fríggjadagur 19. juni 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 3
Háskúlin í Norðuroyum
= -
Hvitusunndag stevndi Norrøna Felagið i Norðoyum fólk til
fundar í Føgrulid, har háskúli var á sinni. Væl av limum
felagsins og óðrum komu saman henda vakra seinnapartin.
Farið varð niðan á Klakk, á gamla fundarstað háskúlans, og
haðani oman Vágslíð oman at grundunum, har háskúlin
stóð árini 1900-09.
Vit prenta í dag 2. part av fyrilestrinum, sum Tummas
Lemvig helt í Føgrulid Hvitusunnudag.
Uppskot um at
byggja
Skúlastarvsemið á Stong-
unum var meint sum eitt
fyribils royndartiltak. Ein
framtíðar fólkaháskúli
átti at hava tryggar og
semiligar umsteður, bæði
havt ið viðvíkti helis-
viðurskiftum og peninga-
ligum umsteðum. Skúlin
var stovnaður av hug-
djørvum hugsjónarmonn-
um við hjálp frá væl-
vildarfólki, sum av fullum
huga tóku undir og veittu
stuðul við vón um gróður
og menning fyri ungdóm-
in — fyri fólk og land
komandi tíð. Hetta var
einstaklingatiltak, sum
sidan kundi og åtti at fåa
almenna vidurkenning, so
at tað, eins og aðrir hå-
skúlar í ríkinum, kundi
tryggjast peningaliga. Í tí
treysti byrjaðu háskúla-
menninir starv teirra 1.
nov. 1899.
Stutta tíð eftir hetta,
tann 17. og 18. desember,
vórðu fundir hildnir í
Samkomuhúsinum. Har
hevdu fleiri menn orðið.
Jóannes Patursson legði
fyri og setti fram fundar-
evnið: Hví eru feroyingar
ikki komnir longur í fram-
gongu? — Aðrir tóku orð-
ið, t.d. Símun í Vági, A.C.
Evensen, Sam Michael
Joensen, lærari í Klaks-
vík, Gulakk Jacobsen, J.
C. Djurhuus, faktorur, og
sonur hansara Sofus Djur-
huus, lækni í Klaksvík.
Fundirnir vóru á kveldi,
og tann stóra hellin var
stúgvandi full. Báðir há-
skúlamenninir vóru við og
tóku lut í kjakinum.
Annað kveldið hevði
faktorurin stevnt saman
til fundar. Vit kunnu gita,
at tað varð gjert í samráð
við háskúlamenninar og
Símun í Vági. Faktorurin
tók orðið og kom skjótt
inn á háskúlamálið. Hann
segði fyrst sína hugsan
um tey mongu, sum fóru
av landinum á háskúlar í
Danmark. Nógv av teim-
um fingu lítið burturúr,
helt hann, tey fóru hagar
fyrst og fremst fyri at
sleppa av landinum, og
hartil fingu tey studning
frá statinum, men mong
komu ongantíð aftur, og
landið fekk sostatt einki
gagn burtur úr teimum.
Talarin mælti til, at ein
háskúla skuldu føroyingar
hava, men hann kundi ikki
haldast sum einstaklinga-
mál. Allir føroyingar áttu
at standa aftanfyri og lata
pening til at byggja eini
rúmlig og góð háskúlahús.
Tá ið tað var gjørt, helt
hann, varð tað ivaleyst, at
hesin skúli eins væl og
aðrir háskúlar í ríkinum
varð statsgóðkendur og
kundi tá tryggjast árligan
almennan studning. Fak-
torurin mælti til, at farast
mátti undir hetta mál
straks.
Háskúlin hevði tá virk-
að í knappar tveir mán-
aðir, og tað man vera iva-
leyst, at hetta mál tá var
átrokandi, ikki minst pen-
ingaliga. Skúlin mátti so
skjótt sum gjerligt fáa
fast grundarlag at virka á.
Faktorurin var ein týð-
andi maður, var sagdur at
vera hevuðsmaður í Norð-
oyum tá. Uppskot hans-
ara varð væl fagnað. Sím-
un Skarð ynskti tó at gera
greitt, at hann sum skúl-
ans stjóri framvegis
Skúlin á Frælsinum
ynskti at hava fríar hend-
ur í skúlagerningi sínum,
eins og eðrum háskúlum
var loyvt, um so kom at
vera, at uppskotið vann
frama. Símun í Vági gav
háskúlamanninum sítt
fulla viðmæli og vísti til
frískúlar aðrastaðni.
Hann takkaði faktorinum
fyri uppskot hansara há-
skúlamálinum til frama.
Fagralíðar
Fólkaháskúli
Háskúlamenninir valdu
lendið vestan fyri Vágs-
háls at seta skúlan á og
gjørdu í felag skúlans
tekning. Staðnum góvu
teir navnið Fagralíð, og
skúlan nevndu teir Fagra-
líðar Fólkaháskúla. Vágs-
bendur
og allir ognar-
menn har góvu einmælt
loyvi til byggingina.
Hetta sigur okkum, at
ikki bert Símun í Vági,
men við honum allur
bóndabýlingurin í Vági og
teirra næstringar stóðu
háskúlamonnunum við
lið, tó at reddir krtini vóru
frammi frá ymsum síðum
um, at staðið, teir hevdu
valt, var óhegligt, serliga
á vetri.
A ymsan hátt varð nak-
að av peningi fingið til
vegar, gávur og rentufrí
lán, sum varð nýttur at
keypa tilfar fyri til vind-
eygu og hurðar og at lena
monnum at gera grundir-
nar. Háskúlamenninir
vóru við í byggiarbeiðin-
um alla tíðina, og Rasmus,
sum var lærdur húsasmið-
ur, stóð fyri smíðiarbeið-
inum. Hann gjerdi vind-
eyguni vesturi í Vágum
um summarið og hurðar-
nar eisini norðuri í Klaks-
vík, har ein maður hjálpti.
