leygardagur 27. juni 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tíðindablaðið
KFUK í Havn 70 ár
„Slíkur skrivari — bæði
til andans og handans
arbeiði — kemur ongantið
aftur íKFUK.<
Ordini eigur Jona Hen
driksen, og tey sigur hon
um grundleggjaran av øll-
im ti, KFUK i Havn hevur
havt at bygt arbeidi og
virksemi sítt á í 70 ár.
Mánadagin 29. juni eru
júst 70 ár liðin, síðani fel-
agið KFUK varð stovnað
og flutti inn í húsini í
Vardagøtu, ið øll hesi år
hava verid ein ikki so
tydandi partur av byar-
myndini i Havn.
Byrjadi i Tinganesi
Ei heldur må forsmåast
tann lutur, KFUK hevur ått
í ungdómsarbeiði, eins væl
og eldraarbeiði í Havnini
hesi mongu ár.
Hóast felagið og húsini
nú verða 70 ár, so byrjaði
Frøken Hansen, sum vit
kallaðu hana, upp á arbeiði
tvey ár frammanundan,«
greiðir Jona Hendriksen
frå. Sjålv hevur Jona verið
skrivari í KFUM í skjótt 25
år, og var hon ein av teim-
um, 10 fekk høvi at uppliva
taótrúliga evnariku og arb-
eiðssomu Frøken Hansen i
hennara bestu døgum.
»Henriette Hansen, sum
Frøken Hansen æt, var ætt-
ad av Gørdunum í Vági, og
sum heilt ung fekk hon kall
ul at gera eitt arbeiði mill-
um tey ungu. Tad var so
fyrsti spirin til tað, KFUK
er í dag.
Fyrstu tvey árini skipaði
Frøken Hansen fyri fund-
um — bæði fyri dreingir og
gentur, ungfólk og vaksin
— úti í Tinganesi. Har úu
hevði hon bæði Várgleði,
unggentudeild, aðaldeild
og hús hvert sunnukvøld.
Hevdi pensionat
»Aftrat tí hevdi hon eitt
pensionat, ið bæði var fyri
gentur og dreingir, og tað
fekk hon eisini eitt slag av
eini átalu fyri,< sigur Jona.
»Men Frøken Hansen
dugdi so sanniliga at svara
fyri seg, og har — framman-
fyri prestum og øðrum
høgum harrum — visti hon
á, at tað var upp til teirra,
um hon skuldi hava eitt
pensionat fyri dreingir
eisini ella ikki. Tað var
bara hjá teimum at fáa sett
Frøken Hansen, ið
stovnadiKF UK í Havn
og gjørdi eitt stórt
arbeiði fyri ungdómin
í Havnini og annars
kring alt landið
eitt KFUM á stovn, so var
einki meira at tosa um tað,
segði hon við teir. So varð
ikki meira sagt um tað.<
Men so eftir tvey ár
gjørdist møguleiki at flyta
inn í hesi húsini, ið nú hýsa
KFUK,< sigur Jona frá.
Nógv veit hon, og sera væl
liggur fyri at greiða frá.
>Húsini vórðu uppruna-
liga bygd sum enskt konsu-
lat, men seinnaparun
sunnudagin 29. juni 1922
vórðu tey vígd ul KFUK-
hús, og seinni varð felagið
sett á stovn. Tann fyrsta
dagin teknaðu 45 limir
seg.«
Jona sigur, at hendan
Frøken Hansen var ser-
stakliga dugnalig ul sitt
arbeiði, ið hon røkti til lítar
i 28 år, til hon í 1948 flutti
niður úl Danmarkar at
búgva.
»Ein kann siga, at Frøken
Hansen serliga hevði tvey
hjartabørn innan arbeiði:
Tað fyrra var ytrimissi6ns-
arbeiði innan DMS, og var
hon við til at byrja ytri-
missiónsringar — bæði her í
Havn og úti á bygdunum.
Hetta arbeiði legði hon
sera stóran dent á. Hitt
seinna var skótaarbeiði, ið
hon eisini legði alstóran
dent á. Soleidis byrjaði hon
í 1928 við skótunum, og
fýra ár seinni — í 1932 —
setti hon títlingarnar á
stovn.«
Eisini kann nevnast, at
Frøken Hansen i 1920 tók
sug til fyrstu summarleg-
una i Føroyum. Síðani hev-
ur leguarbeiði verið fastur
táttur innan virksemi hjá
KFUK — partvís saman við
KFUM.
