týsdagur 23. juni 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 — 23. juni 1992
2. deild: HB—Sumba 3—0 (2—0):
Ferð
komin
á HB
Eftir eina skinklandi byrj-
an tykist HB hava fótað
sær, og soleiðis sum úrslit
ini hava lagað seg sein-
istu vikuna eru greiðar
ábendingar um, at teir
ikki ætla sær at lata plás-
sið í 2. deild frá sær, sum
teir vunnu í fjør.
Í mun til fyrstu dystir-
nar í ár er talan so at siga
um nýtt lið, sum serliga
kropsliga er betur fyri. Og
tá so reyndir leikarar sum
bóltsnillingurin Bjarni Ja-
kobsen og arbeiðshesturin
Ingi Rasmussen hjálpa
leikandi venjaranum Kára
Nielsen á miðvellinum er
talan í hvussu so er um
sjálvsagt 2. deildarsteði.
Hesaferð gekk tað út
yvir oddaliðið úr Sumba,
sum ongantíð fekk fatur á
langa endanum. Teir
høvdu ein møguleika, sum
kanska kundi givið mál.
Tað var tá Bárður Johan-
nesen í HB málinum mátti
í fulla longd eftir frí-
sparksbólti.
Annars var tað heima-
liðið, sum var bóltferandi
og við kvikum saman-
spæli royndi at koma
kring kontantu sumbing-
arnar.
Longu í 5. min. kom hol
á við málið eftir bókini:
Uppspæl á miðvellinum
og í høgru endar við long-
um skifti og innleggi úr
vinstru. Ivan Weihe stút-
aði í kassan.
Ivan og Regin Guttesen
í álopinum hava ikki fing-
ið tað stóra burtur úr fyrr
í ár, men nú tykist vera
gloppið. Kanska er tað
fóðringin við meguleikum
av miðvellinum, ið er
vorðin betur.
Í hvussu so er var tað
Regin Guttesen, sum mið-
skeidis í 1. hálvleiki økti:
Bjarni stingur langan
høgan bólt, og Guttesen
maðurin stútar til 2-0.
Korter inn í 2. hálvleik
varð sigurin staðfestur:
Ivan gerst leysur i høgru
og ger nytslu av møgu-
leikanum. HB hevði nógv-
ar aðrar meguleikar, men
Síða 13
Fróði Mortensen hevði úr at gera og vardi væl. Tríggjar
ferðir mátti hann tað tungu gongd inn í málið eftir bólt-
inum. Sumbingar megnaðu bert eina ferð at fáa HB-mál-
verjan at kýta seg (Mynd: absalon)
teir fingu ikki fleiri mál.
Hóast skriviborðstapið
eftir greitt mistak móti
Royn, kunnu havnamenn
gleða seg um, at stigatalið
er tvífaldað innan fyri
eina viku.
-nn-
beiddi seg úr kreppuni, og
minkaði undan stedgi-
num, soleiðis at spenning-
ur var allan 2. hálvleik.
KÍ kom fram um í 6.
min. við frálíkum máli:
Eftir LÍF horna verður
eftir tvær reringar stung-
ið til Jógvan Jacobsen
(vinstri vongverji), sum
fer framvið einum, áðrenn
hann — staddur tveir
metrar uttan fyri brots-
teigarsamankomingina í
vinstru — knallar til, og
bólturin situr í handara
síðunetinum, tveir tumm-
ar undir tvertrænum.
2-0 málið í 19. min. má
verjan og serliga málverj-
in taka á seg: Jógvan
Andreas lyftir horna tætt
fram við málinum. Leir-
víkingar eru púra passiv-
ir, og Heini Hansen (for-
stoppari saman við tvill-
ingsbeiggjanum Andrew)
stútar í kassan.
Kaj Eli Olsen lúrdi alla
tíðina. Tað var um reppið,
at hann slapp leysur, men
tryggi Dánial á aftasta
manni greiddi fleiri ferðir
vandasteður. Tá hálvur
tími var leiktur eydnaðis
kortini hjá leirvíkingi-
num: Eftir uppspæl í
vinstru, kemur Kaj Eli
leysu í brotsteiginum,
John William noyðist út,
og famherjin potar fram
við málverjanum.
