hósdagur 17. apríl 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 75 - 16. apríl 2003
Millum teir 24, sum
hava fingið lands-
liðsboð, eru fleiri
ungir menn, og har-
við verður staðfest, at
ættarliðsskiftið
heldur fram á
landsliðnum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað koma alt fleiri nýggj
nøvn til sjóndar í lands-
liðshøpi. Í gjár vórðu spæl-
ararnir úttikinir, sum skulu
umboða Føroyar, tá ið
Kasakstan um eina stóra
viku fer at spæla tveir
landsdystir í Føroyum.
Henrik Larsen, landsliðs-
venjari, hevur úttikið 24
spælarar. At talið er so stórt
kemst av, at HB spælararnir
og útisetarnir ikki vera tøk-
ir til landsliðsfótbólt.
HB skal annan sunnudag
spæla í Íslandi ímóti ís-
lendska meistaraliðnum, og
útisetarnir fara sama dag at
vera upptiknir av lands-
kappingardystum.
Útisetarnir og HB spæl-
ararnir koma tískil ikki til
landið fyrrenn eftir fyrra
dystin,
sum
verður
á
Svangaskarði sunnudagin
27. apríl klokkan 16. Úttøk-
an til seinna dystin, sum
verður spældur á Tórsvølli
týsdagin 29. apríl klokkan
18.45, verður ikki fyrrenn
aftaná fyrra dystin.
Nýggjasta skotið
Nýggjasti maðurin í lands-
liðshøpinum
er
Símun
Samuelsen úr GÍ. Undan
kappingarbyrjan flutti átjan
ára gamli álopsspælarin úr
VB og til GÍ. Nú verður
hann mettur at vera so mik-
ið góður, at hann hevur
fingið landsliðsboð.
Ein veteranur, sum altíð
hevur verið og framvegis er
VB spælari, hevur eisini
fingið landsliðsboð. Tað er
VB málverjin Bjarni Jo-
hansen. Hann hevur ikki
verið á landsliðnum í átta
ár. Í steypakappingini hevur
hann verið framúr væl
upplagdur. Nú er hann aftur
triði málverjin á landsliðn-
um, og tað er greitt, at hann
í hvussu so er verður á
beinkinum í fyrra dystinum
ímóti Kasakstan.
Ungu menninir
Umframt Símun Samu-
elsen eru fleiri aðrir ungir
spælarar úttiknir. Jón Rói
Jacobsen og Hjalgrím Elt-
tør hava longu verið við
fleiri ferðir, og teir mugu
metast so at siga at vera
sjálvskrivaðir í hópinum.
Jan Ingi Petersen úr B68
var við á venjingarleguni
fyrr á árinum. Hann hevur
fingið boð, og tað hevur
Atli Danielsen úr KÍ eisini.
Súni Olsen úr GÍ var eisini
við á venjingarleguni, og
hann er við aftur.
Ingi Højsted úr Arsenal
hevur verið nógv plágaður
av skaðum. Hann er nú
komin rættuliga fyri seg, og
venjarin hevur sent boð
eftir
miðvallaranum
at
koma úr London og High-
bury og á Svangaskarð og
Tórsvøll at vísa, hvørjar
knotur eru í honum.
Jonhard Frederiksberg av
Skála hevur aftur hesa ferð
fingið boð.
Royndu spælararnir
Meiri tilkomnu landsliðs-
spælararnir, sum hava fngið
boð, eru Jens Martin Knud-
sen, Hans Fróði Hansen,
Fróði Benjaminsen, Jó-
hannes Joensen, Pól Thor-
steinsson, Julian Johnson,
John Petersen, Jákup Mikk-
elsen og Óli Johannsen.
Um ikki verður hugsað
so nógv um aldurin, men
heldur um tíðina og leik-
lutin, sum teir hava havt á
landsliðnum, so eru hesir
spælararnir úr næsta ættar-
liðnum úttiknir: Jákup á
Borg, Andrew av Fløtum,
Heðin á Lakjuni, Rógvi
Jacobsen, Helgi L. Petersen
og Christian Høgni Jacob-
sen.
