hósdagur 17. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Nr. 75 - 16. apríl 2003
7
Uppreisnin kjarnin í gleðisboðskapinum
Fornfrøðingar og
søgugranskarar siga,
at eingin tilburður í
fornari søgu er so væl
skjalprógvaður løg-
frøðisliga og søguliga
av sjónarváttum, sum
uppreisn Kristusar.
Hægstarættardómari
í Onglandi, Lord Dar-
ling, hevur sagt:
"Eingin mentaður og
vitborin nevninga-
dómstólur í heimin-
um hevði kunnað
annað enn komið til
ta niðurstøðu, at frá-
søgnin um uppreisn
Harrans er sonn!"
PÁSKIR OG UPPREISN
Rúna Sivertsen
Orðini
omanfyri
eigur
Zacharias
Zachariassen,
sum í mong ár hevur
granskað í uppreisn Jeusar.
Fyri kortum gav hann út
bók, hann kallar, "Kreftir
hins komandi heim".
Sum ungur fór Zacharias
til Onglands á bíbliuskúla,
har hann las í 3 ár. Síðani
hevur hann virkað her
heima sum trúboðari í yvir
40 ár.
- Tað, sum hevur størstan
týdning fyri eitt menniskja,
er at hava fast undir fótum.
Tað er umráðandi at vita, at
tilveran eftir hetta lívið er
verulig, sigur hann.
Zacharias sigur, at søgan
um Jesu deyða og uppreisn
hevur verið alt hansara lív,
og hevur havt hansara
størsta áhuga.
- Hetta er veruleikin, sum
eg byggi lívið og ævinleik-
an á, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er
hitt størsta og dýrasta evni í
allari skriftini, kjarnin í
sjálvum gleðiboðskapinum
og øllum sonnum kristin-
dómi: At Harrin Jesus læt
lívsblóð sítt fyri okkum og
sigursríkur triðja dagin reis
upp aftur frá hinum deyðu!
Einfaldur boðskapur
- Hóast evni snýr seg um
djúpar
gudfrøðisligligar
spurningar, eru tað kortini
einfaldastu sannleikar, sum
enntá smábørnini duga at
fata og virðismeta, sigur
hann.
Zacharias sigur, at deyði
Jeusar var ólíkur øllum øðr-
um deyðum. Deyði hansara
var framúrskarandi og av
djúpasta týdningi, tí hann
var avgjørdur framman-
undan.
Hann sigur víðari, at
Jesus doyði ikki av elli,
sjúku ella vanlukku. Heldur
ikki tók hann lív sítt sjálv-
ur. Hann gav ikki bara lív
sítt, men hann gav seg í
hendurnar á menniskjum til
líðing. Hann doyði sum
loysigjald og varð sigur-
harri yvir grøvini.
Torført at trúgva
Tað er ikki so torført at
trúgva, at Jesus einaferð
livdi og búði millum menn-
iskju. Tað er heldur ikki so
torført at trúgva, at hann
varð píndur og krossfestur,
til hann at enda doyði. Tor-
førari er at trúgva, at hann
reis uppaftur frá teimum
deyðu.
Men hetta er Zacharias
als ikki í iva um. Hann hev-
ur gjøgnum árini lisið og
granskað hetta evnið gjølla
og hildið eitt ótal av røðum
og fyrilestrum um Jesu
uppreisn. Umframt bøkur
hevur hann eisini givið út
fløgur, sum viðgera kreftir
hins komandi heims.
- Uppreisn Kristusar - og
uppreisnin í heila tikið
hevur altíð verið og er
framvegis eitt sera forvitn-
isligt og týdningarmikið,
men umstrítt evni, sigur
hann m.a. í bók sínari.
Hann vísir á tað, sum
Jesus segði við saddukear-
arnar, sum ikki trúðu upp á
einglar, andar og heldur
ikki upp á uppreisnina: "Tit
villast, tí tit kenna ikki
skriftirnar, ei heldur mátt
Guds!"
Í eini og hvørji rættarsøk
er av størsta týdningi, at
sonn og álítandi vitni eru
tøk og vitnisfrágreiðing
teirra til skjals. Ein og hvør
søk stendur føst við tveim-
um ella trimum vitnum,
sigur bíblian. Álítandi vitni
eru mong fyri uppreisn
Kristusar, sigur Zacharias
og nevnir øll tey mongu,
sum sóu Jesus, eftir at hann
var upprisin.
