hósdagur 17. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Nr. 75 - 16. apríl 2003
21
REPORTASJA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Hull: Føroyska
flaggið er ikki nøkur vanlig
sjón úti í heimi, og sum
føroyingur leggur tú merki
til tað, tá flaggið bleiktrar
hvítt, blátt og reytt í lotin-
um. Í Hull sær tú føroyska
merkið við síðuna av
Dannebrog veitra uttanfyri
Sjómanskirkjuna
í
Os-
borneStreet. Tað er leyga-
rdagur seinnapartur tíðliga
í mars í ár. Vár er í luftini,
men veturin hevur ikki
slept enn, og fólk ganga
skjótt í kuldanum.
Føroyskt flagg í Hull
merkir, at føroyingar eru í
Hull, teir eru ikki so nógvir,
men føroyska sjómans-
kirkjan hevur valt Hull til
sítt fyrsta og higartil einasta
sæti uttanfyri landoddarnar.
Í sjómanskirkjuni í Hull er
settur føroyskur prestur,
løntur av føroysku sjó-
manskirkjuni. Danska Sjó-
manskirkjan
eigur
enn
bygningin, fíggjar raksturin
og hini starvsfólkini. Men
presturin er føroyskur og
tað er hann sum leiðir og
fordeilir arbeiðið á kirkj-
uni. Og nú hava vit sagt nóg
ofta hann, tí talan er um
eina kvinnu sum er prestur.
Hon eitur Hjørdis og hevur
seinast fýra mánaðarnar
verið prestur í Hull. Hon er
ongin ársungi innan presta-
yrkið. Hon hevur verið
prestur í Danmark í mong
ár.
- Føroyska flaggið er
nakað lítið í mun til Danne-
brog, men vit fáa eitt nýtt
skjótt, og so skuldi tað
verið fingið upp á pláss,
sigur hon.
Osborne Street liggur í
dag langt burtur frá skipum
og sjógvi, soleiðis sæð.
Men soleiðis hevur ikki
verið altíð. Ein kann spyrja
seg sjálvan, hvat hevur Hull
við skip at gera í dag.
Havnin er tóm, og restirnar
bera ikki boð um at skip
nakrantíð hava verið her
sum so. Tó var tað ein tíð
og hon er slett ikki so fjart
burturi, eini 30 ár, tá Hull
var størsti fiskivinnubýur í
Europa. Yvir 400 trolarar
sigldu higani, og eitt ótal av
útlendskum skipum komu
her at landa fisk.
Skamt frá Sjómanskirkj-
uni var ein stór dokk
Prince´s Dock. Sjógvur er
bert við aðru síðuna av
henni í dag. Eitt stórt hand-
ilshús er bygt mitt í dokk-
ina. Og tá skip lógu her
fyrr, so var skjótt at ganga
inn á donsku sjómanskirkj-
una.
Og so vitjaði deyðin
Tað er leygardagur seinna-
partur og vit eru inni á
sjómannskirkjuni. Har er
fitt av fólki, hetta er dag-
urin har danir og føroy-
ingar, sum búgva í Hull,
vitja kirkjuna fyri at práta,
eta ein bita og stytta sær
stundir. Húsmóðurin smyr
danskt
smyrjibreyð
og
síðan er kaffi og te at fáa
aftur við.
Og meðan vit ganga runt
og práta, so koma eini
deyðsboð, sum skaka øll
sum eru inni. Ein fyrr-
verandi starvsfelagið, sum
hevur starvast á kirkjuni í
nøkur ár, men sum nú var
farin úr starvi, og sum
kendi øll í meinigheitini,
var funnin deyður. Hann
búði einsamallur.
Tað gjørdist tøgn eina
løtu og síðan varð farið at
tosað um tann deyða og
hvussu fólk mintust hann.
Ein kirkja er rætti karmurin
at tosa um deyðan og skjótt
er hugnaligi leygardagurin
broyttur tann sorgblíða
vegin.
Vit seta okkum niður at
práta og skjótt koma við í
prát við Hannu Apol, nú
Wilson. Hon giftist bretsk-
um hermanni eftir kríggið
og hevur búð í Bretlandi
síðan, seinastu mongu árini
í Hull. Hon tosar enn
flótandi føroyskt og vitjar
ofta heima í Føroyum sam-
an við manninum. Hanna er
ein fastur partur av mein-
igheitini í Hull.
