Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 16. juni 1992 Stórur fyri nýggjari útbúgving Tekniski skúlin í Klaksvík og í Havn kunnu nú bjóða fólki eina nýgja útbúgving innan tøkni. Nýggja út- búgvingin fevnir um try skúlaskeið - tilsamans trý hálvár. Utbúgvingin er partvíst verklig og partvís teoretisk. Byrjað verður fyrst í august mánað. Utbugvingin er løgd soleidis til rættis, at fyrsta hålva árið er ætlað sum eitt stødisår fyri fólk, sum hava 9. floksprógv úr fólkaskúlanum. Hetta hálva árið hevur næming- urin møguleika til at royna sær áhuga og evni innan fleiri verkligar læru- greinir, og verður næming- urin tá betri førur fyri at gera av, hvgrja leið hann síðani skal halda. Næsta stig er ein fyri- reiking til framhaldandi læru innan tekniskar assi- stentar, ella ein fyrireiking til upptøku til víðkaða tøkniroynd, sum er eitt tekniskt studentsprógv. Haraftrat ein útbúgving innan verktøkni. I triðja partinum eru møguleikar til ymsar víðari útbúgv- ingar innan maskin, el og byggivinnuna. Tekniski Skúlin í Havn hevur í 30 ár skipað fyri útbúgving av tekniskum assistentum. Hetta fer skúlin eisini at halda fram við, tó í eitt sindur broyttum líki. Útbúgvingin verður eitt ár drúgvari enn gamla útbúgvingin, og Síða 3 Hósdagin í síðstu viku tóku niggju næmingar prógv sum tekniskir assistentar á Tekniska Skúla í Havn: Aftast frå vinstru: Poul Kj. Bærentsen, skúlastjóri, Bogi í Dali, Mikkjal Durhuus, Óli Klein, Sámal Clothier, Arne Clementseh, lærari, Finnur Sandoy. Fremst frá vinstru: Bjarni Johansen, Fía Petersen, Sóleyg Petersen, Ann Fuglø, Svend Poulsen og Samson Nesá. Mynd: Poul Hansen/Dagblaðið fleiri lærugreinir verða tíknar við. Serliga er talan um almennar lærugreinir so sum føroyskt, enskt og náttúrulæru. Tekniski Skúlin í Havn fer í ár helst at taka upp tríggjar flokkar, við 12 næmingum í hverjum, í sjálvari stóðisútbúgvingini. Sagt verður, at áhugin hjá fólki fyri hesi nýggju útbúgvingini er stórur. Harumframt fer skúlin aftur í år at taka ein flokk upp av næmingum ul tekniskar assistentar. Næmingar, sum hava ein ávísan kunnleika framm- anundan, til dømis hand- verkarar, kunnu fara bein- leiðis inn á 2. stødishålvår. tór.- Sunnumorguninn varð roynt at fremja rán frá einum manni í miðbýnum í Havn, og síðan varð grovur harðskapur framdur móti Politiið eftirlýsir vitni Tað kann vera vandamikið at ferast einsamallur á Havnar gøtum á nåttartid. Sunnumorgunin um hålvgum seks tíðina fór ein 28 ára gamal maður í pengasjålvtøkuna á Niels Finsensgøtu i Havn. Har varð hann eygleiddur, og nakrir ungir mans eltu hann. Á horninum við Sverr- isgøtu og Tinghúsvegin løgdu teir á henda mannin fyri at fáa pengarnar frá honum. honum. Tað eydnaðist manninum at slíta seg leys- an, og hann helt til beins oman í Club 20 í Havnar Klubba at leita sær skjól. Men áðrenn hann slapp inn um dyrnar. fingu teir í hann aftur, og maðurin varð bæði sligin og sparkaður, so hann breyt nøsina, fekk blátt eyga og fekk aðrar snuddir. Ein djavur duravørdur kom so út og fekk bjargað manninum og sendi boð efur politinum. Tveir ungir mans eru skuldsettir fyri hetta grova ránið og tann grova harð- skapin. Annar er latin leys- ur, tí hann er bara 17 ára gamal. Hin er 24 ára gamal Hann skuldi fyri ræuin í gjár, úú hann er kravdur fongslaður. Fleiri aðrir eru avhoyrdir. I sambandi við hetta málið eftirlýsir poliuið vitni. M.a. tann, sum tók pengar út úr Sjålvtøkuni beintáðrenn hesin maðurin, ið varð yvirfallin. randi Aftur á beint Teir fýra ákærdu í Heygadrangamálinum skulu nú avhoyrast av nýggjum. Sakarmálið um Heyga- drang fór eitt sindur av kós orsakað av SMS-posanum, ið varð so nógv umrøddur í seinastu viku, og av nýggja tilfarinum, ið Jógvan Páll Lassen mitt í gllum kom fram við. Men nú verður vent aftur til tað, sum sakarmálið hó- ast alt snýr seg um. Tað hava nógv óivað gloymt, sum frá er liðið, og av teim- um nógvu og longu frá- greiðingum, ið endurgivnar eru úr rættinum. Teir fýra eru Finnbogi Christiansen, stjóri í P/F Heygum, Óli Zachariassen, skipasmiðjustjóri, Magnus Petersen, advokatur og løgfrødiligi ráðgevi hjá P/F Heygum, og Kristin Ras- mussen, sum fyrst var tekn- iskur ráðgevi hjá P/F Heygum og síðan stjóri á Skála Skipasmiðju. Teir eru fýra åkærdir í sambandi við byggingina av skipinum Heygadrangi. I felag eru teir åkærdir fyri svik móti landstýrinum, sum læt stuðul ul skipið. Akæruvaldið sígur, at landsstýrið fekk upplýst hægri upphædd enn veru- liga byggikostnaðin, og at studulin til skipið á tann hátt bleiv ov høgur. Teir eru eisini ákærdir fyri at hava givið landsstýrinum ta mis- fatan, át teir høvdu evni og vilja til at útvega eginpen- ingin, ið skuldi til. Teir eru eisini ákærdir fyri roynd at svika lands- stýrið, tá sekt varð um meira pengar úl Heyga- drang. Legði á politiid Mánanáttina klokkan eitt skuldi polittið geva einum fullum manni, sum válaði í Steinatúni í Havn, eina átalu. Hetta læt maðurin sær ikki siga, og skjótt varð áfast millum henda mannin og politistin. Urslitid var, at politisturin fekk eit lítið blátt eyga og okkurt skursl. Maðurin, sum er fyrst í 20-árunum, er skuldsettur fyri harðskap móti politi- num. Hann skuldi í grund- lógaravhoyring seinnapart- in í gjár. randi Barnagarðsleiðari Barnagarðurin »Vipan« søkir leidara. Starvid er normerad til 40 timar um vikuna og verur lønt eftir såttmålanum millum Føroya Landsstyri og Føroya Pedagogfelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal vera nevnd- ini í hendi innan 1. juli. Starvið verður at seta 17 august ella eftir nærri avtalu. Barnagarðurin Vípan Vípuvegur 3 - 100 Tórshavn Vanliga revsingin fyri mál um svik er hefti ella fongsul upp í hálvt annað år. Í serligum grovum fórum kann revsingin verða upp til átta ár. Umframt revsingina krevur ákæruvaldið, at Magnus Petersen missir sín rætt at virka sum advokatur fyribils. Verjarnir afturvísa ikki, at eginpeningur ikki var. Teir byggja verjunam.a. á, at tað høvdu hinir, sum í teimum árunum bygdu skip, heldur randi