hósdagur 17. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Nr. 75 - 16. apríl 2003
9
Á samfelagsstevnuni,
sum brøðrasamkom-
urnar kring Skála-
fjørðin skipa fyri á
páskum, verður
leygarkvøldið skipað
fyri stórum sangtil-
taki, har ætlanin er at
borðreiða við sangi
fyri øll ættarliðini
PÁSKASTEVNA
Jan Müller
Páskirnar eru ein av teim-
um trimum stóru hátíð-
unum í kristna heiminum. Í
Føroyum sæst hetta aftur í,
at nógv verður gjørt burtur-
úr í kirkjum og samkomum.
Vit hava í bløðunum
seinastu dagarnar nevnt
fleiri av tiltøkunum, sum
verða á skránni.
Brøðrasamkomurnar kring
Skálafjørðin bjóða til sam-
felagsstevnu á páskum. Tað
eru samkomur á Skála, í
Søldarfirði, í Saltangará og
á Toftum. Samkomurnar
eru felags um at skipa fyri.
Skírisdag og Langa fríggja-
dag verða samkomur í
Nerija á Skála, og páska-
aftan og páskadagarnar fer
tað mesta at ganga fyri seg
í ítróttarhøllini í Runavík.
Har verða fundir leygar-
kvøldið
klokkan
átta,
páskadag klokkan 18 og 2.
páskadag klokkan 16 og 19.
2. páskadag bjóða samkom-
urnar øllum teimum, sum
møta upp, eina máltíð
ímillum teir báðar fundir-
nar. Umframt felagssang
verður á øllum fundunum
eykasangur. Eitt nú skal
sangkórið í Siloa í Fugla-
firði, sum hevur manning
úr fleiri plássum í Eysturoy,
syngja 2. páskadag.
Serlig tiltøk vera fyri
børn og ung. Páskaaftan
verður barnamøti í høllini,
har søga, sangur og drama
verður á skránni, og sunnu-
dagsskúli verður í Berøa
páskadag. Langa fríggja-
kvøld og páskakvøld eru
serlig tiltøk fyri ung á
skránni í Berøa.
Í ítróttarhølini í Runavík
verður høvi at keypa góðan
kristiligan lesna. Tað er
bókasølan Logos í Havn,
sum fer at hava eitt bóka-
borð á stevnuni.
Felagssangurin
Leygarkvøldið
klokkan
tíggju verður serligt sang-
tiltak á skránni, sum er ætl-
að øllum ættarliðunum.
– At tað verður sagt, at
summi tiltøk eru fyri børn
og onnur fyri ung ber ikki
boð um, at øll ikki eru væl
komin. Heldur vil tað siga,
at skráin serliga er løgd av
teimum ungu, og at hon er
rættað ímóti hesum bólk-
unum, men sjálvandi eru
øll vælkomin, siga fyrireik-
ararnir.
Fyri tveimum árum síð-
ani var skipað fyri sangløtu
við fjølbroyttum sangi og
tónleiki páskaaftan í ítrótt-
arhøllini í Runavík.
– Tiltakið varð sera væl
fagnað. Fjøldin, sum møtti
upp, var rættuliga stór. Tá
vóru tað fleiri, sum søgdu
seg sakna, at møguleiki var
at syngja við. Roknað verð-
ur við, at tiltakið, sum verð-
ur klokkan tíggju páska-
aftan, fer at vera einar tveir
tímar, og ætlanin er, at um-
leið ein hálvur tími skal
brúkast til felagssang, siga
fyrireikararnir.
Sangúrvalið verður bæði
sangir, sum serliga tey
ungu plaga at syngja, og so
teir góðu gomlu sálmarnir,
verður sagt. Bæði ungfólk
og meiri tilkomin fara at
leiða felagssangin, og nógv
verður gjørt burturúr fjøl-
broyttum undirspæli.
Luttakararnir
Á sangløtuni fara sjey bólk-
ar at luttaka: Salt, kvinnu-
bólkur av Toftum, tveir
ungdómsbólkar av Toftum,
Tausen systkini av Toftum,
Dupult kvartettin í Ebenez-
er og Tripletrio úr Ebenez-
er.
Tá ið so nógvir ymiskir
bólkar eru við, og tá ið
ætlanin er at hava nógvan
felagssang og tíðarkarmur-
in er umleið tveir tímar, so
sigur tað seg sjálvt, at íkast-
ið hjá hvørjum einstøkum
verður avmarkað. Summir
bólkar fara at syngja ein og
tveir sangir, og aðrir fara at
syngja einar fðra sangir.
