hósdagur 18. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DIMMALÆTTING kunnger týsdag-
in úrslitið av eini veljarakanning.
har 500 fólk eru spurd, hvønn flokk
tey høvdu valt, var val i dag. Sam-
bært hesi kanningini eru tað serliga
veljararnir hjá núverandi landsstýr-
isflokkunum, sum eru ónggdir og
heili 40% av teimum spurdu vita
ikki, hvønn flokk tey skuldu valt,
ella tey høvdu ikki farið á val. Mett
eftir hinum 60% hevði triðingurin av
veljarunum atkvøtt fyri Sambands-
flokkinum, sum hevði fingið 11 ting-
limir. meðan Javnadarflokkurin og
Fólkaflokkurin bert høvdu fingið 5
tingmenn hver.
NÚ skulu allar slíkar kanningar tak
ast vid størsta fyrivarni, serliga tå
talið á spurdum er so lágt. Men
kortini gevur tað eina ábending um.
hvat bylgist millum veljararnar, nú
valskeiðið skjótt er hálvrunnið. Tað
er greitt, at Javnaðarflokkurin, sum
við síðsta val vann stórt og aftur
gjørdist landsins nógv stersti flokk-
ur, eigur at geva umrøddu kanning
ans, um enn ikki at leggja ov nógv í
hana. M.a. eigur hon at geva javn-
aðarpolitikarum eitt gott høvi at
skifta orð um gongdina higartil í
samarbeiðinum við Fólkaflokkin og
um útlitið komandi. Sjålvkritikkur
og hetta at meta um sín egna poli-
tikk er av tí góða og rætta. Hetta
eigur ikki bert at verða gjørt á
landsfundum eina ferð um árið,
men verið ein nátúrligur partur av tí
politiska lívinum alla tíðina.
TAÐ er greitt, at tað kostar at sita í
Útgevari; PI Sosiskurin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdresss: Fem T&
Uppseting: PA Sostalurin Argjum 116 Tórsharn
Prent: P4 Pressan 1981 Tsiefon. 118320 Tølafax: 172
samgongu i slikum torførum tidum.
Øll vita vit, at landsins styri er
tvungið til at taka avgerðir, sum
heilt givið eisini eru sera illa um-
tóktar av flestu veljarum. Men tak-
ast skulu tær og so kunnu vit sjálv-
andi vera samd ella ósamd um tær
einstøku av hesum avgerðum. Sein-
asta heildarloysnin hjá landsstýri-
num var ein pakki av slíkum fyri ein
part ópopulerum avgerdum. Og tå
tveir Olikir flokkar sum samgongu-
flokkarnir eisini eru tad, skulu til at
flikka eina loysn saman, so verða
tað givið ónggdir veljarar í báðum
flokkum. Tað síggja vit tí aftur í um-
røddu veljarakanning.
AT Sambandsflokkurin nú gerst
toppskorari við 11 tingmonnum
man tykjast mongum undrunarvert.
Hesin flokkurin hevur nevniliga ikki
viljað verið við til at skumpa tann
kost, sum eisini hann so sanniliga
hevur verið við at fylla. Treytirnar,
sum flokkurin setti fyri at fara í
Tinganes eftir síðsta val, vóru so
órímiligar, at hann við vilja setti seg
uttanfyri — ja, hann ynskti rætt og
slætt ikki at fara út í Tinganes --
tordi ikki at taka við ábyrgd. Men
hóast tað, kunnu sambandsmenn
ikki vaska seg reinar, tí eisini teir
eiga stóran part av tí politikki, sum
ríkin er hesi seinastu árini.
HVAT ólukkan skulu hesir 11 sam-
bandsmenninir gera á tingi, tá
flokkurin við sínum 6 tingmonnum
ikki so frægt sum torir at taka við
ábyrgd — ikki troystar sær at taka
upp eftir seg! Sambandið hevur
prógvað upp til fleiri ferðir, at flokk-
urin vil helst sleppa at vera í and-
stóðu, tá stórar og torførar avgerðir
skulu takast.
Javnt móti Wales
Føroyska liðið hevur staðið
seg rættiliga væl á
Olympiaduni í talvi. Eftir
ésigurin móti Kolumbia,
reistu føroyingar seg aftur
og vunnu stórsigur á
Zimbabwe, 3-1. Harvið 1/2
hevði liðið aftur nátt
teimum 50 prosentunum,
og skuldi standa sína roynd
móu Wales.
Har gekst soleiðis:
Wales-Foroyar 2-2
IM Cooper-IM John 1/2-1/2
Rayner-Heini 0-1
Morris-Torbjørn 1-0
Jones-Jóan Petur 1/2-1/2
Eitt gott úrslit; á Olympi-
aduni í '88 taptu føroy ingar
3 1/2-1/2 móti at kalla sama
liði. maðurin á fyrsta borðið
hjá Wales hevur umleið
2370 ratingstig, og hinir
hava um 2270 í meðal.
Í toppinum er tað hent, at
Rusland, sum væntað, hev-
ur lagt seg greitt á odda. Í
gjár vunnu teir 3-1 á Ukra-
ine. Heimsmeistarin Kas-
parov vann á Ivantchuk, ið
er næstbestur í heiminum.
