hósdagur 17. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Nr. 75 - 16. apríl 2003
11
Páskini, størsta og elsta kristna hátíðin, standa
fyri durum. Páskaboðskapurin er okkara einasta
felags livandi vón – einasta veruliga ljós í eini fyri
mannaættina daprari tíð. Tað hevði verið væl-
signað, um vit kundu hildið í Páskir í einum heimi
við friði og bjørtum framtíðarútlitum. Men so er
sum øllum kunnugt ikki. Milliónir fara undir
Páskirnar í neyð, líðing, hungri og halli, armóð og
vesældómi. Myndirnar av soraðum húsum og
løstaðum, sum hvørki fáa vátt ella turt -
tíðansheldur ta mest átrokandi læknahjálp, eru
gerandiskostur í fjølmiðlunum. Sigurharrarnir
reypa og fegnast við sigurin, alt meðan heilt
ófatiligar líðingar sum ein endaleysur streymur
fara framvið okkum eftir sjónvarpsskýggjanum.
Sum í øllum kríggjum eru børnini verst fyri. Tey
duga ikki at verja seg og koma sær tí í vanda ella
tey verða rakt heima við hús. Øll tey særdu og
lamløstaðu børnini í Iraq kundu komið undir
læknahond alt fyri eitt, um sigurharrarnir høvdu
viljan til tess. Men teir tykjast venda tíverri blinda
eyga til tær líðingar og ta neyð, sum herferð teirra
elvir civilfólkinum.
Kríggið móti Iraq kann fatast sum ein sigur fyri
fólkaræði og frælsi. Tað vil tíðin vísa. Men
moralskt hava sigurharrarnir tapt, um teir ikki alt
fyri eitt tryggja lóg og landaskil, fáa heilsuverkið
at virka, útvega neyðuga læknahjálp og heiluvág
og endurreisa vatn- og orkuverkini, sum teir hava
sorað. Alt hetta kostar bert ein brotspart av tí sum
sjálvt kríggið kostar. Tað finst eingin umbering
fyri ikki alt fyri eitt at seta í verk eina humanitera
herferð, sum kann tryggja normal viðurskifti í
Iraq. Men hetta tykist hava ov lítlan áhuga hjá
teimum sameindu, og tí hava teirra politisku
leiðslur í dag ein ovurstóran moralskan trupul-
leika.
Her hava vit bert nevnt Iraq, men støðan í øllum
triðja heiminum bara versnar. Vesturheimurin
gerst ríkari og ríkari, meðan menningarlondini
gerast alt fátækari. Tað hevði tí sømt seg fyri ríka
Vesturheimin at farið í hernað móti hungri, halli,
sjúkum, fátækdømi, analfabetismu, politiskum
harðskapi og so byggt eina Verð, har pláss er fyri
øllum – har øll eiga lívsins rætt og lívsfrælsi. Tað
hevði ikki verið nakar lættur ella skjótur sigur. At
vunnið tann sigurin hevði vart eini 30-50 ár, men
tað hevðið verið ein varandi sigur, sum sømdi seg
einum humanum, mentaðum og kristnum Vestur-
heimi. Hevði Vesturheimurin dugað at skoðað
Páskaboðskapin í ljósinum av hesari heimsmynd,
hevði framtíðin verið ljós og bjørt fyri øll
heimsins fólk – og ikki bert tey vælbjargaðu.
Góðar Páskir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Páskir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Simme Jacobsen
So,
búskaparráðið
og
hagstovan vilja billa okkum
inn, at tað, at vit ikki hava
"fleiri bein at standa á",
helst er tí, at tey beinini,
sum teir pástanda eru til,
kanska ikki eru skrásett! -
Og tað tvætlið fáa teir løn
fyri at siga!
Nei, í dag kanst tú ikki
snara tær á, uttan at verða
skrásettur, og so slett ikki
útflyta nakað óskrásett. Um
ikki annað kundu teir skeitt
í MVG-roknskapin hjá Toll
& skatt, tí einki yvir 20.000
kr. um árið kann verða selt
uttan um MVG-skráseting-
ina.
So helst man tað vera fyri
at káva útyvir, at so illa
stendur til við at uppar-
beiða nýggjar vinnur undir
hesari samgonguni, ella ha?
