týsdagur 23. juni 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sme
itrottur
3. deild:
B68 styrkti um
oddastøduna
Var einasta liðið av teimum fýra fremstu,
sum fekk fult stigatal
Toftamenn styrktu um
steðu sína sum uppflyt-
ingarkandidatar, tá teir
vunnu tryggan sigur á úti-
velli, meðan tey trý liðini,
teir kappast við í oddi-
num, ikki fingu fulla úr-
tøku.
TB noydist at bida til 5.
juli, áðrenn greiða fæst á,
um teir vinna væntaða
sigurin á Skála, og bæði
Streymur og GI snávaðu.
Teir fyrru við ruddiligum
tapi á útivelli móti NSI og
teir seinnu við óvæntað-
um javnleiki á heimavelli
móti B36.
GI - B36 2-2 (2-0)
Eftir útisigurin á ÍF vóru
tað ávísar ábendingar um,
at B36 leikliga hevur fót-
að sær og er í ferð við at
arbeiða seg burtur úr nið-
urflytingarsteðuni. Hetta
varð staðfest, tá teir hittu
GÍ, sum í hinum endanum
á talvuni stríddist fyri at
koma upp um uppflyting-
arlinjuna.
Havnamenn hevdu
greiða leikliga yvirvág 1.
hálvleik, sum teir vunnu
2-0. Í báðum forum vóru
tað menn, sum seinasta
árið hava verið nógv við í
1. deild, ið skoraðu.
B36 kom á odda, tá 12.
min vóru leiktir: Eftir
klumpspæl eydnast tað
Regin Arge at temja og
snara sær á, og so skorar
hann sítt fyrsta mál síðani
venjingardyst einaferð í
februar mánaða.
10 min. undan steðgi-
num fær árstalsfelagið
gan av, at Sámal Hansen
er komin av flatlondum í
summarfrí. Tríggir getu-
menn hyggja upp á hvenn
annan, tá sparkast skal
burtur úr brotsteiginum.
Og áðrenn teir fáa tikið
seg saman, strýkur Sámal
av stað við bóltinum og
skorar.
Leiðslan tóktist fara at
bera til sigur, hóast getu-
menn sum dysturin leið,
gjørdust alt næskari. Ikki
fyrr enn 5 min. undan leik-
loki fingu teir hol á: Jan
Skoradal stútar út frá bólt
í netið, og so skundaði GÍ
sær.
Bara tíðin, dómarin
hevði lagt aftur at teimum
90 minuttunum, var eftir,
tá teir javnaðu: Innlegg úr
høgru fer aftur um bæði
gøtumenn og havnamenn,
Jógvan Páll nær tó bóltin
á baklinjuni, lyftir inn fyri
aftur, og har eydnast ein-
um hart kroystum Eli
Hansen at stúta til 2-2.
Stór freði á GÍ 'arunum og
iðran hjá B36, sum akku-
rát fekk tíð at geva bóltin
uppaftur, áðrenn bríkslað
varð av.
IF - KI 3-2 (3-2)
Klaksvíkingar vóru tvær
ferðir á odda, men báðu
ferðirnar javnaðu fuglfirð-
ingar, og móti endanum á
1. hálvleiki komu teir á
odda við máli, sum skuldi
vísa seg at bera til sigur.
Bjarni Ziska Dahl sendi
úr 18 metra fjarstødu út
frá bólt eftir hornaspark í
nettakið tíðliga í dysti-
num. Eyðun á Lakjuni
javnaði, tá hann kom í
millum eftir misskiljing
millum verju og málverja
hjá KÍ, men navnin hjá
Lakjumanninum — Eyð-
un Hegnesen, legði KÍ
fram um aftur, tá hann
var fyrstur á eftir skot á
tvertræið.
2-2 malið var sera vak-
urt: Í harðari kapping við
Kristian Suna rekkur
Eyðun á Lakjuni við hev-
dinum innlegg og stútar í
handara horn. Stutt und-
an steðginum legði Sonni
Jensen við góðum lang-
skoti ÍF framum.
Fyri fyrstu ferð í tvey ár
sást Absalon Østerø á
velli. Honum eigur KÍ at
fáa gagn av, kemur hann í
hampuliga venjing.
Jákup Djurhuus verjir
væl og virðiliga fyri HB-
ágangi. Toftamenn vóru
eisini fórir fyri at verja
oddastødu sína í deild-
ini við 4-1 sigri á HB,
sum nú er á 3. plássi
(Mynd absalon)
Nr. 116 — 23. juni 1992
HB - B68 1-4 (1-1)
B68 kom miðskeiðis í 1.
hálvleiki á odda eftir snar-
álop. Edmund strýkur
fram við tveimum í hegru
og aftasti maður, Oleif
Joensen, er fremstur og
setur fótin undir flata inn-
leggið.
Í 44. min. javnaði Jákup
Danielsen við góðum máli
eftir ósjálvsekið uppspæl í
síðuni.
Javnleikurin helt til 5.
min eftir steðgin. Tá vann
Steinar Hansen nærdyst
eftir innlegg úr høgru og
fekk við knænum skorað.
Korter seinni økti Petur
Gaardlykke: spælt verður
í dýpdina, HB málverji og
verjuleikari renna í hvenn
annan, og tað er púra opið
hjá toppskjúttanum.
5 min. restaðu, tá Stein-
ar slerdi sigurin fastan við
stúti eftir innlegg úr
vinstru. Verjuleikari royn-
di at sparka burtur á linju-
ni, men linjuverjin segði,
at bólturin hevði verið
innanfyri.
NSI - Streymur
4-1 (2-1)
Sundalagsmenn komu i
eini handavending å odda.
tad var Olavur Jacobsen,
sum stútaði innlegg úr
høgru í kassan. Men síð-
ani yvirtók heimaliðið
spæl og meguleikar, og
tað var fult uppiborið, at
Símun Danielsen eftir at
korter var leikt stútaði til
javnleik. Fimm min. sein-
ni økti hann við skoti úr
16 metra fjarsteðu.
Í 2 hálvleiki økti Páll
Didriksen tvær ferðir:
Fyrst eftir solutúr í
vinstru og se eftir upp-
spæl í vinstru og innlegg
frá Eddie á vinstra vong-
verja.
TB - Skála útsettur
Vánaligu = kappróðrarlík-
indini á Vágsfirði leygar-
dagin vóru orsek til, at TB
og Skála ikki fingu teirra
dyst avgreiddan sunnu-
dagin. Seks skáladreingir
skuldu rógva við Stráluni
og Skálabátinum, og tá
hetta gekk fyri seg um
somu tíð, sum dysturin
skuldi leikast sunnudagin,
varð avrátt at útseta dyst-
in. Hann verður leiktur 5.
juli, sum er sunnudagurin,
tå seinasta umfar i 1. deild
undan summarstedginum
verður leikt.
-nn-
|
|