mikudagur 23. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Nr. 76 - 23. apríl 2003
7
Tá ein brandroynd
heima á Sandi stað-
festi eitt brek á útkall-
ingarskipanini á
Alarmcentralinum
hóskvøldið fyri
tveimum vikum síð-
an, varð tað beinan-
vegin rættað. Brekið,
sum vísti seg tveir
dagar seinni, tá eldur
var í einum húsum
heima á Sandi, var
eitt annað brek, sum
var óheft av fyrra
brekinum, sigur Jón
Klein Olsen, varaleið-
ari á Politistøðini í
Havn
TILBÚGVING
Rúnar Reistrup
Tá sløkkiliðið heima á
Sandi skuldi skipa fyri
brunaroynd hósvøldið fyri
tveimum vikum síðan, vísti
eitt brek seg á automatisku
útkallingarskipanini
hjá
Alarmcentralinum í Havn.
Tá eldur tveir dagar
seinni kom í eini hús heima
á Sandi, var aftur brek á
automatisku útkallingar-
skipanini, soleiðis at tey
tvey vakthavandi á Alarm-
centralinum sjálvi máttu
ringja til hvønn einstakan
sløkkiliðsmann heima á
Sandi.
Músin sveik
Men talan var ikki um sama
brek tær báðar ferðirnar.
Politistøðin í Havn um-
situr Alarmcentralin, og tað
eru tey vakthavandi á
støðini, sum skulu boða
sløkkiliðnum á staðnum
frá, um tey fáa boð um
eldsbruna um 112 neyðar-
kallslinjuna.
Millum tólini á pultinum
hjá teimum vakthavandi á
støðini stendur ein telda,
sum bert verður nýtt til at
stýra automatisku útkall-
ingarskipanini.
Sambært varapolitileið-
aranum á politistøðini í
Havn, Jón Klein Olsen, var
brekið
hóskvøldið
at
músin, ið hendan teldan
verður stýrd við, fekst ikki
at rigga. Hetta brekið varð
rættað seinni um kvøldið.
Teldan útskift
Brekið leygarkvøldið var
við sjálvari telduni, sum
stýrir automatisku útkall-
ingini. Hon fekst snøgt sagt
ikki at virka tá Alarm-
centralurin fekk boð um
eldsbrunan heima á Sandi.
Teldan vísti seg seinni at
vera heilt deyð og varð skift
út við aðra teldu leygar-
morgunin.
- So tað er ikki rætt at vit
hava uppdagað eitt brek
hóskvøld og forsømt at
gjørt nakað við tað til leyg-
armorgun. Talan er um tvey
hendilig tøknilig óhapp
sigur Jón Klein Olsen.
Roynd hvønn
mikudag
Sambært varaleiðaranum á
politistøðini í Havn verður
automatiska
útkallingar-
skipanin
roynd
hvønn
mikumorgun. Tá verður
ringt til nøkur av sløkki-
liðunum kring landi, bæði
til tess at royna teknisku út-
gerðina og til tess at venja
sløkkiliðsmanningarnar
kring landið at taka ímóti
boðum.
Tann teldustýrda auto-
matiska
útkallingarskip-
anin varð tikin í nýtslu í
1996. Síðan tá er tað komið
fyri nakrar ferðir, at skip-
anin ikki hevur riggað, tá á
hevur staðið.
Til slíkar støður hevur
Alarmcentralurin eina fasta
mannagongd. Listar yvir
allar sløkkiliðsmanningar
verða goymdir í einum
ringbindi, og riggar teldan
ikki, verður hetta ringbind
tikið fram. Síðan ringja tey
vakthavandi
sjálvi
til
sløkkiliðsmenninar.
Brúk fyri skipanini
At ringt hvønn sløkkiliðs-
mann upp á vanligan hátt
skuldi ikki tikið nógv
longur tíð enn við auto-
matisku útklallingarskip-
anini. Men tá ein alarmur
hevur ljóðað, er ofta tele-
fonstormur á telefonirnar á
Alarmcentralinum tí so
nógv fólk ringja ymisk fyri
at boða frá sama tilburði.
Hesin
trupulleiki
er
blivin størri seinnu árini, nú
at kalla øll hava fartelefon
og við henni fáa givið boð
frá sær á staðnum.
Allar telefonuppringing-
ar, sum koma til Alarmcen-
tralin mugu svarast um-
gangandi, og tí er tað ikki
altíð so lætt hjá teimum
vakthavandi samastundis at
ringja sløkkiliðsmenn upp.
Tí er brúk fyri einari
automatiskari útkallingar-
skipan, ið sjálv ringir
sløkkiliðsmenninar upp, tá
brúk er fyri hjálp teirra.
Vágatunnilin varð
stongur í hálvan-
annan tíma leygar-
kvøldið, tá eftir-
lititsfólk sóu vatn
savnast á lægsta
stað í tunlinum.
