mikudagur 23. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Nr. 76 - 23. apríl 2003
5
– Tað er einki løgið
við ómakgjøldum.
Tað er bæði logiskt og
rímiligt, at tað eru
tey, sum nýta eina
tænastu, ið rinda fyri
hana, sigur Bjarni
Olsen, stjóri í Føroya
Sparikassa.
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Tíðin tá kundarnir kundu
gera teirra flytingar og
onnur ørindi í peninga-
stovnunum og ikki gjalda
fyri hvørja flyting, er farin í
fleiri av føroysku peninga-
stovnunum – eisini í Før-
oya Sparikassa.
Ómaksgjøld ella tæn-
astugjøld eru vorðin ein
fittur partur av inntøkuni
hjá føroysku peningstovn-
unum, og Føroya Spari-
kassi er einki undantak.
– Einki er ókeypis her í
verðini. Vit reka eina fyri-
tøku, sum skal geva avkast,
og onkur skal í síðsta enda
gjalda fyri tænasturnar,
sigur Bjarni Olsen.
Nógv fólk hava eisini
ilskast inn á tænastugjøld-
ini, sum í so mong ár bert
vóru ein tanki.
– Tað er einki løgið við
ómakgjøldum. Tað er bæði
logiskt og rímiligt, at tað
eru tey, sum nýta eina tæn-
astu, ið rinda fyri hana,
sigur Bjarni Olsen.
Brúkaramynstur
Og hetta, nær okkurt kostar
og ikki, sæst eisini aftur á
nýtsluni.
– Tá fólk vita, at okkurt er
ókeypis, so halda tey seg
heldur ikki aftur við at nýta
hendan møguleikan. Tey
gera tað tó uttan at vera
greið yvir, at tey – ella onn-
ur – so ella so gjalda fyri
tænastuna, tí kostnaðurin av
at framleiða tænastuna má
jú gjaldast. Men tá gjaldast
skal fyri hvørja tænastu, so
vilja bert tey, sum meta seg
fáa minst sama virði burtur-
úr tænastuni, sum hon kost-
ar teimum, nýta hana. Tað
vera sostatt eisini tey, og
ikki onnur, sum gjalda, sig-
ur Bjarni Olsen.
Hóast "risastórt" yvirskot
leggur stjórin eina við, at
ómaksgjøldini dekka ikki
allan umsitingarkostnaðin
av tænastunum.
Ongar ítøkiligar ætlanir
eru um at hækka prísin á
tænastugjøldum.
Føroya Sparikassi hevur,
eins og hinir peningastovn-
arnir, sjósett eina nýggja
útgávu av "home banking"
skipanini. Tann hjá Føroya
Sparikassa kallast Heima-
greiðslan. Her er millum
annað ókeypis at gera van-
ligar flytingar, men verður
farið út um landið skal
gjaldast.
Bjarni Olsen kann tó ikki
lova, at onnur gjøld ikki
koma seinni.
Gjaldskort
Í Danmark hevur verið
dúgliga kjakast um Dan-
kortini. Hetta er tann sama
skipanin, ið nýtt verður í
Føroyum. Tó er ikki sama
lóg galdandi. Tað hevur
serliga verið í samband við
nýggjar
terminalar
til
handlarnar, at kjakið er
kyknað. Bankarnir vilja
flyta
útreiðslurnar
til
handlarnar og harvið til
brúkararnar.
Dankort er ókeypis at
nýta í Føroyum, og hetta
verður tað framvegis.
Bjarni Olsen sigur, at
ongar ítøkiligar ætlanir eru
um ómaksgjøld fyri at taka
pening út við korti ella til
handlarnar.
Hóast Sparikassin
hevur havt metár eftir
metár seinastu árini,
er málið enn hægri
avkast. Lági føroyski
rentumarginalurin
kann væl fara at
víðkast fyri at geva
størri inntøkur
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Gongdin er tann rætta.
Soleiðis sigur Bjarni Ol-
sen, stjóri í Føroya Spari-
kassa. Seinastu árini hevur
Føroya Sparikassi merkt
góðu gongdini í búskapin-
um og samfelagnum á sín
egna kropp.
Frá 1999 hevur yvirskot-
ið bara voksið, har hvørt
árið hevur verið metár.
– Sjálvandi hevur góða
gongdin við gongdina í
búskapinum at gera. Men
hon skyldast eisini, at vit
hava vunnið fram í kapp-
ingini, sigur Bjarni Olsen.
