Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 16. juni 1992 Tórfinn Smith um skúlab ing: Nóg mikið av skúlum -Vit hava ikki ráð til at gera slíka iløgu í lót-uni men mugu heldur brúka verandi skúlar, har ov mikið av plássi er segði Tórfinn Smith, býráðslimur m.a. um spurningin at byggja nýggjan barnaskúla í vesturbýnum. Ein meiriluti í býráðnum samtykti síðasta håskvøld at byggja nýggjan barnaskúla Tórshavnar Býráð sam- tykti í farnu viku við 8 atkvødum fyri og eini ímóti at byggja nýggja barnaskúla í vesturbýn- um. Fyrsti parturin av skúlanum skal takast í nýtslu, tá skúlaárið 1995/96 byrjar. Í sam- tyktini stendur, at skúlin eigur at verða bygdur svið einum spori í grundskúlanum, men fyrireikaður til seinri at fáa tvey full spor til grundskúla og framhaldsdeild. Rættiliga drúgv orða- skifti var á býráðsfund- inum um hetta málið. Umboð fyri andstýðuna vóru harðliga ímóti ætl- aðu bygging og hildur fyri, at býráðið gongur beint ímóti skúlaneynd- ini, sum ikki heldur tað vera ráðiligt at fara undir at byggja skúla í vesturbýnum. Tórfinn ávaraði Tórfinn Smith ávaraði harðliga ímóti at fara undir filøgur í komm- ununi, uttan at tær eru absolutt neyðugar sum hann málbar seg. -Ein kann altíð siga, at tørvur er á hesum og hasum, men í nógvum fórum er talan um sjálv- skaptan tørv segði hann og vísti á, at pláss er fyri stórum tali av børnum í verandi skúlum í nógv ár fram. Tórfinn Smith talaði annars harðliga at fram- ferðini hjá býráðsfor- manninum í skúlamál- inum sum heild. Hann helt fyri, at vit í veru- leikanum hava einaræði í býráðnum. -Her ræður einki fólkaræði, men tað er ein maður, sum avger alt. Her er talan um rein dyrkað diktatur, ti vit hava ein meiriluta, sum ongantíð sigur býráðs- formanninum ímóti. -Tað er sera løgid her at hoyra, hvussu stóran alsk hesin maður og meirilutin í býráðnum nú brádliga hevur fyri skúlaskapi. Tað var sami maður, sum fyrst fór eftir skúlabókunum, síð- ani stjóraskrivarunum, pedellunum og at enda vaskikonunum segði Tór- finn Smith. Skúlaráðið ikki spurt Eisini umboðini hjá tjóð- veldisflokkinum vóru í- móti byggingini av nýggjum barnaskúla í vesturbýnum. Kristianna Rein helt fyri, at býráðið hevur tikid ræðið av ti fólkavalda skúlaráðnum og vísti hon eisini til Á úú oul Michelsen: -Skeivt gongdina í Eysturskúla- málinum, har klaga varð send landsstýrinum. Hon vísu á, at skúlaráðið var eins lítið tikið uppá råd í hesum skúlamálinum sum í spurninginum at selja Eysturskúlan. Leivur Hansen helt ikki, at vit hava ráð til luksusprojekt nú. Tíðin talar ikki fyri at byggja ein barnaskúla aftrat. Hann helt, at vit heldur eiga at fylla teir verandi karmarnar út. Brúk fyri skúla Hesum vóru fleiri aðrir býráðslimir ósamdir í. Heðin Mortensen helt vera skeivt at blanda eysturskúlamálið uppí bygging av barnaskúla og På at blanda Eysturskúlamálið uppí bygging av barnaskúla í vesturbýnum Síða 5 hann helt tað vera rætt at byggja ein barnaskúla, har børnini eru og visti til stóra vøksturin í vesturbýnum. Poul Michelsen bý- ráðsformaður helt einki løgid vera í at býráðið avgjørdi eitt slíkt mál sum bygging av barna- skúla uttan at skula biðja um grønt ljós frá eini skúlanevnd. Hann vísu á, at tað bara er býráðið, sum hevur tað fíggj- arligu ábyrgdina og eigur sum so at skapa fysiskur karmarnar. Jan Christiansen vísti á stóra vøksturin i barnatalinum i vesturbynum. Hann helt, at vit vera illa fyri um nøkur år verdur ikki longu nú farið undir at fyrireika bygging av barnaskúla i vesturbynum. -Eg haldi, at íbúgvarnir i vestur- býnum skulu fáa sama tilboð á skúlagkinum sum aðrir íbúgvar í kommununi. Øll áttu at frott seg um, at ein skúli verður bygdur vestanfyri segði Jan Christiansen sum helt tað vera vána- ligt bara at skapa gølur og klaga til landsstýrið, tá tað snýði seg um skúlamál. Hann hevði ikki mjúk orð um andstýðu og skúlaráð. Kallaði tey forstokkað og sóknaðist eftir sunnari fornuft í vidgerdini av målinum. - Tad eru vit byrådslimir, sum skulu syrgja fyri, at fysisku karmarnir eru i lagi, og tað eru vit, sum hava fíggjarligu ábyrgd- ina og ikki nakað skúla- ráð. Ingi Mohr tók undir við at byggja barnaskúla í vesturbýnum og segði seg vera bilsnan av, at foreldur í vesturbýnum ikki høvdu skunda meira undir málið. Skyldu at byggja skúla Katrin Dahl helt, at skúlamálini vóru vavd saman í eina stóra fløkju, hóast hesi mål fyri sær vóru sera einføld og greið. -Vit síggja, hvussu stórur vøksturin er í vesturbýnum, og vit skylda teimum har búgva at sleppa at Tårfinn Smith. Seed -Løgid at hoyra Poul Michelsen hava alsk fyri skúla og børnum, tá hugsað verður um, hvørjar sparingar hann hevur frami á økinum avgera, hvar tey vilja hava, at børn teirra skulu ganga í skúla. Tey foreldrini mugu hava Sama rætt sum onnur at lata síni børn ganga í skúla í nærumhvørvinum. Katrin Dahl helt tad vera rúkandi skeivt eitt nú at skula flyta børn av Norðastahorni at ganga í skúla í hinum endanum av býnum. Hon spurdi , hvat luksus er er ti at skúli er til børnini i vesturbynum. Eisini Arnstein Niclasen helt, at børnini i vesturbýnum hava brúk fyri einum skúla. Hóast hann helt tað vera skeivt D at blanda eysturskúla- málið uppí hesa bygging, so helt hann at tann spurningurin ongantíð átti at verið komin fram uppá tann mátan, sum stødan var. Poul -Michelsen, bý- ráðsformaður vísu aftur atfinningunum frá and- støduni, um at skúlaráðið er seu til viks í málinum. Hann segði, at málið snýr seg ikki um at selja partar av Eysturskúlanum men um at byggja ein barnaskúla í vesturbýnum. Málið um bygging av barnaskúla varð síðani samtykt. jan neC CARCLEAN CENTER RUSTVERJA I SERFLOKKI, -VID VATTAN ! ODOOOOODODONODODOODONO | pf. wenzel petersen, tlf. 13873