Orsøkin vísti seg
seinni at vera
tekniskir trupul-
leikar við pumpu-
skipanini
UNDIRSJÓVAR-
TUNNIL
Rúnar Reistrup
Vanliga varnast tú ikki,
at tú koyrir undir botnin-
um av Vestmannasundi
á veg til og frá Vágum.
Men tá sjógvur leygar-
kvøldið sníkti seg upp á
koyribreytina
inni
í
tunlinum, og eftirlitsfólk
máttu fara í gummi-
stivlar, var skjótt at
varnast, at Vágatunnilin
setur onnur krøv til
trygdina enn aðrir tunlar
í landinum.
Vaktarfelagið,
sum
hevur eftirlit við tunlin-
um, boðaði umleið kl.
20.00 leygarkvøldið frá,
at vatn fleyt út á koyri-
breytina við pumpu-
støðina niðast í tunlin-
um. Stutt eftir varð farið
varð undir at kanna
brekið, og meðan hetta
varð gjørt, varð tunnilin
stongdur fyri ferðslu.
Uttan pumpur í
tvey samdøgur
Pumpurnar vórðu start-
aðar uttan um sjálvvirk-
andi pumpuskipanina,
og skjótt var allur sjógv-
urin pumpaður burtur úr
tunlinum. Kl. 22.50 varð
tunnilin latin upp fyri
ferðslu aftur. Tá hevði
koyrivegurin
millum
Vágoynna og Strey-
moynna verið stongdur í
hálvanannan tíma.
Tað vístu seg at vera
tekniskir
trupulleikar
við einum termo-relei,
sum stýrir pumpunum,
og tí høvdu pumpurnar
ikki verið startaðar í eini
tvey samdøgur, greiðir
Dávid Reinert Hansen,
stóri í p/f Vágatunnlin-
um frá.
Kannað verður nú
nærri, hví sjálvvirkandi
skipanin ikki riggaði,
sum hon skuldi. Til svar
er funnið á hesi gátu,
verður
vatnstøðan
í
pumpubrunninum kann-
að tvær ferðir dagliga.
Tvey ymisk brek á
útkallingarskipanini
Vassaðu
í Vága-
tunlinum
Tað vóru tvey ymisk og óheft
brek, sum gjørdu at
automatiska útkallingar-
skipanin á Alarm-
centralinum hvørki riggaði
hóskvøld ella leygarmorgun
fyri tveimum vikum síðan, tá
eldur var í einum húsum
heima á Sandi
Sjógvur legðist á koyribreytina á niðasta parti av
Vágatunlinum leygarkvøldið. Orsøkin var at pumpu-
skipanin, sum vanliga er sjálvvirkin, var óvirkin
Kvinnur kenna seg
illa til passar í
føroyska málinum,
sigur Kirsti Dee
Hensen í sínari
doktararitgerð, sum
hon skal verja 3. mai.
Kvinnur kenna seg
ikki aftur í málinum,
og tann veruleikin,
sum málið skapar,
svarar ikki til tann
veruleikan, tær liva í
MÁLSTREV
Ingi Rasmussen
Tvídrátturin millum kynini
er størri í Føroyum enn í
nógvum øðrum londum. Í
øllum førum, tá tað ræður
um mállæru.
Hetta er evni í doktara-
ritgerð, sum málfrøðingur-
in Kirsti Dee Hansen (áður
Kirsten Didriksen) skal
verja á lærda háskúlanum í
Gøteborg tann 3. mai 2003.
Kirsti Dee Hansen er ser-
frøðingur í norður-lendsk-
um máli. Føroyskt er eitt
norðurlendskt mál, sum
hevur varðveitt nógv av
teimum upprunaligu ser-
merkjum, ið áður eyðkendu
øll norðurlendsku málini,
men sum partvíst eru
burturblivin
í
teimum
modernaðu skandinavisku
málunum. Eitt nú eru
føroysku
navnorðini
at
finna í kall-, kvenn- og
hvørkikyni.
Hetta er rótin til ein máls-
ligan tvídrátt millum kyn-
ini. Ein tvídrátt millum
mállæru og kyn. Eitt dømi
er orðið lærari, sum verður
brúkt um bæði kvinnur og
menn. Tá víst verður til
kvinnu, verður lærarin um-
mæltur sum »hon«, hóast
talan er um kallkynsorð. Í
føroyskum sæst eisini, at
kallkyn verður nógv nýtt, tá
tosað verður um bæði kyn.
Serliga tá menn tosa.
Hendan tvídrátt hevur
Kirsti Dee Hansen gransk-
að, og burturúr er komin
ein doktararitgerð, ið telur
412 síður.