Niðasta linja fyri 2002
vísti eitt yvirskot áljóðandi
75,9 mió. kr. áðrenn – 60,6
mió. eftir skatt. Úrslitið fyri
2001 var 73,8 milliónir áðr-
enn skatt.
Gongdin
hjá
Føroya
Sparikassa seinastu árini
hevur verið, at støðugt
størri partur av útláninum
hjá teimum er til vinnulív.
Síðst í farna ári var býtið á
leið 36 % vinnulív og 64 %
privat.
– Vit meta ikki, at tað
hevði givið nóg stórt avkast
bert at satsa upp á privatar
kundar, og vit halda eisini,
at vit hava eina skyldu at
veita tænastur til vinnulív-
ið, sigur Bjarni Olsen.
Hóast góðu gongdini
miðjar Føroya Sparikassi
eftir einum enn betri úrsliti,
sigur Bjarni Olsen.
– Vit vilja fegin røkka
nakað omanfyri 10% í av-
kasti av eginpeninginum,
og hesum eru vit enn eitt
fitt petti frá, sigur Bjarni
Olsen. Nógv undra seg
kanska yvir, hví avkastið
skal gerast størri. Tað er jú
longu methøgt? Eftir okk-
ara tykki eiga ikki bert vit,
men allar føroyskar fyritøk-
ur at stremba móti fíggjar-
ligum avkastum, ið standa
mát við váðan við teirra
virksemi, og sum eru sam-
bærlig við tað avkastið
líknandi fyritøkur røkka
uttanlands, greiðir Bjarni
Olsen frá.
Spurningurin
er
so,
hvussu Føroya Sparikassi
kann røkka hesum máli?
Forstjórin
í
Føroya
Banka, Jørn Astrup Han-
sen, hevur tosað um, at
rentumarginalurin,
t.e.
munurin millum innláns-
og útlánsrentuna, er ov lítil
í Føroyum. Hetta fer at
merkjast, tá "vanligar" tíðir
við tapi til peningastovnar-
nar fara at koma aftur.
Bjarni Olsen er eisini
samdur við Jørn Astrup
Hansen í tí, at føroysku
peningastovnarnir kunnu
vænta sær eisini at skulu
tapa pengar í komandi
tíðum.
– Sum heild eiga vit at
kunna vinna meira pening,
og tað er rúmd fyri at víðka
rentumarginalin sum ein
møguleiki. Men høvuðs-
miðilið at økja avkastið er
at veita dygdargóðar og
kappingarførar tænastur og
hava ein effektivan rakstur,
sigur Bjarni Olsen.
Tølini
Fíggjarstøðan javnvigaði
við 5,191 mia. kr. við árs-
enda 2002 móti 4,954 mia.
kr. í 2001. Vøksturin er 237
mió. kr. ella 4,8%, skrivar
Føroya Sparikassi í sam-
bandi við roknskapin.
Útlánini
við
ársenda
2002 vóru 3,979 mia. kr.
móti 3,589 mia. kr. í 2001.
Vøksturin er 390 mió. kr.
ella 10,9%, og hevur vøkst-
ur verið bæði til vinnu og
privat, meðan útlánið til
almennar myndugleikar o.t.
er fallið. Innlánini vóru
3,947 mia. kr. í 2002 móti
3,792 mia. kr. í 2001.
Vøksturin er 155 mió. kr.
ella 4,1 %. Útlánsprosent-
ið, tað er lutfallið millum
útlán íroknað burturlegg-
ingar og innlán, var 102,9%
móti 96,4% í 2001.
Eginognin er nú 877 mió.
kr. móti 820 mió. kr. við
árslok 2001. Hetta er ein
vøkstur uppá 57 mió. kr.
Solvensprosentið
við
árslok var 22,0% móti
24,1% við árslok 2001.
Lógarkravið er 8%. Gjald-
førið var 798 mió. kr. við
árslok 2002 móti 934 mió.
kr. í 2001. Sparikassin hev-
ur sostatt ein yvirdekning í
mun til lógarkrav um gjald-
føri uppá 80,6%.
Eginpeningurin
varð
rentaður við 7,1% eftir
skatt í 2002 móti 7,3% í
2001. Fallið stendst av, at
eginpeningurin er øktur
lutfalsliga meira enn úr-
slitið er økt, m.a. vegna
tann stóra áhugan at tekna
partapening í Sparikassan-
um.
Føroyski búskapurin
nærkast eini stagner-
ing í næstum, men vit
eru nógv betri fyri,
enn undan kreppuni,
heldur Bjarni Olsen,
stjóri í Føroya Spari-
kassa. Eitt, sum
heldur húsaprísunum
uppi er lágu láns-
kostnaðirnir, eitt nú
lága rentan og rentu-
stuðulin, metir
Bjarni.
