Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 28

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 55 Norðuratlantiska Fiskivinnustevnan er vorðin staðið, har før- oyskar fyritøkur vísa menningina av vør- unum og tænast-un- um síðani seinastu stevnu. Hetta ber í sær, at stevnan skundar undir og stimbrar eina pro- fessionalisering av nógvum fyritøkum í landinum og uttan- lands. Tað heldur Føroya Sparikassi, sum á stevnuni bjóð- ar fram kappingar- føra fígging Atdráttarmegin hjá North Atlantic Fish Fair er stór. Bæði heima og úti hava partar av vinnulívinum í eina tíð fyrireikað seg til at vera við á sølustevnuni í Runavík, og nú komið er undir land við stevnuni, eru fyritøkur í hundraðtali við. Føroya Sparikassi, sum seinastu árini er vorðin ein náttúrligur partur av før- oyska vinnulívinum, er um- boðaður á fiskivinnu-stevn- uni. Hesin stóri føroyski peningastovnurin er sann- førdur um, at North At- lantic Fish Fair hevur ein týdning fyri fyritøkur í Føroyum, ið ikki eigur at verða undirmettur. "Ein grundleggjandi týdningur er, at hetta er staðið, har føroysku fyri- tøkurnar kunnu bjóða seg fram. Eitt annað er, at nógvar av fyritøkunum á North Atlantic Fish Fair lyfta seg upp á eitt hægri stig sum úrslit av stevnu- luttøkuni. Vit síggja, at fyritøkurnar seta sær nýggj mál fram ímóti stevnuni í Runavík, og á tann hátt skundar Fish Fair undir og stimbrar eina professionali- sering av nógvum fyri- tøkum í landinum eins og uttanlands", sigur Jónleif Jacobsen, økisleiðari Spari- kassans í Eysturoy. Vil vísa andlit Vinnulívsdeildirnar hjá Føroya Sparikassa hava fólk á North Atlantic Fish Fair, og hesi hava sett sær fyri at peningastovnurin skal vera sjónligur á stevn- uni. Vinnan skal síggja pro- duktini hjá Sparikassanum, og málið er harumframt at fáa samband við verandi og nýggjar kundar. "Okkara básur er opin, og vit eru til reiðar at hitta tey, sum hava hug at práta við okkum. Vit vilja fegin skapa nýggj sambond", sigur leiðarin á Vinnulívs- deild Sparikassans, Gunnar Streymoy. Hann vísir á, at Føroya Sparikassi er opin fyri at fíggja nógv ymisk sløg av vinnuligum verkætlanum bæði innan fiski- og hand- ilsvinnuna. Gjaldstænastur Ein annar partur av tí, Sparikassin hevur at bjóða, eru gjaldstænasturnar, ið allar fyritøkur hava brúk fyri. Sjónarmiðið hjá Spari- kassanum er, at gjalding- arnar skulu fara fram skjótt og trygt. Peningastovnurin gevur kundum sínum at- gongd til at fremja flytingar til og úr útlandinum, og saman við HeimaGreiðs- luni lættir hetta munandi um bæði vanligar flytingar og lønarflytingar. Hava fyritøkur inntøkur ella útreiðslur í øðrum gjaldoyra, er umráðandi, at tryggja fyritøkurnar móti óhepnum kursbroytingum, og hesa tænastuna veitir Sparikassin eisini. Leiðarin á Vinnulívs- deildini vísir á, at allir vinnubólkar í útgangsstøð- inum hava áhuga hjá Før- oya Sparikassa á North Atlantic Fish Fair. "Okkara fígging er kappingarfør, og vit vísa ongum frá okkum framm- anundan", sigur Gunnar Streymoy. Sparikassin: Sølustevnan elvir til menning í fyritøkunum C M Y K 55 54 Teir vóru fyrstir við bingju- flutningi í Føroyum. Alt