týsdagur 1. apríl 2003síða 31
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
60
61
Nóg illa var Kurt Mørkøre
komin til Norra, so vóru
boð eftir honum – bæði
sum bakari og venjari. Og
av og á brúkar hann
Jákup Mikkelsen sum
málmansvenjara í lítla
felagnum Eide.
HILMAR JAN HANSEN
Ikki kann sigast annað, enn at
Kurt Mørkøre fekk væl burtur úr
fyrsta árið sínum sum venjari í
føroyskum 1. deildarfótbólti.
Gamaní tók tað tíð hjá KÍ at
koma í gongd í fjør, og steypa-
kappingin var liðug, næstan áðr-
enn hon var byrjað. Men í lands-
kappingini lyfti hann KÍ upp á
bronsupláss.
Tí væntaðu og vónaðu klaks-
víkingar, at Kurt fór at halda
fram, so stolta felagið í Norð-
oyggjum kundi taka stigið víðari.
Men flytifuglurin vildu tað øðr-
vísi.
Longu tvey umfør fyri kapping-
arenda í fjør gjørdi Kurt Mørkøre
felagnum greitt, at leiðin av per-
sónligum áðum aftur gekk til
Norra, og at hann tí ikki var tøkur
til venjarasessin hetta kappingar-
árið.
Men hóast ongar ítøkiligar fót-
bóltsætlanir vóru lagdar áðrenn
fráferðina úr Føroyum, slapp Kurt
ikki leingi at ganga arbeiðsleysur
í Norra – hvørki so ella so.
– Vit komu til Norra tann 7.
oktober, og longu dagin eftir
hevði eg fingið arbeiði sum bak-
ari. Á hesum sama bakaríinum
starvaðist ein, sum spælir við
Eide, og soleiðis vildi tað til, at eg
longu tann 9. oktober – triðja dag-
in í Norra – hevði eg sett undir-
skriftina undir ein sáttmála sum
venjari hjá felagnum, greiðir Kurt
frá.
– Sáttmálin er galdandi í tvey ár
og eg skal arbeiða sum venjari alt
árið. Eg tók við liðnum tann 1.
desember, og nú gleða vit okkum
bara at koma í gongd við sjálva
kappingina, ið byrjar 26. apríl.
Vanliga spæla vit dyst leygardag,
so tað órógvar heldur ikki baking-
ina hjá mær stórvegis.
Liðini misjavna dygd
Eide spælir í norsku 3. deild, sum
er fjórðbesta deildin í norskum
fótbólti, og Kurt sigur hetta vera
fótbólt á rættiliga breiðum stigi.
Tey bestu liðini eru sum botnurin
í føroysku 1. deild og tey vánalig-
astu sum tey bestu í føroysku 3.
deild.
– Felagið er júst flutt upp úr 4.
deild, og vónirnar vóru ongar um,
at liðið skuldi annað enn upp at
venda í 3. deild. Men nú vit hava
vunnið átta av okkara ellivu venj-
ingardystum, er hugburðurin
broyttur nakað, greiðir Kurt frá.
– Optimisman er blivin nakað
størri, tí venjingardystirnir hava
verið móti liðum, ið ikki skuldu
verið verri enn vit. Eitt nú hava
vit vunnið á onkrum liðið úr
deildini oman fyri okkum.
Tá fyrireikingarnar til komandi
kappingarárið byrjaðu í Eide,
vóru dygdirnar á liðnum rættiliga
misjavnar, men av tí at nakrir
spælarar eru komnir til felagið,
eftir at eitt annað lið tók seg úr
kappingini, hevur Kurt Mørkøre
ein breiðan og javnt góðan hóp at
arbeiða við.
Sjálvur heldur hann, at fleiri av
spælarunum á liðnum hjá Eide
eru heilt góðir, og einir tríggir ella
fýra av teimum høvdu sloppið á
eitt og hvørt lið í bestu føroysku
deildini.
Hjálpandi hond frá Jákupi
Eide liggur beint uttan fyri
Molde, og tí hevur Kurt gott sam-
band við ein annan klaksvíking á
leiðini, Jákup Mikkelsen. Molde-
málverjin hevur enntá hjálpt til
við málmansvenjingini í Eide av
og á, so teir samstarva javnan.
– Tað er eingin trupulleiki fyri
felagið hjá Jákupi, tí í Molde hava
teir hava ein politikk, sum sigur,
at teir heldur enn gjarna mugu
hjálpa teimum smærru feløgunum
í nærumhvørvinum, og tað er so
komið okkum til góðar við góð-
um ráðum frá Jákupi, sigur hann.
Sjálvur er 34 ára gamli Kurt
Mørkøre eisini virkin á vøllinum,
og leiklutur hansara sum spælandi
venjari hevur við sær, at hann
spælir í miðverjuni á liðnum hjá
sær.
Nær vit skulu vænta at síggja
nakað til Kurt aftur í føroyskum
fótbólti, er ivasamt, tí fyribils hev-
ur hann so henda tvey ára sáttmál-
an at uppfylla í Eide. Men hann
ivast ikki í, at hann verður fleiri
royndir ríkari, tá ella um hann
eina ferð vendir heimaftur til før-
oyskan fótbólt:
– Tað er sjálvandi eitt sindur
øðrvísi at vera venjari her, men eg
stórtrívist. Og tær royndir, eg fái
her, skuldu bara gjørt meg til ein
enn betri venjara, sigur bakarin úr
Klaksvík at enda.
Forkunnug er norska tilveran
honum neyvan, tí gerandisdagurin
er nøkulunda tann sami, sum
hann hevur verið so ofta fyrr: Upp
á miðjari nátt at baka og síðani
ein blundur, áðrenn venjingin er á
skránni.
Kurt hevur úr at gera
Í fjør var Ingi Højsted nógv
skaddur, men nú spælir hann við
fullari ferð og nærkast alsamt A-
landsliðnum
EYÐUN KLAKSTEIN
Eingin føroyskur spælari spælir fyri kendar
felag, enn ungi Ingi Højsted ger. Hann kann
breggja sær av, at hansara felag er Arsenal.
Enska stórfelagið telist millum tey bestu í
Europa, og í heimligu kappingini í Ong-
landi eru teir meistarar. Næstu vikurnar
skulu teir verja hetta meistaraheitið.
Ingi Højsted hevur sáttmála við Arsenal,
og hann spælir fyri U-17 liðið hjá felagnum.
Í fjør var Ingi nógv darvaður av álvarslig-
um skaða, men í ár hevur hann spælt við
fullari ferð, og tað hevur gingið væl hjá
honum.
Ingi trívist væl í Arsenal, og tað verður
spennandi at fylgja unga spælaranum næstu
árini.
Tá ið A-landsliðið var á venjingarlegu í
Spania fyrr í ár, var Ingi Højsted ein av
spælarunum, sum var við á hesi venjingar-
legu.
Hann stóð seg væl, og tá ið Henrik Lar-
sen fer at seta liðið til fyrra dystin ímóti
Kasakstan síðst í hesum mánaðinum, kann
tað vera, at Ingi Højsted kemur upp á tal.
Landsliðsvenjarin ætlar nevniliga at brúka
ungar spælarar í fyrra dystinum.
Ingi trívist væl í Arsenal
Kurt Mørkøre var venjari
hjá KÍ í fjør, og tá ið
hann fór aftur til Norra
varð beinanvegin boð
eftir honum sum venjari
og bakari.
Mynd: Álvur Haraldsen
2003
2003