Skamma stund seinni
hevði Kaj Eli opnan
meguleika, tá hann eftir
miseydnaða rangsteðufel-
lu gjerdist leysur, men
skotið úr 16 metra fjar-”
steðu fór við síðuna av. Í
næsta álopinum varð
brotsspark dømt til KÍ, tí
beinini vórðu tikin undan
álopsleikara. Ove vardi
lættliga vánaligu royndini
hjá Jógvan Andreas.
Eftir steðgin leikaði
javnt á, og tá korter rest-
aði javnaði LÍF: Leikurin
varð snaraður í vinstru til
Oddbjørn (allan dystin
mitt á midjuni), sum
stingur til Årna å vinstra
vongi. Hann er heppin,
kemur eftir tveir kontra-
bóltar til baklinjuna, og
Kaj Eli hevur luktað mål-
meguleikan og potar und-
ir málverjan.
-nn-
NÚ er at spenna
BELTINI
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.
Hvalbingar hava havt so
góða viku, at tepra 4. plås-
sið eftir 9. umfar nú er út-
skift við greiða odda-
steðu: hóskveldið fingu
teir viðhald í kæruni móti
HB og har við eitt stig aft-
urat, og leygardagin
bastu teir ÍF í Fuglafirði.
Royn kom á odda eftir
at 20 min. vóru leiktir.
Tað málið noyðist ÍF mál-
verjin at átaka sær alla
ábyrgdina av. Vongverjin
vinstrumegin, Ingi Hov-
gaard, lyftir fríspark í
brotsteigin. Herman Ol-
sen vinnur luftdystin við
ÍF verjuna, men stútið er
púra vandaleyst. Ove
Joensen tekur bóltin, men
hann missir, og Ingi Mort-
ensen staðfestir, at mál-
tevið er ikki púra burtur,
hóast tað hevur verið
meiri enn trupult at liva
upp til byrjanina á kapp-
ingarárinum.
At Royn kom á odda bar
í sær, at leikurin í upp
aftur sterri mun mynd-
aðist við at ÍF fekk gott
pláss á egnari hálvu, með-
an hvalbingar dekkaðu
tætt á egnari hálvu.
ÍF fríspark undan
steðginum átti at borið út-
javning í sær, men Gud-
mundur Gudmundsson,
sum hevur leikt við Fram
og fyri fyrstu ferð royndi
seg í hvalbiarmálinum,
bjargaði frálíkt.
Eftir steðgin kom ÍF
upp aftur longur fram á
vellin. Tað bar meguleikar
fyri snarálopum við sær,
og tá 10 min. vóru leiktir
ekti Royn: Herman Olsen
(í álopinum saman við
Inga Mortensen) stingur í
tómrúm. Lynge (á miðvel-
linum saman við Jákup
Midjord og Sigmund Ol-
sen) gerst leysur og er nóg
kaldur at skora.
So ráddi um hjá Royn at
halda tern. Tað eydnaðist
og hvalbingar eru fremst í
deildini. Tað er væl klárað
av liði, sum bert venur
tvær ferðir um vikuna (á
Tveroyri) og sum hevur
fimm leikarar av 15 man-
na hópinum búgvandi í
Havnini (Herman og Sig-
mund Olsen, Signar
Skaalum, Eyðun Lisberg
og Gudmundur Gud-
mundsson).
— Sjálvandi spæla vit
fyri at koma í 1. deild, men
tað verður ógvuliga tungt.
Deildin tykist jevn, og
umsteðurnar hjá okkum
eru truplar, sigur Lynge
Nielsen, leikandi venjarin.
Grasvellurin er liðugur,
men vit fáa ikki loyvi at
nýta hann znn. Vit vóna,
at hann verður tekur til
venjing og dystir eftir
summarsteðgin.
-nn-
»
vo Jade)
PR