Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 29

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

56 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 57 Á gomlu og kendu fyritøkuni, BAADER, eru tey í ár errin av at kunna vísa fram fleiri nýggjar maskinur á altjóða marknaðinum BAADER-MASKINUR Vilmund Jacobsen Á North Atlantic Fish Fair í Runavík fært tú ein for- smakk uppá nakrar av nýggjastu maskinunum hjá BAADER-fyritøkuni. Hesar eru BAADER 988, sum er ein trimmimaskina til laks og hvítan fisk, BAADER 541, flekima- skina til saltfiskafram- leiðslu, BAADER AF501 AccuFeed, BAADER 580, flakamaskina til síl og BAADER 444, ið er ein maskina til slátur-og av- høvding. BAADER 988 hevur eitt nýskapandi konsept við visiónum fyri framtíðina. Laksamaskinan er bygd upp til sjálvirkandi trim- ning ella snøgging av laksafløkum. Eitt teldustýrt kamera visualiserar hvørt einstakt flak, sum síðan verður skorið eftir umbidn- ari vekt. Maskinan økir um fram- leiðsluna við neyvari snøgging og krevur færri fólk við automatisering. BAADER 988, sum er bygd til hvítan fisk, sker burtur bein, snøggar og sker fiskin í portiónir - alt í einari maskinu. Eitt teldu- stýrt kamera visualiserar hvørt einstakt flak, sum síðan verða skorin eftir umbidnari vekt. Maskinuni tørvar færri fólk, men gevur økta fram- leiðslu, tí skeringin er so neyv. BAADER 988 sker por- tiónirnar í vekt eftir ynski. BAADER 444 Á North Atlantic Fish Fair fer BAADER at vísa fram eitt nýtt "ættarlið" av eini slátur-og avhøvdara- maskinu til hvítan fisk. Hendan maskinan kann bæði brúkast umborð á skipum og á virkjum uppi á landi. BAADER 444 er bygd ergonomiskt, har lætt er at leggja fiskin. Úrtøkan úr fiskinum er stór, tí skurðirnir til blóðging, kryvjing og avhøvding eru neyvir. Hálsbeinið situr eftir. Við tað, at fiskur, høvd og innvølur verða tikin úr maskinuni hvørt fyri seg, er einki samband millum innvøl og fisk og tískil eingin vandi fyri dálking og smittu. Rognini kunnu savnast og brúkast. BAADER 444 framleiðir røttu rávøruna til BAADER 541 til framleiðslu av besta saltfiskinum. BAADER 541 BAADER 541 er ein fleki- maskina til saltfisk. Hend- an tekur ímóti vaskaðum og avhøvdaðum hvítum fiski, hevur stóra framleiðsluorku og optimala úrtøku. Har- aftrat er BAADER 541 løtt at justera, larmar lítið og krevur minimalt viðlíka- hald. Á stevnuni í Runavík hevur BAADER eisini AccuFeed AF501, ið er ein ultimativ loysn til uppbýt- ing, skiljing og vigan av fiskavørum, nú eisini av flatfiski. AccuFeed sparir virkið fyri lønarútreiðslur á fleiri økjum sum krevja skiljing, framleiðslu av portiónum og vigan. Lyklaorðið er fleksibilitetur. AccuFeed-skipanin verð- ur seld bæði høgra-ella vinstravend við ymiskum vakuum-loysnum. Á básinum á North At- lantic Fish Fair fer kenda BAADER-fyritøkan eisini at vísa fram BAADER 601 separator. Hugsa tær, hvat framtíðin kann hava við sær Virkisleiðslur kring landið fara neyvan at ganga at ganga framvið básinum hjá BAADER uttan at støkka inn á gólvið til eitt prát um nýggjastu maskinurnar á marknaðinum. Maskinurnar á myndunum eru BAADER 988, BAADER 444 og AccuFeed 501 C M Y K 57 56