Nei, tað er ikki bara undir
hesari samgonguni, tað er
yvirhøvur tungt, fyri ikki
at siga ógjørligt at seta
nakað lønandi á stovn í
Føroyum. Orsøkirnar eru
fleiri, og eg skal nevna
nakrar, sum eru sera tyngj-
andi:
1) Vit liggja langt og tvørt
frá stórum marknaðum.
2) Vit eru fáment, og nógv
av tí besta fólkinum
flytur av landinum.
3) Kanningar vísa, at tá
allar afturberingar eru
íroknaðar, hevur Dan-
mark heimsins hægsta
skattatrýst uppá 52 %,
og nr. 2 er Svøríki við 51
%. Vit hava ikki so
nógvar
afturberingar
(boligtilskud etc.) sum í
Danmark, so vit hava
uttan iva heimsmet í
skattatrýsti.
4) Og nú tað, sum liggur
mær serliga nógv á
hjarta: Okkara MVG er
for høgt.
Til ber at arbeiða uppá øll
hesi punktini, og vinnulívið
roynir av øllum alvi at basa
trupulleikunum, sum stand-
ast av teimum. Men tíverri
er føroyskur politikkur
meira klandur og kradd enn
konstruktivt arbeiði, meira
at flyta runt við Svartaperi,
enn at beina fyri honum.
Tá ið MVG varð sett á
stovn í Føroyum, seldu
polittikararnir okkum tað
við lyftum um lægri inn-
tøkuskatt, tá ið brúks-
skatturin kom. Men hvat
hendi? MVG-ið kom om-
aná inntøkuskattin, sum var
methøgur frammanundan.
Og tað versta var, at før-
oyskar vørur og tænastur
beinleiðis dýrkaðu, meðan
útlendskar
vørur
hildu
prísirnar, tí tollurin lækkaði
tilsvarandi MVG-num.
Á tann hátt varð føroyskt
initiativ
sparkað
út
á
síðulinjuna, og útreiðslu-
støðið reyk beint up í loft,
bæði hjá familjuni og hjá
vinnulívinum.
Okkara viðbrekna sam-
felag tolir ikki 25% MVG.
Tað gevur heilt einkult so
høgt
útreiðskustøði,
at
kappingarførið rýkur sær
ein túr.
Tað sæst eisini klárt, tá ið
okkara størstu vinnur mugu
fáa MVG-lætta fyri at klára
seg ígjøgnum, og nógvar
smáar og smærri fyritøkur
og handlar hava lagt frá sær
hesi árini, tí tað er alt for
strævið at arbeiða og fáa
nakað upp at standa við
verandi lóggávu.
Ein nýggj vinna, sum
ætlar sær at útflyta, má
fyrst vera so stór, at hon
kann samráðast um MVG-
lætta, fyri bæði at kunna
vera
kappingarfør
og
endurnýggingarfør.
Ung
Virki sýna stórt initiativ,
men tey renna seg skjótt
føst í MVG- og útreiðslu-
dýnuna, og tað mesta sovn-
ar tí so blídliga aftur.
Tað eru m.a. øll hesi
viðurskiftini, ið nú síggjast
aftur í hagtølum, og ikki
ein vantandi skráseting av
útflutningi. Hatta var for
bíligt sloppið. Siga teir, at
útflutningsvøra
verður
smuglað av landinum?
Fyri at venda aftur til
MVG-ið:
Tá ið eitt nú Bretland
klárar seg við 17,5 % og
Týskland við 16 % í MVG,
hví er so neyðugt hjá okk-
um slaviskt at herma eftir
skandinavum við at hava
25 %? Duga teir betri enn
hinir? Eg haldi, at rákið
vísir nakað annað: Teirra
vinnur flýggja eisini av
landinum fyri at kunna
menna seg.
Hevði tað ikki verið betri
at haft vinnur, ið orkaðu at
gjalda fólki løn, og sum
kundu endurnýggjað seg og
marknaðarført seg, heldur
enn at kunna reypa av ein-
um
ovurstórum
lands-
kassa? Og hvat er blivið av
kappingarførinum hjá vinn-
uni, nú líkindini hava verið
av teimum bestu hesi sein-
astu árini?
Tað liggur sjálvandi væl
tyrvað í landskassanum!