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Lágir lánskostnaðir eru ikki
fult til gangs fyri keyparan,
men ofta minst líka nógv
fyri seljaran. Lágir láns-
kostnaðir merkja hægri
húsaprísir.
Hetta vísir Bjarni Olsen,
stjóri í Føroya Sparikassa,
á.
Eitt evni, tú ongantíð
kanst fara heilt av leið við í
føroyskum fjølmiðlum, eru
húsaprísir.
Hetta
evnið
hevur Bjarni Olsen, ið vit
hava viðtal við í hesi grein,
úttalað seg um fyri stuttum.
Hendan samrøðan er
kortini gjørd áðrenn tær út-
sagnirnar, men hóast spurn-
ingarnir eru aðrir kann
sama uppland oftani illa
siga fleiri søgur.
Vit hava hitt Bjarna Ol-
sen til eitt prát í einum av
teimum mest stásiligastu og
mest framkomnu bygning-
unum í Føroyum.
Føroya Sparikassi um-
skipaði í fjør sítt virksemi
til eitt partafelag, har Spari-
kassagrunnurin er nógv
størsti eigarin við sínum
94,1% av partabrøvunum.
8.713 partaeigarar eru í
Føroya Sparikassa.
Stagnering
Føroyski búskapurin hevur
síðani kreppuárini merkt
eina risastóra framgongd.
Eftir at hjólini slakaðu mið-
skeiðis í nítiárunum, hevur
tað bara vundið meira og
meira upp á seg. So nógv, at
fólk eru farin at tosa um ein
ovurupphitaðan búskap í
Føroyum.
Mest vøksturin heldur
ikki á í allar ævir.
– Mong tekin benda á, at
vit nærkast eini stagnering
og møguliga einari lítlari
afturgongd. Hetta er ein
náttúrlig gongd og samfel-
agið skal kunna tola slíka
afturgongd, sigur Bjarni
Olsen.
Tekini, tosað verður um,
eru fleiri. Húsaprísirnir
standa í stað, nýtslan mink-
ar, alivinnan klárar seg
verri og ymiskt annað.
Støðan hjá føroyska bú-
skapinum er framvegis
góð, heldur Bjarni Olsen.
Spurningurin er so, um
nakar munur er á støðuni
nú í mun til áðrenn krepp-
una? Fer fiskivinnan av lagi
aftur, fer so samfelagið
aftur í djúpa kreppu?
– Støðan í dag er lík teirri
síðst í áttatiárunum á tann
hátt, at gongur tað galið í
fiskivinnuni, so verður
samfelagið eisini hart rakt.
Hetta er tí, at hetta er stóra
vinnubeinið, ið samfelagið
hevur at standa á, sigur
Bjarni Olsen.
– Vit mugu konstatera, at
vit standa á einum – møgu-
liga tveimum – vinnu-
beinum, sigur Bjarni Olsen.
Men
sparikassastjórin
heldur ikki, at tað fer at
ganga sum í áttatiárunum,
skuldu verri tíðir komið.
– Vit eru nógv betri fyri
enn síðst í áttatiárunum.
Búskapurin er sum heild
nógv sunnari á øllum økj-
um, tí hann byggir á
marknaðarkreftir,
metir
Bjarni Olsen.
Og hetta verður eisini
tað, sum tryggjar eina hald-
góða framtíð og er neyðugt,
heldur Bjarni Olsen. Vit
høvdu óivað dugað betri at
bart ímóti einari afturgongd
nú, sigur Bjarni Olsen.
Kapping
Støðan á føroyska peninga-
stovnsmarknaðinum í løt-
uni er tann, at tað serliga
eru tveir stórir, Føroya
Banki og Føroya Spari-
kassi, sum sita á tí mesta av
marknaðinum. Suðuroyar
Sparikassi og Norðoyar
Sparikassi gera seg gald-
andi serliga í ávísum pørt-
um av landinum, og Húsa-
lánsgrunnurin og partvíst
eisini
Tryggingarfelagið
Føroyar bjóða eisini fígg-
ing til ávíkavíst bila- og
húsakeyp.
Produktini, ið serliga teir
báðir stóru peningastovnar-
nir í Føroyum bjóða, eru
ógvuliga lík.
Og hetta er heldur ikki so
undarligt, heldur Bjarni
Olsen.
– Hetta er eitt úrslit av
kappingini. Tí kapping gev-
ur í stóran mun eins útboð
av produktum og eins
prísir, sigur Bjarni Olsen.
