hósdagur 17. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Nr. 75 - 16. apríl 2003
17
Páskaaftan fylla tvey
smá undur í Havn eitt
ár. Læknarnir søgdu, at
Rasmus og Emil høvdu
50% møguleika at klára
tað. Men í hesum
døgum gera takksomu
foreldur teirra klárt til
fyrsta føðingardagin
FØÐINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
Tað stóð ongantíð í bløðun-
um, at Rikke og Jens Pauli
høvdu fingið tvíburðar. Tað
datt niðurfyri í stríðnum
fyri at hóra undan. Rasmus
og Emil komu til verðina
13 vikur ov tíðliga og vig-
aðu bert 1900 gram til-
samans.
Rasmus kom fyrst; hann
vigaði 970 gramm og var
39 cm langur. So kom
Emil, sum var 37 cm. og
vigaði 930 gramm.
Hesir smáu, sum ikki
vigaðu so frægt sum eitt
kilo hvør, upplivdu nógv
teirra fyrsta samdøgur. Í
skundi og mitt á nátt vórðu
teir fluttir við tyrlu vestur í
Vágar, har sjúklingaflogfar
bíðaði teimum og flutti teir
til Danmarkar.
Teir sluppu ikki, sum
nýføðingar flestir, at liggja
í friði hjá mammuni. Sam-
an við pápanum, Jens
Paula, sum fór einsamallur
niður við teimum, vórðu
teir innlagdir á Odense
Universitets sjúkrahús.
Men áðrenn teir fóru
longu leiðina til Odense,
vórðu teir doyptir á sjúkra-
húsinum í Havn.
Dagin eftir fór Rikke við
ferðaflogfarinum niður til
synir sínar. Hon slapp ikki
við í sjúklingaflogfarið, tí
læknar og sjúkrasystrar
høvdu úr at gera við at taka
sær av Rasmusi og Emil.
Kundu einki sjálvi
Vit lata Rikke greiða frá:
Fyrsta tíðin á hospitalin-
um var hørð, og eg kendi
tað, sum gekk eg við síðuna
av mær sjálvari.
Tað var ein rættiligur
skelkur fyri meg at fáa tveir
so lítlar dreingir. Teir vóru
so smáir sum dukkur og
líktust ikki nýføðingum,
sum eg fyrr hevði sæð. Eg
var heldur ikki fyrireikað
upp á at skula verða
mamma so skjótt. Alt hetta
gjørdi, at tað var ringt hjá
mær at knýta meg til
dreingirnar.
Men
sjúkrasystrarnar
dugdu sera væl at síggja,
hvat vit høvdu brúk fyri.
Tær lærdu okkum at njóta
ein dag í senn saman við
dreingjunum.
Tær hjálptu okkum eisini
at síggja, at hesir lítlu skap-
ningarnir vóru børn, hóast
teir sóu so vesaligir út.
Allir mínir dreymar um
at blíva mamma fóru
kanska
ikki
at
verða
veruleiki - og kanska fóru
dreingirnir at verða tiknir
frá okkum aftur.
Vit kendu okkum full-
komiliga hjálparleys. Tað
einasta, vit kundu gera, var
at taka okkum av dreingj-
unum, biðja til Gud, eta og
sova.
Viðhvørt helt eg, at eg fór
ongantíð at verða glað aft-
ur. Men tað stóra arbeiðið,
sum starvsfólkið á sjúkra-
húsinum legði í fyri at fáa
okkum at síggja tað posi-
tiva, hjálpti okkum gjøg-
num fyrstu sera strævnu
tíðina.
Starvsfólkini vistu, hvat
tey høvdu við at gera, og
tað gjørdi, at vit kendu
okkum trygg. Vit vistu, at
dreingirnir vóru í góðum
hondum.
Vit kunnu bara bera
sjúkrahúsverkinum, bæði
her heima og í Danmark, alt
tað besta.
Nógv at gleðast um
Rasmus og Emil høvdu
lívsmót, men teir komu ikki
lætt ígjøgnum fyrstu tíðina.
Tað var hart fyri Rikke og
Jens Paula at síggja, hvussu
teir blivu "prikaðir" og alt
tað, sum mátti til, fyri at
hesum báðum smáu skuldi
verða lív lagað.
Tað vísti seg, at høvdu vit
tveir góðar dagar, har tað
gekk framá, so byrjaði aftur
at ganga afturá. Men so við
og við gjørdust teir góðu
dagarnir við yvirlutan.
Tær fyrstu 6 vikurnar var
Jens Pauli niðri hjá Rikke
og dreingjunum. Tí kom
hann at uppliva synir sínar
liggjandi í kuvøsuni so
pinkulítlar. Rikke heldur, at
hetta man vera tað nærm-
asta, ein pápi kann koma
einum barnsburði.
- Vit vóru ótrúliga hepp-
in, og vit eru ógvuliga
takksom, siga Rikke og
Jens Pauli, sum nú rokast til
føðingardagin leygardagin.
Eftir røttum áttu Rasmus
og Emil ikki at verið meiri
enn 9 mánaðir gamlir í dag.
Tað sær ikki út til, at
tvíburðarnir hava fingið
mein av at koma í verðina
so nógv ov tíðliga. Hóast
foreldur teirra enn kunnu
vera eitt sindur bangin um
dreingirnar, so fyllir tað
ikki so nógv í gerandis-
degnum.
- So lítlir og vesaligir teir
vóru, kláraðu teir tó at
koma fyri seg. Vit eru glað,
takksom og errin. Leygar-
dagin fara vit at halda
stóran føðingardag - og vit
hava nógv at gleðast um,
siga Rikke Larsen og Jens
Pauli Petersen.
Læknarnir søgdu fimmti prosent
Páskaaftan fylla Rasmus og Emil eitt ár. Tá teir sóu dagsins ljós, fyri einum ári síðani, vigaðu teir ikki eitt kilo hvør. - Vit eru glað, takksom og errin, siga foreldur teirra, Rikke og Jens Pauli
Mynd Jens K. Vang
C
M
Y
K
17
16