Eitt MVG uppá 15 %
yvir ein kamb hevði loyst
nógv problem í landi
okkara, eg vil lata fantasiin
fáa frítt spæl: Lønar-poli-
tikkur, bústaðar-politikkur
(jú, nakað eitur so), heilsu-
politikkur, pensiónir, in-
vestering, handil, ferða-
vinna,
hondverk,
smá-
ídnaður av alskins slag,
landbúnaður o.s.fr. fyri ikki
at tala um høvuðsvinnur
okkara. Eg kann lítið ætla,
hvussu alt hevði sprottið
undan kavi, sum nú bert eru
dreymar undir dýnuni!
Tann sum tá skuldi spart,
er tann sum í dag er alt ov
búkut: Lands-umsitingin!
Men tað man fara at vera
seinur dagur, áðrenn hon
fer at minka játtaninar til
sín sjálvs, so má bresta ella
bera.
Vælferðarsamfelagið hjá
okkum er blivið so dýrt at
umsita, at ikki er ráð til
sjálva vælferðina.
Fleiri bein at standa á
Høgni Hoydal
Hervið skal eg takka fyri
svarið frá formanninum í
Føroya Blaðmannafelag.
Eg vísti á, at hann hevur
sagt ósatt um undirritaða
og lagt orð í mín munn,
sum eru beinleiðis ósonn.
Sera grovar pástandir enn-
tá.
Harvið hevur hann ging-
ið undan við slatri og sleygi
í føroyskum fjølmiðlum.
Eg vísti á, at hann hevði
allar møguleikar at kanna
málið, um hann vildi hava
veruleikan á borðið.
Í svarinum endurtekur
formaðurin bara, at hann
hevur rætt. Ongin grund-
geving, ongi prógv – enn
ikki ein ávísing til, hvør
keldan
er
til
hansara
íspunnu søgu.
Formaðurin í fakfelag-
num hjá fjølmiðlafólki
kann bara sleingja okkurt
út í fjølmiðlarnar, sum
hann sigur seg hava hoyrt.
Og tá hann verður biðin um
eina
frágreiðing,
eina
grundgeving ella eitt prógv,
sigur hann bara: "Tað er
púra vist!"
Takk fyri hetta greiða
svar. Tað sigur meira enn
1000 orð.
So vita vit tað. At tú ikki
skalt rokna við øðrum enn
slatri og sleygi. At um tú
loyvir tær at vísa á skeiv-
leikar og ógrundað uppá-
hald í fjølmiðlunum, so
sigur formaðurin í fakfe-
lagnum hjá fjølmiðlafólki,
at tað er bara so sum
fjølmiðlarnir siga.
Næstu ferð kann hann
tildømis svara: "Vit tíma
ikki at lurta eftir tær, hóast
tú hevur prógv, vøi, vøi,
vøi!"
Tá er alt eftir mínum
tykki púra óvist.
Tað er púra óvist
- ein tøkk til formannin í Føroya Blaðmannafelag
løgd, tá ið eg fór á pallin í
Forum fríggjakvøldið við
kekkinum upp á 10.000
krónur, sum Atlantsflog
stuðlaði tiltakinum við, tí tá
var eg bangin fyri, at tað
skuldi blíva ov nógv tos.
Men tá ið eg so fór aftur
á pallin at syngja, vóru
nervarnir sum blástir burt-
ur.
Tvær konsertir
í Føroyum
Hóast tað ikki eydnaðist
henni at vera við á páska-
konsertini í mentanarhúsi-
num í Fuglafirði leygardag-
in, tí hon varð bundin av
uppgávum sum fylgdi við
sigrinum í Stjerne for en
aften, verða føroyingar ikki
við sviðusoð.
Tí fyrst í næsta mánað
kemur Guðrun til Føroyar
at halda konsert saman við
Jacob, sum varð nummar
tvey í kappingini og Mart-
in, sum eisini var við.
Í Føroyum verða tvær
konsertir: 9. mai verður
konsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Hetta verður
ein konsert har áhoyrararnir
standa og hon byrjar klokk-
an 23 og bussar koyra
ymsastaðni frá í sambandi
við konsertina. Dagin eftir,
10. mai, verður konsert í
Norðurlandahúsinum
í
Havn. hetta verður ein kon-
sert við sitiplássum og hon
byrjar klokkan 20.
Á hesum báðum konsert-
unum fer eisini Brandur
Enni at syngja onkrar sang-
ir.
Atgongumerki
við avslátri
Tað er Føroya Banki, sum
er høvuðsstuðul til hesar
báðar konsertirnar. Og til
konsertina í Fuglafirði, fer
bankin at atr selja 100 at-
gongumerki við stórum av-
slátri.
