Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 • páskablaðið • 17-21. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Tað stendur nógv á hjá fleiri feløgnum, nú seinastu umførini í bólkaspælinum verða leikt. Undan dystunum um pásk- irnar eru níggju feløg um boðið til tey átta fjórðingfinalupláss- ini. LØGMANSSTEYPIÐ Páll Holm Johannesen Eins og undanfarin ár er nógvur fótbóltur á skránni um páskirnar. Tvey tey seinastu umførini í í bólka- spælinum í kappingini um løgmanssteypið verða leikt um høgtíðina. Dystir eru bæði skírisdag og annan páskadag. Undan seinastu dystun- um í bólkaspælinum er stórur spenningur um hvørji lið fara at vinna seg víðari í kappingini. Fleiri óvæntaði úrslit hava verið, og tí eru fleiri av feløgun- um, ið góðar vónir vórðu settar til undan kappingin, í trongum skóm, áðrenn seinastu tvey umførini. Leikluturin hjá TB, AB og Skála er av í steypa- kappingini á hesum sinni, og eftir eru níggju feløg, sum kappast um átta fjórð- ingspláss. Alt opið Í bólki eitt er stórur spenn- ingur um, hvussu trý tey fremstu liðini fara liggja eftir páskirnar. Vágamenn liggja í løtuni á triðja plássi í bólkinum, men halda teir á við spælinum seinastu umførini, er als ikki óhugs- andi, at vágaliðið vinnur seg longur fram. FS Vágar møtir B68 skírisdag, og dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini, tí vinnarin av tí dystinum kemur at standa væl, áðrenn dystirnar annan páskadag. Steypavinnararnir úr Runavík liggja á odda í bólkinum í løtuni, og tað skal ganga rættiliga teimum illa, um teir ikki megna at koma víðari úr bólkaspæl- inum. NSÍ fær vitjan av TB skírisdag, og tað er ein dystur, ið runavíkingar skulu vinna. Ger teir tað, eru teir víðari, og kunnu taka sær av løttum seinasta dystin ímóti arvafíggindum av Toftum annan páskadag Trýstið framvegis á KÍ Størsta vónbrotið higartil í steypakappingini hevur verið KÍ. Teir eru undir rættiliga stórum trýsti und- an dystunum um páskirnar. Kravið til klaksvíkingar er full úrtøka úr báðum dyst- unum, um teir skulu vinna seg víðari í kappingini. Dysturin í Klaksvík skírisdag millum KÍ og VB er lykladysturin, og har skal KÍ fáa fulla úrtøku. Kapp- ingin um tveir teir bestu trýararnar, sum eisini sleppa víðari í kappingini, er hørð. Undan seinastu umførunum, stendur KÍ veikast í tí kappingini, men hetta kann skjótt broytast. EB/Streymur hevur verið rættiliga sannførandi í ár, og illa skal ganga felagnum úr sundalagnum, um teir ikki vinna seg víðari. Fyri at vera heilt vísir í tí, skal EB/Streymur vinna sær eitt stig afturat, og hetta tykist ikki ein ómøgulig uppgáva. EB/Streymur møtir AB skírisdag á Mølini, har teir kunnu tryggja sær luttøku í fjóðringsfinaluni, undan seinasta umfarinum. Stórur spenningur Eftir, at B36 vant burturúr gøtumonnum seinasta vikuskiftið, er stórur spenn- ingurin komin í aftur bólk trý. Eftir dystirnar um páskirnar er ein møguleiki fyri, at GÍ, HB og B36 øll enda á tólv stigum, og so verður tað bert málmun- urin, ið fer at skilja liðini. Um hetta verður endaliga støðan, so sleppa øll trý liðini víðari til fjórðings- finalurnar. HB og GÍ hittast í Gundadali skírisdag, og verður ein vinnari av tí dystinum, so sleppur tað liðið víðari, meðan taparin skal hava úrtøku annan páskadag. Kravið hjá B36 er einfalt, teir skulu í minsta lagi hava trý stig- helst fýra, fyri at við vissu at sleppa víðari. Teir skulu inn á Skála skír- isdag, og tað er ongin lættur dystur. Í fjør endaði dyst- urin millum Skála og B36 á Skála við javnleiki, og hes- um ynskja havnarmenninir neyvan eina endurtøku av. Annan páskadag er aftur grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36, og har kann alt henda. Nógvur fótbóltur um páskirnar Bólkur 1 17.04 FS Vágar-B68 17.04 NSÍ-TB 21.04 B68-NSÍ 21.04 TB-FS Vágar Bólkur 2 17.04 KÍ-VB 17.04 EB/Streymur-AB 21.04 VB-EB/Streymur 21.04 AB-KÍ Bólkur 3 17.04 HB-GÍ 17.04 Skála-B36 21.04 B36-HB 21.04 GÍ-Skála Dystirnir