Tilfarið til húsini fekst úr
Tórshavn við avtalu um,
at goldið skuldi verða, tá
ið byggilendið var fingið
til ognar frá góðsstjórnini,
sum ráddi fyri kongsin-
um. Tá kundi lán fáast frá
sparikassanum upp á hús
og grund at gjalda fyri.
Hetta gekk tó ikki so lætt,
sum vónir vóru til, tí góðs-
stjórnin sýtti fyri, at
skúlin skuldi fáa lendið til
ognar. Heldur ikki fekk
hann eina treð til tvey kú-
fóður, sum bendurnir
hevdu játtað skúlanum.
Illviljin stavaði frá tí ný-
komna fútanum L. C. T.
Engelstoft, sum bert
hevði verið fúti eitt år,
Nr. 114 — 19. juni 1992
men longu eins og fleiri
aðrir embætismenn nú var
illviljaður móti teimum,
sum teir nevndu »seperat-
istar«, t.e. teimum, sum
vórðu lagdir undir at vilja
troka alt danskt burtur úr
Føroyum og seta føroyskt
í staðin. Orðið »seperat-
isma< kom at elva nógv
ódámligt av sær í kom-
andi árum.
Skúlin varð gjerdur lið-
ugur við hjálp frá monn-
um úr Klaksvík, Kunoy og
Kalsoy, og Rasmus átti
breður, sum vóru við í ar-
beiðinum. Væl av arbeið-
inum varð gjert uttan løn.
Skúlin stóð liðugur í no-
vember, og vetrarskeiðið
kundi byrja 28/11 1900.
Sparikassin var heldur
trekur at játta lán, og há-
skúlamenninir vóru nú
komnir í skuld. Sekt varð
um studning, og nakað av
peningi varð veittur, men
tó so lítið, at tað munti
einki. Roynt varð av stuðl-
um skúlans við t.d. basari
0.ø. at halda skúlan gang-
andi, og við ótrúligum
seiggi og úthaldni eydn-
aðist hetta. Tá ið ein tíð
var liðin, varð avrátt at
gera skúlan til ein sjálv-
eigandi stovn. Farið var
undir at savna pening inn
um alt landið. Símun í
Vági hjálpti Símuni av
Skarði við hesum her
norðuri, meðan Rasmus
fór út um landið og fekk
saman við hjálparmonn-
um savnað pening saman
ella fekk fólk at seta seg
fyri gávur, sum koma
skuldu seinni. Tey, sum
lótu pening, fingu rætt til
at vera við at velja eina
stjórn fyri skúlan. Í hesa
stjórn komu, umframt há-
skúlamenninar, Símun í
Vági, Jóannes Patursson
og A. C. Evensen. Símun í
Vági sat sum nevndarlim-
ur til 1910, A. C. Evensen
til sín deyð í 1917 og
Jóannes Patursson til
1942. Skúlin gjerdist
sjálveigandi stovnur í
1904.
Skúlin hevði tað trongt
peningaliga, men sum tað
skilst, fingu næmingarnir
nakað av studningi og
skúlin eisini, tó eftir um-
sókn á hverjum ári. Til-
takið at savna pening um
alt landið og gera skúlan
til sjålveigandi stovn
mundi lætta um skuldina
fyri skúlahúsini. Hesi hús
vóru 12X20 alnir.
Bókmentir o.a.
úr Føgrulid
Meðan háskúlin stóð í
Føgrulid, kom væl av bók-
mentaligum tilfari fram
haðani. Um aldaskiftið
vóru, sum øll vita, bert
fáar bøkur til á føroysk-
um. Í trý ár frá 1903 kom
til jóla >Jóla- og Nýggjárs-
bék«, sum Símun stóð
fyri. Í hesum bókum finna
vit rithevundar, sum tá og
seinni gjørdust kendir og
royndust feroyskum máli
grundstuðlar í skúla og
kirkju: H. A. Djurhuus, J.
Dahl, A. C. Evensen, S.
M. Zachariassen og Sím-
un Skarð. Har eru eisini J.
H. O. Djurhuus, Kvívíks-
Jógvan, Anna Sofía á Ríp-
uni og Rasmus Rasmus-
sen. Feroyskir lestrar og
sálmar komu her millum
manna. Símun bæði yrkti
sjálvur og týddi sálmar,
sum gjerdust fólksins
ogn. Somuleiðis komu
sangir har, sum eru mill-
um teir kendastu. — Í
1904 kom sjónleikurin
VÁR eftir Símun, og frá
1907 komu UNGU FØR-
OYAR út, sum hann sam-
an við Símun Paula úr
Konoy gav út fyrsta árið,
síðan einsamallur til 1910
og aftur tvey ár 1914—15.
Rasmus skrivaði Fer-
oya fyrstu skaldsøgu, sum
kom út í 1909. BÁBELS-
TORNIÐ og smásegu-
savnið = GLÁMLÝSIÐ,
sum kom út í 1912, vórðu
skrivaðar í Føgrulid. Hes-
ar bøkur gingu fyrst sum
undanskurður gjøgnum
Tingakross. Á sama hátt
skrivaði hann skúlabókina
PLANTULÆRA, sum
kom út í 1910. Nakað um
somu tíð skrivaði hann
vær aðrar bøkur. HØVD-
GAR HITTAST, ið er
sjóu."ikur, stóð fyrst i
TINGAKROSSI í 1910—
11 og er skrivaður norðuri
á Skarði. Hann kom út í
bók í 1928. Hin bókin eit-
>>