leygardagur 20. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvat vilja vit
við Sjúkrahús-
verkinum !
SJÓNVARPIÐ visti hóskveld-
ið at siga frá, at landsins
størsta sjúkrahús — Lands-
sjúkrahúsið — fer at stongja
fleiri av deildum sínum, bæði
í summar og í heyst skal tað
klára seg við verandi játtan.
Sparingarnar á sjåkrahusøki-
num, saman við nýggjum út-
reiðslum, so sum til arbeiðs-
loysistryggingina gera, at tað
ber ikki til, at fáa endarnar at
røkka saman, uttan so, at
virksemið á sjúkrahúsinum
verður nógv minkað. Vit hava
so eisini frætt, at hini bæði
sjúkrahúsini hava ilt við at
klára seg við verandi játtan-
um. Og tað fer so helst eisini
at ávirka tænastustødid.
VENDINGIN — sjálvandi
mugu øll spara — er vorðin
ein nógv tugd kliché. Tað
sýnist sum fleiri okkara — og
tað serliga politikararnir —
hava heilt gloymt, hvørjar av-
leiðingarnar eru av at fremja
sparingar, tá talan er um spar-
ingar fyri sparingar skyld. Vit
minnast, hvussu undanfarna
landsstýri byrjaði sín spari-
politikk, nevnilig aeftir plenu-
klipparametoduni, t.v.s. at
skerjingar skuldu fremjast
javnt yvir tað heila, uttan at
hugt varð eftir, hvussu hesar
fóru at raka.
TAÐ er eisini okkara hugsan,
at alt samfelagið má spara so
ella so. Men spurningurin er
bara ikki so einfaldur. Tað er
nevniliga lítil dugur í at reka
ein miðvísan sparipolitikk í
samfelagnum, er hesin ikki
tengdur at iløgupolitikkinum
og einum heildarpolitikki á
økinum. Og her er sjúkrahús-
ekið eitt gott dømi. Nú er tað
sum at rætta hundi brand,
byrjar tú at røra við spurning-
in: er tað rætt og hava vit ráð
til at varðveita og útbyggja
trý nútímans sjúkrahús, í so
lítlum samfelag og serliga í so
ringum tíðum! Hetta er kan-
ska ein hin eymasti spurning-
urin í flest ollum flokkum, ti
politikararnir, sum umboda
tey try økini, har sjåkrahus i
dag eru, vilja ikki hoyra talan
um, at »teirra« sjúkrahús skal
minka um sitt virksemi, at
tad skal gera færri iløgur enn
hini, at tad skal hava minni
nútímans útgerð enn hini
o.sfr. Politikkurin hevur verið,
at hevur eitt sjúkrahús fingið
hetta, so skulu hini hava
hatta. Ein felags politikkur
hevur verið á økinum, ein
politikkur, sum miðjar ímóti,
at vit skulu ikki neyðturviliga
hava trý supersjúkrahús, men
at vit skulu hava eitt — EITT
— gott sjúkrahúsverk.
HETTA landsstýrið hevur víst
á, at ein av størstu uppgávun-
um restina av valskeiðnum
verður at leggja saman og
rationalisera almennar stovn-
ar, fyri harvið m.a. at minka
um raksturin. Og vit hava av
og á hoyrt tosað um, at tað
m.a. á sjúkrahúsgkinum er
tørvur á stórri samarbeiði,
samanlegging o.sfr. Eingin
tosar um, hvørja tænastu vit
ynskja, at eitt framtíðar for-
oyskt sjúkrahúsverk skal
veita øllum føroyingum. Tos-
að verður harafturímóti um,
hvat skal gerast í Havn, hvat í
Klaksvík og hvat í Suðuroy.
OG TAÐ er einki dulsmál, at
tað leingi hevur verið stríð
millum sjúkrahúsini, ella rætt-
ari millum sjúkrahússtýrini,
sum øll hvor i sær vilja verja
sítt sjúkrahús. Hetta kann ein
væl skilja, men tá tað verður
tosað um at fáa sum mest
burturúr íløgunum og bara
fremja tær, sum eru mest
neyðugr, og tað verður tosað
um at fremja samanleggingar
og rationaliseringar innan tað
almenna, við tí fyri eyga, at
spara í rakstrinum, hví torir
so eingin at nema við spurn-
ingin, hvat tað fer at kosta
okkara samfelag bæði í peng-
um, men eisini í vánaligari
tænastu, at hava trý nútím-
ans sjúkrahús koyrandi!