Kynsleyst kallkyn
Heitið á doktararitgerðini
er »Brugen av maskulinum
i færøsk«. Sum tittulin
sigur, hevur Kirsti Dee
Hansen kannað, hvussu
kallkyn verður brúkt í før-
oyskum, og hvussu kallkyn
verður fatað millum fólk;
menn og kvinnur.
Málnevndin segði í 1998,
at
kallkynsformurin
í
mongum førum er kyns-
óbundin. Dømi um hetta
kann verða landsstýrismað-
ur. Var Annlis Bjarkhamar
landsstýrismaður? Í før-
oyskum máli og lógarverki
er hon landsstýrismaður og
ikki -kvinna.
Kirsti Dee Hansen setir
spurnartekn við, um tað er
serliga
kynsóbundið
at
brúka kallkyn um kvinnur í
størvum, sum hava kall-
kynsheiti.
Fyri at kortleggja fatan-
ina av kallkyni varð gjørd
ein drúgv kanning, har 162
fólk vóru spurd um teirra
hugsan. Úrslitið, sum hon
kemur fram til, sáar iva um
útsøgnina hjá Málnevndini.
Munur á
Kanningin vísir týðiliga, at
menn fata kallkyn sum
knýtt at monnum. Tað vil
siga, at tá menn úttala seg í
kallkyni, so eru kvinnurnar
stórt sæð ikki umboðaðar í
teirra hugsan.
– Tað er helst mest yvir-
raskandi og skelkandi úr-
slitið av kanningini, sigur
Kirsti Dee Hansen. Hinveg-
in uppliva umleið 30 % av
kvinnunum, at tey eru um-
talað. Sostatt kann ivi sáast
um pástandin hjá Mál-
nevndini.
Kirsti Dee Hansen sigur,
at kallkynið kann setast inn
í ein samfelagsligan saman-
hang. Tess meiri kyns-
óbundið eitt starvsheitið er,
tess lægri status hevur
starvið. Og øvugt. Tess
meiri tað var knýtt at
monnum, tess hægri status
hevði tað. Sum dømi um
hetta nevnir hon pedagog
og prest. Tað fellur fólkum
skeivt at siga »hann« um
pedagogar, tí flestu peda-
gogar eru kvinnur, meðan
tað ongin trupulleiki er við
presti, tí flestu prestar eru
menn.
Niðurgjørdar
Kvinnur kenna seg illa til
passar í føroyska málinum,
er niðurstøðan hjá Kirsti
Dee Hansen. Tær kenna seg
ikki aftur í málinum, og
tann veruleikin, sum málið
skapar, svarar ikki til tann
veruleikan, tær liva í.
Við øðrum orðum svarar
veruleikin í málinum til ein
gamlan
veruleika,
har
menninir ráddu fyri borg-
um. Og tað vilja kvinnur
ikki longur finna seg í.
– Kvinnan vil ikki longur
konstruerast inn í eina
traditión, ið niðurger hana,
ger hana ósjónliga og setir
hana sum nummar tvey
eftir mannin, sum verður
hálovaður og settur fram
sum tað, ið er vert at
stremba eftir, sigur Kirsti
Dee Hansen.
Málnýtslan kúgar kvinnur
Tíðindaskriv
Stór bilastevna verður
í Klaksvíkar
Ítróttarhøll 10 og 11.
mai
Leygardagin 10. og sunnu-
dagin 11. mai verður skip-
að fyri stórari bilstevnu í
Klaksvíkar
Ítróttarhøll.
Ítróttarhøllin verður sum
vant á tremur við nýggjum
bilum. Tær luttakandi bila-
sølurnar verða: Norðbil,
Berg Motors, Reyni Ser-
vice, Ivan Johansen, Esmar
Simonsen & Wenzel. Norð-
oyingar taka altíð væl ímóti
slíkum stevnum, og hvørt
ár eru tað hópin av fólki,
sum leita sær í høllina at
hyggja at tí nýggjasta
nýggja innan bilheimin.
Tey vitjandi kunnu eisini
atkvøða um vakrasta bilin,
og harvið luttaka í einum
lutakasti, tá ið stevnan
endar.
Vakrasti
bilurin
vinnur steyp til ognar.
Fyreikararnir siga í tíð-
indaskrivi, at stevnan verð-
ur opin báðar dagarnar frá
kl. 15.00 til 21.00.
Báðar dagarnar verður
skipað fyri undirhaldi fyri
børn og ung.
Tað er fyritøkan IRIS, ið,
saman
við
Klaksvíkar
Ítróttarhøll, sum skipar fyri
bilastevnuni.
Vegna fyrireikararnar
IRIS
Niclas Heri Jákupsson &
Jógvan Eliasen
22 53 43 & 22 79 72
Bilastevna í Klaksvík
Kirsti Dee Hansen skal verja
doktararitgerð um menn og
kvinnur í føroyska málinum.
Verjan fer fram á Gøteborg
Universitet, 3. mai klokkan
10.
C
M
Y
K
7
6