Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 17. juni 1992 Thomas Lemvig til håsasmid og arbeiddi sum smiður. Vetrarnar 1896—98 var hann næm- ingur á Askov, har hann og Símun komu saman. Tá ið teir hevdu avrátt at fáa ein háskúla stovnaðan í felag i Føroyum, fóru teir báðir til Keypmannahavn- ar á læraraháskúlan skúla- árið 1898—99. Rasmus hevði summarið 1898 verið á skeiði fyri háskúla- lærarar, sum varð hildið á Askov háskúla. Rasmus var háskúlalærari frá byrjan til 1942, men hevði tó eftir tað tímar við næm- ingunum heilt til 1947. Hansara lærugreinar vóru mest náttúrlæra og náttúrsega. Hann sleit hegan aldur og andaðist 5. oktober 1962, nítieitt ára gamal. Tá ið háskúlin byrjaði í 1899, vóru Símun og Ras- mus upp móti tríati árum, men vóru enn ógiftir. Í 1901 giftist Símun við Sonnu, fødd Jacobsen, úr Tórshavn. Hon var javn- gomul við Onnu Sofíu, ið gjørdist kona Rasmusar í 1904. Tær vórðu feddar í 1876. Sanna tók lærara- prógv í Tórshavn í 1896 — sama ár sum Símun. Í 1897—1900 var hon lærar- inna í Fuglafirði, Leirvík og á Hellunum, fór síðan á Vallekilde háskúla 1900 — 01 og giftist í 1901. Hon kom tá norður í Fegrulíð og jgørdist triðja lærara- fólkið á háskúlanum. Um- framt at vera handar- beiðslærarinna um summ- arið við gentunum stóð hon fyri húsarhaldi skúl- ans líka til 1942. Hon livdi til ellisár og doyði í 1978 nærum 102 ára gomul. Rasmus og Anna Sofía giftust í 1904. Hon var systir Símunar, og húsk- ini í báðum læraraheim- unum stóðu tí hvert eðr- um nær og tað bæði í ætt og samstarvi. Hon stóð fyri húsarhaldinum á Stongunum og fyrsta vet- urin í Fegrulíð — var so- leiðis við at stovna há- skúlan. Anna Sofía stóð manni sínum við lið, bæði í viðráki og mótbyrði teirra. Hon livdi til 1932 og var 56 ára gomul, tá ið hon doyði. Háskúlin á Stongunum Nakað út í oktober 1899 stóð henda lýsing í blød- unum: „Fyrsta november í ár ætla vit at byrja ein há- skúla norðuri í Vági fyri gentur og dreingir, lærutíðin varar til 31. Marts. Til at halda skúla í hava vit eitt hús til leigu. Fyri und- irvísingina verður at gjalda 6 kr. um mánað- in. Tey, sum úr eðrum bygdum ætla sær á skúlan, kunnu fáa inni- vist, tá ið tey venda sær til Símun Skarå«. R. Rasmussen Símun Skarð. Næmingatalið kom at vera 16, har helmingurin var úr Klaksvík og kundi búgva heima, meðan av- bygdadreingirnir, allir uttan ein, búðu á skúl- anum. Í húsunum vóru tvær stovur, aðra nýttu lærararnir sum arbeiðs- heli, hin var skúlastovan, ið eisini varð nýtt til borð- halds. Skúlaborð og beink- ir hevði Rasmus evnað til. Á loftinum var kamar, sum lærararnir nýttu, meðan nakrir dreingir svóvu í bóli úti á lofts- gólvinum. Um Háskúlan og Sam- komuhúsið hevur Símun í Vági skrivað eina fråsøgn, dagfest 24. januar 1900. Eftir at hava greitt frá, hvussu Samkomuhúsið varð til í 1898, gevur hann eina gjelliga frágreiðing um Háskúlan og hansara undirvísing. Hann sigur m.a: > Håskulamenninir gera eitt stórt arbeiði, ti undirvíst verður í 7 tímar gerandisdagar, og síðan skúlin byrjaði, hava há- skúlamenninir skiftivís hildið fyrilestrar næstan hvenn sunnudag í Sam- komuhúsinum um segulig evni