Ætlanin er, at øll tey, sum
skulu luttaka, skulu sita á
pallinum og harvið vera við
til at stuðla felagssangi-
num, verður sagt av Skála-
fjørðinum.
Sangbólkurin Saltbrøður
er serligur á tann hátt, at tey
ofta framføra uttan undir-
spæl. Soleiðis verður tað
eisini leygarkvøldið. Tað
kann kanska roknast við, at
tey eru hampuliga væl fyri,
tí tey fyrireika seg til kon-
sertferð. Um góðar tvær
vikur skulu tey til Skot-
lands at luttaka í stórum
sangtiltaki í Fraserburg.
Dupult kvartettin og Triple
trio í Ebenezer hava áður
tikið lut í hesum árliga
afturvendandi tiltakinum.
Sambandið úr Fraserburg
og til Føroya kemst upp-
runaliga frá tí, tá ið skotar
fyri mongum árum síðani
fiskaðu við sluppum undir
Føroyum og plagdu at vera
á møti hjá samkomunum,
eitt nú í Vági.
Dupultkvartettin og Triple-
trio í Ebenezer eru í holtur
við at fyrireika ferð til Ong-
lands. Frá 15. og til 19. mai
skulu tey syngja á Gospel
Music Convention í Whitby
í Yorkshire. Har hava tey
sungið tvær ferðir áður. Á
stevnuni, sum hvørt kvøld-
ið savnar eini 700 fólk,
skulu tey syngja saman við
bólkum úr t.d. Onglandi, Ír-
landi og eisini USA. Í væl
umtóktu Bill Gaider send-
ingunum, sum eru at síggja
í sjónvarpinum, luttaka
fleiri, sum Dupultkvartettin
og Tripletrio hava sungið
saman við í Onglandi.
Tausen systkini á Toftum
eru Oddmar, Jaspur og
Olivia. Tað hevur ikki verið
so nógv at hoyrt til teirra
trio seinnu árini. Men nú
eru Jaspur og Oliva flutt úr
Danmark og aftur til Toftir,
og nú fara tey trð at syngja
saman aftur.
Kvinnubólkurin á Toftum
hevur sungið tey seinnu ár-
ini. Umframt á Toftum hava
tær eisini sungið í fleiri
øðrum samkomum.
Fyri tveimum árum síð-
ani varð fløgan Vit eru glað
útgivin. Oddmar og Anita
Tausen vóru útgevarar.
Fleiri av sangarunum vóru
av Toftum. Talan er um
ungdómar, sum eru millum
14 og 20 ára gamlir. Á
sangsamkomuni
leygar-
kvøldið fara tey at manna
tveir sangbólkar.
– Gleðiboðskapurin fer á
samkomuni at verða boðað-
ur ígjøgnum sangin, sum
øll ætt arliðini kunnu savn-
ast um, siga tey av Skála-
fjørðinum, sum vænta nógv
fólk og ætla at byrja
stundisliga.
Ættarliðini syngja saman
Kvinnubólkurin av Toftum tá ið hann fyri einum ári síðani sang í Hebron á Argjum
Ferðalagið, sum í 2000 var
úr Ebenezer og vitjaði í
Whitby. Borgarstjórin og
Paul Wheater, sum skipar
fyri stevnuni, eru her saman
við føroyingunum. Fremst
eru Jens Christian Guttesen,
sangstjóri, og Alexander
Samuelsen, ferðaleiðari.
Sangbólkurin Saltbrøður. Aftast: Bárður á Lakjuni. Í miðjuni
Eydna Jacobsen og Jóan Magnus Olsen. Fremst: Arnvør á
Torkilsheyggi, Paula Jespersen og Elsubeth Lassaberg
Í hesum døgum hava
áhugaleikarar í
Suðuroynni tikið stig
til eina kabarett.
Framført verður á
Gistingarhúsinum í
Øravík, so ein betri
biti fæst eisini, um-
framt skemt, men enn
hava suðuroyingar
ikki rættiliga raggað
sær út um bygdar-
garðin fyri at hugna
sær við skemtileiki,
hóast kabarettin hev-
ur ymiskt skemtiligt
at bjóða og er verd at
vitja
SJÓNEIKUR
Dagfinn Olsen
Gistingarhúsið við Á í Øra-
vík er góður karmur um
Suðuroyarkabarettina, sum
í hesum døgum verður
framførd. Hóast ofta hoyr-
ist, at ov lítið er at fara til í
útjaðaranum, so tykist ikki,
sum tikið verður av øllum
teim møguleikum, sum
stinga seg upp.
