týsdagur 1. apríl 2003síða 27
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
53
C
M
Y
K
53
52
VIRKISLÝSING
Ó. J. Rólantsson
1. mars í ár vóru 4 ár liðin,
síðani Reklamuvirkið Petur
& Petur lat upp. Teir báðir
Petur Mohr Reinert og Petur
Slyne, sum fleiri ár framm-
anundan høvdu starvast
saman á marknaðardeildini
hjá Faroe Seafood, stovn-
aðu virkið saman við fiska-
søluni Farex, og reklamu-
virkið kom tí at halda til í
R.C. Effersøesgøtu 22, har
Farex framvegis heldur til.
Tá byrjað var, søgdu teir
báðir, at endamálið við
virkinum var at veita eina
proffessionella og persón-
liga viðgerð av marknara-
føringsuppgávum við tøtt-
um og álítandi samstarvi,
har kundin kundi siga sína
hugsan, uttan at klamsa við
hurðunum.
Í høvuðsheitinum kann
sigast, at Petur & Petur,
umframt at vera beinleiðis
reklamuvirki hjá nógvum
fyritøkum, við síni markn-
aðardeild virkar sum markn-
aðarráðgevi fyri hópin av
stovnum og fyritøkum,
framleiðir og umsitir frá
smæstu upp til tær heilt
stóru grafisku uppgávurnar
og
prentlutirnar.
Stóru
messurnar eru mest týðandi
parturin av umsetninginum,
har Petur & Petur tekur sær
av bæði marknaðarføring,
sølu og umsiting, umframt
design.
Søgan í stuttum
Í január 2000 varð felagið
gjørt um til partafelag, og
eginpeningurin varð hækk-
aður úr hundrað upp í
fimmhundraðtúsund. Stutt
eftir fær felagið til uppgávu
frá Menningarstovuni at
gera ein føroyskan bás á al-
tjóða stevnu í Brússel.
Hetta var í apríl, og í mei
varð flutt í nýggj høli í
Jónas Broncksgøtu. Til jóla
verður felagið Petur & Pet-
ur Publishing stovnað sam-
an við Hanstholm Posten
A/S. Endamálið er at geva
Vikublaðið út. Í 2001
januar eiga Petur Mohr
Reinert og Petur Slyne
einsamallir Petur & Petur,
og samstundis keypa teir
25% av eini prentsmiðju í
Hanstholm, ið fær navnið
Hanstholm Bogtrykkeri
Í oktober 2001 verður
egin skrivstovubygningur
keyptur í miðbýnum, flutt
verður í nýumvælda bygn-
ingin í august 2002. Í
oktober 2001 fær felagið til
uppgávu at samskipa North
Atlantic Fish Fair 2003. Í
januar í ár selir felagið
partabrøvini í Hanstholm
Bogtrykkeri
og
keypir
partabrøvini í Petur & Petur
Publishing, soleiðis at Petur
& Petur nú eiga 100% av
partapeninginum í Viku-
blaðnum.
Í dag starvast 10 fólk hjá
Petur & Petur og Petur &
Petur Publishing. Felagið
ger í dag marknaðarfør-
ingsuppgávur fyri kundar
sum t.d. Bónus, Elding,
Faroe Seafood, Maersk,
Føroya
Banka,
Føroya
Fiskavirking, Havnar Timb-
urhandil, Havnar Fótbólt,
Hotel Føroyar, Menningar-
stovuna, Miklagarð, Reyni
Service,
SMS,
Trygd,
Smyril Line, Burger King,
Sunset Boulevard og Atlant-
ic Fair.
NorthAtlantic Fish
Fair eitt stórarbeiði
North Atlantic Fish Fair er
ein sera stór messa, tvær
hallir, trý tjøld, uttandura-
framsýning, framsýning í
bátahylinum, nýggja Norr-
öna – umleið 250 framsýn-
arar á nærum fimmtúsund
fermetrum. Atlantic Fish
Fair hesaferð er 30% størri
enn seinast og hevur stóran
altjóða áhuga.
Messan verður hildin í
Runavík í døgunum 29.
apríl til og við 1. mai. Sein-
ast vóru 212 framsýnarar,
umleið helvtin vóru útlend-
ingar. Fleiri enn 7000 gestir
vitjaðu messuna, millum
teirra umleið 560 útlend-
ingar úr 19 ymsum londum.
Roknað verður við tvær
ferðir so mongum útlend-
skum gestum hesaferð.
Hotell og gistingarhús,
bæði í Havn og í Eystur-
oynni, eru at kalla fullsett
hesar dagarnar, men nýggja
Norröna kemur at liggja
við kai í Runavík sum
hotellskip. Umborð verða eis-
ini fleiri fyrilestrar, pressu-
fundir o.a.
