týsdagur 1. apríl 2003síða 30
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
58
59
EYÐUN KLAKSTEIN
Óli Johannesen er farin aftur til
Danmarkar at spæla fótbólt.
Eftir royndarvenjingar í Skot-
landi og Kina, har einki ítøkiligt
kom burturúr, valdi hann at flyta
til Hvidovre, har hann áður hevur
spælt
– Eg og gentan hjá mær høvdu
hug at flyta aftur til Danmarkar,
og Hvidovre var áhuga at fáa meg
til felagið at spæla, so tað endaði
við, at vit gjørdu eina avtalu, sigur
Óli.
Í fjør spældi hann við TB, sum
flutti úr bestu deildini, men lands-
liðsmaðurin, sum hevur spælt
flestar landsdystir, hevur nú tikið
við eini størri avbjóðing.
– Tað kennist gott at vera aftur í
Hvidovre. Lagið er gott, hóast lið-
ið er í botninum í 1. deild, og tað
kemst kanska av, at teir spælarar-
nir, sum nú eru á liðnum, hava
ikki spælt felagið í hesa støðu.
Hetta eru flest allir nýggir spælar-
ar, sigur Óli.
Hava repað seglini
Hvidovre stríðist í botninum í
næstbestu donsku deildini. Teir
hava ligið undir strikuni, men tað
er tætt millum tey aftustu liðini.
– Vit trúgva upp á, at tað letur
seg gera at spæla okkum úr niður-
flytingarvandanum. Liðið er gott,
og vit hava fingið nøkur góð úrslit
her í seinnu hálvu, sigur hann.
Ætlaninar vóru stórar í Hvid-
ovre, seinast Óli Johannesen var
har, men nú hevur felagið repað
seglini, tí fíggjarliga baklandið er
ikki so sterkt longur.
Eingir spælarar hava fulltíðar-
sáttmálar, og tað eru ikki eins
nógv starvsfólk í felagnum
annars.
– Nógvir av spælarunum, sum
nú eru í felagnum, eru komnir frá
feløgum í lægri deildum. Teir
vilja sleppa at royna seg í 1. deild,
og eg haldi, at felagið hevur dug-
að væl at savna eitt gott lið, sigur
Óli Johannesen.
Venjari í felagnum er Jan
Christensen, sum er ein lutvíst
ungur venjari.
John Heri í felagnum
Havnamaðurin John Heri Dam
hevur eisini roynt seg í Hvidovre
farnu mánaðirnar. Hann var við í
hópinum til allar venjingardystir-
nar, men síðani hevur hann verið
eitt sindur óstøðugur til venjing-
ina.
Í Hvidovre rokna teir tó fram-
vegis við føroyska spælaranum.
Óli er komin aftur til øðrvísi felag
– Vit trúgva upp á, at tað letur
seg gera at spæla okkum úr
niðurflytingarvandanum. Liðið er
gott, og vit hava fingið nøkur góð
úrslit her í seinnu hálvu, sigur
Óli Johannesen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Ambitiónirnar og virksemið er ikki longur tað sama, sum tá ið
Óli Johannesen seinast var í Hvidovre, men føroyski lands-
liðsspælarin trívist væl í felagnum
EYÐUN KLAKSTEIN
Jón Rói Jacobsen skal næstu mánað-
irnar vísa, at hann hoyrir heima á
superligaliðnum hjá Brøndby.
Jón Rói hevur sáttmála við Brøndby
fram til summarsteðgin, og hesa tíðina
skulu partarnir hyggja nærri at
hvørjum øðrum. Í Brøndby halda teir
nógv av fótbóltsevninum hjá unga
føroyska landsliðsmanninum, og
gongur tað væl hjá Jón Róa í vár, ætlar
danska felagið at gera sáttmála við
hann.
Spældi nógv
Í fyrireikingini til seinnu hálvu av don-
sku kappingini var Jón Rói nógv við
hjá Brøndby. Hann spældi fleiri heilar
dystir sum verjumaður, og hann slapp
eisini at royna seg longri frammi á
vøllinum í venjingardysti í Onglandi,
og tá skoraði hann eisini eitt mál.
Royndi Per Nielsen, sum onkuntíð er
við á danska landsliðnum, er fastur
maður í miðverjuni, og Jón Rói var
upp á tal til hitt plássið. Tað er tó
kapping um plássini, og higartil hevur
Dan Anton Johansen spælt á hesum
plássi.
Jón Rói byrjaði inni fyrsta dystin
eftir summarsteðgin, og tá spældi hann
í høgru síðu í verjuni. Síðani hevur
hann ikki spælt so nógv, men hann er
við í kappingini um plássini á liðnum.
Landsliðið
Jón Rói hevur spælt bæði sum verju-
spælari og álopsmaður í HB, men hann
verður alsamt meira mettur at vera
verjuspælari.
Á landsliðnum hevur hann fingið
plássið undir liðini á Óla Johannesen,
og hesa uppgávu hevur hann røkt til
lítar – til dømis í trupla útidystinum
ímóti Týsklandi í fjørheyst.
Jón Rói verður ein av berandi kreft-
unum á landsliðnum komandi árini, og
fær hann sáttmála við Brøndby kann
hann leggja eitt gott grundarlag undir
yrkisleið sína sum fótbóltsspælari.
Jón Rói stríðist fyri plássinum
Jón Rói Jacobsen, sum
hevur fingið fast pláss
í verjuni hjá føroyska
landsliðnum, roynir nú
at sannføra Brøndby
um, at samstarvið
millum partarnar skal
halda fram eftir
summarsteðgin.
Mynd: Álvur Haraldsen
Jón Rói Jacobsen er ikki vorðin fastur maður í Brøndby enn,
men hann hevur spælt í superliguni, og næstu mánaðirnar
skal hann vísa, at tað loysir seg hjá danska felagnum at gera
sáttmála við hann
2003
2003