Tað er sjálvandi ymsir
munir á útboðunum, men
givið er, at peningastovnar-
nir ferðast mest á somu
leiðum.
Sparikassastjórin
ger
greitt, at teir merkja hørðu
kappingina.
Ein part av kappingini
heldur Bjarni, at tey í Før-
oya Sparikassa kundu verið
sloppin undan. Talan er um
Húsalánsgrunnin.
– Hvat er endamálið við
Húsalánsgrunninum í dag?
Talan er um eina kapping-
arneyta til peningastovnar-
nar, sum ikki er marknaðar-
baseraður, og sum bjóðar
tænastur, sum peninga-
stovnarnir frammanundan
bjóða kundunum, heldur
Bjarni Olsen.
Suðuroyar
Sparikassi
hevur latið eina deild upp í
høvuðsstaðnum.
Hetta
merkir kortini ikki, at
Føroya Sparikassi hevur
ítøkiligar ætlarnir um at
lata deild upp í syðra parti
av Suðuroynni. Og heldur
ongar ítøkiligar ætlanir eru
um at fara til Norðoyggjar,
sigur Bjarni Olsen.
Marknaðarparturin hjá
Føroya Sparikassa í hesum
økjunum er lítil, og líkt er
til, at føroysku sparikassar-
nir fyri tað nógva eru
samdir um at býta verðina
ímillum sín.
Føroya
Sparikassi
er
seinastu árini farin í fleiri
fyritøkur í fíggjarheim-
inum.
Millum
annað
Kaupthing í Føroyum og í
Danmark. Eisini er pening-
ur settur í íløgufeløg í
Føroyum.
Hetta verður gjørt fyri at
styrkja støðuna hjá Spari-
kassanum, men eisini fyri
at víðka um útboðið.
– Fólk skulu hava somu
møguleikar í Føroyum sum
aðrastaðni, sigur Bjarni
Olsen.
Uttanlands verður nógv
gjørt burturúr at seta peng-
ar í láns- og virðisbrøv, og
hetta hevur eisini vundið
eitt sindur upp á seg í Før-
oyum.
Stuðul
Rættiliga nógv fólk kring
næstan alt landið seta búgv
í hesum døgum, og nógv
hava eisini sett búgv sein-
astu árini.
Og tey flestu seta seg
eisini í eina stóra skuld við
høgu húsaprísunum sum
grundarlag.
Ofta verður ført fram, at
fólk eiga at fáa stuðul til
húsakeypa, tí tað skuldi
lætt eitt sindur um.
Men spurningurin er,
hvør fær ágóðan av einum
stuðuli?
– Alt, sum eitur stuðul,
hvat gevur tað? Stuðuls-
skipanirnar hava ikki fult út
gagnað keyparunum, men
minst líka nógv seljarun-
um, sigur Bjarni Olsen.
Hann grundar hetta á, at
útboðið er baserað upp á
marknaðargrundarlagið, og
eru fólk før fyri og til reiðar
at gjalda nógv fyri eina
vøru, so verður kostnaðurin
hareftir.
Tað vil siga, at eru fólk
før fyri at gjalda so og so
nógv fyri eini hús, og fáa
teystuðul afturat, so hækkar
prísurin tilsvarandi.
– Fólk spenna seg so
nógv, tey kunnu. Og seljar-
in er úti eftir at fáa so nógv
fyri sína vøru sum gjørligt,
og hetta er grundarlagið
fyri søluprísinum, sigur
Bjarni Olsen.
– Og stuðilin, sum t.d.
tann peningur, sum Húsa-
lánsgrunnurin kostar at
reka, kundi verið komið
skattgjaldarunum til góðar.
Rentustuðulin hevur eisini
líknandi ávirkan á sethúsa-
prísirnar, men ein kann ikki
bara taka rentustuðulin
burtur uttan samstundis at
taka rentuskattin burtur, tí
symmetri má vera millum
hesi báðar, sigur Bjarni
Olsen
Rentustuðulin til seljaran
Ómaksgjøldini
standa við
Ómaksgjøld er nakað, sum kundar hjá peningastovnum mugu
venja seg við. Men útlit eru fyri, at kortini sleppa snikkaleys í
fyrstu atløgu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Avkastið skal gerast
enn størri
Yvirskotið hjá Føroya Sparikassa hevur sett met tey seinastu árini.
– Alt, sum eitur stuðul, hvat gevur tað?
Stuðulsskipanirnar hava ikki fult út gagnað
keyparunum, men minst líka nógv seljarunum,
sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4