Grøvin er tóm
Í bókini," Kreftir hins kom-
andi heims", sigur høvund-
urin eisini, at Kristindóm-
urin stendur og fellur við
uppreisnini. Tak uppreisn-
ina burtur, og allur kristin-
dómurin skramblar saman.
Trýrt tú á Jesus Kristus, so
trýrt tú uppreisnini. Trýrt tú
ikki uppreisnini, so missir
tú alt og hevur eftir bert ein
hjálparleysan Jesus eftir.
Munurin millum kristin-
dómin og heimsreligiónir-
nar er, at tú finnur gravir-
nar, har leiðarar teirra
liggja jarðaðir, men grøv
Jesusar er tóm.
Henda lítla søgan úr
India, sum vit eisini hava
funnið í bókini hjá Zachari-
asi, er eitt gott dømi um,
hvussu fátæksligur gleði-
boðskapurin hevði verið,
um vit ikki trúðu, at Jesus
er upprisin.
Ein trúboðari í India
greiðir frá, at ein dagin,
hann kom til ein bý har í
landinum, var ein stór
skrúðgonga við túsundtals
fólkum. Tey komu við frøi
og fagnaði gjøgnum gøtur-
nar, tí teir í eini grøv høvdu
funnið eitt bein og nakrar
leivdir eftir ein av teirra
stóru gudsmonnum, einum
halgimenni í India. Tá helt
kristni
trúboðarin
fyri:
"Hvussu rámandi satt tað
er, at mótvegis hesum
mikla fagnaði, hevði tað
verið ein stórur sorgarleik-
ur fyri kristindómin, um
onkur hevði funnið eitt bein
ella leivdirnar av likami
Jesusar í grøv Hansara".
Maria græt tí grøvin var
tóm, men júst í tómu grøvini
liggur gleðiboðskapurin
(Mynd úr bókini, Bíblian í orðum og
myndum)
Zacharias Zachariassen
hevur í mong ár granskað
uppreisnina. - Orsøkin er, at
eg haldi tað vera mest týð-
andi fyri eitt menniskja at
hava fast undir fótum, sigur
hann
(Mynd Per á Hædd)
BARNAGARÐSPRÁT
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Man fær ræðuliga ilt, tá
man blívur smíðaður á
krossin og man doyr nakrar
dagar av tí, sigur seks ára
gamli Bogi av Vollanum úr
Kalbak. Hann fer í skúla
eftir summarfríðtíðina og
nú gongur hann í skúla-
bólki á barnagarðinum Inni
á Gøtu.
Høgtíð er fyri framman
og tað ávirkar eisini lívið í
barnagørðunum kring land-
ið. Inni á Gøtu hava børnini
gjørt páskapynt og hetta
skal seljast til foreldrini fyri
fastsettan prís. Tað sum inn
kemur av peningi skal
nýtast til ein burgaratúr í
SMS.
Hvørjar hugsanir gera
børn í seks ára aldrinum
um páskirnar, og hví vit
halda páskir. Vit settu
skúlabólkinum Inni á Gøtu
stevnu
fríggjamorgunin,
eina viku undan Langa-
fríggjadegi, fyri at lodda
dýpið. Nøkur av børnunum
eru longu sjey ár, og tey
sum enn eru seks vita
akkurát
hvussu
nógvar
vikur eru eftir til tey fylla
sjey.
»Latið smábørnini koma
til mín, forði teimum tað
ikki«, segði meistarin sjálv-
ur. Her er tað sum nøkur
smábørn halda um pínslu-
søgu Jesusar:
- Vit halda páskir,tí Jesus
blev smíðaður upp á ein
kross sigur Anna Hádal.
Hon er longu sjey ár og býr
Inni á Gøtu. »Nummar
120,« leggur hon aftur at. Í
Kalbak hava tey slett ikki
húsanummør, so hon kennir
seg eitt sindur ernan mill-
um tey trý kalbaksbørnini í
flokkinum. »Hann bleiv
smíðaður, tí hinir vóru so
øvundsjúkir inn á hann, tí
hann bara gjørdi gott,«
sigur hon
- Eg veiti ikki ordiliga
hvussu hann blev smíðaður
upp á ein kross. Men hann
bleiv smíðaður, tí eg havi
sæð filmin. Eg havi eisini
spælt sjónleik um Jesus. Eg
var
ránsmaðurin,
sigur
Bogi av Vollanum.
Slapp tú í himmiríki?
