Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Scansat/TV3 Fríggjadagin kl. 18.35 Nurses Am. sendireð frá 1991. Enn einaferð setir fyrrverandi maður Sandy, Harold, seg í samband við hana. Hesaferð ætlar hann at spyrja hana um nakað serligt. Annie kemur seint til arbeiðis henda dagin, tí hon hevur verið hjá einum »terapeuti« við soninum, Zach. Hann trívist ikki í skúlanum, og »terapeuturin« sigur, at honum tervar meira umhugsni heima, og hetta gevur Annie nakað at hugsa um... Fríggjadagin kl. 20.00 Cartier Affair Am. krimi frá 1984 við Joan Collins í hevuðsleiklutinum. Hon er ein rík film- stjórna, sum fær ein mannligan skrivara — ein við >longum fingrum“. Hann vil hav fatur í gimsteinunum hjá henni, so at hann fær afturgeldið skuld sína til ein gamlan fongsulsfelaga. David Hasselhoff spælir skrivarin. Í einum eðrum leikluti spælir Telly »Kojak« Savalas. Leygardagin kl. 19.05 Ray Charles Við 11 Grammy-prísum, einar" stjørnu á Hollywood Buulewards »Walk of Fame«, einari bronsumedalju frá fraklendingun- um og fleiri eðrum heiðursmerkjum, er Ray Charles eitt prógv upp á egna lag sítt: >Music is nothing serarate from me, it is me.« Leygardagin kl. 19.05 Tornfuglarnir Ein annar maður er komin inn i liv Megg- ies — tann sterki Luke O'Neill. Hann er hugtikin av Meggie og ger seg upp fyri henni. Meggie dámar hetta ikki so illa, og tá ið hon hoyrir, at faðir Ralph er fluttur til Vatikanið, sigur hon ja, tá ið Luke fríggjar. Aftaná brúdleypið fara tey til Queensland, har Luke skal royna at vinna so mikið av peningi, at tey kunnu fáa sín egna farm... Sunnudagur kl. 19.30 Blame it on Rio Am. filmur frá 1983. Um tað er so, at tú kennir teg eitt sindur eran í París, er ikki vert at tosa um, hvat hendir í Rio De Ja- neiro. Har skulu teir báðir gomlu vinir- nir, Matthew og Victor, skjótt uppdaga. Teir hava leigað eini hús í Rio saman og gleða seg til eina langa frítíð. Í byrjanini var ætlanin at frítíðin skuldi haldast saman við konunum, men so varð Victor skildur, og kona Matthew segði, at hon fór til Brasilien sjálv. Úrslitið gjørdist so, at teir fóru at ferðast við ungu detrum sínum, Nicole og Jennifer. Ikki meira enn komnir fara teir í býin. Jennifer kennir seg sera hugtikna av Matthew, og tón- leikurin, mánin og kveldarlotið ger Matt- hew púra eran... Mánadagin kl. 20.00 Jamaica Inn Trevior Eve. Bretsk sendireð frá 1985. Mary Yellan missir bæði foreldrini, og hon flytir til SOSÍAÍUPN | Nr 114 — 19. juni 1992 -— mostir sína, Patience, sum býr saman við manni sínum Joss, í einum lítlum húsum nær strondini. Skjótt uppdagar Mary, at okkurt legið hendir, ha hon býr... Týsdagin kl. 23.00 Twilight Zone Ein fyrrverandi kurvabóltspælari, Marc Singer, fær ein nýggjan meguleika — men tað kostar honum og familju hans- ara nógv... Týsdagin kl. 22.00 Quincy Ein vekur tíðindakvinna hjálpir Quincy at greiða morðið á ein kendan vísinda- mann. Mikudagin kl. 20.00 Dagny Norskur filmur frá 1977. Dagny Juell var læknadóttirin frá Kongsvinger, sum fyrst í 1890'unum fór til Berlin at læra tónleik. Har tók Edvard Munch sær av henni, og hon varð eisini frilla hansara. Hon kom saman við listarfålki har og hitti August Strindbrg. Hann beyð henni at giftast við sær, men hon noktaði, og hann var vónbrotin. Men polski rithøv- undurin, Przybysewski, fekk ja. Tey fluttu til Polen, fingu tvey bern og vóru lukkulig, men so fór hjúnalagið at rilla. Í 1901 fór Dagny til Tiflis í Kaukasus saman við einum eðrum manni. 23. mai skjeyt hann hana og seg sjálvan. Hon var tá 33 ára gomul. Mikudagin kl. 22.20 Dragnet Today Millie Molina og Daniels skulu kanna nekur innbrot, sum eru farin fram á al- ljósum degi, og tjóvurin er farin inn gjøgnum dyrna. Løgreglan fóðrar teldur- nar og fær svar upp á tólv fólk. Hetta elv- ir til dráp... Hósdagin kl. 20.00 Decision at Sundown Am. western frá 1957. Bart Allison og vinur hansara, Sam, koma til býin Sun- down at hevna Tate Kimbrough. Hann hevur svikið konu Bart. Tate, ein næst- ovasti í býnum, skal giftast við tí vekru Lucy Summerton, tá ið Bart bjóðar hon- um av í skjóting. Men sheriffurin fær fat- ur á Bart og Sam. Sam verður skotin, men áðrenn hann doyr, sigu hann Bart, at kona hansara var ein skekja. Bart drepur sheriffin... Leikarar: Randolph Scott, John Caroll, Karen Steele, Valerie French. Útvarp Føroya Sunnudagin kl. 13.00: ,r ” Á Fritid og náttúra Lítil og ongin svartfuglur var at síggja, tá Magnus Heinason í seinastu viku var á Feroya Banka, við fólki frá Náttúru- og Heilsufreðiligu stovnunum. Suðuroyar Norðoyar Sílaveiðufelag er av álvara farið til verka, og hevur ruddað Stórá í Trongisvági. Men formaðurin í felagnum, Hans Rudolf Niclasen, harm- ast um steðuna hjá sjósílunum í Suðri, har alivinnan hevur havt keðiligar avleið- ingar. Millum annað, er bannað, at fiska á trimum vetnum, tí smittuvandi er til staðar. Og á túrinum saman vid Niels Holm Jacobsen og Mortani Gardshamar, dvølj- ast vit i eðrum parti við Glyvrabergs- gjógv og við Villinganos.