Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AN SOsialurin Visti einki Kristin Rasmussen var stjóri á skipasmiðjuni tvey tey seinastu árini, til skipasmiðjan fór á húsagang í januar 1990. Her kemur hann saman við verja sínum Trúgva Jacobsen Hóast hinir åkærdu í Heygadrangamálinum viðgingu, at egin- peningurin var innroknaður í byggikostnaðin fyri skipið, helt Kristin Rasmussen, seinasti stjórin á Skála Skipasmiðju, fast við, at tað visti hann einki um Bæði ákærin í sakarmáli- num um Heygadrang. Bent Jensen, og verjin hjá Magn- usi Petersen, Thomas Rør- dam, koyrdu á Kristin Ras- mussen, tá hesin var av- hoyrdur í rætunum miku- dagin. Teir vildu hava Krisun Rasmussen til at vidganga - cins og hinir åkærdu hava gjørt - at egin- peningurin var innroknadur i byggikostnadin fyri Heygadrang. Men Kristin Rasmussen helt fast um, at tað kendi hann einki ul. Krisin Rasmussen tók við sum stjóri á Skála Skipa- smiðjuni 15. februar 1988. hann varð nakað fyri jól 1987 biðin at átaka sær hetta arbeiði, og hann játt- aði hálvan januar 1988. Aðrenn hann tók av, visti hann ikki, At tað stóð so illa til fíggjarliga á skipasmiðj- uni, sum tað gjørdi. Kristin hevði tó fingið at vita frå nevndarformanninum á fundi beint eftir jól 1987, at figgjarliga stødan var vån- alig, og at nyggi stjórin fekk fleiri stør mål at taka stødu til. Hann hevði tå eisini fingið at vita, at figgjar- stjórin á skipasmiðjuni hevði sagt seg frá. Men tað vísu seg, at skipasmiðjan stóð ikki ul at bjarga. Heygadrangur var ein or- søkin. Skipið var ikki lið- ugt, eingin fígging var, og sum skipið stóð kostaði tað skipasmiðjuni 23.000 krón- ur um dagin í rentum. Týsdagin segði Óli Zach- ariassen í rættinum, at hann fór frá áðrenn 15. februar, og at kristin tók við fyrr. Hetta avsannadi Kristin mikudagin. Hann hevði tó samband við Ola Zacharias- sen tann seinasta mánaðin undan stjóraskifunum. Og Heygadrangur varð tá eisini umrøddur. Kristin Rasmussen segði seg einki vita, hvussu var vid eginpeningi. Um heyst- ið hevði Finnbogi Christi- ansen tó sagt honum, at trupulleikar vóru við at fáa bankatrygd, og tað visti hann var álvarsligt. Ein avgerandi dagur Allir teir fýra ákærdu eru spurdir um ein ávísan dag, ið tykist vera sera a gerandi í øllum hesum málinum. Tað var 3. februar 1988. Tað var henda dagin, at Óli Zachariassen og fíggjar- stjórin á skipasmiðjuni komu til Havnar fyri at fara á fund við landsstýrið. Áðrenn fundin fóru teir á skrivstovuna hjá Magnusi Petersen, har teir við Heygadrangi sótu og hildu fund. Krisun Rasmussen var við sum tekniskur ráð- gevi hjá Heygum. Hann hevði ikki nógv at upplýsa um fundin hjá skipasmiðjumonnunum í landsstýrinum. Tað var neyvan nakað positivt, ið kom burturúr. Teir fylgdust ut av skrivstovuni hjá Magnusi Petersen, men áðrenn teir fóru hver til sítt, segði Kristin Finnboga Christiansen frå, at hann skuldi verða stjóri á skipa- smidjuni, og í gongini segði Oli Zachariassen Kristin, at skipasmidjan fór at siga såttmålan upp vid Heygar. Hetta hevdi Kristin onga vidmerking til tå. Helt seg vera væl skikkaðan Akærin spurdi Kristin aftur og aftur, hvussu til stóð fíggjarliga hjá P/F Heygum. Hann hevði ilt við at trúgva, atKristineinki skuldi kenna til figgjarligu vidurskiftini hjå reidarinum, og hann spurdi, hvussu Kristin kundi átaka sær stjórastarv- ið á skipasmiðjuni, tá hann ikki setti seg inn í fíggjarlig viðurskifti. Hetta helt Krist- in ikki vera nakra forðing. Hann helt seg vera væl skikkadan ul starvið og hevði