leygardagur 20. juni 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
|
|
Nr. 115 — 20. juni 1992
Turr klæði
Beint sum hesi fimm
ungfólkini vóru komin á
dekkið vóru tey boðin til
borðs, og turr klæði fingu
tey eisini. Høvdu tey hug
at fara í bað, vóru tey
eisini vælkomin til tess.
Edmund skuldi tó fyrst
upp ul skiparan, og hagani
slapp hann at ringja heim
og siga hvar tey vóru og at
alt stóð væl ul.
Men tá vóru tey heima
longu vorðin bangin, og
bátur var farin út at leita
eftir teimum. Hendan leit-
ingin kundu tó avlýsast
Stutta løtu seinri.
Borgny roynir seg her
við snørinum, meðan
Mika úr Tokyo spent
bíðar eftir fongi.
Mynd: Elisabeth
tíðindablaðið
Tá tey høvdu fingið turr
klæði á kroppin, gott at
eta, sum rímiligt er millum
annað feskan makrel og
heitt at drekka, høvdu
russararnir tkið sær av
bátunum. Teir høvdu tikið
hann inn á dekkið, og læst
niður páhangara, árar og
annað leyst, tey høvdu i
bátinum. Teir buðu sær
eisini til at læsa pengar,
myndatól og passini hjá
Japanarunum inni, so einki
skuldi henda.
Fingramál
-Russararnir vóru so
blíðir, at teir vistu ikki
hvørjum beini teir skuldu
standa á. Vitjan umborð er
ivaleyst forkunnug, og
øllum hesum gestablídni-
num nutu vit gott av. Vit
sluppu at ganga um alt
skipið sum vit vildu, men
Mika frammi í skuti í
føroyskum
fimmmannafari. Tad
hevdi hon ikki roynt
ådur. Mynd: Borgny
Russararnir vóru bæði
blíðir og tíðir. Tað er
forkunnugt hjá teimum at
fáa vitjan
torført var at pråta við
fólkið. 250 fólk vóru við
skipnum, harav 20 kvinn-
ur, men bert tey allar
tægstu dugdu annað enn
russiskt, men tað gekk
eisini við eitt sindur av
fingramáli. Máltrupulleik-
in forðaði ikki fyri at vit
vóru boðin inn kømrini,
greiða Elisabeth, Borgny
og Edmund frá.
Gamalt men reint
Skipið var ikki av
nýggjasta slag. Tað sást,
men sera reint og nossligt
var umborð.
Tað leið út á kveldið,
men enn var veðrið keði-
ligt, so tey gjørdu av at
gista umborð, og tað vóru
tey meira enn vælkomin
til. Reitt var upp á sjúkra-
stovuni umborð, og so
varð tørnad inn.
Morgunin eftir stóð ny-
bakað fransbreyð á morg-
unmatarborðinum og
annað gott uppá. Nú var
veðrið batnað, og bátur
kom út eftir teimum.
Tey takkaðu gll fyri seg,
sum tey eisini siga seg
hava alla orsøk til. Seinri
fór Edmund útaftur eftir
bátinum, og tá fekk hann
eisini alt aftur, sum russ-
ararnir høvdu verið so
beinasamir at goymt fyri
tey. Klæðini, tey fingu frá
russarunum, sluppu tey at
eiga, og sum eitt serligt
minni um vitjanina um-
borð fingu tey eisini hver
sína medalju. Men nú
stendur ikki Lenin longur á
reyðum botni á russisku
medaljunum. Nú eru litir-
nir - teir somu sum teir
føroysku - reyðir hvítir og
bláir.
tór.-
So nógv
bíligari
Brævbjálvar, kopi-
pappír og pappír til
prent úr endurvunn-
um pappíri, nú mun-
andi bíligari enn áð-
ur.
BERT 39 KR. fyri
500 A4-ørk.
Avsláttur fyri fleiri
pakkar. Ring um
príslista uppá bræv
bjálvar
SAMHUGI
Tlf. 10572