mikudagur 17. juni 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
$
Annan
» SOSÍalUrin
Háskúlin i Norðuroyum
Hvitusunndag stevndi Norrøna Felagið í Norðoyum fólk til
fundar í Føgrulid, har háskúli var á sinni. Væl av limum
felagsins og óðrum komu saman henda vakra seinnapartin.
Farið varð niðan á Klakk, á gamla fundarstað háskúlans, og
haðani oman Vágslíð oman at grundunum, har háskúlin
stóð árini 1900-09.
Í. partur
Veðrið var fralikt, og øil
um tokti tað vera stutt
ligt og hugaligt at koma
oman a hetta minnisrika
stað. Sungnir vorðu fleiri
songir og sáimar, sum
hidani funnu leid ut um
landið fyrst í hesi eld
har m.a. tjóðsongurin
kann vera nevndur
Umframt fólk úr
Klaksvík luttók eisini ein
bólkur upp á 23 frá Før-
oyamálsdeildini saman
við Turið Sigurdardóttur.
Hetta eru lesandi frá
læristovnum í Norður-
londum, sum eru á skeið í
feroyskum máli sum lið-
ur í útbúgving teirra.
Meðan fyrilestur varð
hildin um háskúlan, sást
ein bátur at kom at landi
í gomlu steðni hjá há-
skúlamonnunum. Upp á
land komu tveir væl
kendir og kærkomnir
spælimenn, Hanus Johan-
sen og Jógvan Andrias
Joensen. Ikki um at tala,
tá frá leið, vórðu teir fús-
ir at taka til síni ljóðferi,
ti tey høvdu teir ikki
gloymt at taka við sær.
Sjálvir eru teir bæði yrkj-
arar og tónasmiðir, og
umframt egið tilfar góvu
teir eisini áhoyrarunum
væl valdar songir hjá eðr-
um, sum hóskaðu væl til
letuna. Hetta var alt væl
hóskandi og umboðadi
nútíðina, ið smidliga rann
saman við tað gamla, ið
háskúlatíðin í Fegrulíð
ber okkum í nútíðini
minni um og at hugsa
um.
Vit prenta fyrilesturin,
sum Thomas Lemvig helt
i Føgrulid henda vakra
summardag. Hann er í
trimum pertum.
Í 90-unum
Aðrenn háskúlatíðin byrj-
aði í Norðuroyum í 1899,
var her eitt ávíst virksemi
til frama fyri andliga og
samfelagsliga menning í
samsvari við nýggjar hug-
sjónir og krev. Nevndur
kann verða Símun F.
Hansen — Símun í Vági.
Hann hevði verið á Valle-
kilde háskúla í 1883—84
og staðið í læru í Keyp-
mannahavn. Heimkomin
aftur i 1885 stovnadi hann
skjótt egnan handil og
irki og átti fiskiskip, sum
hann reiddi út. Bygdini til
frama stóð hann á odda
i at byggja Samkomu-
húsið í 1898 og var eisini
øvudsmadur fyri ung-
nannafelagnum, Norð-
ovggjafelagið nevnt, og
imbodadi tað
yum og á felagsfundum
g stevnu aðrastaðni í
landinum. Í 1897 fekk
hann ein fólkafund í lag
uppi á Kjøli, har eini
5—600 fólk komu saman,
og har m.a. fólk úr ung-
mnnafelagnum Sólar-
magn av Velbastað og úr
Kirkjube luttóku. Í 1898
var Símun saman við frú
Sigrid Lútzen við til fyri-
reikingarfund suðuri í
Havn at stovna eina forn-
gripagoymslu, ið seinni
gjørdist Føroya Forn-
gripasavn. Try år eftir
hetta varð Rasmus hå-
skålamadur kosin nevnd-
arformaður fyri forngripa-
felagið.
Lærarin Símun M.
Zachariassen á Kirkju
skrivaði grein í FØR-
INGATÍÐINDUM í
1895, har hann tók til orða
um at fáa háskúlamálið
framt. Hann hevði verið
við at stovna Feringafelag
í 1889, har eitt av enda-
málunum var at fáa ein
feroyskan fólkaháskúla.
