mikudagur 23. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Nr. 76 - 23. apríl 2003
3
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Hertha Magnussen
á Nesi
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 19. apríl, 80 ára gomul.
Børan kemur í Nes kirkju týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður mikudagin 23. apríl kl. 14.00.
Ólavur, Inga, Hanna Maria og Jóhannes
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæri
pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Kaj Thomassen
Svínoy
andaðist á Norðoya røktarheimi 2. páskadag
95 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr salinum í Svínoy
fríggjadagin 25. apríl kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Tummas, Kristina, Páll, Fróði, Bjarti og Ólavur
Tey, ið ynskja at minnast Kaj kunnu lata eina gávu til Norðoyar Røktarheim,
konto í Norðoyar Sparikassa.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara elskaði
maður, pápi og abbi, verfaðir, bróður og svigarsonur
Vinjard Falkvard Joensen
andaðist páskamorgun í heiminum í Sørvági,
57 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Marjun, Poli og Finn v/ familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
ið varð víst okkum tá okkara kæra mamma,
vermamma og omma
Sunneva Johansen
Miðvágur
lá sjúk, doyði og varð jarðað.
Tøkk øll tit, sum á ymsan hátt vóru um hana,
bæði heima og á Ellisheiminum.
Tøkk til heimarøktina, heimasjúkrasystrar,
tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góð orð á
ellisheiminum og fyri sera vøkru taluna í kirkjuni.
Takk til berarar, sangarar, gravarar og tit, sum hjálptu
til við ervinum og øll, sum á einhvønn hátt hjálptu
til í samband við jarðarferðina.
Takk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold, takk fyri kransar,
blómur og gávur til kirkjuna.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Torfinn, Birgir, Haldis og Maibritt við familjum
www.sosialurin.fo
TÍÐINDASKRIV
Per Gúnt á Gamla Meia-
rínum hevur verið spældur
19 ferðir.
Eftir páskir fer Gríma
undir seinastu sýningarnar
av
sjónleikinum
"Per
Gúnt".
Leikurin
hjá
Henrik
Ibsen og við leikstjórn hjá
Eyðuni Johannessen hevur
verið sera væl umtóktur
bæði millum áskoðarar og
ummælarar. Síðan frum-
sýningina 22. mars hava
yvir 1.600 fólk sæð leikin.
Ummælarnir
søgdu
millum annað:
Kim Simonsen, Sosial-
urin: "Eyðun og Gríma 13
fyri megnar Per Gúnt
leik"
"Í tríggjar tímar eru vit
slept inn í eina gandaverð.
Har eru trøll, har er svik,
gorlakkar, villur grátur,
deyði og stór sorg. Har er
melankoli og fløktar lívs-
gátur. Men mest av øllum
er har sjónleikur, tá hann er
bestur. Veruligt drama og
sorg av greskum dimen-
siónum"
"Hetta er ein leikur fyri øll.
Fólkaskúlaklassar,
mið-
námsnæmingar serligani.
Eg ynski øllum Føroya
fólki, at tey brúka 125
krónur og fáa hetta við.
Sløkkið
sjónvarpið
og
skrubba av til sjónleik.
Hatta eru eini góð ráð.
Føroyski veturin er lættari
at liva við aftan á. Øll
kunnu læra nakað um seg
sjálvan av hesum stóra
Ibsen drama. Gúnt er betri
enn solarium, klænkiskeið.
Gúnt er í støðum eins
spennandi
sum
ein
landsdystur millum Føroy-
ar og Týskland, har Før-
oyar
eru
á
odda
2-0."
Jógvan E. Ósa, Sosial-
urin: "Leiklistin stórtrívist
her á landi – og seinasta
prógvið er Per Gúnt"
Carl
Johan
Jensen,
Fregnir: "Vilt, fyndugt og
fyrilitsleyst"
"Sýningin er stutt sagt
framúrskarandi, hon hevur
bæði flog og fynd.
Hetta er føroyskur sjón-
leikur, tá ið hann er bestur
og tað er ikki ovsagt at betri
undirhald er ikki og hevur
verið í boði í Havn og í
langa tíð."
Beata
L.
Samuelsen,
Dimmalætting,
"Ibsen
gamli bretti sær á í Meia-
rínum"
"Tað andaði av leikandi og
heimsferðandi
list,
tá
leikbólkurin Gríma nærum
full mannað legði alla sína
orku í Per Gúnt".
Sýningarnar týs-, miku-,
hós- og fríggjakvøld eru
kl. 19.30.
Atgongumerki fáast á
Kunningarstovuni, og við
dyrnar 1 tíma undan
sýning.
Farið verður undir seinastu
sýningarnar av stór-
leikinum "Per Gúnt"
C
M
Y
K
3
2