týsdagur 1. apríl 2003síða 30
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2003
59
59
58
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Henrik Old, formað-
ur í vinnunevndini
hjá løgtinginum,
heldur, at fiskiflotin
eigur at verða lagdur
nakrar dagar á pásk-
um og kanska á jólum
við
MARKNAÐARRØKT
Áki Bertholdsen
Fiskiflotin eigur at liggja á
páskum og kanska á jólum
við.
Tað heldur Henrik Old,
formaður í vinnunevndini
hjá løgtinginum.
Hann sigur, at Hann
sigur, at hetta hava norð-
menn havt í nøkur ár.
– Í fyrstuni vildu teir
treyðugt góðtaka tað, men
nú hava teir vant seg við tað
og tað eiga vit eisini at gera
hjá okkum.
Henrik Old sigur, at
orsøkin til at hann vil hava
flotan lagdan á páskum, er
at ofta eru prísirnir lágir
um tað mundi.
– Búskaparliga er tað tí-
skil rættari at gevast nakrar
dagar fyrr uppundir páskir,
ímeðan prísirnir enn eru
høgir. Tað vanliga er, at á
páskum fella prísirnir mun-
andi og tað kann tykjast eitt
sindur øvugt at oysa fisk á
marknaðin, tá ið prósurin er
so lágur.
At oysa fisk á marknaðin,
tá ið prísurin er lágur, førir
aftur við sær, at marknaður-
in mettast og at tað gongur
lutfalsliga leingi at fáa
prísirnar upp aftur.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini
hevur
sjálvur
royndir av hesum í norð-
sjónum, har hann fiskaði
sild.
– Vanliga plaga vit at
avreiða eini 300 tons um
vikuna uppundir páskir,
men prísirnir bara fullu og
fullu og at enda fiskaðu vit
ikki fyri útreiðslur.
Ti avmarkaðu danir fiski-
skapin beint fyri páskir og
løgdu flotan í nakrar dagar.
av at halda aftur og avreiddi
bara 125 tons um vikuna.
Henrik Old sigur, at tað
førdi við sær, at prísurin
rættiliga skjótt kom upp-
aftur á vanliga støði, so at
teir í veruleikanum fingu at
kalla líka nógv burturúr at
avreiða 125 tons hesa tíð-
ina, sum teir annars plagdu
at fáa fyri at avreiða 300
tons.
Henrik Old sigur, at tað
gekk ein tíð, so sá allir
flotin tað skilagóða í at
avmarka fiskiskapin eitt
sindur, tí inntøkan minkaði
ikki kortini.
Hinvegin er lítil meining
í at fiska matfisk, blóðga
og kryvja og arbeiða hann,
fyri síðani at avr3eiða hann
fyri ein prís, sum liggur
langt undir tí vanliga.
– Sostatt er tað ein vinn-
ingur fyri allar partar av
leggja flotan eitt sindur
fyrr á páskum og at steðga
á í nakrar dagar á, heldur
enn at halda á við fiski-
skapinum sum vanligt.
Hann sigur, at á jólum
liggur mest sum allur flotin
frammanundan, men eisini
tá eigur fiskiskapurin at
vera avmarkaður.
Skulu binda frið
á páskum og
á jólum
Fiskiflotin eigur at liggja á
páskum og kanska á jólum
við. Tað heldur Henrik Old,
formaður í vinnunevndini
hjá løgtinginum
C
M
Y
K
58