Hálvur føroyingur
Hjørdis
Kjærsgaard
er
hálvur føroyingur. Hon er
dóttir Offert Fritjof Hamm-
er, ættaður er úr Skúvoy.
Hann fór sum ungur til
Danmarkar,
lærdi
til
revisor, giftist við danskari
kvinnu
og
búsettist
í
Danmark. Hjørdis hevði
nógv samband við Føroyar
sum barn. Hon var heima í
summarfrítíðini á hvørjum
sumri og vitjaði í Skúvoy
og í Hovi. Skúvoyaromman
Katrina var ættað úr Hovi.
- Sum yngri kendi eg
meg sum føroying. Eg var
so nógv heima, øll tey
fyrstu árini saman við
babba og tá so hann eldist,
fór eg einsamøll. Eg var í
Føroyum alla summar-
feriuna og skúlafelagarnir
hjá mær í Danmark hildu
meg vera føroying. Eg eri í
hvussu er glað fyri tíðina,
eg havi verið í Føroyum.
Tað vísir seg eisini, at syn-
irnir hjá mær dáma væl í
Føroyum,
serliga
tann
yngsti, sigur Hjørdis, sum
skilir hvørt orð á før-
oyskum og tosar málið
hálvbrotið.
Hjørdis
hevur
verið
prestur í Danmark í mong
ár. Fyrst í Avedøre og síðan
í Lundtofte. Hon hevur
eisini havt tætt samband
við føroysku kirkjuna í
Keypmannahavn.
Er tað stórur munur at
vera sjómannsprestur og at
vera vanligur prestur?
- Ja, munurin er stórur.
Sum vanligur prestur hevur
tú
nógv
betri
tíð
til
sálarrøktina, tú hevur betri
tíð til sjálvan prestagern-
ingin.
Sum
sjómanns-
prestur er tú eisini stjóri á
eini fyritøku, tú er drifts-
leiðari og tú hevur fíggjar-
liga ábyrgd av kirkjuni og
av pørtum av inntøkuni hjá
kirkjuni,
sigur
Hjørdis
Kjærsgaard.
Ein gøtuskuri í Gool
Vit eru á veg á eina skipa-
vitjan, presturin og undir-
ritaði. Eitt farmaskip úr
Gøtu, Skurin, hjá partafe-
lagnum Hera Thomsen,
liggur í Gool. Tað er ein
veit langt inni í landinum
uppi í Humber ánni.Tað er
vakurt at koyra út úr Hull.
Vit fara fram við eini av
størstu brúgvunum í heim-
inum,
Humberbrúgvin.
Hull liggur við norðara
munnan á Humberánni.
Hon er bæði breið og stór
langt inn í landið. Á sunn-
ari síðu liggur ein annar,
fyri føroyingar kendur bý-
ur. Tað er Grimsby. Áðrenn
brúnna sigldi ferja í mill-
um. Í dag er tøtt ferðsla á
brunni, og akkurát sum í
undirsjóvartunnlinum undir
Vestmannasund, so rinda
bilarnir bummpening fyri
at sleppa yvir um.
Skurin stendur á turrum,
tá vit koma leiðina framog
har verður hann so stand-
andi til næsta vatn, sum
bretar taka til, til næstu
flóð. Skurin er eitt lítið,
grøntmálað, vælrøkt før-
oyskt skip. Tað siglir fyri
tað mesta við fóðri og
øðrum farmi millum Før-
oyar. Noreg og er onkuntíð
í Bretlandi eisini.
Eg var nokk so spentur
upp á hesa vitjan, tí eg fekk
at vita kvøldið fyri á kirkj-
uni, at skiparin var Andrias
Gregersen av Strondum.
Hetta kundi ikki vera annar
enn Andrias hjá Bartal úti á
Gerðarleiti á Strondum og
hvis tað var hann, so kendi
eg hann væl. Vit høvdu
sitið í somu skúlastovu í
sætta og sjeynda flokki og
øll trý árini í real. Eg havi
næstan ikki sæð hann
síðani, men eg visti, at hann
var farin sjóvegin og stóð á
brúgv.
Og hann var lítið broyttur
hesi 30 árini, annað enn at
hann var 30 ár eldri. Sama
blíða sníðið og vit prátaðu
akkurát á sama hátt sum í
skúlagarðinum á Strondum
fyrst í sjeytiárunum og
hetta var í teimum døgum,
tá Chr. Høj var skúlastjóri á
Strondum. Gott vinarlag
livir og heldur á fram, eisini
um ein ikki sæst og rennir á
dyrnar dagliga.