Í dag telvar føroyska liðið
móti Tunesia. Í skrivandi
Stund eru urslitini soleiðis:
Tunesia-Føroyar
IM Bouaziz-IM John 1/2-
IM Hmasi-Heini 1/2-1/2
Doghri-Jens Christian 1-0
Dridi-Jéan Petur ?
Í hesum síðsta talvinum
hevur Jóan Petur fyrimun,
og vinnur hann helst talvið.
Eru í summarfrí
frå 22.6—13.7
Rammuhornið — Tlf. 17711
Trød í Miðvági
Matr. 19, umf.
16.000 fermetrar til sølu.
P.v.å.
MEN samfelagid skal rekast vidari,
og vit hava valt at gera tad vid
fólkavaldum politikarum. Soleingi
føroyingar ynskja at so skal vera,
soleingi verða tað politiskir flokkar,
sum fara at stýra landinum. At
skifta út verandi samgonguflokkar
við ein einoydan risa av einum sam-
bandsflokki fer so einki at broyta
tann betra vegin. Tí ein flokkur,
sum so miðvíst tvíheldur um eina
100 ára gamla stevnuskrá og er
ímóti øllum nátúrligum framburði
og menning her á landi, hevur líka
lítið at gera i Føroyum, nú vit fara
inn í eina nýggja eld, sum alla sina
tíð í hesi eld. Skal nakað gott síggj-
ast eftir henda flokk, so verður
hann noyddur at standa undir liðini
av Javnaðarflokkinum, og tað
hevur hann so higartil sjálvur forð-
að fyri.
VELJARAKANNINGIN eigur at
vera samtaluevni millum javnaðar-
fólk. Valdi javnaðarpolitikkarin eig-
ur at brúka hana positivt, soleiðis a
skilja, at hann alsamt oftari eigur at
lodda dýpið — at vita, hvat bylgist í
fólkinum, hverjar avleiðingar rikni
politikkurin higartil hevur havt. og
at fáa liv í tann so týðandi dialogin,
sum sigast má at vit hoyra alt ov lit-
ið til m.a. í fjølmidlunum. Tad man
vera eitt ynski hjá mongum foroy-
ingum og ikki minst javnaðarfólki
oftari og meira javnan at hoyra
meira til teir politikarar, sum hava
ynskt at vera umboð fyri flokkin.
Hetta kann gerast uppá so nógvar
mátar. Umframt tingsins rødarapall
hava vit eisini bæði sjónvarp, út-
varp og blødini, og teirra millum eis-
ini Sosialin, sum kemur út til eina
rættiliga stóra fjøld av fólki.
; bjóða hesar
“ JOANSØKU-CRUISE i
Í JOansøkuvikuni kunnu vit>
: CRUISE-FERÐIR:
JAVNAÐARFLOKKURIN eigur ikki
at vera bangin fyri kritikki — heldur
ikki frá sínum egnu. Grundsjónar-
miðini hjá flokkinum eru framvegis
nøkur av teimum bestu, sum eitt-
hvert samfelag hevur brúk fyri. At
rikni politikkurin — nú flokkurin er í
samgongu við ein konservativan
flokk — tí verður ein blandingspoli-
tikkur, mugu vit so liva við sum
stødan er í dag, har tíðin krevur av
ábyrgdarpolitikarum, at teir tora og
vilja stýra landinum. Men tað er ikki
alt flokkurin eigur at góðtaka og tí
er ynskiligt við einum meira virk-
num og opnum orðaskifti millum
floksfólk eisini í fjølmidlunum.
Hetta hevði gagnað bæði flokki og
demokratinum.
EIN kann vera samdur ella ósamdur
við floksins leiðslu, at hon fór í sam-
gongu við Fólkaflokkin. Tað hevur
so víst seg at hava eydnast flokki-
num lutvíst at múlabinda stavna
mannin bæði á tingi og í floksbiad-
num og tað eiga vit ikki at gloyma
týdningin av. Skal tú taka við
ábyrgd, so verður tú noyddur at
samarbeiða við adrar/annan flokk
Sambandið vildi og tordi ikki út í
Tinganes. Og hvat Javnaðarflokk-
urin skuldi gjørt saman við einum
Sambandsflokki, sum bara hevur
afturhald og svart samband í sínum
skjøldri, er ikki ringt at meta um.
Landið skal stýrast, og avgerðir tak
ast, men latið okkum ikki gioyma
tann altýðandi dialogin, orðaskiftið,
sum eitt nú Sosialurin aftur og aftur
hevur bjóðað seg at leggja pláss til.
Samd sum ósamd — latið okkum
kveikja lív í orðaskiftið og halda tað
livandi.
=)
2
Mánad.-mikud.: Bergens,
kostn. úr kr. 820,-
Íslands,
kostn. úr kr. 400,-
Frigg.d.-månad.: Danm,
kostn. ur kr. 1390,-
Mikud.-fríggj.d.:
DDDDDDDDDDDDDDDDD DDD
SMYRIL LINE
THE NORTH ATLANTIC LINK
roncksgøta 37 - Box 370 - FR 110 Tórshavn ; Tlf 1
15900
D>>>DD>>DD>DD>D>DD>>>DD|