Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 75 - 16. apríl 2003 Nr. 75 - 16. apríl 2003 19 ikki til. Men hann fekk tó møgu- leika til at tosa við nøkur av starvsfólkunum í fyritøkuni um nøkur hugtøk, sum vit nýta nógv her í vestur- heiminum, men sum eru tabu í Kina. Til dømis mannarættindi, demokrati og viðurskiftini millum USA og Kina. – Tá eg spurdi tey, hvat tey hugsa, tá tey hoyra um USA í dag, svaraðu tey ivingarleys: »Heimsins politi«, greið- ir Beinur frá. Hann sigur eisini, at hann mangan var í kjaki við tey um talufræls- ið. Men hvørja ferð bleiv hann møttur við sama svari. Tey spurdu hann, hvat ein kinverji í dag ikki kann, sum ein vesturlendingur kann, so longi tey halda seg innan fyri lógarinnar karm- ar. Tá Beinur vísti á, at tey ikki kundi trúgva tað, tey vildu ella siga tað, tey vildu ímóti kinesisku stjórnini, svaraðu tey, at tað kundu tey gott. Ein segði »Eg kann trúgva tað, eg vil og hava mínar meining- ar um stjórnina, men eg lati bara vera við at siga tað hart.« Beinur heldur, at tað er torført hjá einum vestur- lendingi at skilja ein asiat- ara. Tað kann tykjast sum um vesturlendingar taka synd í kinverjum, men tað heldur Beinur ikki er nøkur orsøk til tað. – Vit hava fingið eina nokk so skeiva mynd av Kina. Øll hugsa bara hatta læsta, kommunistiska land- ið, sigur Beinur og vísir á, at tað í veruleikanum er tryggari í Kina enn til dømis í USA. Í Kina kundi hann ganga úti klokkan eitt á nátt einsamallur, tí vaktir eru allastaðni. Og vaktirnir bera ikki vápn. Men tó var eitt, sum hann helt vera eitt sindur troytt- andi. Tað var kontrollið, sum allatíðina var. – Um tú skalt onkrastað- ni. Inn í ein almennan bygning ella okkurt líkn- andi, so mást tú kunna vísa pass ella annað samleika- prógv. Tað var torført at venja seg við, heldur Bein- ur. Fer aftur Ein stuttlig søga er tengd at heimkomuni hjá honum. Systir hansara skuldi gift- ast, so hann gjørdi av at fara heim til brúdleypið. Hann helt tað loyniligt fyri konuni og systrini. Tá hann var komin, krógvaði hann seg hjá for- eldrunum. Tey ringdu síð- ani til Jean og søgdu, at ein pakki var komin til tey frá Beini til hana. Hon fór so til tey. Á borðinum stóð ein pakki. Og Jean undraðist yvir, hvat tað var, sum Beinur mundi hava sent, tí pakkin var so stórur. Með- an hon pakkaði upp, stillaði Beinur seg beint aftan fyri hana og segði eitt hvørt við hana. – Hon bleiv ræðuliga kløkk, men tað var stuttligt, tí tað eydnaðist so væl, sig- ur Beinur og smílist. Beinur fekk bjóðað starv í fyritøkuni, men hann tók ikki av kortini. – Tað gekk væl hjá mær har, men eg eri mitt í lesn- aðinum, og um eg hevði tikið av har tá, og so møgu- liga givist seinni, so hevði eg staðið við ongari út- búgving. Og tað vildi eg ikki. Men eg segði, at um eg fekk eitt líknandi tilboð, tá eg eri liðugur við lesnað- in, so taki eg av, sigur Bein- ur Gudjonson ivaleysur á málinum. Hann skal lata uppgávu- na inn í juni, og í august gongur leiðin til Danmark- ar, har hann fer at taka yvir- bygningin. Tað tekur tvey ár afturat. SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: Beinur situr við sína farteldu í íbúðini hjá sær. Ljóðið frá knappa- borðinum hoyrist út í gong- ina. Kaffikoppurin stendur hálvur við síðuna av