Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 76 - 23. apríl 2003 Nr. 76 - 23. apríl 2003 9 Kavbátur vitjaði VITJAN Ingrid Bjarnastein Tórshavn: Um páskirnar hevur ein hollendskur kav- bátur verið á vitjan í høvuðsstaðnum. Fólk fingu langa fríggjadag høvi at fara umborð at síggja, hvussu hann sá út innan. Hollendski kavbáturin við navninum HNLMS BRUINVIS kom á Havnina skírisdag og fór avstað aftur páskamorgun. 52 mans vóru umborð, sum vóru á útbúgvingarferð í kavbátinum. Hollendski kavbáturin HNLMS BRUINVIS vitjaði í Havn um páskirnar. Her er tað Jan Christiansen, borgarstjóri, sum er á vitjan umborð Mynd: Jens Kr. Vang Hollendarar gjørdu um seg HERVERK Ingrid Bjarnastein Hollendararnir, sum komu við kavbátinum til Havnar tann 17. apríl, hava rættiliga gjørt um seg í býnum um páskir- nar. Ein av teimum hevði sparkað eitt spegl av ein- um bili, og ein annar hevði brotið tveir rútar í tveimum húsum í býnum. Báðir gerningsmenninir vórðu tiknir og fingu bót og endurgjaldskrav frá løgregluni. Knallertir ein økjandi trupulleiki KNALLERT Ingrid Bjarnastein Um páskirnar hevur løg- reglan verið á knallert- jakstran. Fleiri knallertir vórðu tiknar við á støðina, tí tær koyrdu ov skjótt. Kannað verður, um tær eru broyttar bygnaðarliga, og um so er, verða ólóg- ligir lutir tiknir burtur. Frá politigarðinum í Havn sigur vakthavandi, at hetta er ein vaksandi og afturvendandi trupulleiki, sum bara vindur uppá seg, so hvørt sum veðrið gerst betri. Løgreglan áheitir: Ruddið upp eftir tykkum ÁHEITAN Ingrid Bjarnastein Nú góða veðrið hevur verið um páskirnar, eru tað fleiri, sum hava nýtt høvið til at fara út í hagan at grilla og gera sær mat. Onki ringt um tað, men løgreglan heitir staðiliga á fólk um at rudda betur upp eftir sær. Frá politi- støðini í Runavík verður sagt, at fleiri tilburðir hava verið, har fólk hava latið gløðandi rusk og annað ligið eftir sær, og hetta hevur ført nógv óneyðugt arbeiði við sær. – Fólk sløkkja ikki nóg væl út. Tey lata tað liggja og gløða, so tá myrkrið kemur á, so sær tað út, sum tað er onkur, sum roynir at senda boð, sigur Jógvan Ósá frá politistøð- ini í Runavík. Fleiri dømi hava verið nú um páskirnar, og hevur hetta sent bæði politistar og brandmenn út, og hev- ur tað eisini sett fleiri óneyðugar leitingar í verk. Løgreglan heitir tí á fólk um at hugsa seg betur um og sløkkja út og rudda uppeftir sær. Um páskirnar hevur ein kavbátur vitjað í Havn Mynd: Jens Kr. Vang Norröna á Pollinum Um nátturðatíð annað páskakvøld, legði nýggja Norröna, leiðina fram stolt úti á Pollinum í Klaksvík. Soleiðis heilsaði nýggja flaggskipið norðoyingum, áðrenn kósin var sett ímóti Seyðisfirði. STULDUR Ingrid Bjarnastein Nøkur ung havnarfólk vóru páskamorgun strandað í Nólsoy, og vildu tey inn- aftur á meginlandið fyri ein og hvønn prís. Ritan siglir, sum vera man, ikki páska- dag, so tey høvdu stolið ein maskinbát, og vóru farin at rógva til Havnar. Av politigarðinum í Havn verður upplýst, at streym- urin var harður, og MRCC varð boðsent, og ein gummibátur varð sendur út eftir teimum, tá tey vóru komin um hálvan fjørðin. Tey ungu verða