leygardagur 20. juni 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 115 — 20. juni 1992
tíðindablaðið
Kiropraktor til Føroya
Síða 3
Lekir alt fra eksem
til pinu I rygginum
-Føroyingurin Oli i Sjúrðagarði arbeiðir í Svøriki sum kiro-
praktor, og hann hevur fingið góða umtalu í bløbunum. Í summ-
ar fer hann at arbeiða eitt stutt tíðarskeið í Føroyum
Óli í Sjúðragarði er út-
búgvin kiropraktor á ein-
um av teim viðurkendastu
kiropraktorskúlunum í
USA og her hevur hann
fingið góðan førning.
Kiropraktorútbúgving-
in seinastu árini er meira
frísinnað og ein hevur
betri møguleika fyri at
spesialisera seg, hon er
ikki so konseravtiv sum
fyrr, sigur Óli í Sjúrða-
garði.
-Eg fari at arbeiða í
Føroyum eina viku í sum-
mar frá 25. juli til 2
august. Eg havi leigað
mær hølir i Havn og har
skal eg arbeida, sigur Oli i
Sjúrðagarði.
Eksem
Óli hevur eina klinikk í
Svgríki, og til hesa koma
fólk langvegis fyri at fáa
heilsubót. Annars ferðast
hann eisini í Svgríki og
viðgerð fólk. Hann er
vorðin kendur fyri at
kunna hjálpa fólki við
allergi, eitt nú psoriases
Hendan hjálpin er
einfald, hon gongur út
uppá at finna útav hvat
hesi fólk eru viðkvom
yvirfyri. Eini ráð sum eg
plagt at gera er at fáa fólk
at eta meira fisk, og
livralysi og gera hetta
1
tablettir. Eis
sdMman
ni royni eg al
broyta javnvågina i kropp-
inum, og hetta hevur
hjálpt fólkið sera væl,
sigur Óli í Sjúrðagarði.
4 b Storno
--tín trygd fyri góðsku!
H. ”. Michelsen
Handan á 6, Tórshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045
Óli i Sjúrðagarði kemur til Føroya seinast í næsta mánaði
Hjålpir øllum
Oli hevur enn ikki lyst i
svenskum blødum um sitt
virksemi, men hansara
úrslit hava spurst víða um.
--Eg havi nógmikið at
gera og fólk koma til mín
við gllum trupuleikum,
eitt nú høvudspinum
óregluligari mánasjúku,
svampainfektiónum,
nakka og
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persénlig
ryggjatrupuleikum.
Umleið helvtin av
mínum sjúklingum hava
allergitrupuleikar og tá eg
viðgerði eina sjúku, so
hyggi eg ikki bert eftir
sjúkuni, men eftir kropp-
inum sum heild, tað snýr
seg um at hava javnvåg í
øllum, sigur hann.
Fekk hoyrnina aftur
Ein maður í Svøriki kom
tl Ola við trupuleikum í
nakkanum Maðurin
hoyrdi eisini illa og nýtu
hoyriapparat. Tá hann var
liðugt vidgjørdur kundi
hann eisini leggja hoyri-
apparatið frá sær og hevur
tað gott í dag.
Aftaná viðgerð ganga
fólk ul kanningar og
eftirvidgerd, um tey ikki
gerast heilt frísk.
jústinus
Fáa nú sild
Sildin stendur tættari nú
Sildabátarnir fáa nú sild. Bátarnir landa regluliga. Í
fyrradagin var Skúvanes Í Nólsoyarfirði við 85
tonsum. Hann var aftur í gjár við 130 tonsum, hesi
vórðu landaði í Vági
Norðborg og Chr. í Grótinum vóru eisini og
landaðu í gjár. Teir landaðu til russisku skipini í
Nólsoyarfirði. Nordborg hevði 200 tons og Chr. í
Grótinum 220 tons. Í Vági landaði eisini Finnur
Fríði, tað er fyrrverandi Nýborg, 40 tons. Og
Tróndur í Gøtu 130 tons
Fýra russisk skip eru nú i Føroyum «
sild
g taka í MOL
justinus
Kærkomin
kvota
eystanfyri
Sáttmálin millum russar og føroyingar um
handilssamband fer næu spakuliga at virka.
Samráðingar hava verið millum russisk feløg og
føroyingar og helst í næstu viku verður
undirskrivaður ein sáttmáli um eina kvotu uppá 7000
tons.
Tað er Reiðarafelagið, sum skal umsita kvotuna og
tey 7000 tonsini skulu býtast millum teir stóru
verksmiðjutrolararnar, Skálaberg, Sundaberg,
Enniberg, og Vesturvón. Eisini kann koma uppá tal
at Nónhamar, Skálaberg 1 og Antuut, um hann
kemur aftur undir føroyskt flagg, fáa burturav
kvotuni.
jústinus