teld- uni. Hann fæst við at skriva sína endaligu uppgávu í samfelagsfrøði, sum skal verða inni fyrst í juni mán- aði. Á borðinum liggja ym- isk pappír, sum snúgva seg um altjóða samráðingar og altjóða viðurskifti. Beinur leggur tó alt til síðis fyri at gera eitt prát. Hann greiðir frá, at hann seinasta summar byrjaði at hugsa um, hvat hansara uppgáva skuldi snúgva seg um. – Eg segði við konu mína, Jean, at eg vildi gera okkurt øðrvísi. Eg tímdi ikki at skriva um føroysk viðurskifti, tí møguleikin fyri, at eg og onkur annar so fóru at skriva um tað sama var alt ov stórur, sigur hann. Beinur er giftur við Jean, sum er frá Filippinunum. Tey hava verið gift í knapt 11 ár, og eiga tey tvey børn. John Daniel sum er seks ára gamal, og Angela, sum er tíggju. Endaliga avgerðin um, hvat uppgávan skuldi snúgva seg um, varð eisini tikin út frá hansara egnu hjúnarligu støðu. – Asiatar hava eina ótrú- liga virðing fyri teirra eld- ru. Eg minnist, at fyrr tá Jean og eg skuldi okkurt, so spurdi hon altíð mammu sína fyrst. Tað helt eg vera løgið, men tey eldru hava so øgiliga nógv at siga fyri asiatar, greiðir Beinur frá. Hann gjørdi eisini av at fara júst til Kina, tí røddir eru frammi um, at Kina fer at opna seg meira, og møgu- liga gerast stórveldi innan stutta tíð. Og Beinur vil eisini hava eina útbúgving og starvs- royndir, sum kunnu fara at gera tað lættari fyri hann at liva í Asia, um hann og konan einaferð fara at flyta hartil í eina tíð. Kom væl fyri Fyritøkan Wen Global So- lution er ein risastór fyri- tøka, sum millum annað fæst nógv við at hava sølu- stevnur. Beinur fann hana á netinum, og hann helt, at hon fór at egna seg væl til hansara fyrstu uppgávuorð- ing. Tann seinna uppgávu- orðingin hóskaði eisini væl til hesa fyritøkuna, so hann helt fram, hóast hann hevði broytt hana. Hann var sera heppin, tí hann kom væl fyri. Fyritøk- an rindaði ferðina og uppi- haldið. Harafturat fekk hann íbúð, egnan bil og telefon, sum hann kundi nýta, sum hann vildi. Eisini hevði hann eina tænastu- gentu. – Eg livdi sum ein keis- ari, sigur Beinur, sum í dag hevur ilt við at ímynda sær, tá hann hyggur at mynd- unum, at hann veruliga hevur verið har og livað í sús og dús. Fyri at geva okkum eina mynd av, hvus- su rík tey, hann var hjá, í veruleikanum eru. greiðir hann frá, at hann skuldi keypa eina tasku beint, áðr- enn hann skuldi heim. Stjórin og eigarin av fyri- tøkuni, sum er ein 39 ára gomul kvinna segði við hann, at hon visti ein bílig- an handil, sum seldi taskur. – Eg skuldi bara hava eina vanliga tasku, men vit keyptu also eina Gucci tasku fyri 2.000 krónur. Tað helt hon vera bíligt, sigur Beinur og stórflennir, með- an hann ristir við høvdi- num. Beinur sigur, at túrurin í Kina seinasta summar var avgerandi fyri sína upp- gávu. Men á vegnum heim- aftur, bleiv kuffertið hjá honum burtur og harvið all- ar notaturnar, sum hann hevði gjørt sær. Og hann hevur ongantíð sæð tað aftur, so hann stóð á berum, tá hann kom heimaftur. Hann kundi so ikki gera annað enn at halda fram við lestrinum á setrinum til jóla. Men hann gjørdi bein- anvegin av at fara yvir aftur til Kina og gera arbeiðið umaftur. Hann fór yvir aftur 30. januar, og hesuferð rindaði hann sjálvur ferðina, men hann arbeiddi á fyritøkuni tveir