týsdagur 1. apríl 2003síða 28
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÓANNES HANSEN
Teir hava upplivað so nógv í fót-
bólti, sum kanska eingir aðrir før-
oyskir fótbóltsspælarar. Jákup
Mikkelsen og Todi Jónsson vóru
blaðungir, tá ið teir komu á 1. lið
hjá KÍ, og teir vóru í 1991 við til
at vinna fyrsta meistaraheitið till
felagið í nítjan ár.
Todi Jónsson var fyrsti føroy-
ingurin, sum royndi seg í donsku
superliguni, og Jákup Mikkelsen
kom honum á baki. Jákup Mikkel-
sen var fyrsti føroyingurin, sum
vann danska meistaraskapin. Tað
gjørdi hann við Herfølge. Síðani
vann Todi Jónsson meistaraskapin
við FCK.
Í skugganum
Fyrst í apríl í ár stóðu teir andlit
til andlit í venjingardysti. Molde
var í Danmark á venjingarlegu, og
teir spældu ímóti FCK. Síðani
Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson
seinast høvdu spælt ímóti hvørj-
um øðrum, høvdu báðir mist rætt-
in at spæla í fremstu røð. Felags
royndin hevur verið, at tað gongur
upp og niður í fótbólti, og at um-
hvørvið er ísakalt og eyðkent av,
at tað eru pengarnir, sum hava
nógv tann størsta týdningin, tá ið
ætlanir verða lagdar og avgerðir
tiknar.
Í FCK leiðsluni hava teir, sum
verða mettir at vera heiðursmenn,
staðið púra kaldir og sagt, at Todi
er ikki nóg góður at spæla. Sann-
leikin er, at hann er útifrystur, tí
hann hevur havt dirvi at lurta
meiri eftir sær sjálvum, enn hann
hevur viljað lurtað eftir leiðsluni í
FCK. Leiðslan er firtin um, at
hon ikki kundi kroysta Toda at
skriva undir sáttmála, ið ikki gav
ta samsýningina, sum Todi metti,
at hann var verdur. Ivaleyst eisini
við samsýningini í huga, sum
FCK rindar øðrum spælarum.
Todi hevur verið í FCK í seks
ár, hann er tann útlendingurin,
sum hevur spælt flest dystir fyri
felagið, hann hevur skorað flest
mál av spælarunum, sum nú eru í
FCK, og hóast hann ikki fekk
nógva spælitíð í heyst, so megn-
aði hann at skora seks mál og har-
við at verða næstbesti málskjúttin.
Men hetta hevur ikki víst seg at
telja. Felagið hevur sett Toda í
skammikrókin, og teir vildu ikki
loyva honum at flyta til franska
Lille í januar, sjálvt um hetta hev-
ði havt við sær, at FCK hevði
sloppið undan at rinda føroyska
álopsspælaranum løn fram til 30.
juni, tá ið sáttmálaskeiðið hjá
FCK og Toda Jónsson er runnið.
Todi er við øðrum orðum vorð-
in gjørdur til dømi fyri framtíðar
FCK spælarar um, hvussu illa tað
fer at roynast ikki at ganga undir
krøvini, sum leiðslan heldur vera
rímulig.
– Eg eri noyddur at góðtaka
tað, sum leiðslan ger av, meðan eg
eri bundin at felagnum. Eg venji
og spæli teir dystirnar, sum teir
biðja meg spæla. Um brúk verður
fyri mær á besta liðnum, so ræður
um at vera klárur, tá ið møguleik-
in verður har, sigur Todi Jónsson,
sum enn ikki veit at siga, hvar
hann fer at spæla fótbólt eftir
summarfrítíðina. At hann fegin vil
sleppa at royna evnini onkra aðra
staðni enn í Danmark, hevur Todi
Jónsson ikki dult fyri.
Berjist fyri møguleikanum
Jákup Mikkelsen hevur síðsta
stóra árið kappast við Eddie
Gustafsson um plássið millum
stólparnar í Molde. Eftir tætta
kapping síðsta vár, gjørdi svenski
Molde venjarin av, at Eddie
Gustafsson skuldi verja málið, og
at Jákup Mikkelsen skuldi sita á
beinkinum.
Eddie Gustafsson, sum í vár
hevur verið á svenska landslið-
num fleiri ferðir, var í fjør kosin
ársins spælari í Molde. Í vár hevur
hann av teirri orsøk verið sjálv-
skrivaður fyrsti málverji. Men
Jákup Mikkelsen hevur hildið á at
trýsta svenska kappingarneytan.
– Eg eri sáttmálabundin at
Molde fram til síðst í november í
ár, og Eddie Gustafsson er sátt-
málabundin eitt ár longri enn eg.
Tað nyttar einki at lúta við høvdi-
num og at geva skarvin yvir. Eg
venji eins nógv og hin málverjin,
og í venjingardystunum í vár havi
eg fleiri ferðir fingið møguleikan.
Nú uppundir kappingarbyrjan
hevur hann verið tikin framum
meg. Men eg havi eina kenslu av,
at munurin okkara millum er
kanska minni nú, enn hann var í
fjør, sigur Jákup Mikkelsen, sum
neyvan fer at leingja samstarvið
við Molde.
Føroyski málverjin í Molde sær
landsdystirnar sum ljósglæmur,
serliga tá ið hann bara spælir á
eykaliðnum hjá Molde. Todi Jóns-
son hevur ikki verið á landslið-
num í meiri enn eitt ár, og hann
hevur útsett avgerðina, um hann
aftur skal spæla á landsliðnum.
– Hjá mær er tað ikki aktuelt at
taka eina sovorna avgerð, tá ið eg
ikki spæli á hægsta støði í felag-
num. Í løtuni eri eg ikki í dystar-
venjing at spæla á landsliðnum.
Tveir vinmenn og meistarar
í skugganum
FCK hevur sett Toda Jónsson í skammikrók, og hann kann ikki rokna við at sleppa at
spæla nakað serligt á besta liðnum aftur.
Mynd: Álvur Haraldsen
Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson hava
nógv í felagi. Nú sita teir báðir á beinkinum
og bíða eftir nýggjum avbóðingum
54
55
2003
2003