leygardagur 27. juni 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EET
Nr. 120 — 27. juni 1992
Barrirnar høvdu
sterri tydning
enn ungdomurin
Tað er ógvuliga ymiskt hvussu skjótt og/ella væl
uppskot verða avgreidd i Tórshavnar Býráð.
Tað hevdi nógv stórri tydning hjá býráðnum at
skunda sær at geva trý skeinkiloyvi, enn at
rætta ungdóminum eina hjálpandi hond
juni fekk Tórshavnar
syråd skriv frá fútanum,
viðvíkjandi skeinkiloyvi til
riggjar matstovur í DY-
um, til ummælis. Longu
akrar fåar dagar seinri
ru hesi mål avgreidd i
býráðnum. Skjót málsvið-
'erð, og soleiðis skal tað
vera
Men verri gekst vid
inum gðrum máli, sum
eisini hevði nakað við
nýggju rúsdrekkalógina at
gera. Munurin var tó tann,
at hetta mál viðkom serliga
ungdóminum. Hetta mál
sendi undirritaði býráðnum
25. februar, men eftir at
tað hevði staðið á skránni
á mentanevndarfundi einar
tvær ferðir, hvarv tað, og
eingin visti um tað at siga.
Spell var tað, tí eg hevði
ætlað, at skipanin kundi
verða sett í verk nú barri-
rnar fara at koma.
Uppskotið snýr seg í
stuttum um, at gjørd verð-
ur ein royndarskipan vid
einum ungdémshøli, har
vit kundu boðið ungdóm-
inum eitt fjølbroytt og
innihaldsrikt fritidarvirk-
semi.
Heimari skúli við Landa
vegin verður ikki longur
nýttur sum skúli, og hevði
ti verið hóskandi í byrjan
ini í hvussu er.
Rúsfrítt umhvervi
Sambært nýggju rús-
drekkalógini verður aldurs-
markið at keypa rúsdrekka
á matstovu ella rúsdrekka-
sølu sett úr 20 og niður í
18 ár. Haraftrat verður
hereftir nógv lættari at fáa
fatur á tí. Lat tað fara, um
hetta er skilagott ella ikki,
men soleiðis er nú nýggja
rúsdrekkalógin, um vit
vilja tað ella ikki.
Hinvegin sigst grund-
sjónarmiðið í nýggju lógini
vera, at avmarka rús-
drekkanýtsluna, og minka
mest um skaðan, sum
rúsdrekkanýtslan hevur við
sær fyri einstaklingar og
samfelagið.
Í grein 4, 3. stk. verður
millum annað sagt, at av-
lop frá Rúsdrekkasglu
Landsins heilt ella partvíst
skal nýtast ul fígging av
upplýsandi virksemi um
skaðarnar við nýtslu av
rúsdrekka...
Fyribyrgið
Fyrsta dagin fer at renna
úr kranunum á føroyskum
matstovum, og tá fáa eisini
ungfólk lættari atgongd til
rúsdrekka.
Sagt verður, at betur er
at fyribyrgja enn at lekja,
og ti átti at verið sera
umráðandi at bjóða ungum
fólki eisini aðrar møgu-
leikar til mennandi og
innihaldsrikt fritidarvirk-
semi í rúsfríum umhvørvi.
Hetta kann heldur ikki
vera annað enn í trå við
endamálsgreinina í rús-
drekkalógini. Við ødrum
orðum: Eitt alternativ til
barrirnar.
Út frá hesum er ikki
óhugsandi, at býráðið
kundi fingið ein ávísan
stuðul frá landsstýrinum til
eitt tílíkt tiltak. Bert spell,
at ein tílík hugsan ikki
kann vinna frama í Tórs-
havnar Býráð. Tað kundi
ikki so frægt sum fáa eina
politiska viðgerð.
Góðar royndir
aðrastaðni
Aðrastaðni hava tey sera
góðar royndir av tílíkum
Síða 15
z 2
| SJÓNARMIÐ 1
Tórfinn Smith, býráðslimur: Tankar hava áður verið
frammi um tílíkt frítíðarvirksemi, men í á
1129 eru tvinnar
4; : 1Á Hr >} 1541 j 2
orsøkir fyri, at tað er enn meira umraoandt at gera
ungdómshúsum ella fritid-
arfeløgum, sum ikki bert
koma ungdóminum til
gagns, men eisini foreldr-
um og myndugleikum.
Tankar um tílík tiltøk
hava áður verið frammi,
men í dag eru tvinnar
orsøkir fyri, at tað er meira
átroðkandi í dag enn fyrr.
eina roynd
Lættari atgongdin til rús-
drekka, og arbeiðsloysið
millum ung.