Men skiparin var ikki
umborð, tá vit komu. Hann
var, saman við hinari
manningini, farin niðan til
ein Argus handil, sum lá í
nánd at keypa. Tað er eitt
sindur bíligari í Bretlandi
enn í Føroyum, men mun-
urin er ikki so stórur í dag
sum fyrr. Og tað sást eisin,i
tá teir komu umborð aftur.
Tað teir høvdu keypt vóru
smá fototól, digital, og kátir
sum smádreingir vístu hesir
vaksnu
menn
hvørjum
øðrum, tað teir høvdu
ognað sær.
Kokkurin
eitur
Hans
Hansen, hann er úr Runa-
vík, og hann var einsa-
mallur umborð, tá vit
komu. Hann bíðaði eftir
okkum og tímarnar framm-
anundan hevði hann riggað
eina eplakaku til, sum segði
spar tvey til alt. Eina av
hesum her, sum man fekk
fyrr sunnudagar og sum
smakka akkurát sum tær
skulu smakkað og einki
meira enn tað. Stívt písk-
aður fløti, súreplamosið og
raspið blandað saman í
passaligum løgum, raspið
blotnað somikið, at tað lá
lekkurt bleytt á tunguni og
fríski súrleikin úr mosin-
um, saman við kaffinum,
fekk okkum til at kenna
okkum væl.
Eina løtu steðgaði eg á og
fór at hugsa um allar tær
hundrað tals skipavitjanir
eg gjørdi, tey fýra árini eg
var í Sjómannskirkjuni frá
1996-2000. Soleiðis sum
hendan vóru mangar av
hinum skipavitjanunum.
So koma hinir umborð.
Eg kenni allar, skiparin
Andrias, maskinmeistarin
Ingolf Heinesen úr Norðra-
gøtu og so Marius Søren-
sen, sum býr í Runavík. Eg
kendi Marius á navni, havi
lært foreldrini at kenna
seinasta
árið.
Guttorm
Sørensen úr Hvannasundi
er ein av teimum frægu
heimildarmonnunum til ta
bók, sum eg skrivi í hesum
døgum, og sum vitjanin í
Hull er ein partur av.
Marius líkist akkurát pápa
sínum, sama behagiliga
menniskja at práta við.
- Tað er fyrstu ferð, at vit
eru í Hull við hesum bátin-
um og fyri okkum hevur tað
týdning, at sjómannskirkja
er á staðnum, og so ikki um
at tala, at ein føroysk sjó-
manskirkja er á staðnum,
sigur Andrias Gregersen,
skipari.
Presturin tosar við menn-
inar, vit fara í land aftur.
Skurin verður liggandi til
næstu flóð.
Drupu æður í
Hamborg
Sunnudagur og vit hava
verið í kirkju. Hjørdis er
góður predikantur, hon er
kvik og greið. Hon tosaði
um fyrstu søguna av øllum
um Adam
og
Evu
í
Edensgarði. Um at vit øll
hava eitt val, og at vit velja
um vit eta av súreplinum
ella ikki. Nakað av fólki var
í kirkju, ikki sjómenn, men
fastbúgvandi. Og stundir
vóru til prát aftaná.
Og so eru vit aftur á
skipavitjan, presturin og eg.
Hesuferð
er
tað
ein
Theresabátur, Pia Theresa,
og eg eri spentur at vita um
eg kenni nakran umborð.
Hava
vitjað
nógvar
Theresabátar í Hamborg.
Hetta eru tangabátar, sum
føra upphitaðan farm, eitt
nú palmolju.
Og eg kendi teir allar, teir
tríggjar danskararnar, sum
vóru við Piu Helenu. Og
prátið var tað sama sum
fyrr. Allir høvdu teir verið í
Føroyum við farmaskipi og
skiparin hevði fiskað undir
Føroyum
við
donskum
skipi. Hann var so óheppin,
at skipið sakk einaferð í
ódnarveðri í sjeytiárumum
millum Føroyar og Hetland,
og hesa søguna havi eg
hoyrt ofta. Teir lógu leingi í
bjarginarbátinum, mundu
gingið burtur og skiparin
fær altíð tár í eyguni, tá
hann fortelir hesa søguna.