Atgongumerkini við av-
slátri kunnu keypast á
www.kontoin.fo og sølan
skuldi lata upp mikudagin
16. apríl.
Vanligir prísur fyri eitt
atgongumerki er 195 krón-
ur, men frá Føroya banka
kosta tey 125 krónur, so
100 tey fyrstu sum fara inn
á heimasíðuna, kunnu ogna
sær eitt bíligt atgongu-
merki.
Annars byrjar sølan ikki
fyrrenn eftir páskir.
Framhald frá síðu 15
C
M
Y
K
11
10
Hann kann gott spara
sær at kanna um
nýggi Smyril kann
leggja at á Gomlu
Rætt, sigur Hergeir
Nielsen, sum eisini er
í samgongu
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– At Bjarni Djurholm nú
fer at kanna um tað ber til
hjá
nýggju
suðuroyar-
ferjuni at leggja at á Gomlu
Rætt, taki eg sum eina
provokatión ímóti Suðuroy-
ingum.
Hergeir Nielsen, løg-
tingsmaður, er alt annað
enn fegin um tað, sum
Bjarni Djurholm førdi fram
í Degi og Viku mánakvøld-
ið um, at hann hevði biðið
Landsverkfrøðingin kann-
að eftir um tað ber til hjá
nýggja suðuroyarskipinum
at brúka havnina á Gomlu
Rætt heldur enn at sigla til
Havnar, tí tað er so tongt í
Havn.
– Hatta er ein provoka-
tión, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at suður-
oyingar hava aldargomul
rættindi til at sigla til
Havnar og tey rættindi fara
vit at halda fast við.
- Tí kann landsstýris-
maðurin spara sær at kanna
møguleikarnar á Gomlu
rætt.
–Vit halda fast um rættin
at sigla til Havnar.Tann
rættin fara vit at halda fast
um og tað skal bera til, sig-
ur Hergeir Nielsen.
Eisini Henrik Old, for-
maður í vinnunevndini
heldur, at hetta er so langt
úti, at hann tímir illa at gera
viðmerkingar til tað.
– Sjálvandi skulu suður-
oyingar sigla á Havnina og
alt annað er langt úti, sigur
hann.
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag fylti 60 ár
tann 9. apríl. Einki
verður gjørt burtur
úr degnum nú,
men á vinnudeg-
num í heyst fer
føðingardagurin at
verða hildin
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Edvard Joensen
Tann 9. apríl vóru liðin
60 ár, síðan Føroya
Keypmannafelag
og
Havnar Arbeiðsgevara-
felag tóku stig til at
stovna eitt meginfelag
fyri arbeiðsgevarar í
Føroyum. Felagið fekk
navnið Føroya Arbeiðs-
gevarafelag.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum og skriv-
ari hjá Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, sigur, at
nevndin hevur gjørt av
einki at gera burtur úr
degnum nú.
Hinvegin verður okk-
urt gjørt burtur úr á
árliga
vinnudegnum,
sum verður hildin í
heyst, sigur hann.
Tá Føroya Arbeiðs-
gevarafelag fyri 10 árum
síðan hevði 50 ára føð-
ingardag, varð heitt á
Jógvan Arge, tíðinda-
mann, um at skriva bók
um søgu felagsins. Bók-
in verður envnd »Semjur
og stríð«.
Men av tí, at samfe-
lagið alt var í svárari
kreppu tá, varð ikki
hildið rætt at gera nakað
meira hóvasták burtur úr
at hátíðarhalda ein føð-
ingardag, greiðir Jan
Mortensen frá.
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag hevur í dag
umleið 170 limir. Í nú-
verandi nevndini fyri
Arbeiðsgevarafelagið
sita:
Vilhelm M. Johanne-
sen, formaður, Kristoff-
ur Laksá, næstformaður,
Leivur D. Michelsen,
Bergur Poulsen, Jóhan
Páll Joensen, Magni
Arge
og
Gudmund
Mortensen.
– Tað, sum nú fer
fram, líkist eini her-
ferð ímóti suður-
oyingum, heldur
Henrik Old, formað-
ur í vinnunevndini
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Tað, sum nú fer
fram, líkist eini herferð
ímóti suðuroyingum.
Tað heldur Henrik Old,
formaður í vinnunevndini
hjá Løgtinginum, ikki, at
nakar ivast í.