Einki var hent. Sama árið
var hann við at stevna
fólki til fundar uppi á Aar-
skarði, har eini 300 fólk
komu saman. Fráhalds-
málið var eitt hevuðs-
evnið, sum Absalon á
Trøllanesi var undan-
gongumaður fyri í Norð-
uroyum, men eisini onnur
samfelagsmál vórðu havd
á efti. Háskúlin gjørdist
síðan sin av fråhalds-
málsins stuðlum.
Eins og Samkomuhúsið
stóð liðugt í 1898, megn-
aðu norðoyingar saman
við eystaru síðu á Eystur-
oy at reisa eitt sjúkrahús í
Klaksvík, sum eisini stóð
liðugt í 1898. Nýggjan
skúla hevdu klaksvíking-
ar bygt í 1892.
Á sumri í 1899, tá ið
norðoyingar vistu, at ein
háskúli skuldi byrja til
vetrar í Feroyum, stevndu
fleiri foringafelagslimir í
Norðuroyum fólki til fund-
ar uppi á Klakki sunnu-
Norður-
dagin 9. juli. Fundarevnið
var sett at vera: Skúlar og
upplýsing. — Til reðarar
bóðu teir: Jóannes Paturs-
son, Símun í Vági, Sverra
Patursson, Rasmus Effer
see og Símun P. Rasmus-
sen (S. P. úr Konoy).
At bygdirnar uttan fyri
Klaksvík eisini tóku sær
um reiggj, eru demi um,
og Kunoyar bygd er gott
demi. Í 1900 varð har íbirt
eitt ungmannafelag, Ung-
felagið nevnt, sum hevði
30 limir. Samtíðis stovn-
aðu teir eitt lestrarfelag
og fingu til vegar eitt
bókasavn við væl av bók-
um. Somuleiðis vita vit, at
á Skarði var fólkið framm-
arlaga á so mangan hátt,
væl upplýst og lestrar-
hugað. Í Kalsoynni búðu
framfúsir menn, og Absa-
lon virkaði fyri skúlaskapi
og fráhaldi. Úti í Fugloy
og Svínoy var S. M.
Zachariassen lærari, og
eisini hann arbeiddi fyri
fráhaldsmálinum. Báðir
hesir lærarar settu síni
samfelagsgagnligu spor
eftir seg, sum komu til
sjóndar í tí uppvaksandi
ungdóminum.
Háskúlin á veg
Tó at einki ítekiligt enn
var hent í háskúlamálin-
um, hevði tað síðan 1895
verið frammi í blødunum
av og á og eisini verið til
umreðu á fólkafundum.
Nú vórðu ungmannafelog
stovnað í fleiri bygdum,
har Sólarmagn í Kirkjube
og á Velbastað var tað
fyrsta frá 1895. Fyrsti
fólkafundurin varð hildin
heima á Sandi í 1894. Tey,
sum gingu á odda í fólka-
fundarersluni kring um í
oyggjunum, og tey, sum
virkaðu í ungmannafelog-
unum, hevdu fleiri verið á
fólkaháskúla í Danmark.
Fyri teimum stóð ein kom-
andi føroyskur háskúli
sum ein stovnur, sum
skuldi kveikja nýtt and-
ligt fólkalív í feroyska
fólkið sum heild, stimbra
sjålvkenslu um egnu
fólkasál við sínum rótum i
samnorðurlendskum
mentanararvi og siðmenn-
ing á kristnum steði, men
kenna seg samtíðis sum
serstek tjóð og hava fólk-
sins egna móðurmál sum
tólið til upplýsingar og
nýhugsanar.
Í 1898 stillaði hin 32 ára
gamli Jóannes Patursson
seg upp sum valevni til
fólkatingið. Í mai mánað
kunngjerdi hann stevnu
mið síni, har hann hevði
háskúlamálið við í ætlan
síni, men varð ikki valdur
tá. A Olavsøku sama ár
varð fundur í Tórshavn
um málið. Ætlanin var, at
Feringafelag skuldi taka
sær av málinum, men í
1898 var tíðin lopin frá tí
tá viknaða felag, og tí
spurdist einki burtur.
Árið eftir komu Símun og
Rasmus heim úr Danmark
við ætlan um at stovna ein
fólkaháskúla, og hana
settu teir í verk sama árið.
