hósdagur 18. juni 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 113 — 18. juni 1992
Síða 3
KALT OG SNOBB
Og VIP ararnir, tað er hópurin av "týðandi" fólki, sum sleppa
ókeypis til dystirnar, arga fólk; sum skulu gjalda í dýrum dómum
fyri at sleppa á Svangaskarð
Nógvi vindurin og kuldin
gjørdi sítt til, at áskoð-
ararnir mikukvøldid róptu
og stuðlaðu landsliðnum
ul seinasta sekund, ti tað
var so kalt å
Svangaskarði, at ringt var
at sita stillur. Men hetta
var eisini fyrstu ferð at
føroyingar sóu landsliðið
leika álopsfótbolt, og
hóast einki mál, so fingu
áskoðararnir fótbóltsleik
at síggja.
Á tribununi miðskeiðis á
nýggja stadionhúsinum sat
ein rúgva av fólki. Felags
fyri øll hesi var, at tey
einki høvdu rindað fyri at
síggja dystin. Her sást fólk
úr almennu umsitingini,
politikkarar, vinulívsfólk,
stjórar, prestar og onnur
vælbjargað. Felags fyri øll
hesi var eisini, at tey vóru
munandi betri fyri at rinda
eitt atgongumerki, enn
trúgvi áskoðarin.
Og at vanligi áskoðarin
argast inná fyrircikararnar,
sum bjóða hesum fólkum
ókeypis, tað hoyrdist týðu-
liga aftaná dystin.
—Tilikt snobb hoyrir
ongastaðni heima. Vit
eiga nóg mikið av
snúltarum í samfelagnum.
Vit eru mong sum eru her
í dag, sum hava verið
Føroysku áskoðararnir fáa toppkarakter fyri at skikka sær væl og fyri dygga stuðulin
til landsliðið. Mynd Hilmar Jan
noydd at verða lutir fyri
uttan, sum vit kundu
hugsa okkum, fyri at hava
ráð ul at síggja hesar
báðar HM-dysurnar á
Svangaskarði. Og tí argar
tað at síggja vælbjargað
fólk sleppa ókeypis og
enntá verða trakteraði við
ókeypis kaffi og køkum,
segði ein rættuliga argur
arbeiðsleysur áskoðari,
sum undir øllum um-
stóðum vildi vera dul-
nevndur, tí hann óttaðist
fyri at kritikkur móti
VIP arunum kundi
ávirkað tað hann fekk frå
almannastovuni.
SNOBB
Snobb ella ikki, so er tað
í hvussu er ikki fótbólts-
sambandið, sum hevur
uppfinnið VIP ararnar,
bedýrar fótbóltsbossurin
Torleif Sigurðsson.
-Heua er nakað sum
verður prakuserað í út-
londum og ikki nakað sum
vit hava uppfunnið, sigur
hann.
Hvat skal ein gera fyri
at fáa heitið VIP arti?
VIP arar eru fólk, sum
beinleiðis stuðla ella hava
stuðlað fótbóltssamband-
inum. Vit bjóða eisini
almennum persónum, eitt
nú tingminnunum fyri
Eysturoynna og land-
stýrismanninum, sum
hevur ítrótt sum målsøki
Undir heitið VIP arar
koma cisini útlendskir
venjarar o.S.V.
Uuanlanda, eit nú í
Danmark hava teir skipað
fyri einum sokallaðum
klubba Club 100. Hetta er
ein klubbi, at fólk rinda
50.000 krónur árliga fyri
at stuðla landslidnum,
men tey fáa nakað av
hesum peningi aftur, ti tå
koma tey ókeypis ul
dystirnar, tey fáa ein bila í
hálvleikssteðginum og so
hittast tey aftaná ul ein
betri dógverða. Um ein
tílíkur klubbi verður
stovnadur i Føroyum, tað
veit eg ikki, sigur Torleif
Sigurðsson.
Tøgn
Føroysku åskodararnir
fåa toppkarakter fyri at
duga at uppføra seg undir
einum landsdysti. Teir
studladu landsliðnum
allanvegin og ongin
ballada sást, hvørki
áðrenn, undir ella aftaná
dystin.
Men aftaná sást týðuliga
hvussu vónbrotnir teir
vóru. Áðrenn dysun gekk
áskoðaraskarin kvikliga
niðan á Svangaskarð, í
løtum slitnaði ongantíð
millum havnalagið og
Svangaskarð.
Á veg omanaftur minu
áskoðarafjøldin meir um
eitt risa líkfylgi. Tey
gingu seigliga, hingu við
høvdinum og lítið prát
hoyrdist. 4100 fólk gingu
omanefur og
lýsu úr eygum teirra, hetta
var sum sagt fyrstu ferð at
tey veruliga høvdu sæð
okk-ara landslið spæla
góðan fótbólt og hví onki
mál kom, tað skilja tey
framvegis ikki.
Ein fittur partur av
fólkinum fór umborð á
Smyril aftur ul Havnar,
ella heilt neyvt 753 fólk
og tað hoyrdist ikki
umborð, at 753 fótbólts-
åskodarar mannaðu
vónbrouð
skipið. Tegn, ongin
sangur onki reyp og
næstan ongin
efurklókskapur, bara tógn,
tøgn og aftur tøgn. Ein
Ohugnalig tøgn. Og ein
spurningur stóð púra
ósvaraður í luftini. Er nú
liðugt við føroyskum
landsliðsfótbólti? Bert
optimistarnir hava greitt
svar ul hetta. Teir fara
aftur á Svangaskarð
næstuferð. 5. august móti
Ísrael.
Eftir Jústinus Eidesgaard
Góð harnaparkering
Uppbyggjandi kritikkur er
altíð góður. Og soleiðis
var eisini aftan á fyrsta
føroyska dystin i HM
kvalifikatiónskappingini.
Vanligt hevur verið, at
børn slepa åkeypis til
dystirnar i fyrstudeild.
Men nú vit eru farnir uppí
altjóða kappingar, so hava
fyrireikararnir kravt, at
børn eisini skulu gjalda.
Á Svangaskarði týs-
kvøldi var skipað fyri
sokallaðari barnaparker-
ing. Her kundu foreldur
lata børnini á græslik-
isvøllin hjá B 68 og ikki
færri enn 17 fólk vóru sett
til at ansa eftir teimum.
Børnini hugnaðu sær
6ført, tey spældu í sand-
køssum, tey leiktu bólt og
tey fingu okkurt gott at
eta.
jústinus
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Deildarleiðari
Starvið sum deildarleiðari á næminga-
heiminum á Skúlanum á Trødni, er leyst
at søkja.
Heimið er á Argjum og normerað til
umleið 15 næmingar.
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum
pedagogur og royndir at taka sær av
brekadum børnum.
Setanartreytir sambært såttmåla mill-
um Føroya Landsstyri og Føroya Peda-
gogfelag.
Nærri upplysingar um starvid fåast
vid at ringja til leidaran å Skulanum å
Trødni, tlf. 15422.
Umsóknir vera at stíla til Landsskúla-
fyrisitingina og senda til leiðaran á
Skúlanum á Treðni í seinasta lagi 6. juli
1992.
Landsskúlafyrisitingin