hósdagur 11. juni 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 11. juni 1992
Havbúgvin liggur her við Molan. Mynd: Kalmar
Havbúgvin misti róðrið:
Síða 3
Stýrdi við einum
stórum fiskakassa
—Vit kláraðu okkum viðfiskakassanum til Tjaldrið kom til hjálpar,
sigur Finnur Egholm, reiðari á Havbúgvanum, sum júst er sleip-
aður heim úr Islandi
Mangt er í neyðini nýtt og
sjáldan er fiskimadurin
hjålparleysur. Snellubåt-
WEEKEND I
OYNDARFIRÐI
Eini góð hús við gllum hentleikum
til leigu í Oyndarfirði. Húsini liggja
væl fyri í friðaligum umhvørvi
LOKKAR HETTA,
SO RINGIÐ:
TLF. 44612 / 44504
urin Havbúgvin av Eiði
misti róðrið, tá hann
fiskaði á Reykjanesrygg-
inum seinasta fríggjadag.
Teir høvdu fiskað í sjey
dagar og høvdu 65.000
pund inni.
--Vit royndu at hanga
okkurt afturúr skipinum,
men nógv skuli til, ikki
fyrr enn vit høvdu gjørt
ein hanafót á ein 1000
pund fiskakassa fingu vit
stýrt. Tá vit settu ferð á
fór báturin á annað borðið
og tá vit slakkaðu av fór
hann á hitt borðið. Hesum
kláraði Havbúgvin seg
við, til hann var komin
tvørs av
oyggjunum, og tá tók
Tjaldrið yvir, sigur Finnur
Egholm.
20.000 pund eftir
Havbgvin eigur 20.000
pund eftir av kvotuni
undir Íslandi. Í ár er tað
soleiðis, at íslandskvotan
varð býtt upppå hvønn
mannin, sum fær 11,5
tons. Við Havbúgvanum
eru sjey manns og tað
gevur góð 80 tons.
--Seinasta túr fingu vit
74.000 pund, men vit hava
havt 80.000 pund í bát-
inum. Tá var hann fullur.
Minkaða kvotan undir Is-
landi kemur illa við hjá
okkum. Í fjør fingu vit
150 tons og hon er minka
niður í eina helvt, sigur
Finnur Egholm.
--Hvat vit fara at gera
aftaná næsta túr, tað veit
eg ikki. Vit fara at ropyna
undir Føroyum, men út-
litini eru ring. Kanska tað
verður heilt givist at fiska
undir Føroyum, sigur
hann.
jústinus
NONNNNNENRENNNRAN REN KNN RRNRENRRRENRANAENRENRRRENR
Gevið børnunum
HJÅLM!
ARA 24 Þ
* BG) Ar.
-
Børn duga ikki so
væl at taka
hendurnar fyri seg,
detta tey á súklu.
VERJIÐ HOVDIÐ! |
Tr.
—
Olympic Champion
Skuldi hava
nóllendingar
umbord
—men vit hava slept ætlanini,
trolarin er nú farin avstad
við 14 føroyingum umborð,
sigur reidarin Heri Thomsen
Olympic Champion er fyrrverandi Karina
Menn, sum høvdu verid
vid rækjutrolaranum
Olympic Champion ur
Kollafirði, vóru rættu-
liga argir, tá tað
ljóðaði, at reiðaríið
ætlaði at taka seks ella
sjey póllendingar við
heldur enn føroyingar.
Teir høvdu sett seg í
samband við Fiski-
mannafelagið. Men
ongir póllendingar eru
umborð á Olymic
Champion, sum nú er
byrjað nýggjan túr í
Barentshavinum.
--Tað er rætt, at vit
arbeiddu við ætlanini at
fáa póllendingar um-
borð. Okkurt má gerast
fyri at spara manning-
arhýrur. Men vit hava
slept ætlanini við pól-
lendingunum og nú eru
fjúrtan føroyingar við
Olympic Champion,
sigur Heri Thomsen,
reiðari.
Heri vísir á, at donsk
reiðarí, fyri at spara
pening hava tikið pól-
lendingar við.
Posarækjur
Olympic Champion
legði seinastu veiðuna
upp í Kollafirði. Hon
vá 390 tons. Rækjurnar
liggja nú í fyrstihús-
inum í Kollafirði.
Rækjuvirkið á Oyri
hevur keypt tær.
--1 løtuni er prisurin
soleiðis, at tað loysir
seg ikki at fiska stórar
rækjur. Annars ferð
Olympic Champion
seinni at fiska norð-
anfyri og vestanfyri
Svalbard, sigur Heri
Thomsen.
Olympic Champion
var í marts á Hafnar-
fjrødinum í Íslandi við
maskinbreki. Tá kom
manningin heim í eina
viku, tað var galið við
turbinuni. Nú er mask-
inan í lagi.
jústinus