Eftir tað, at henda
ætlan teirra gjerdist fólki
kunnug, vórðu teir
vanliga nevndir háskúla-
menninir. Tá ið nakað leið
frá, frættist at skúlin
skuldi haldast í einum av
teimum sterru bygdun-
um, og í september vistu
blødini frå at siga, at hå-
skúlin skuldi byrja í
november norðuri í Vági.
Hví valdu teir hesa
bygd, kunnu vit spyrja.
Ætlast kann, at Símun,
sum var skarðsmaður, á
ferðum suður á land og
norð á Skarð hevur vitjað
heimið hjá Jóan Peturi á
Á Stongunum. Í hesum
november 1899
Stongunum, handils-
manni. Heimið var tá og
seinni kent fyri blíðskap
og vinalag, ikki minst av
avbygdafólki. Har stóðu
eini tóm sethús, sum Jóan
Petur átti, og kundu fáast
til leigu. Tað mundi tó
vera Símun í Vági, sum
fekk háskúlamenninar at
busetast í Norduroyum.
Hann var eldhugadur fyri
målinum, og hann hevdi
rott samlag vid Joannes
Patursson, ið var høvuds-
stuðulin í háskúlamál-
num. Símun í Vági hevði
samstarv við nógv fólk
gjøgnum ungmannafeløg
og fólkafundarhald. Tad
hevur verið hann, sum
hevur ruddað slóð fyri
skúlanum her norðuri við
at tala menn til rættis um
valið av bygd, og Jóan
Petur hevur stuðlað
hesum hugskoti. Heimini
hjá hesum báðum monn-
um komu síðan at fáa al-
stóran týdning fyri há-
skulan. Mong onnur stóðu
skúlanum nær, meðan
hann var á Borðoynni, har
Sigrid Liitzen var ein hin
fremsta, men eisini å bygd
vóru góðir stuðlar og væl-
vildarfólk, t.d. Símun P.
Rasmussen (Konoy) og
bygdarmaður hansara
Andrias Seyðberg, um-
framt mong onnur í eðrum
bygdum í Norðuroyum.
Fyrst í oktober varð
fundur hildin í Meinig-
heitshúsinum í Havn, har
Símun Skarð, sum hann
nú nevndi seg, helt reðu
fyri fullum húsi og greiddi
frá ætlanini, sum hann og
Rasmus úr Vágum hevdu.
Í reðuni umtalaði hann
steðui Feroya í saman-
pv*
burði við onnur lond í for-
tíð og samtíð og legði dent
á, hvussu alneyðugt tað
var í eini so stórari
broytingartíð, sum nú var
komin víða um, at Feroya
fólk gjørdist vakið og upp-
lýst fyri at kunna standa
ímóti tí illa og at kunna
velja tað góða, sum átti
lívskraft í sær, so at Fer-
oya tjóð kundi lyftast upp
og tá kunna anda í reinari
luft.
Háskúlafólkini
Símun rar føddur á
Skarði 3. mai 1872. For-
ldur hansara vóru Jo-
hannes Johannesen,
kongsbóndi, og Elsa, fedd
Matras, av Viðareiði. Í
1892 hevði hann verið bið-
in um at vera fyribils lær-
ari á Kunoynni, fór síðan á
læraraskúlan í Tórshavn í
1893 og tók prógv í 1896.
Hesi ár vóru mitt í fer-
ingafelagstíðini. Í 1896-98
var hann á Askov fólka-
háskúla og skúlaárið
1898-99 á læraraháskúl-
anum í keypmannahavn.
Hann stjórnaði Feroya
Fólkaháskúla frá byrjan
til 1942. Hansara læru-
greinir vóru mest sega,
mál og bókmentir.
Rasmus varð feddur í
Miðvági 13. august 1871.
Foreldur hansara vóru Jo-
hannes Rasmussen,
kongsbóndi, og Ata, fødd
Haraldsen, í Miðvági.
Hann fór á Vallekilde há-
skúla í 1892, lærdi síðan
+
+ # FO Me
i byrjaði Føroya Fólkaháskúli virki sítt 1.
17. juni 1992