og um kendar per- sónar, og tann stóri sal- SS Rasmus Rasmussen og Simun av Skardi Síða 17 i át Skúlin í Føgrulid 1900-09 urin hevur verið full- settur. Símun hevur góðar vónir um, at hetta sam- arbeiðið millum Háskúlan og Samkomuhúsið kemur at geva úrslit, tí fólkið verður vakt andliga, og tað, heldur hann, er ein lívstreyt fyri, at Háskúlin og arbeiði hansara vinnur frama í framtíðini. Tá verður gróðrarbotnur lagdur undir hansara læru og sjónarmið. Tó sigur hann, at ikki ell enn taka undir við háskúlatankan- um her heldur enn aðra- staðni, men hetta fer at laga seg í komandi tíð, tí ivast hann ikki í. Síðan miðjan januar- mánað, sigur Símun, hev- ur fimleikur verið fyri dreingir í Samkomuhúsin- um kl. 7—8, har háskúla- dreingirnir og seks aðrir úr bygdini luttaka, sjálv- ur er hann ein teirra. Tað var Rasmus, sum var lær- arin. Kl. 8.30 er morgun- songur og frá kl. 9—10 segutími. Fysikk frá 11—12 og frá 12—1 er skriving ella landalæra skiftivís. KI. 5—6 danskt, kl. 6—7 feroyskt, kl. 7—8 rokning og kl. 8—9 fyri- lestur. Hver tími byrjar við songi, og fríkorter er eftir hvenn tíma. Einstak- ar dagar í vikuni verður undirvíst í geometri í staðin fyri rokning. Símun sigur, at háskúl- in frá ymsum síðum kenn- ir vælvild, men mótsteðu fer hann at fáa, er hann bangin fyri. Kemur hon ikki opinlýst, kemur hon kortini í loyniligum líki. Har eru sker á vegnum, sum aðrir hava strandað á, og tey eru vandafull. Tí er tað alneyðugt at gera sær greitt frá fyrstan tíð av, at hesi sker eru til, so at ein kann vara seg fyri teimum og sigla uttan um tey, tí at renna á tey verð- ur ein óbótaligur skaði. Háskúlin má gerast eitt samfelagsmál fyri allar føroyingar, tó ikki so- leiðis, at teir, sum leiða skúlan, skulu hava bundna uppgávu, men hava fullkomuligt frælsi at virka í. Símun í Vági endar við at siga, at hver og ein, sum ynskir, at framd verður fólkaupplýs- ing í Føroyum, má styðja og arbeiða fyri háskúla- málinum, annaðhvert tal- an er um peningastuðul ella um at fremja áhuga- mál skúlans í síni heild. Vit eiga at minnast til, at undirvíst varð 6 dagar um vikuna. Í minnisritum FØROYA FÓLKAHÁ- SAN VA GAS NA AA Í á SKULA verður sagt, at dentur varð lagdur á tað livandi orðið, og at lærar- arnir fluttu fram tvær reður hver dagliga. Tað hevur verið um segu, bók- mentir og náttúrufreði. Norðurlandasega, Feroya- sega og kirkjusega hava verið frammarlaga í skúl- ans undirvísing, og tað, at alt varð framborðið á móðurmálinum, hevur stimbrað kensluna millum næmingarnar um egna mál teirra, tí hetta vóru teir ikki vanir við frá teirra lærubókum í segu og kristni heimanífrá. — Vit leggja til merkis, at føroyskt og danskt hava havt 6 tímar hvert um ENN vikuna. Danskt hevur so- statt ikki liðið órætt á tí skúla, sum fyrstur tók upp frálæru í feroyskum máli mótvegis donskum. Viðvíkjandi feroyskum verður sagt, at hjálparam- boðini vóru Anthologiin, Føroyingasøgan og Små- sangir og sålmar. Henda bók kom ut i 1899. Hå- skúlamenninir máttu skapa nýtt tilfar, t.d. upp- gávur í skrivligum fer- oyskum, tí teir byrjaðu á berum botni har. Framhald Sanna av Skarði og Anna Soffía Rasmussen TE