EIN KANN so siga, at tað, at
vit hava trý sjúkrahús er net-
tup tekin um eina góða tæn-
astu, men hugsa vit nærri um
tað, so er tað jú ikki satt, tí tá
íløgurnar skulu býtast og
peningurin, sum er tekur til
raksturin somuleiðis yvir trý
sjúkrahús, so verður minni í
part og harvið verður einki av
sjúkrahúsunum ført fyri at
veita eina nóg góða tænastu.
Og hetta síggja vit nú, tá tær
mongu sparingarnar skuiu
fremjast. Ístaðin fyri at síggja
sjúkrahúsini sum eina heild
og fremja sparingar út frá ein-
um sjónarmiði um, at sjúk-
lingurin skal fáa sum mest
burtur úr skattapengunum,
so verða sjúkrahúsini eyg-
leidd sum tríggjar sjålvstød-
ugar eindir, ið hvør sær skal
spara so og so nógv.
VIT fara helst í komandi tíð at
hoyra nógv til avleiðingarnar
av sparingunum á sjúkrahús-
økinum og tað serliga á
landssjúkrahúsinum, sum er
okkara meginsjúkrahús, við
teimum mest týðandi funkti-
ónunum. Tað, sum undrar
okkum, er, at vit hoyra lítið
og einki til tey, ið hava
ábyrgd av sjúkrahúsviðgerð-
ini og -rektini. Hvat siga leið-
andi sjúkrasystrar og læknar
og fakfeløg teirra til gongd-
ina á sjukrahåsøkinum!
Hvussu fara sparingarnar og
politikkurin á øllum sjúkra-
håsøkinum sum heild at
síggjast aftur í sjálvari við-
gerðini og røktini av sjúkling-
unum! Tað ljóðar so
»ein-
falt«, at nu verda deildir
stongdar so og so ofta, men
hvørjar veruligu avleidingar-
nar verða av hesum, hoyra vit
lítið og einki um. Og hetta
áttu politikarnir og landsins
myndugleikar at fingið at vita
meiri um.
TÁ orðaskiftið hevur tikið
seg upp um sjúkrahúsini í
Føroyum, hevur tað verið
merkt av ósakligum og sera
hvassorðaðum úttalilsum
eins væl og greinum í blødun-
um. Innihaldið í hesum orða-
skifti er m.a. um tað er rætt at
hava trý sjúkrahús í einum
landi við 47.000 íbúgvum, tað
snýr seg um í hvussu stóran
mun landssjúkrahúsið í fram-
tíðini skal vera okkara megin-
sjúkrahús, tað snýr seg um
hvørjar sergreinar tey smær-
ru sjúkrahúsini skulu hava.
tað snýr seg um vit skulu
hava trý sjúkrahús á jøvnum
føti, um smærri sjúkrahúsini
heldur áttu at virka sum
skaðastovur o.sfr.
VIT kunnu vera ymisk á máli í
hesum spurningum, men eitt
eiga vit oll at vera samd um,
og tað er, at vit vilja hava sum
mest fyri pengarnar, og tað er
júst tað, sum spurningurin í
framtíðini fer at snúgva seg
um: fara vit at fáa sum mest
fyri pengarnar við at varð-
veita og útbyggja øll trý sjúk-
rahúsini javnbjóðis — og hvat
vilja vit við sjúkrahúsverki-
num nú vit nærkast ár 2000!
HETTA eru spurningar, sum
fleiri ferðir eru reistir her í
blaðnum og tá tað sýnist
sum, at tað als einki orða
skifti er um hesi mál í dag, so
vilja vit fegnir enn einaferð
minna tey mongu avvarðandi
bæði starvsfólk, feløg og po-
litikarar á hetta. Spurningurin
er rætt og slætt: hvat verður
foroyska sjúkrahúsverkið
ført fyri at veita av tænastum
í framtíðini, skal verandi
gongd við trimum sjúkrahús-
um á høgum stødi, í nógvum
frum við somu funktiónum
og útgerð halda fram!
A É||———||——
eee
SE