaspælinum. Mest rávørutilfeingi Eftir eru so tey fýra liðini hjá B36, KÍ, VB og B68, ið mest mugu sigast at hava eina satelitt- uppgávu sum rávørutilfeingi hjá 1. deildarliðunum í somu feløg- um. Av teimum plagar B36 at standa seg best, meðan ársúrslitið hjá KÍ ofta er meira svingandi. VB, sum var uppflytari í fjør, kom upp móti miðjuni og fer kanska at royna eftir meira í ár. Og so fæst at síggja, um B68, sum eftir upp- og niðurflytingardystir móti grannunum úr NSÍ, fer at halda tørn í næstbestu deildini. Hvussu er og ikki, so plaga hesi liðini, ið ikki kunnu sleppa longur upp, at dríva á fyrra partin av kappingini og kanska meira enn tað. Gjarna eru tey eisini javnan mannað við spælarum, ið hava potentiali til fyrsta lið í feløg- unum, og tað kann geva eina styrki, ið spælir fleiri av hinum liðunum eitt puss av og á. Men tá landskappingin nærkast endanum, tynnast hesi „næst- bestu“ liðini ofta, tí fólk verður tikið av teimum og upp í 1. deild. Er hetta eftir „strikuna“, sleppa spælararnir ikki niðuraftur. Og so er heldur ikki ókent, at onkur av feløgunum í síðsta enda – um støðan í 1. deild loyvir tí – velja at senda nakrar frægari spælarar niður á hesi liðini, um tað kann sleppa teimum undan niðurflyting í 3. deild, tí fyri 1. deildarfeløgini hevur tað nógv at siga, at aspirantarnir til 1. deild ikki skulu finnast longur niðri enn í 2. deild. Fleiri eru um boðið B36 er við í 2. deild, meðan HB í fjør flutti niður í 3. deild. Mynd: Álvur Haraldsen 52 53 2003 2003