Úr Brússel til North
Atlantic Fish Fair
Petur Mohr Reinert, annar
av stjóunumi í Petur & Pet-
ur, sigur, at hetta við at fyri-
skipa messur komst av, at
Menningarstovan bað Petur
& Petur um at gera føroy-
ska felagsbásin á heimsins
størstu fiskivinnumessu í
Brússel. Hetta var ein
áhugaverd, men sera stór
uppgáva.
– Hetta er nú fjóðra árið á
rað, vit standa fyri hesum
arbeiði, og í ár gera vit ein
felagsbás upp á 256 fer-
metrar við trettan føroysk-
um fyritøkum. Í veruleika-
num hevur Menningarstov-
an verið høvuðssamskipari,
men henda leiklut hava vit
eisini yvirtikið nú, sigur
Petur Mohr Reinert.
– Petur Slyne og eg hava
í veruleikanum báðir ar-
beitt við messum síðani
byrjanina av nítiárunum.
Og í dag hava vit úr at gera
á hesum øki. Vit fyriskipa
eisini offshorebásin á olju-
messuni í Aberdeen í
august, og í september eru
vit á Dan Fish í Ålborg
saman við Atlantic Fair.
Messan í Ålborg líkist
Atlantic Fish Fair, og tað
eru eisini teir báðir Áki í
Skemmuni
og
Andrias
Jacobsen, ið standa fyri før-
oyska felagsbásinum, með-
an vit standa fyri design og
básbygging. Vit kunnu siga,
at hetta er ein »avleggari«
av tí framúr góða sam-
starvinum við teir báðar.
– Okkara arbeiði í sam-
bandi við North Atlantic
Fish Fair umfatar fyrst og
fremst at gera eina markn-
aðarføringsætlan og síðani
at selja framsýningina.
Hetta merkir luttøku á ótelj-
andi messum í grannalond-
um, Evropa og so langt
burtur sum í USA og Kina.
Vit hava vitjað ótaldar fisk-
aríhavnir, havt fundir við
nógvar kommunur, skipa
felagsbásar og serbásar
o.s.fr. Harumframt gera vit
alt tilfarið, faldarar, formul-
arar og brosjurur, vit umsita
eisini ordarmóttøkuna og
útvega útgerð til básar, um-
framt design, sjálvandi, sig-
ur Petur Mohr Reinert.
Gott samstarv
– Okkum hevur dámt av-
bera væl samstarvið við
Atlantic Fair. Áki og Andri-
as eru menn, sum vita, hvat
teir fara eftir og hvar teir
gera. Runavíkin er sera væl
egnað til slíka messu, tí har
eru sera nógv viðkomandi
virki á staðnum og í nánd.
– Eitt nú halda útlending-
ar, at tað er ótrúligt, at vit
kunnu skipa slíka framsýn-
ing í eini havn, har vit t.d.
kunnu hava flótandi fram-
sýningar. Tey eru ikki von
við at síggja ein trolara
»live«, men heldur eitt
modell ella eina mynd.
Sama er við framsýning av
bátum og eitt nú aliringum í
sínum rætta umhvørvi, sig-
ur Petur Mohr Reinert at
enda.
Petur Mohr Reinert legg-
ur aftrat, at nú góð 4 ár eru
liðin, síðan fyritøkan varð
stovnað, so sær í baksýni út
til at hava gingið rættiliga
nógv skjótari, enn teir báðir
Slyne og Mohr Reinert
nakrantíð roknaðu við. Í
dag starvast 10 fólk hjá Pet-
ur & Petur og Petur & Petur
Publishing, um stutta tíð
verða tey helst fleiri.
At enda kann nevnast, at
fiskimálaráðharrin, Jacob
Vestergaard, er boðin at
hava fiskimálaráðharrafund
í sambandi við stevnuna i
Runavik. Hann hevur tikið
av, og eftir hvat skilst, so
koma fiskimálaráðharrar úr
fleiri londum á fund í sam-
bandi við stevnuna.
Petur & Petur:
Nýtt virki við drúgvum royndum
Frá smálýsingum til heildarkonsept, frá hugskoti til
marknaðarføring. Teir byrjaðu tveir, nú eru tey 10.
Petur Mohr Reinert leggur
aftrat, at nú góð 4 ár eru lið-
in, síðan fyritøkan varð
stovnað, so sær í baksýni út
til at hava gingið rættiliga
nógv skjótari, enn teir báðir
Slyne og Mohr Reinert
nakrantíð roknaðu við. Í dag
starvast 10 fólk hjá Petur &
Petur og Petur & Petur Pub-
lishing, um stutta tíð verða
tey helst fleiri.