Millum teir, sum hava
verið nógv á landsliðnum,
og sum ikki eru úttiknir
hesa ferð, eru Jens Kristian
Hansen og Øssur Hansen.
Felags fyri teir báðar er, at
teir eru skaddir.
B36 er best umboðað við
fimm spælarum: John Pet-
ersen, Jákup á Borg, Julian
Johnsson, Pól Thorsteins-
son, og Heðin á Lakjuni.
Næstbest umboðaða felag-
ið er B68, sum eigur tríggj-
ar spælarar – Fróði Benja-
minsen, Hans Fróði Hansen
og Jan Ingi Petersen.
So eru tað fleiri feløg, ið
eiga tveir spælarar í 24
manna hópinum. Úr HB
eru tað Rógvi Jacobsen og
Andrew av Fløtum, úr NSÍ
Jens Martin Knudsen og
Helgi L. Petersen, úr KÍ
Hjalgrím Elttør og Atli
Danielsen og úr GÍ Súni
Olsen og Símun Samuel-
sen.
Jónhard
Frederiksberg
umboðar Skála, Bjarni Jo-
hansen VB, Jóhannis Joen-
sen, og FS Vágar. Einasta
felagið í 1. deild, sum ikki
eigur umboð í stóra hópin-
um, er EB/Streymur.
Útisetarnir
hava
ofta
verið fleiri enn fimm. Men
tað er einki óvæntað í, at
teir ikki eru fleiri, tí tað eru
fáirføroyingar, sum í løtuni
spæla fótbólt uttanlands.
Landsliðið skal møta
leygardagin
26.
apríl
klokkan 9.30.
Drigið eftir
páskirnar
LUTAKAST
Páll Holm Johannesen
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um
Løgmansteypið verður eftir páskirnar. Mannagongdin
seinastu tvey árini hevur verið, at tað verður ikki av-
gjørt, fyrr enn bólkaspælið er av, hvørji feløg skulu
hittast í fjórðingsfinalunum.
Tað er greitt, at vinnarnar í bólkunum, saman við
besta tvey aranum fáa heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Møguleiki er eisini fyri, at feløg, sum hava verið í bólki
saman, eisini kunnu hittast í fjórðingsfinaluni. Hetta
hendi m.a. fyri tveimum árum síðan, tá KÍ og ÍF vóru í
bólki saman, og lutakastið til fjórðingfinaluni eisini
bólkaði tey saman.
Símun Samuelsen á landsliðnum
Vágbingurin í Gøtu, Símun
Samuelsen, er nýggjasti
leikarin á landsliðnum.
Hann hevur fingið boð til
dystirnar ímóti Kasakstan
seinni í mánaðinum
C
M
Y
K
26
Nr. 75 - 16. apríl 2003
27
...tí verður søkt eftir dugnaligum skriv-
stovufólki til vanligt skrivstovu- og bókhalds-
arbeiði at byrja skjótast. Vit bíða tó fegin
eftir rætta persóninum.
Royndir innan toll-avgreiðslu er ein fyri-
munir, men eingin treyt.
Starvið er fulltíðarstarv, sum tó uttan trupul-
leikar kann lutast í tvey hálvtíðarstørv.
Lønar- og arbeiðstreytir verða avtalaðar
millum partarnar.
Skrivligar umsóknir, sum verða viðgjørdar
í trúnaði, skulu saman við neyðugum tilfari
sendast til:
P/F SMS
Postboks 1059
110 Tórshavn
Att.: Mary Husgaard, skrivstovuleiðari
Um hóskandi boð fæst, er hesin snøggi chopp-
arin,ein Intruder 1400,til sølu.Súkklan er góð at
koyra, er kraftmikil og ógvuliga vøkur. Súkklan
hevur bert koyrt 16 tkm og er sum spildurnýggj.
Myndir og nærri skrivilsi av súkkluni kann fáast
við at ringja tlf. 212536, ella skriva ein teldupost
til jakup_sandberg@hotmail.com
Møgulig fígging kann útvegast.
2. páskakvøld
discoteque
við DJ Petur
-tryggjar reint lensivatn
KJØLSVÍN
Tlf. 372 372 · Fax 372 373
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
27