Norðuratlantshavið er teirra heimamarknaður og nú eru teir eisini fyrstir við einum vøruhotelli, frígoymslu og flutningsmiðstøð (distribu- tioncenter). Vit tosa um flutningsfelagið Eimskip. Tað eru ikki so mong ár síðan, at byrja var at pallet- isera vøru, sum vøra verður paletiserað í dag. Plattarnir vóru stórir og alt góðs varð stúva leyst í skip. Í 80’- unum vóru fyrstu bingjur- nar fyltar, men tað var ikki fyrr enn Eimskip byrjaði regluliga sigling á Føroyar síðst í 80’unum, at bingju- flutningur av álvara byrjaði og síðan gjørdist vanligur. Flutningur á fremstu park- et kring heimshøvini er í bingju. Tá teir tosa um stødd á bingjuskipum verð- ur tosað í teus. 1 teus er støddin á einari 20 fót bingju. Mesti flutningurin er í 40 fót bingjum svarandi til 2 teus. Støddin á skip- unum Eimskip siglir við uppá Føroyar er 1.460 teus. Til samanbering er Simone J. 350 teus og bingjuskipini hjá t.d. Mærsk Sealand tátta í 7.000 teus. Logistikkur, ella flutn- ingsfrøði, tá tosað verður um vísindina logistik, er aldargamalt. Innan herleið- slu og í bardaga er logi- stikkur avgerandi fyri, um bardagin verður vunnin. At optimera flutning er til frama fyri búskapin hjá tí einstaka felagnum. Hann, sum er fremst innan logi- stik, hevur ein kappingar- fyrimun. Hetta kemur somu- leiðis umhvørvinum tilgóð- ar, tí optimerað verður m.a. eftir hvussu nógv orka verður brúkt fyri hvørt kg ella cbm, sum flutt verður. Tá flutt verður við stór- um skipum verður vøran savnað frá einum størri øki. Flutningurin til og frá Europu er samskipaður í Rotterdam og Hamburg, hagar vøra kemur og fer bæði landvegis og sjóvegis. Sama konsept er brúkt í Føroyum. Skipið leggur at í høvuðsstaðnum, og til og frá Havnini verður vøran koyrd og heinta úr hvørjum króki í landum, bæði fullar bingjur (fcl) og smærri sendingar (lcl). Eisini bjóðar Eimskip flogfrakt. Hetta eru ofta smærri nøgdir, sum hava skund. Munnu ikki flestu fólk hava lagt til merkis flogfraktbilarnar hjá Eim- skip. Altjóða royndir – lokala vitan Eimskip er eitt altjóða felag við skrivstovu í europeisk- um og norðuramerikansk- um býum. M.a. hevur Eim- skip skrivstovu í Imming- ham í Bretlandi, Rotterdam í Hollandi, Hamburg í Týsklandi, Århus og Keyp- mannahavn í Danmark, Gøteborg í Svøríki og Fred- eriksstad í Noreg. Afturat hesum eru fleiri aðrar skrivstovur í somu og øðr- um londum. Millum annað skrivstovur í fleiri havnum í USA og Canada. Hetta ger, at Eimskip kann veita bein- leiðis tænastu fyri bæði inn- og útflutning á hesum, fyri Føroyar, týdninga- miklu marknaðum. Gjøgnum Hamburg og Rotterdam er beinleiðis samband til og frá Fjareyst- ri s.s. Japan og Kina, og Eystureuropu s.s. Russ- landi, Baltisku londunum og Polandi. Fyri føroyskar fyritøkur, sum handla ella umhugsa handil við hesar marknaðir, kann Eimskip virka sum ráðgevi. Tað kann vera torført hjá fyritøk- um at byrja á nýggjum ókend- um marknaðum. Gjøgnum teirra altjóða arbeiði hevur Eimskip eitt stórt netverk. Hetta kann menna føroyska sølu og keyp á hesum marknaðum. Við tað at Eimskip siglir til høvuðshavnirnar í Eur- opa og USA er transittíðin stutt. Fyri