fríggjadagur 26. juni 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 26. juni 1992
Fríggjadagin kl. 20.00:
Glitter
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1984.
»Glitter« er eitt vikublað við góðum frá-
søgnum, greinum og myndum. Tey, sum
starvast á tí, savnast hverja viku hjá
blaðstjóranum at fáa at vita, hvat tey
skulu gera. Har arbeiða ymisk fólk, og
kenslurnar eru ymiskar. Sam fær eina
nýggja gentu, Kate, at hjálpa sær við ein-
um arbeiði at gera eina samreðu við
eina konu, sum liggur fyri deyðanum á
einum sjúkrahúsi. Blaðmaðurin Pete og
starvsfelagi hansara, Julie, skulu gera
eitt film-studio. Og á
kærleikin
eina fråsøgn um
skrivstovuni blómar millum
Fríggjadagin ki. 22.35:
Spenser
Matthew Lowington hevur leigað Spens-
er til lívverja hjá dóttrini Cathy. Ílatin
sum bilførari, bíðar hann uttan fyri
gentuskúlan, har hon gongur. Tá sær
hann bráddliga ein bil steðga, ein mann
taka í Cathy og taka hana inn í bilin.
Spenser ger vart við seg, men hin maður-
in tekur vápn fram og skjýtur. Bilurin fer
við Cathy í
Leygardagin kl. 20.00:
Tornufuglarnir
TOa ið tað endiliga hevur eydnast at
»Stjala« faðir Ralph frá kirkjuni, ger
Maggie av at fara frá Luke og flyta aftur
til Drogheda. Har eigur hon barnið hjá
sær og faðir Ralph, Dane, men sigur ikki
Ralph, hver pápin er. Árini ganga, og
bæði bernini hjá Meggie vaksa til. Faðir
Ralph sum nú er kardinalur, kemur til
Australia at vitja og hittir Dane. Systir
hansara, Justine, sum ongantíð hevur
kent til kærleika frá mammu síni, ger av
at fara úr Drogheda at læra til sjónleik-
Sunnudagin kl. 16.00:
á . “ ” .
Lívið eftir kríggið
Michael, sum nú skrivar fyri Sunday
Crusander, fær fatur í loyniligum upplýs-
ingum um Suezveitina. Men hann missir
meira og meira áhugan fyri hendingu-
num úti í heiminum og brúkar mestsum
alla sína tíð til fyrsta sjónleik sín, sum
skal framferast í Colchester. Rachel Jor-
dan er farin at arbeiða sum granskingar-
hjálpari hjá Owen Millon í Oxford, har
ein fríggjar til hennara.
Sunnudagin kl. 17.30:
Head of the Class
Sega er ikki tað sama sum sannleikin, og
hetta uppdagar flokkurin. Ein samreða
eitt kveldi elvir til eina gelu-grein um
Charlie í skúlablaðnum.
Sunnudagin kl. 19.10:
Amerikanskur filmur frá 1986. Framhald
av filminum >The Hustler< (1961), eisini
hann við Paul Newman i høvudsleikluti-
num. Hin fyrrverandi billardspælarin
»Fast« Eddie Felson er farin at skapa
nýggj talentir. Hann hittir hin unga Vin-
cent og sær í honum ein vinnara...
Mánadagin kl. 20.00:
Roses are for
the Rich
Amerikonsk sendirød í tveimum prøtum,
bygd å skaldsøgu hjå Jonell Lawson.
Hetta er søgan um unga, fåtæka Au-
tumn, sum vil nakað her í lívinum, men
alt hevur sín prís...
Tá ið sendireðin byrjar, er maður Au-
tumn, Douglas Osborne, júst deyður, og
øll familja hansara illtonkir Autumn at
hava tikið lívið av honum. Og uppaftur
verri verður tað, tá ið Autumn verður
handtikin, meðan testamentið hjá Doug-
las verður lisið upp. Vikurnar, meðan hon
er ákærd, lítur Autumn aftur um bak, og
hugsar um hvussu hon er komin í hesa
The Colour of Money Quincy
Lisa Hartman, Morgan Stevens, Jim
Youngs og Joe Penny
truplu steðu. Hon varð fedd í eina fátæka
kolagravarafamilju, og hon misti bæði
foreldur síni, tá ið hon var tólv ár. Blað-
ung giftist hon við Lonni Norton, sum
stutt eftir doyði av námsvanlukku á
sama hátt sum pápi hennara. Hon vil
hevna seg, og hon sver at hon skal hevna
seg
Mánadagin kl. 23.00;
Twilight Zone
Ein drykkjumaður, Timothy Bottoms,
setir sær fyri at leggja av at drekka. men
hann uppdagar, at viðgerðarhátturin er
verri enn sjúkan.
Týsdagin kl. 22.00:
Tá ið Quincy roynir at »reinsa« stjóra sín,
sum kanska hevur gjert eitt mistak við
einari obduktión, verður hann kroystur
millum legregluna og brotsmenn.
Mikudagin kl. 20.00:
Tørres Snørtevold
Norskur filmur frå 1940. Fiskimadurin
Tørres fer til byin at gerast rikur — at
hevna seg inn å Krøger konsul, sum
hevur tikið heimið frå Tørres og gamla
pápa hansara. Hann fær arbeiði í býnum
í einum handli hjá frú Knudsen, og skjótt
gongur handilin heilt væl — til egnan
fyrimun. Við ellum snildum eydnast hon-
um eftir stuttari tíð at koma á mál.
Mikudagin kl. 22.10:
Adam - 12
Doyle og Grant verða bidnir at koma til
Esther Gaylord, eina blinda konu, sum
biður teir finna hundin hjá henni, ein
svartan labrador retriever. Ferarahund-
urin Carlos, sum er áligið hjá henni er
stolin. Seinni frætta teir, at eitt rán hev-
ur verið í einum handli og 280 dollarar
eru stolnir. Doyle og Grant fara til
verka...
Hósdagin kl. 20.00:
Buchanan Rides
Alone
Randolph Scott, Craig Stevens, Jenni-
fer Holden, Barry Kelley.
Am. western frá 1958. Buchanan er ein
ævintýrari frá Texas, sum eftir tænastu í
mexikanska herinum leitar sær eftir ødr-
um arbeiði. Hann kemur til ein lítlan bý,
sum er kendur fyri »falsk-spæl« o.a., og
tað eru breðrirnir Agry (sheriffurin og
dómarin). Tá ið Bucman ríður inn í býin
hevur ungi mexikanarin Juan júst dripið
yngsta beiggja sín,sum hevur gjørt seg
inn á systir hansara, og í øllum hurlivasa-
num heldur Buchanan við Juan. Báðir
verða handtiknir og rættarsakin byrjar...
Hósdagin kl. 21.45:
Paradise Club
Oberst Mombassa hóttir Frank við harð-
skapi um hann ikki vil selja narkotika í
Paradise Club. Samstundis verður
Danny handtikin fyri eitt rán, sum varð
framt tíggju ár frammanundan. Advo-
katurin Max verður bilsin, tá ið Danny
noktar at geva nakað alibi, hóast hann
ikki var í nánd, tá ið ránið varð framt.
Frank, sum veit, hví Danny einki sigur,
letur Rosy Campbell hjálpa at fáa bróðir-
in fríkendan.