Fleiri heiðursslgnir
Døm: um, hvussu gott
hegni, 10 Frøken Hansen
hevði ul júst hetta arbeiði,
er ein framsyning, 10 skót-
arnir hjá KFUK í Havn
vóru við ul í Forum í Keyp-
mannahavn síðst í tríati-
árunum. Har eydnaðist at
vinna ikki færri enn tríggj-
ar heidurslønir fyri ymist
handaligt avrik, skótarnir
høvdu vid har, og sum Frø-
ken Hansen hevdi skipad
fyri og lagt til rættis.
Frøken Hansen doyði 21.
januar í 1961.
Tá hon fór niður í 1948,
ar Helena Bærentsen eitt
stutt skifti skrivari í
KFUK, men síðani komu
tveir danskir skrivarar —
Louisa Petersen frá 1952
til 1957 og Erna Garn frá
1962 og 1966.
Nr. 120 — 27. juni 1992
KFUK-skrivarin í
skjótt 25 ár, Jona
Hendriksen, er her
í ferð við at heisa
flaggið á nýggju
flaggstongini uttan
fyri KFUK-húsint
Mynd: Kalmar
Býttu ímillum sín
Tær ferðirnar, eingin
skrivari hevur verið í fel-
agnum, hevur sitandi
nevnd tikid sær av at byta
arbeidsuppgåvurnar imill-
um sin, so arbeiðið altid
hevur kunnað hildið fram,
hóast eingin skrivari hevur
verið.
Talan hevur tó ongantíð
verið um longri tíðarskeið
við ongum skrivara.
Í 1967 tók Jona Hendrik-
sen vid sum skrivari, og har
hevur hon verið síðani.
»Av ti at eingin annar
var, tók eg av at vera skriv-
ari,<sigur hon heldur spak-
ført, men kortini man eing-
in ivast í, at eisini í henni
hevur KFUK havt ein sera
dugnaligan og arbeiðs-
saman skrivara í skjótt 25
ár.
Gjøgnum hesi mongu ár-
ini er sjálvsagt virksemið
og arbeiðið hjá KFUK okt,
og er einki petti ov nógv
sagt, at KFUK hevur verið
eitt av teimum feløgunum í
Havnini, ið hevur havt
eimamest at siga fyri ung-
dómsarbeiði á kristnari
grund.
Ein annar táttur, ið eisini
hevur verið vældámdur,
hevur verið eldraarbeiði.
Scinnapart triggjar mána-
dagar um mánaðin hevur
KFUK eldrasamkomu, har
eldri koma saman at hugna
sær við einum orði, søgu,
drekkamunni, ella hvat nú
einaferð er á skránni.
Ta fyrstu tíðina, KFUM
varð til, vóru felagsfundir í
KFUK, ið bæði feløgini
høvdu saman. Hetta er eitt
mynstur, ið aftur í dag eyð-
kennir felagsarbeiði hjá
KFUK og KFUM rættiliga
nógv. >Í dag hava bæði
felø ni nógv ultøk saman,
og tað er eitt gott samarb-
eiði, ið vit hava verið glað
fyri.«
Nú felagið fyllir 70 år og
hevur lagt 70 år í húsunum
í Vardagøtu aftur um bak,
verður skipað fyri einari
stórari kvinnulegu í KFUK
um vikuskiftid, har kvinn-
ur år øllum landinum koma
saman.
Kvinnulega i KFUK
Legan byrjadi i gjår-
kvoldið, tá Sonja Klein tos-
aði um Martu og Mariu. Í
dag verður hildið fram kl.
10 við bíbliutíma, ið Bir-
gitte Johannesen, prestur,
fer at hava. Seinnapartin
kl. 15 eitur tiltakið »Tey 70
årini«, og um kvgldið fer
Vilgerð Modi at greiða frá
og sýna ljósmyndir frá arb-
eiði á spidalskasjúkrahúsi í
India. Í morgin verður so
farið í kirkju kl. 11 í Vest-
urkirkjuni, og seinnapartin
kl. 15 verður tann stóra
fødingardagsveitslan hild-
in í KFUK. Veitslan er fyri
bæði kvinnur og menn,
meðan hinir fundirnir í
sambandi við leguna eru
almennir fyri allar kvinnur.
Hóast sjálvur 70 ára fød-
ingardagurin er mánadag-
in, er einki serlig tiltak á
skránni, av tí at veitslan
verður dagin fyri.
Men kortini man einki
vera at ivast í, at Jona frå
morgunstundini av fer út at
heisa flaggið hátt í nýggju
flaggstongini uttan fyri
KFUK...
hj.
Fyrsta summarlegan,
ið varð hildin í Føroy-
um, var í Tinganesi
longu í 1920. Tað var
Fróken Hansen, ið
skipaði fyri leguni.
|
I =