Tað, hann sipar til, er at
bæði landsverkfrøðingurin
og landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni Djur-
holm, hava í seinastuni
verið í sjónvarpinum og
talað ímóti ætlanini at
tengja arbeiðini at gera
tunnil ímillum Øravík og
Hov og samferðsluhavn í
Trongisvági saman.
Hetta er annars tað, sum
bæði samgongutingmað-
urin úr Suðuroy mælir og
meirilutin í vinnunevndini
mæla til, tí tað fer at føra til
eina sparing uppá 45
milliónir og ein nógv betri
tunnil.
Ein orsøk til at lands-
stýrismaðurin og Lands-
verkfrøðingurin eru iva-
samir, er, at so verður sam-
ferðsluhavnin ikki liðug tá
ið nýggja suðuroyarskipið
kemur.
Eins og Hergeir Nielsen,
heldur eisini Henrik Old, at
tað ger minni, at sam-
ferðsluhavnin verður seink-
að einar tveir, tríggjar mán-
aðir, tí afturfyri fæst ein
loysn, sum bæði er nógv
betri og nógv bíligari.
Verður samferðsluhavnin
ikki akkurát liðug til tíðina,
taka vit tað við, ti tað eru
aðrir møguleikar at fáa
nýggja Smyril at bryggju í
Suðuroy hesa tíðina.
Føla seg illa
Men á ein hátt skilir hann,
hví teir báðir eru so nógv
ímóti
at
tengja
báðar
verkætlanirnar saman.
Upprunaliga ætlanin hjá
landsverkfrøðinginum var
at gera tunnil uppi í fjøll-
unum, har tað ikki slepst
undan einum stórum parti
av fjallavegnum.
Men nú hevur NCC
boðið sær til at gera ein
tunnil niðri í dalinum har
tað slepst undan allari
vegagerð.
Hetta er ein nógv betri
tunnil har tað slepst undan
at fara í fjøllini. Men
verður arbeiðið upp á
tunnilin og ferjuleguna
tengd saman, er talan um
eina sparing uppá 45
milliónir afturímóti tí, sum
Landsverkfrøðingurin og
Bjarni
Djurholm
hava
skotið upp.
Tað sigur seg sjálvt, at
ber tað til at tengja bæði
arbeiðini saman og at gera
tey fyri ein prís sum bara
nøkunlunda lí kist tí, sum
nú er frammi, er tað ein
ógvuliga stórur, fakligur
ósigur fyri Landsverkfrøð-
ingin og politiskur ósigur
fyri Bjarna Djurholm, sum
ætlaði at fremja tað í verki.
– So er tað klárt, at teir
føla seg illa og gera, hvat
teir kunnu fyri at venda
eyguni frá hesi ætlanini.
Hann vísir eisini á, at
vinnunevndin fekk upp-
skotið til viðgerðar 21.
desember, sum var seinasti
dagur fyri jól.
– Tað skerst heldur ikki
burtur, at vinnunevndin, og
serliga eg sjálvur, sum for-
maður, føldi eitt ávíst trýst
frá landsstýrismanninum
og Landsverkfrøðinginum
at fáa málið avgreitt sum
skjótast.
– Og tað skerst heldur
ikki burtur, at tað kom illa
við, tá ið eg gjørdi teimum
púra geitt, at vinnunevndin
ætlaði at kanna málið út í
æsir og at hon fór at brúka
tað tíð, sum var neyðug, til
eina nágreiniliga viðgerð.
– Vit tykist eisini sum um
bæði landsstýrismaður og
landfsverkfrøðingur halda,
at vinnunevndin er ein av-
greiðsluskrivstova, har tað
ber til at koma við stórum
málum og fáa tað bláa
stemplið, uttan at vit hava
kannað tað væl og virðiliga
fyrst, so so lætt gongur tað
ikki, sigur Henrik Old.
Hann skoytir uppí, at tað
ber til at gera ein heilan
tunnil til Dals fyri tær 45
milliónirnar, sum verða
spardar við at tengja ar-
beiðini uppá samferðslu-
havnina
og
tunnilin
í
Suðuroy saman.
Henrik Old:
Nú føla teir seg illa
Seksti ár á arbeiðs-
marknaðinum
Vilhelm M. Johannesen er
í dag formðaur í Føroya
Arbeiðsgevarafelag
Henrik Old sigur, at hann
vildi ikki lata seg trýsta til at
avgreiða málið, uttan at
viðgera tað ordiliga
Bjarni Djurholm
provokerar suðuroyingar