- Ja, eg slapp, men Svein-
ur slapp ikki. (tað var hann
sum spældi hin ránsmað-
urin, sum háðaði Jesus,
red). Hann slapp ikki, tí
hann doyði í synd, sigur
Bogi av Vollanum.
Tey eru øll samd um, at
Jesus fekk ræðuliga ilt.
Onkur helt, at hann doyði
beinanvegið,men
onnur
ivast. Eitt nú Niklas Joen-
sen.
- Man doyr aftan á níggju
tímar. Veit ikki hví,men tað
tekur níggju tímar. Ella var
tað seks, mamma sigur
níggju tímar, men eg veit
ikki.
Og hvat hendi so?
- So var hann deyður og
so fór hann ikki í grøvina
og hann lá bara har deyður..
Tríggjar dagar aftaná bleiv
hann risin uppaftur. Og tá
hann vaknaði var hann í
himmalinum. Tá sóu fólk
hann, men nú síggi eg hann
ikki. Hann er luft, hann er
eitt bestemt stórt skíggj.,
sigur seks ára gamli Stefan
á Smið úr Kalbak.
- Hann er størstur í allari
verðini. Hann er størri enn
Legoland. Hann behøvist
ikki at fara umborð á
Norrønu fyri at fara til
Danmarkar. Hann gongur
bara sigur Stefan og hann
leggur afturat.
- Tá man gongur langt út
druknar man, men ikki tá
man er í dykkaradrakt. Men
Jesus behøvdist ikki dykk-
aradrakt. Hann var so
stórur, at hann kundi ganga
á vatninum sigur Stefan.
- Í dag er Jesus luft. Hann
kann sveiggja í trøunum og
í gardinunum, men vit
síggja hann ikki, vit kunnu
føla hann millum fingr-
arnar, siga øll við ein
munn.
Hava tit nakrantíð snakk-
að við Jesus?
- Tá vit biðja Faðir Vár, tá
snakka vit við Jesus. Hann
svarar, men vit hoyra tað
ikki. Men tá vit gera okkurt
forkert og angra tað, so
snakkar hann við okkum,
sigur Adina Martinsdóttir
Dam, sum er seks ár og
verður sjey um seks vikur.
Hvat segði Jesus? Og her
svara øll við ein munn.
- Tað er fullgjørt. Eg eri
liðugur. Eg havi vunnið
móti øllum teimum óndu!
Hvussu sær Jesus út?
- Hann hevði langt hár,
sigur Bogi av Vollanum.
- Hann hevur langt brúnt
hár, sigur Adina Martins-
dóttir Dam.
- Nei, hann hevur langt
hvítt hár, og hárið hjá
honum er ikki cool, sigur
Brynhild Maria Haraldsen.
- Jesus hevur hálvlangt
hár, sigur Oddvør.
- Jesus hevur ikki ordilig
klæðir. Hann hevur eitt lak,
sigur Steffan á Smið.
- Ongin í verðini hevur so
langt hár sum Jesus. Jú ein
postmaður sum gongur her
Inni á Gøtu. Hann hevur
langt og krúllut hár og
skegg líkasum Jesus, so
hann líkist faktisk Jesus,
sigur Anna Hádal úr Nið-
arugøtu.
Og
postmaðurin
hon
sipar til er ongin minni enn
Heðin Luid, so er tað fingið
upp á pláss.
Á páskum pynta vit
páskaregg, men hví gera vit
tað?
- Vit hava páskaregg fyri
at eta tey. Eg haldi ikki, at
Jesus dámdi páskaregg, tí
hann dámdi bara at eta
sunt, sigur seks ára gamla
Anna Nolsøe Joensen.
- Jesus er so stórur, at
hann etir ikki páskaregg,
roynir 7 ára gamla Brynhild
Maria Haraldsen at rætta
Onnu. Men so gerst hon
hugsunnarsom og sigur:
»Men babba eigur eitt
páskaregg, og hann er
stórur.
- Páskaliljur koma á
páskum, tað er tí Jesus
hevur luktað til tær, sigur
Adina.
Jesus bleiv smíðaður á krossin
Bogi av Vollanum
Mynd: Jens Kr. Vang
Steffan á Smið
Mynd: Jens Kr. Vang
Her sita tey í runding og fundera yvir pínslusøgu Jesusar. Fyrsti drongurin frá vinstur er Bogi av Vollanum, síðan Steffan av Smið, báðir úr Kalbak. Síðan Maria
Sverrisdóttir, Brynhild Haraldsen, Anna Elisabeth Christiansen, Anna Hádal og Anna N. Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6