eisini nøkur ár frammanundan verið rakstrarleiðari á skipa- smiðjuni. = Skipasmiðjan hevði onnur fólk ul at taka sær av ti fíggjarliga. Henda nógv umrødda 3. februar 1988 sigur skipa- smidjan upp såttmålan vid P/F Heygar, ti eingir pengar komu. Uppsøgnina sá Kristin ikki, fyrr enn hann tók við á skipasmiðjuni, segði hann. men Finnbogi hevði sagt honum tað, og hann var harmur og illur, tí tað hevði hann ikki væntað. Magnus Petersen ger síð- an vegna Heygar uppskot til nýggjan sáttmála, og hetta verður sent skipasmiðjuni. Men Oli Zachariassen varð burturstaddur tá. Krisun kundi vátta, at Oli var burturstaddur í døgunum upp undir 15. februar, ti hann hevði nakrar dagar frammanundan givið sær lyklarnar. Beint í landsstýrið 15. februar byrjaði Kristin um morgunin. Tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara til havnar at tosa við lands- stýrið, m.a. tí tað stóð so illa til, at skipasmiðjan hevði ikki pengar til lønir og at fáa forútgoldið tollendurgjald. Eisini tosadi hann við grannskoðaran og við ad- vokatin hjá skipasmidjuni. Tað var ikki neyðugt hjá honum at siga landsstýri- num, at Heygar ikki hevði pengar, tí hetta visti lands- stýrið, segði Kristin. Óli Zachariassen hevði mælt sær til enn einaferð at tosa við Atla Dam um at fáa landsstýrið at yvirtaka skipið. Tað kundi vra, at løgmaður fór at boyggja seg, tá nýggjur stjóri var komin á skipasmiðjuna. Men so varð ikki. Seinnapartin tann dagin, sum Kristin tók við, hevði Óli Zachariassen verið á skipasmiðjuni fyri at ganga ymisk mål igjøgnum. Hann hevi tá hjálpt Kristin við at orða umsókn um meira fígging. Annars hevði Oli Zachariassen einki við tað at gera. Akærin spurdi fleiri ferðir um ískoytissáttmálarnar „ið gjórdir vórðu ul nýggja sáttmálan. Byggikostnad- urin var tá komin upp á 104 mió. krónur. Tað rætta Nr. 109 — 12. jum 1992 hevði verið 110-115 mió. krónur fyri ett skip í hesi støddini, um skipasmiðjan skuldi fáa nakað burturúr, men Kristin gekk við til at seta 104 mió. krónur á, ti hægri kostnað fór lands- stýrið ikki at góðtaka. Teir báðir ískoytissátt- málarnir - sum kortini vórðu íroknaðir teimum 104 mió. - vóru ulsamans uppá 1,4 mió. krónur, ið er 10% av byggikostnaðinum. Kristin Rasmussen avsann- aði fleiri ferðir, at hesir pengar vórðu ætlaðir ul eginpening. So lætt var tað ikki, tí landsstýrið hevði strangari reglur fyri egin- ening, segði hann. Tá tað ikki eydnaðist ákæranum at fáa Kristin at siga, at hesir pengarnir skuldu vera eginpeningur, fór Thomas Rørdam ákæra- num ul hjálpar. Til seinast segði kristin kortini, at tær 10 mió. krónurnar vóru til reiðaríið at ráða yvir. randi pappirini Jógvan Páll Lassen hevur nú funnið fram skjól, hann sum avtókustjóri Skipasmiðju Tá Óli Zachariassen, fyrr- verandi skipasmiðjustjóri, varð avhoyrdur, vórðu ymisk skjól løgd fram fyri hann. Fleiri av hesum skjólum vórðu upprit ella notat, sum t.d. Magnus Pet- ersen og Tummas M. Ja- cobsen, fyrrverandi fíggj- arstjóri á skipasmiðjuni, hava gjørt á fundum, sum Oli Zachariassen sjálvur hevði verið við á. Oli Zachariassen ilskað- ist fleiri ferðir, tá hann varð biðin um at greiða frá tí, ið á tók av Skála hesum seðlum. Hann kundi ikki vita, hvat teir menninir høvdu hugsað á fundinum. - Hví kann eg ikki í staðin sleppa at síggja míni egnu notat? spurdi Oli Zacharias- sen ferð eftir ferð. BentJensen, ákæri, kundi tá bara upplýsa, at notatini hjá skipasmiðjustjóranum ikki vóru millum tey pappír, ið ákæruvaldið hevði í hendi. Hósmorgunin í rættinum > £ 5 ; ENE