fríggjadagur 19. juni 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er
Nr. 114 — 19. juni 1992
Friggjadagin kl. 21.30:
Liv ella deyd
Gerandishendingarnar
Ein omma hevur vitjan av ommubørnun-
um, og tað minsta verður fyri óhappi...
Og ein onnur hending fer fram á
»alarm-centralinum«, har brúk verður
fyri hjálp. Ein telefondama kennir seg
illa — og letu seinni dettur hon um.
Fríggjadagin kl. 22.20:
Í kanningini av morðinum á Harry Field
koma Morse og Lewis tættari upp á vátt-
liga umhvervið hjá Harry. Men teir eru
eisini staddir á bonaðum gólvum í einum
harragarði.
Leygardagin kl. 20.30:
Olsenbanden da. filmur
Alt byrjar so gott. Teir sita vid svimji-
hylin å Mallorca og drekka biligt vin og
hava mappuna fulla av milliónum. Men
Olsenbandin v.fl. keda seg og leingjast
eftir regninum i Danmark. Tibetur hevur
Egon »ein plan«, og so heldur søgan
fram… Filmurin er frå 1975.
Leygardagin kl. 22.10:
Whitney Houston
28 ár gamla Whitney Houston hevur síð-
ani mitt í 80'unum verið ein av topp-
stjørnunum í altjóða popptónleiki. Hetta
er ein framfersla frá Coruna í Spanien,
har hon m.a. syngur >1'm Your Baby To-
night« og »How Will I Know«.
Sunnudagin kl. 21.00:
Sally og kærleikin
Richard og Helen skeldast, men tey
flenna at enda. Hjå Felix og Sally gongst
ikki so væl, tá ið hon sigur honum, at hon
ai Á
Helen (Lisa Harrow) og Sally (Rudi Davi-
es).
tíðindablaðið
Síða 9
er við barn. Tey skiljast í illum, og tá ið
Felix kemur heim til konuna Elizabeth,
er hon í eðini um at hann hevur gloymt,
at tey skuldu í operaina.
Mánadagin kl. 21.00:
Rock'n Roll -
byrjanin
Tað byrjaði seinast í 40-unum, men gjer-
di ikki nógv um seg fyrr enn í 1954, tá ið
Elvis Presley kom við >That's All
Right«. Vit síggja kendar rockstjørnur
sum Bill Haley, Fats Domino, Little Ric-
hard, Buddy Holly, The Everly Brothers,
Chuck Berry og Jerry Lee Lewis.
Týsdagin kl. 21.15:
Sjey brúðrar
til sjey bróður
Hin djarvi Adam (Howard Keel) vendir
aftur til heimbústað sín í Oregon saman
við brúður síni Milly (Jane Powell), sum
hann hevur funnið inni í býnum. Tey eru
nýforelskað, og Annie gleðir seg at
búgva úti á landinum — men so uppdag-
ar hon, at Adam eigur seks villar breðrir,
sum hon skal gera mat til og halda skil á.
Allir trupulleika verða leystir við sangi
og dansi í hesum musicalinum frá 1954.
Týsdagin kl. 22.55:
Få
Jørgen Schleimann og Doris Bloom
ranum i TV2
:
ørgen
Schleiman vitjar m.o. Ingålv av Reyni
Fr # 4 p
Lagt ti! rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist å tif. 15616
Hósdagin kl. 20.50:
Carol og tey
Sally Trickerson dåmar væl at lurta eftir
útvarpssendingum hjá dr. Doris Kruber.
Men ein dagin missir hon tolið við hasum
reypinum. Sally heldur at doktarin brúk-
ar meira tíð upá at tos um sína egnu bók,
enn at hjálpa lurtarum við teirra trupul-
leikum.
Hósdagin kl. 22.10: |
45 minuttir um
Ein triðingur av øllum tilkomnum kvinn-
um og tveir triðingar av javngomlum
monnum viga ov nógv. Marknaðurin er
stórur fyri klænkievni — men hjálpir
tað? Serfreðingar og nýtarar greiða frá
um tey mongu tilboðini og ávirkanina.
*: