hósdagur 17. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 16. apríl 2003
15
Hon hevur fleiri kon-
sertir um dagin og
fríggjadagin var hon
við til at savna yvir 40
milliónir inn til offr-
ini fyri krígnum í
Irak
STJØRNUSKOT
Áki Bertholdsen
Tað gongur við fullari ferð
hjá Gurðun Jacobsen.
Eftir at hon fór aftur til
Danmarkar hósdagin, hev-
ur hon verið á konsertferð
runt um í Danmark.
Og danir hava rættiliga
tikið hana til sín, tí allastað-
ni er stúgvandi fult av fólki.
Onkustaðni hava tað verið
eru upp ímóti 5.000 fólkum
og lurta.
Tey fáa eisini ein hóp av
ummælum, og tað er næst-
an ikki dagur, at ikki okkurt
blað skrivar um tey.
Men umrøðurnar hevur
Guðrun ikki lisið sjálv.
– Eg havi ikki tíð at lesa
bløðini, men onkur er, sum
savnar alt saman so vit
seinni fáa lisið alt tað, sum
bløðini hava skrivað.
Hon er á hesi konsert-
ferðini saman við teimum
sum blivu nummar tvey og
trý í Stjerne for en aften og
fagnaðurin er stórur alla-
staðni har tey koma.
Men alt gongur so skjótt
fyri seg, at tað gongur nóg
illa at sansa hvar tey eru. Í
hvussu so er mintist hon
ikki, hvussu øll plássini
nevndist, sum tey høvdu
sungið í og hon hevði held-
ur ikki fingið við, hvar
næsti steðgur skuldi vera.
Men hetta er so fyrimun-
urin við at hava onkran,
sum leggur alt til rættis so
tann partin av ferðini nýtist
teimum als ikki at hugsa
um.
– Eg fylgi bara við, sigur
hon.
Tá ið vit hittu hana á máli
á miðdegi týsdagin, sótu
tey øll í einum bussi á veg á
næstu konsertina. Men,
hvar hon skuldi vera, hevði
hon ikki fingið við.
Hóast tað er strævið, har
onkuntíð tríggjar ella fýra
konsertir eru á skránni í
dagin, stórtrívist Guðrun í
hesum lívinum.
Føldist gott
Fríggjakvøldið var eitt ser-
ligt upplivilsi, tí tá var hon
við í arbeiðnum at savna
yvir 40 milliónir inn til
offrini fyri krígnum í Irak.
– Tað føldist øgiliga gott.
Tað føldist gott at vera við í
einum góðum tiltaki og tað
var eisini øgiliga gott at
standa á palli aftur í Forum.
Men tað var øðrvísi enn á
finaluni í Stjerne for en
aften, tí hesuferð vóru ongi
føroysk fløgg at síggja og
tað var nú eitt heilt serligt
upplivilsi at síggja øll tey
føroysku fløggini og at vita
sær, at tað vóru so nógvir
føroyingar til staðar.
Men tað skerst ikki burt-
ur, at í Forum hetta kvøldið
var hon í fínum selskapi, tí
har vóru nøkur av størstu
nøvnunum í donskum tón-
leiki. Nevnast kunnu so-
leiðis hissini, Sort Sol,
Brøðirnir Olsen, Sanne
Salomonsen, Savage Rose
og onnur.
– Tað var eitt sindur und-
arligt hjá mær at vera í
stovu saman við øllum hes-
um kanónunum og eg føldi
meg eitt sindur lítla í fyrst-
uni. Men tað gekk ikki so
leingi, so kom eg at práta
við fleiri av teimum og tey
vóru virkuliga fitt fólk, so
tað var skjótt at eg fekk tað
nógv betri.
Ein serligan tokka hevur
Guðrun fingið til Sanne
Salomonsen.
– Hon er eitt fantastiskt
menniskja. Hon segði við
meg, at eg hevði eg brúk
fyri góðum ráðum, ella fyri
onkrum at tosa, skuldi eg
altíð verða hjartaliga væl-
komin at tosa við hana, tí
hon skuldi hjálpa mær alt
hon kundi.
– Sanne Salomonsen er
sanniliga ikki hvør sum
helst, so tað var stórt at fáa
at vita. Hon hevur fingist
við tónleik í eitt manna-
minni, so hon kann skjótt
blíva hent í ávikum, sigur
Guðrun.
Men hon hitti eisini Ol-
sen-Brøðurnar, onkran í
Eye Q, Sashu Dupont og
onnur og tey vóru øll fitt og
løtt at práta við.
Fríggjadagin fer hon til
Malta at ferðast í átta dagar
og tað var ein partur av
vinninginum.
Ikki nervøs
Tey, sum hava sæð Guðr-
una í sónvarpi hava lagt til
merkis, hvussu rólig hon er.
Hóast hon bara er 20 ára
gomul, er hon still og sátt-
lig og svarar skilagott og
umhugsað uppá teir spurn-
ingar hon fær og tykist ikki
serliga nervað av øllum
hóvastákinum.
Vit spurdu hana, um hon
als ikki er nervøs.
– Ikki fyri at syngja fyri
áhoyrarum. Men tað er eitt
sindur verri, tá ið eg skal
tosa nógv, tí tað liggur ikki
til mín. Eg var heilt oyði-
Gongur við fullari ferð hjá Guðruni
Tað hevur gingið við fullari
ferð hjá Guðruni, síðani hon
fór aftur til Danmarkar og
hon heldur einar tríggjar,
fýra konsertir um dagin.
Men í næsta mánað kemur
hon til Føroya at hava tvær
konsertir.
Framhald á síðu 11
15
14
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Í Washington verður
vanliga sagt, at vilt tú
vita, hvat amerik-
anska stjórnin ætlar
og fyrireikar, skalt tú
lesa vikublaðið
Weekly Standard. Er
hetta eftirfarandi, er
Irak ikki tað einasta
amerikanska málið í
Miðeystri.
Árni Joensen
Síðani 1997 hevur Weekly
Standard roynt at eggja til
eitt amerikanskt hernaðar-
átak ímóti Irak. Nú kríggið
ímóti
Saddam
Hussein
nærkast endanum, mælir
blaðstjórin, Fred Barnes,
Hvítu Húsunum frá at
steðga á.
Forsetin og menn hansara
eiga at nýta tann sálarfrøði-
liga aldukambin, sum USA
ríður á í løtuni, til at leggja
trýst á onnur lond í sam-
bandi við yvirgang og hóp-
oyðingarvápn, skrivar blað-
stjórin. Sum eitt dømi
nevnir hann Sýrialand.
Eyðkennið hjá nógvum
av teimum sonevndu ný-
konservativu amerikanar-
unum er, at teir krevja ein
meiri virknan amerikansk-
an uttanríkispolitikk. Hann
skal bera bráð av kon-
servativum virðum, men
skal ikki aftra seg við at
bjóða tí skipaða heiminum
av. USA skal við sínari
sterku hermegi verða eina-
ráðandi á Jørðini. Tað er
sambært teimum nýkonser-
vativu eisini tað besta fyri
allar partar, tí í veruleikan-
um vilja øll fegin ættleiða
ta
amerikansku
heims-
áskoðanina, siga teir.
"Fær til hús, ST"
At verja Ísrael er eitt av
meginmálunum hjá teimum
nýkonservativu. Varastjórin
á tíðindadeildini hjá Weekly
Standard, Victorino Matus,
sigur, at nógv fólk siga
blaðið vera likudistiskt og
sipa við tí til Likud-flokkin
hjá ísraelska forsætisráð-
harranum, Ariel Sharon.
- Nógvir av teimum ný-
konservativu eru jødar og
trúgva upp á hugsjónina um
eitt jødiskt heimland, sigur
hann.
- Vit taka undir við krígn-
um í Irak, ikki júst tí at
landið er ein álvarssom
hóttan ímóti friðinum í øk-
inum, men heldur tí at fólk-
ið har hevur liðið undir ein-
um harðrendum stýri. Vit
fara at bera so í bandi, at
Bush-stjórnin heldur fram
við sínari verkætlan, eftir at
sjálvt kríggið er liðugt,
sigur Victorino Matus.
Weekly
Standard
er
ímóti, at ST skal leggja seg
útí, hvussu Irak verður
skipað og rikið aftan á
kríggið. Nú um dagarnar
hevði blaðið eina grein við
yvirskrivtini "ST, fær til
hús", og í greinini varð
heimsfelagsskapurin mett-
ur sum ein hóttan fyri ætl-
anina at skipa Irak sum eitt
vælvirkandi samfelag, ið
skal byggja á tey røttu mor-
alsku grundvirðini.
- Vit royna at fáa fólk at
skilja, hvussu fólk í Mið-
eystri hugsa. Har hevur
styrki størri viðurkenning
enn veikleiki. Í okkara eyg-
um er Ísrael er lýsandi
dømi um demokrati í økin-
um, sigur Matus.
Stuðul frá Murdoch
William Kristol hevur verið
drívmegin aftan fyri Weekly
Standard, síðani blaðið kom
út á fyrsta sinni miðskeiðis í
nítiárunum. Hann fór undir
útgávuna, tí hann helt tað
vera neyðugt, at teir nýkon-
servativu fingu sítt egna blað
heldur enn at halda seg til
tað
gamla
konservativa
National Review. Saman við
einum øðrum stigtakara
vendi hann sær til avstralska
fjølmiðlakongin
Robert
Murdoch og bað hann um
hjálp Tað sigst, at Murduch
læt stigtakarunum smáar 30
milliónir krónur uttan at seta
blaðnum stórvegis treytir.
Hetta seinasta var kanska
heldur ikki so løgið, tí Mur-
doch var samsintur við teim-
um nýkonservativu.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at teir, sum skriva
Weekly Standard, eru hegn-
ismenn við penninum. Í
hvussu er ein teirra, Robert
Kagan, vakti ans í Evropa í
fjør, tá hann í einari grein
lýsti USA og Evropa sum
tveir heimspartar, sum í
veruleikanum áttu at verið á
hvør sínari gongustjørnu. Í
hansara eygum er Evropa
tann lagaliga og varisliga
Venus, meðan USA er tann
viljasterki og stríðshugaði
Mars.
Mæla til fleiri krossferðir
UTTAN ÚR HEIMI
Eiga at umhugsa tiltøk ímóti Ísrael
-Tað er dupultmor-
alur at seta revsa Irak
við tiltøkum, men
ikki Ísrael, heldur
fyrrverandi norski
forsætissráðharrin,
Torbjørn Jagland,
sum nú er formaður í
uttanríkispolitisku
nevndini hjá Stór-
tinginum.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
- At lond gera av at fara í
kríggj við Irak fyri at fáa
eitt annað stýri í landinum,
men einki gera fyri at skipa
eitt palestinskt ríki fer bert
at gera vreiðina uppaftur
størri, sigur Torbjørn Jag-
land, sum heldur, at ST
eigur at leggja uppí fyri at
noyða
Ísrael
at
halda
gjørdar samtyktir.
- Eg veit væl, at hetta er
eitt eymt mál, men eftir
mínari hugsan áttu tær
samtyktirnar, sum galda
ísraelsmenn og palestinar,
at verið lagdar undir grein
sjey í ST-sáttmálanum, so-
leiðis at tiltøk kunnu koma
upp á tal. Á tann hátt hevði
trygdarráðið fingið møgu-
leikan at sett í verk tiltøk,
sum kundu gjørt enda á
hersetingini og fingið eit
palestinskt ríki skipað,
sigur hann.
Torbjørn Jagland vísir á,
at seinastu tólv árini hevur
Irak liðið undir búskapar-
ligum revsitiltøkum, og nú
er landið rakt av kríggið, tí
USA heldur ikki, at irakar
gera eftir samtyktunum hjá
ST. Harafturímóti er Ísrael
sloppið undan tílíkum til-
tøkum, sjálvt um landið
hevur brotið ST-samtyktir-
nar, sum hava álagt land-
inum at taka seg aftur av
teimum hersettu økjunum á
Vestara Áarbakka, í Gaza-
geiranum og á Golan-
herunum.
- Eg legði til merkis, at
bretski uttanríkisráðharrin,
Jack Straw, herfyri segði, at
Vesturheimurin hevur havt
eina dupultmoralska hugs-
an, tá tað snýr seg um Mið-
eystur. Eg eri samdur við
honum í, og vit mugu gera
nakað við hetta. Vit mugu
javnseta ST-samtyktirnar
um Ísrael og palestinarar-
nar við samtyktirnar um
Irak, sigur Torbjørn Jag-
land.
Hann sigur, at á tann hátt
hevði
Vesturheimurin
sloppið undan skuldseting-
um um, at hann ger mun á,
hvat land tað snýr seg um,
og at Vesturheimurin ikki
vendir sær ímóti muslimun-
um, men roynir at skapa
frið í frælsi í økinum.
- Men hetta letur seg ikki
gera uttan at loysa tann pal-
estinska spurningin. Hann
úlmar alla tíðina, og hann
er ein meginorsøk til ein
stóran part av yvirgangin-
um, sum vit hava sæð. Tí
arabarar
og
palestinar
kenna tað, sum at Vestur-
heimurin ger mun á Ísrael
og arabisku londunum. Í
teimum fátæku palestinsku
flóttafólkalegunum,
har
fólk eru statsleys og eingi
rættindi hava, veksur vreið-
in um hendan dupultmoral.
- Amerikanarar halda
kanska, at teirra makt kann
ræða
muslimarnar.
Eg
vænti, at úrslitið sum frá
líður verður tað øvugta, og
at vreiðin fer at veksa. Ser-
stakliga tí einki verður gjørt
fyri at loysa ta ósemjuna,
sum úlmar niðri undir alla
tíðina, nevnliga ósemjan
millum ísraelsmenn og pal-
estinar, sigur Torbjørn Jag-
land við norska útvarpið.
Torbjørn Jagland: - Í tólv ár hevur Irak liðið
undir revsitiltøkum og er nú rakt av kríggi, tí
USA heldur, at iarakar gera ikki eftir sam-
tyktunum hjá ST. Harafturímóti er Ísrael
sloppið undan tílíkum tiltøkum, sjálvt um
landið hevur brotið ST-samtyktirnar um at
taka seg aftur av teimum hersettu økjunum á
Vestara Áarbakka, í Gaza-geiranum og á
Golan-herunum.
C
M
Y
K
14