skuldsett fyri stuldur og fyri brot á sjólógina, tí tey vóru ávirkað, tá tey løgdu frá landi. Stjólu ein bát Norröna legði annað páskakvøld stilt á Pollinum fyri at heilsa norðoyingum Mynd: Solby A. Eliasen NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 23. apríl. Georgius, deyður í umleið 300. Halgisøgan sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og bjargaði kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni tikin av døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til almennan skótadag um allan heim. Grikska navnið merkir, hann sum dyrkar jørðina. Færøernes Kommando fær vitjan Danski verjuovastin, Tim Sloth Jørgensen, varaadmi- ralur, kemur á vitjan hjá Færøernes Kommando frá 8. til 10. mai. Stjórin er varafólk hjá verjuovastan- um, og hevur hann ábyrgdina av, at ta tilfeingi, teir hava, verður nýtt á skilabesta hátt. Tim Sloth Jørgensen varaadmiralur tók við sum verjuovasti 1. august í 2002. Tað er í hes- um sambandi at hann kemur á vitjan í Føroyum. Kaj Nolsøe Bang Í sambandi við at Kaj Nolsøe Bang, fyrrverandi kommandørkapteynur, andaðist 19. mars, skriv- aðu vit, at hann var ættaður frá sjálvum Nólsoyar Páll. Ein lesari hevur gjørt vart við at hetta ikki er heilt rætt, tí hann er ættaður frá yngsta beiggja Nólsoya Páll, Jacob Poulsen Nolsøe, nevndur Forvaltarin, hesin var doyptur 7. januar 1775 og deyður 18. august 1869. Hann giftist 10. oktober 1797 við Onnu Katrinu Pedersdatter Schell, doypt 25. apríl 1771 og deyð 14. mai 1832. Í bók síni "Fær- øerne mine fædres land" skrivar Kaj Nolsøe Bang: Jacob Poulsen Nolsøe eller "Gamli Forvaltarin" som han kaldtes var min tip- oldefar. Talan er sostatt um yngsta bróður Nólsoyar Pálls. Gudrid Dahl Sørensen 70 ár 1. páskadag, 20. apríl, fylti Gudrid Dahl Sørensen, f. Olsen, á Viðareiði 70 ár. Gudrid er fødd og upp- vaksin í Árnafirði. Hon er dóttir Mariu og Guttorm Olsen, skipara, í Árnafirði. Pápin doyði, áðrenn Gudrid varð fødd, hann druknaði saman við elsta soninin í eini vanlukku í 1932. Sum ung arbeiddi hon í Klaks- vík, har hon hevði húspláss. Í 1956 giftist Gudrid við Jóhan Dahl Sørensen, vanliga nevndur Dahl, av Viðareiði, og í 1957 flutti hon til Viðareiðis at búgva, har tey róku handilin "í Hoygarðinum", ið hevði verið í familjuni hjá Jóhan í mong ár. Eftir at Jóhan doyði í 1982, 56 ára gamal, rak Gudrid handilin víðari til 1985, tá hon gavst at handla. Síðan tá hevur hon arbeitt í fiski og vaska í skúlanum. Í skúlanum í Árnafirði hevði Gudrid lært at spæla upp á orgul, og sum 13 ára gomul byrjaði hon at spæla í kirkjuni og til møtir í skúl- anum. Síðan hon kom til Viðareiðis, hevur hon verið organistur í kirkjuni og eisini avloyst sum klokkari. Í 1995 fekk hon medalju frá drottningini fyri trúgva tænastu. Eisini hevur hon sitið í meinigheitsráðnum á Viðareiði í 20 ár. Gudrid og Jóhan fingu fýra børn, tey eru: Gunvør, Jan, Mamy og Sørin Birgir. Lesið Sosialin -tað loysir seg! 90 ár Í dag, 23. apríl, fyllir Elsa Margretha Frederiksen, Miðvági, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá Joen Paula og Jónrith Frederiksen frá kl. 18.00. C M Y K 9 8