Fríggjakvøldið var kaba-
rettin framførd. Møguleiki
var at fáa sær ein betri bita
undan skemtinum. Men
bert eini 20-25 fólk sótu í
salinum, tá tjaldið fór frá.
Og tað kann ikki sigast at
vera tekin um, at fólk keða
seg ella hava ov lítið at fara
til.
Fynd í
Men tað skal sigast leikar-
unum til rós, at hóast tað er
tungt at spæla skemtileik
fyri fámentari fjøld, so
eydnaðist at fáa láturvødd-
arnar til arbeiðis.
Hugnaliga umhvørvið,
gott ljóð og ljós og livandi
hugnatónleikur skapa trygg-
an botn at byggja á hjá leik-
arunum. Og samstundis liv-
ir hetta upp til krøvini hjá
áskoðarunum.
Leikararnir hittust til
skeið hjá MáF og gjørdu av
at halda fram við einum
hugskoti um lokala kaba-
rett. Og væl hevur gingist.
Har eru smáleikir ímill-
um, sum fynd er í. Serliga
kom láturin fram, tá røtt var
um løgregluna, sum sjáldan
er at hitta, um pizza, taxa-
koyring, dálking, Jenis, Óla
og Fiskimannafelag, Høgna,
Annlis og mong onnur.
Leikararnir komu væl frá
sínum leiklutum. Sjálvi
hava tey skrivað og lagt til-
rættis. Evnini eru tey flestu
aktuel.
Áhugi, yrkisleikur,
leikhús, útjaðari
Skal hinvegin hvassi penn-
urin finnast fram, so er eis-
ini okkurt at festa á blað.
Hóast vandin ofta er at gera
av við spírandi list við ov
hvøssum penni, so eru
listafólk oftast fegin um
vælmeintan kritikk. Og væl
meintur er hann, tí áhuga-
leikur er áhugaleikur og er
sera kærkomin í hesum
døgum, tá yrkisleikarar
hava nógv um oyruni í leik-
húsinum, sum liggur so
langt frá útjaðaranum, og
sum annars fekk kærkomn-
ar vitjanir í teim døgum, tá
vanligt var at ferðast við
leikum.
Sigast kann, at ferðin á
leikinum var á leið sum
heild, men har vóru løtur, tá
ferðin var ov lág til slíkan
skemtileik, kabarett. Flog
krevur ferð og í løtum misti
kabarettin flogið. Skal stutt
gerast av við hvassa penni-
num, so kann sigast, at tað
at vevja longi í einum og
sama stað ella evni ber ikki
leikinum uppi. Kanska
kundi ein vika verið nýtt
afturat til síðstu betringar-
nar. At stramma upp í leik-
ritinum, eru kanska eini
góð ráð, so tað er meira
»ping pong«, meira ferð á
samskiftinum millum leik-
arar og pointini koma meira
sum maskinbyrsuskot og
ikki sum frá gamlari fugla-
byrsu. Skiftini eiga eisini at
fara skjótari fram og tað
kunnu tey óivað, tí pallurin
er ikki so trupul at fyrireika
og arbeiða við. At enda
kann hvesti pennurin minna
á hárfína markið millum
skemt, og so har skemt,
leikarar og áhoyrarar ikki
longur grynna og missa
hvør annan burtur í tí, sum
betri var ósagt, men tó sera
skilligt.
Tað er í grundini í hesum
síðsta, at stórur partur av
skemtileiklistini hevur grund-
vøll og framdrift.
Og so er tíð uppá at
leggja hvesta pennin. Tað er
so lætt at siga aftaná, at tað
kundi verið betri og átti at
verið so ella so.
Sannleikin er, at Suður-
oyarkabarettin borgar fyri
góðsku og skemti. Og bæði
leikur, tónleikur, leiklongd
og ikki minst umstøður eru,
sum ein kann ynskja sær.
Áhugaleikarar, takk fyri
stigið at seta upp kabarett-
ina!
Tungt er at framføra fyri
fámentari fjøld. Um nøkur
skomm er, so er hon ikki
tykkara, men hana eigur
fjøldin, sum ikki stuðlar við
at vitja kabarettina, men
heldur grenjar, tá einki er
at hyggja at.
Takk fyri hugnaliga og
skemtiliga løtu fríggja-
kvøldið. Framførið kaba-
rettina fleiri ferðir og hald-
ið fram sum leikbólkur, tí
dugur er í.
Suðuroyarkabarettin – verd at vitja
C
M
Y
K
9
8