vøru til útflutn- ings er stutt frá Rotterdam og Hamburg til størru marknaðirnar í Europa. Fyri vøru til Fjareysturs sigla skipini hjá Hapac Lloyd, K-line og Mærsk beinleiðis frá Rotterdam og Hamburg. Her verður tíð spard og tíð er pengar. Fyri innflytarar merkir hetta, at góður møguleiki er fyri beinleiðis innkeypi frá øðr- um marknaðum, enn vit eru von við. Goymsla á altjóða støði Fyri føroyska marknaðin merkir hetta, at Eimskip bjóðar viðskiftafólki sínum tænastu frá einum felag við lokalari vitan og altjóða royndum. Hetta kemur før- oyska marknaðinum til góðar. M.a. nýggi skriv- stovu- og goymslubygning- urin ber boð um hetta. Bygningurin er bygdur eftir altjóða standardum. Øll fylling og tøming av bingj- um er undir taki og vøran er vard fyri veðri. Á goymslu- ni stendur vøran á hillum. 1.270 standard plattapláss eru á goymsluni. Goymslubygningurin er ein framkomin bygningur bygdur útfrá bestu logi- stikkloysnum. Ein digital skipan ger at vøran verður skrásett við at skannarar skannað strikukotur. Hetta er ein trygg skipan fyri kundan. Fyri teir kundar, sum brúka vøruhotellið og frígoymsluna, bjóðar Eim- skip seg fram til at hava fullkomna goymslustýring. Vøruhotellið er fyri alla vøru. Bæði vøru sum er innflutt og fyri vøru, sum er framleidd í Føroyum. Øll vita vit hvussu nógv tíð og orka fer til goymslu og goymslustýring hjá teim- um, sum hava annað virk- semi at takast við. So hví ikki »outsourca« hetta til Eimskip, sum eru serkøn á økinum. Frígoymsla er eftirspurd av kundum, sum vilja spara likviditet við ikki at tollav- greiða vøruna fyrr enn brúk er fyri henni. Her kann við- komandi felag keypa inn í stórum og selja í smáðum. Er talan um dýra vøru kann eitt felag vera spert við likvidum vegna stóra goymslu. Trolaralandingar og umboðan Fyrstu fortreytir fyri einari mennandi vinnu er eitt gott flutningsnet. Síðan byrjan hevur Eimskip havt umboð- an av skipum og landingar. Hetta bæði fyri føroysk og útlendsk skip. Grunda góða tænastu, bingjuflutning, goymsluloysnir fyri frystan fisk og gott flutningsnet flytur Eimskip trolaralastir, sum eru lagdar upp í Føroy- um. Hetta er gott fyri Før- oyar sum fiskivinnumið- depil í Norðuratlantshavi og gevur m.a. føroyingum møguleika fyri at keypa tann fisk, sum verður lagd- ur upp. Saltsøla Ein vinna skal standa á nógvum beinum. Fyri trim- um árum síðan byrjaði Hafnarbakki, sum Eimskip eigur, sølu av salti á Bakka í Runavík. Væl hevur ging- ið við sølu av salti. Við- skiftafólk eru glað fyri at tveir útbjóðarar eru av salti. Stór kapping Tað verður spennandi at fylgja við í kappingini á flutningsøkinum. Kapasi- teturin er øktur munandi nú nýggja skipið hjá Smyril Line er komið. Samstundis sær út til, at út- og innflutn- ingurin ikki veksur. Teir vóru fyrstir Dettifoss við bryggju í Havn. Skipið er 165,6 m langt, 28,6 m breitt og lastar 1.460 teus. Joel undir Leitinum, sølu og marknaðarleiðari Sophus Dal-Christiansen er søluráðgevari í innflutningi. Esmar Simonsen Søluráðgevi í útflutningi hevur eisini umboðan og sølu av salti um hendi. Sigvør Lamhauge Beder er eisini søluráðgevari í innflutningi.