um Løgmans- steypið um páskirnar Eftir dystirnar um páskirnar, fáa vit greiðu á, hvørji feløg hava vunnið seg fram til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Undan dystunum skírisdag er trýst á fleiri liðum, ið góðar vónar vóru til undan kappingini, men sum ikki hava víst sannførandi spæl í bólkaspælinum. Mynd: Savnsmynd Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 4 3 - 0 - 1 11 4 7 9 2 B68 4 2 - 1 - 1 11 7 4 7 3 FSV 4 2 - 0 - 2 12 8 4 6 4 TB 4 0 - 1 - 3 2 17 -15 1 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 4 3 - 1 - 0 9 2 7 10 2 VB 4 2 - 2 - 0 7 3 4 8 3 KÍ 4 1 - 1 - 2 6 8 -2 4 4 AB 4 0 - 0 - 4 1 10 -9 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 4 3 - 0 - 1 14 4 10 9 2 GÍ 4 3 - 0 - 1 9 7 2 9 3 B36 4 2 - 0 - 2 7 6 1 6 4 Skála 4 0 - 0 - 4 4 17 -13 0 25 24 Nr. 75 - 16. apríl 2003 Arbeiðsøki Jarðfrøðisavnið er skipað sambært reglugerð, og høvuðsuppgávurnar eru: • At savna, varðveita, handfara og breiða út kunn- leika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúru- virðum. • At virka fyri, at lóggáva og umsiting av jarðfrøði- ligum náttúruvirðum verður grundað á fram- komna og dagførda jarðfrøðiliga vitan. Sambært reglugerðini hevur stjórin verkliga og fíggjarliga ábyrgd av stovninum.Talan er tískil um eitt fjølbroytt og krevjandi starv við nógvum av- bjóðingum. Krøv til umsøkjaran Umsøkjarar mugu hava hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni umframt góðar leiðslu- og sam- starvseginleikar. Kunnleiki til føroyska jarðfrøði, vísindalig avrik og innlit í kolvetnisfyrisiting geva fyrimun, tá mett verður um førleikan. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Lønin er ájavnt 37. lønarflokk í sáttmálanum hjá Tæn- astumannafelag Landsins. Setanarøkið fevnir um Oljumálaráðið við tilhoyr- andi stovnum og miðfyrisitingina annars. Nærri upplýsingar um starvið Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum kunnu setast Herálvi Joensen, aðalstjóra, við at seta seg í sam- band við Oljumálaráðið á tlf. 357070. Umsóknir Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum við- mælum skulu sendast til: Oljumálaráðið Postsmoga 3059 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 30. apríl 2003 kl. 12.00. Um- sóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber. Stjóri til Jarðfrøðisavnið Stjórin á Jarðfrøðisavninum, Martin V. Heinesen, fer í farloyvi komandi tvey árini.Í hesum sambandi verður eitt tíð- aravmarkað starv sum stjóri á Jarð- frøðisavninum leyst at søkja. Oljumálaráðið Oljumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í olju- og umhvørvismálum. Ráðið umsitur kolvetnismál, jarðfrøðilig mál, orkumál, umhvørvismál, havum- hvørvismál, náttúrumál, skógarrøkt, lendisskipan og út- jaðaramál. Uppgávurnar hjá ráðnum fevna um lógarsmíð, loyvis- veitan,eftirlit,kæruviðgerð o.a.á hesum økjum. Advokatfelagið við Strond 4 Yviri við Strond 4 · Box 359 · FO–110 Tórshavn · Tlf. 311260 · Fax 311261 e-mail: advfelag@post.olivant.fo Tormóður Djurhuus, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Ingi Højgaard, adv Anna Dam, adv. Hús í Kvívík til sølu Um hóskandi boð fæst, eru húsini »á Snið« í Kvívík til sølu. Húsini máta 9 x 7,1 m uttan og grundøkið er 324 fermetrar. Húsini eru bygd í 30-unum, men eru høvuðs- umvæld hesi seinastu 10 árini. Húsini eru klødd og isolerað, takið og vindeyguni eru skifti, baðirúm og køkurin eru nýggj. Húsini eru í trimum hæddum. Kjallarin óinn- rættaður. Á miðhæddini eru gongd , baðirúm, køkur og tvær stovur. Á loftinum eru 3 kømur. Áhugað kunnu venda sær til: Spf. Eyðbjørn Hansen Bilasøla og Verkstaður Varðagøta 75 • FO-100 Tórshavn • Tel. 313375 og 213375 • Fax 31 14 95 Heimasíða: www.suzuki.fo • E-mail: suzuki@suzuki.fo • Opið er mánad. - fríggjad. kl. 08.00-16.10 LIANA 1,6 169.500,- Ein rúmligur familjubilur við nógvari útgerð, so sum: Aircondition Alufelgur Hiti í setrunum framman... www.suzuki.fo C M Y K 24