Tað er ikki neyðugt, at
ein tílík roynd fer at kosta
so sera nógv. Hølid stend-
ur har, og haraftrat skal
onkur setast til at skipa og
leiða hetta arbeiðið.
Hetta átti at verið ein
Heimari skúli við
Landavegin gevur
moguleikar bæði fyri
innan- og uttandurða
virksemi, sum her, tá 10
flokkarnir fyri nókrum
árum síðani, umvældu ein
gamla bát. Bert væntandi
hugflog kann seta
avmarkingar til, hva
virksemi fer fram í einum
frítíðarfelagi
Heimari Skúli við
Landavegin er vælegnaður
til frítíðarvirksemi.
Mynd: Kalmar
spennandi avbjóðing hjá
eittnú onkrum av teimum,
sum nú standa við einum
lærara- ella pedagogprógvi
í hondini.
Eydnast eitt tílíkt tiltak,
og tað ivist eg ikki í at tað
ger, kundi tað verið ein
fyrimynd fyri onnur líkn-
andi ultøk í bynum.
Tórfinn Smith
Framhald av síðu 11
Á Jóanseku móti B71 var
hann so skaddur, at tað
ikki bar honum til at leika.
. VB stendur seg vanliga
væl í Eysturoynni. Í fjør
vunnu teir 3-0 í Runavík
og greiddu javnleik 2-2 í
Getu. Í ár hava teir vunn-
ið 2-1 í Getu, meðan teir
taptu 2-1 á Toftum, eftir
at teir vóru komnir á odda
og hevdu meguleika at
økja leiðsluna.
Spurningurin er so, um
verkfallið fer at gera tað
meguligt hjá VB at royna
at endurtaka góðu úrslit-
ini í Eysturoynni, og um
NSI fær loyvi at royna, at
rudda eggið á stigatalvuni
burtur.
Oddastríð
í Gundadali
Tað stendur upp til HB,
um B68 skal sleppa rættu-
liga leyst av hinum í oddi-
num í 1. deild. Men HB er
skert, tá tað ræður um
meguleikan at fáa bæði
stigini móti toftamonn-
um, sum ikki hava tapt
sjey landskappingardyst-
ir. Einsti ósigurin í lands-
kappingini higartil var
stórtapið á grasvellinum
móti GÍ.
Á hvassa tvíeggjaða
álopssverinum hjá HB er
onnur eggin burtur sunnu-
dagin: Toppskjúttin í 1.
deild Uni Arge, hevur leik-
bann eftir reyða kortið í
steypadystinum móti
NSÍ, og landsliðsmaðurin,
Jan Dam, er eisini leikban-
naður.
Grímur Vang er farin av
landinum, meðan Leivur
Holm, og Bogi Dam eru
afturkomnir. Heðin Joen-
sen, sum hevur sitið
skaddur uttanfyri, er tek-
ur aftur.
— Eingin ivi skal vera
um, at vit fara á vøllin fyri
| nidurteljingin
at fáa bæði stigini. Tað
noyðast vit, um spenning-
ur framvegis skal vera um
oddaplássið, sigur Gunnar
Mohr, sum ikki visti at
siga, hvussu teir fóru at
loysa trupulleikan í álopi-
num, nú Uni er burtur.
B68 hevur alt fólkið
tókt. Oddmar Fære er um
at vera komin í venjing
eftir knæskaða, og Olaf
Magnussen venur aftur
eftir snuddin, hann fekk í
andlitið á Sevmýri. Báðir
hava seinastu umferini
verið í 3. deild. Tað verða
teir eisini hesaferð.
Allur leikarahópurin hjá
B68 var í gjárkveldið
savnaður í nýggja húsi-
num á Svangaskarði at
síggja EM-finaluna á stór-
um sjónvarpsskýggja og
til kaffi og småkøkur.
B68 stendur seg vanliga
væl í Gundadali. Leikligu
fyritreytirnar tykjast vera
til tað hesaferð, men tað er
neyvan rætt at rokna við,
at teir koma við fullari
ferð fram á vøllin.
— Vit hava higartil
savnað hugsanirnar um at
berjast fyri at sleppa frá
niðurflytingar meguleika-
num, sum liðið hekk upp á
alt seinasta kappingarár.
Tíbetur hevur tað eydnast
hampuligt, sigur B68
venjarin Jógvan Norðbúð,
sum ikki vil tosa um; at
oddasteðan undan summ-
arsteðginum kann verða
so greið, at lítil spenning-
ur verður um FM-heitið.
— Vit eru glaðir fyri
hvenn sigur og hvert stig.
Hvat framtíðin ber, liggur
í tí óvissa. Tað hava vit
sæð á velli meiri enn tað
eina árið.