Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 29

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

56 57 Johan Byrial Hansen, Marc Nygaard og Claus Bech Jørgensen royna seg í trimum ymiskum lond- um, og tað gongst eitt sindur ymiskt hjá teimum. Í løtuni er ein av hesum upp á tal hjá liði í bestu ensku deildini, men hinir báðir hava skift felag fleiri ferðir seinasta árið EYÐUN KLAKSTEIN Nakrir spælarar við føroyskum ættarbondum gera vart við seg í útlendskum fótbóltskappingum. Tann best kendi av hesum er Johan Byrial Hansen, sum hevur spælt á føroyska landsliðnum átta ferðir síðani 2000. Hann er upp- vaksin í Danmark, men er føroy- ingur og kann tí spæla við okkara landsliðið. Tað vildi hann fegin, tá ið boð vóru eftir honum, og nú hann hevur verið á føroyska landslið- num, fangar borðið, og nú kann hann ikki spæla fyri annað land. Johan Byrial hevur spælt fyri fýra feløg seinsta árið. Hann var verjumaður í 1. deildarfelagnum AC Horsens, áðrenn hann gjørdi sáttmála við superligufelagið OB. Har hevði hann trupult við at býta seg fastan á besta liðnum, og tí varð hann leigaður út til Frederi- cia, har hann bæði spældi og gjør- di okkurt málið. Nú er hann farin aftur til AC Horsens at spæla, og her kann hann eisini vænta sær nógva spælitíð. Johan Byrial Hansen er fram- vegis upp á tal til føroyska lands- liðið, hóast hann í fyrstu fyrstu ikki fekk boð aftur, tá ið Henrik Larsen gjørdist landsliðsvenjari. Aftur og fram hjá Nygaard Marc Nygaard, sum er ein annar av fótbóltsmonnunum við føroy- skum ættarbondum, hevur eisini spælt fyri fleiri feløg seinastu tíð- ina, og tað hevur ikki bara gingið eftir vild hjá honum. Stóri álopsspælarin kundi spælt á føroyska landsliðnum, men tað kann hann ikki longur. Orsøkin er, at hann hevur spælt nakrar fáar dystir á danska landsliðnum, og so ber ikki til at skifta landsliðs- búnan út. Fyri nøkrum mánaðum síðani var upp á tal, at Marc Nygaard skuldi gera sáttmála við FC Keyp- mannahavn, men hetta gjørdist ikki veruleiki. Orsøkin til at hetta skiftið kom upp á tal var, at sáttmálin millum Nygaard og hollendska felagið Roda, har hann spældi í fimm ár, skuldi ganga út í summar, og tí gjørdist tað aktuelt at skifta felag. Og tað gjørdi Marc Nygaard, hóast FCK ikki var áhugað í hon- um, tá ið alt kom til alt. Ístaðin flutti hann til belgiska felagið Lommel, sum gjørdi leigusátt- mála við hann í januar mánaði. Men Lommel kláraði ikki at gjalda fyri leiguna, og tí endaði í mars mánaði við, at Marc Ny- gaard gjørdi leigusáttmála við hollendska felagið Excelsior, har hann nú skal royna at fáa yrkis- leiðina sum fótbóltsspælari á rætt- kjøl aftur. Skorar nógv mál 26 ára gamli Claus Bech Jørgen- sen hevur føroyska mammu, og hann hevur ikki enn spælt nakran landsdyst. Tann ídni miðvallarin við góða máltevinum er eitt heitt navn í Onglandi í hesum døgum. Hann spælir fyri 1. deildar- felagið Bradford, men har eru fíggjarligu umstøðurnar so vána- ligar, at allir 1. liðsspælararnir eru settir til sølu. Claus Bech Jørgensen fær neyvan trupulleikar við at finna nýtt felag í Onglandi, tí hann hevur spælt serstakliga væl í ár. Hann hevur skotið nógv mál fyri Bradford, og herfyri gjørdi hann mál í seks dystum á rað. Premier League-felagið South- ampton sigst hava víst áhuga fyri Claus, og hetta hevur spælarin eisini sagt seg vita eitthvørt um. Sáttmálin við Bradford rennur út í summar, og ta er sannlíkt, at fótbóltsframtíðin hjá Claus Bech Jørgensen liggur í øðrum felagi. Í fyrstu syftu vil hann halda fram í enskum fótbólti. Claus Bech Jørgensen hevur ikki spælt á danska landsliðnum, og hann er heldur ikki innkallaður til føroyska landsliðið. Hann hev- ur áður sagt, at hann stílar eftir tí danska landsliðnum og tað ætlar hann at gera so leingi, sum tað er ein vón fyri at málið kann náast. Sum hann hevur spælt seinastu mánaðirnar, hevur hann ongantíð verið nærri einum plássi á danska landsliðnum, og um hann í næst- um kann gera sáttmála við felag í bestu ensku deildini, er ikki lang- ur teinur eftir á mál. Tríggir hálvir og nógv feløg Vejle hevur skift venjara, men teir framvegis ilt við at toga seg upp eftir stigatalvuni.Atli Gregersen hevur ilt við at sleppa fram at í Randers EYÐUN KLAKSTEIN Christian Høgni Jacobsen røkir í løtuni plássið sum høgri bakkur í Vejle. Sigursvanda felagið, sum nú spælir í næstbestu donsku deildini, liggur einki ser- ligt fyri. Teir eru miðskeiðis á stigatalvuni, men tað eru nógv stig, sum skulu vinnast inn, skulu teir koma í nánd av einum upp- flytingarplássi. Vejle flutti í fjør niður úr superliguni, men tað er ikki líkt til, at teir verða aftur í superliguni eftir summarferiuna. Christian Høgni gjørdi fyri hálvum øðr- um ári síðani sáttmála við Vejle, eftir at hann hevði trupult við at sleppa á liðið í Esbjerg. Síðani hann kom til Vejle hevur hann spælt nógv meira á besta liðnum, og í løtu- ni tykist hann hava fast pláss í verjuni. Christian Høgni hevur annars spælt sum áleypari, og hann hevur eisini skorað á før- oyska landsliðnum, men onkuntíð hevur hann verið brúktur á miðvøllinum og í høg- ra borði. Fyri stuttari tíð síðani fekk venjarin hjá Christian Høgna sekkin. Leiðslan í Vejle hevði mist álitið á Frank Pedersen, og tí er tað nú Henrik Brandenborg, sum stendur við róðrið. Atli í Randers Ein annar føroyskur spælari roynir seg í 1. deildarfelagi í Jútlandi. Atli Gregersen hevur í fleiri ár spælt fót- bólt í Randers. Hann hevur spælt nakað á besta liðnum hjá felagnum, men í løtuni hevur hann ilt við at sleppa fram at. Christian Høgni er bakkur í Vejle Johan Byrial Hansen spælir nú aftur í Horsens, sum er við í næstbestu donsku deildini. Mynd: Álvur Haraldsen 2003 2003