Hann er úr Skagen, og vit
kennast gott.
Og so situr maskinmeist-
arin har. Ein lítil breiður
maður, sum hevur upplivað
eitt sindur av hvørjum í
lívinum. Hann er týskari,
men hevur búð í Danmark
meginpartin av lívinum.
Hann var barn undir kríg-
num. Eg møtti honum
fyrstu ferð í Hamborg, eitt
kalt kvøld á vetri hinu-
megin Elben ánna og vit
sóu beint inn á Landungs-
brügge. Tá fortaldi hann
mær um hvussu fátæksligt
tað var í Hamborg eftir
kríggið, fólk svøltaðu. Og
nú í Hull kemur evnið fram
aftur.
- Tað var so lítið at eta, at
vit veiddu æður í Hamborg.
Tað var ólógligt, tí æðan er
friðaður fuglur, men sektin
løgdu vit á. Vit funnu ein
drápshátt, so tær ikki
gjørdu gang, vit druknaðu
tær og so varð roytt og
kókað. Eg gekk og leitaði í
nógvar mánar, men so fekk
eg endiliga tjans og eg havi
siglt síðan. Nú er bert ein
útmynstring eftir og so
verið eg pensioneraður,
sigur mín vinur, sum eg
havi gloymt navnið á. Tað
liggur onkunstaðni í onkr-
um notatum heima.
Og nú fáa teir damuvitj-
an. Ein kvinna kemur um-
borð og hon vil síggja land-
ið hjá manningini. Sjálvt
um talan er um eina
kvinnu, og hendan altíð er
vælkomin umborð á skip,
so illneytast menninir. Í dag
er so strangt við rúsdrekka
umborð á skipi, at allir
menn skulu geva ein pissi-
prøva av og á. Og ongin
veit, nær ið fólk koma at
kanna landið. Nógvir sjó-
menn kenna hetta sum at
gingið verður teimum ov
nær. Eg sigi týskarnum um-
borð á Piu Theresu farvæl,
eitt sindur hugtungur, væl-
vitandi, at eg ongantíð aftur
hitti hann á skipavitjan,
dámligur var hann, og hann
verður goymdur í minn-
inum.
Stórt prestagjald
Hjørdis hevur alt Stóra-
bretland sum prestagjald.
Hon er føroyski presturin í
Bretlandi og tað vil hon
fegin hava fram. Føroy-
ingar í Bretlandi, sum hava
tørv á presti, skulu vita, at í
Hull er ein føroyskur
prestur.
- Eg eri sett soleiðis, at
20 prosent av míni arbeiðs-
orku skal brúkast uttanfyri
kirkjuna í Hull. Eg eri av og
á í London og haldi guds-
tænastu og har eru nógvir
føroyingar, serliga ungar
gentir. Eg eri eisini í
Newcastle og eg fari alla-
staðni har tørvur eru á,
sigur Hjørdis Kjærgaard.
- Ein kann spyrja seg
sjálvan hví føroyska kirkjan
skal akkurát vera í Hull.
Men hví ikki, tað tekur
tríggjar tímar í toki at fara
higani og til London og tað
sama til Newcastle so eg
liggi
mitt
fyri,
sigur
Hjørdis.
Hjørdis vónar, at teir før-
oyingar sum koma nær-
hendis Hull, geva seg til
kennar og siga frá at teir
eru her. Kirkjan er opin, og
øll eru meira enn væl
komin. Hon heitir eisini á
skip, sum koma nærhendis
Hull um at siga frá. Um teir
eru so langt burtur, at vitjan
ikki er gjørlig, so ber altið
til at fáa nýggj bløð send til
skipini, bara kirkjan veit av
tí framman undan.
Føroyska Sjómanskirkjan
hevur fingið fótin fastan
uttan fyri landoddarnar.
Føroysk
sjómans-
kirkja
í Hull
Manningin umborð á Skuranum saman við
Hjørdis Kjærgaard, sjómannspresti. Frá vinstru
Ingolf Heinesen, maskinmeistari úr Norðagøtu.
Hans Hansen, kokkur úr Runavík. Marius
Sørensen, stýrimaður, ættaður úr
Hvannasundi, búsitandi í Runavík. Andrias
Gregersen, skipari, ættaður av Strondum,
búsitandi í Havn og Hjørdis Kjærgaard.
sjómannsprestur í Hull
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
21
20