dagar um vikuna fyri uppihaldið, bil og annað, sum honum tørvaði, meðan hann var har. Seinni túrurin var eins spennandi sum tann fyrri. Men hesuferð rendi hann seg í ymiskt meira óhugna- ligt. Hann hevði uppruna- liga ætlað at verið inntil mai mánaði var hálvur ella so, men hann gjørdi av at fara heimaftur fyrr. – Tá SARS byrjaði at gera um seg um hálvan februar, har áleið, var tað so langt burtur frá tí landsluti- num, har eg var. So eg hugsaði ikki so nógv um tað. Heldur ikki hoyrdu vit so nógv um tað, greiðir hann frá. Men tað gekk skjótt, og sjúkan breiddi seg skjótt um landið. Beinur sigur, at tá fólk byrjaðu at ganga við maskum, har hann búði, tá byrjaði hann at blíva sera ótryggur og fór at umhugsa at fara heim fyrr. – Tað var heilt ólúksáliga óhugnaligt at ganga har, sigur Beinur og samanlíkn- ar støðuna við eina líknandi hending, sum filmur er gjørdur um. Filmurin eitur Outbreak (Dustin Hoffman spælir við, red.) – Tað var akkurát líka sum í hasum filminum. Og tølini av deyðsføllum, sum vit hoyra um her heima eru ikki veruleikin. Tølini av deyðum eru so nógv hægri, staðfestir Beinur stillur á málinum. Tað sást á hon- um, at tað hevur havt sína ávirkan á hann at hava ver- ið so tætt upp at hesi vanda- miklu sjúkuni, sum tykist at vera mest sum ómøgulig at fáa bilbukt við. Broytti uppgávuna Beinur fór til Kina við tí fyri eyga at kanna, hvussu amerikanskar fyritøkur í Kina klára seg. Serliga eftir yvirtøkuna av Hong Kong. Men hann broytti uppgávu- na stutt eftir, at hann var komin til Kina, tí hann gjørdist greiður yvir, at kin- verjar ikki altíð skiltu so væl, hvat hann meinti við, tá hann setti ymsar spurn- ingar. – Tey uppfataðu alt, sum eg segði á ein heilt øðrvísi hátt enn eg sjálvur, sigur hann. Hetta fekk ein tanka at spíra hjá honum, sum hevði við sær, at hann broytti sína uppgávu orðing til hvussu mentunarligir samanstoytir kunnu síggjast aftur í al- tjóða samráðingum. Hann slapp eisini at halda fyri- lestur um Føroyar og hans- ara upplivilsir í Kina fyri einum 100 starvsfólkum á einum dagblaði í Shenzhen, býurin, har hann búði. – Treytin fyri at halda fyrilesturin var, at eg ikki nevndi mannarættindir, demokrati og onnur við- brekin evni. Hann royndi eisini at sleppa at gera okkurt á ein- um universiteti, men tað var so lukkað, so tað bar Livdi sum ein keisari í Kina Hetta er umhvørvið, har Beinur búði í, meðan hann var í Kina. Eina luksusíbúð og allar hent- leikar 30 ára gamli Beinur Gudjonson úr Klaksvík hevur verið í Kina í sambandi við bachelor- uppgávu sína í samfelagsfrøði, har hann skrivar um hvussu mentunarligir samanstoytir kunnu síggjast aftur í altjóða samráðingum. Túrurin bleiv eitt upplivilsi fyri lívið upp á gott og ringt. Hann kom væl fyri, men gjørdi av at fara heim í úrtíð undan SARS Hetta er bilurin, sum Beinur koyrdi, meðan hann var í Kina Helen Wen, stjóri og eigari av Wen Global Solution, Beinur og aftanfyri hann stendur vinmaður hansara Matt. Hin daman var ein dama, sum vinfólk høvdu biðið at koma at syngja fyri Beini, tá hann fylti 30 – Kinverjin misskilir ofta vesturlendingin og umvent. Tað kann geva trupulleikar, tá vit samskifta, sigur Beinur Gudjonson, sum hevur verið í Kina tvær reisur innan fyri seinastu átta mánaðirnar C M Y K 19 18