mikudagur 23. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Nr. 76 - 23. apríl 2003
11
Tað vóru sonn ófrætti, ið bórust úr fjareystri um
áður ókenda umfarsjúku. SARS hevur loypt
hvøkk á allan heimin. Hetta er ikki er løgið. Vit
eru á okkara døgum ikki von við so herviligar
og vandamiklar umfarsjúkur. SARS er ein
óhugnalig áminning um, at mannaættin hóast
okkara ómetaligu tøkniligu framstig er
viðbrekin og at torført er at byrgja fyri øllum
hugsandi vandum. SARS er eisini ein læra um,
hvussu vandamikið tað afturlatna samfelagið
er. Hevði hitt almenna Kina viðurkent vandan
frá fyrsta degi og ávarað umheimin, so hevði
altjóðasamfelagið kunna tikið neyðturvilig stig
at kalla frá fyrsta degi av, og nógv høvdu verið
spard. Nú er virðismikil tíð farin til spillis, og
umfarssjúka er sloppin at breiða seg ótálmað í
alt ov langa tíð.
SARS hevur breitt seg víða, men tykist enn ikki
at vera komin til Norðurlond. Kortini hava
Norðurlond brynjað seg til at taka ímóti
sjúkuni. Danskir heilsumyndugleikar, sum hava
verið fyri atfinningum fyri ikki at vera nóg væl
tilbúgvnir, hava tikið atfinningarnar at sær.
Tilbúgvingin í Danmark er økt munandi eitt nú
við 60 seingjaplássum afturat á Hvidovre-
hospitali, soleiðis, at tað nú í Danmark eru 30
sjúkkrahúsdeildir við í SARS-tilbúgvingini.
Hildið verður tí, at Danmark nú er ført fyri at
veita borgarunum tær neyðugu heilsutænastur,
ið skulu til, um SARS kemur til Danmark.
Men hvussu er so støðan her í Føroyum?
Hvussu eru vit fyri, um tann vanlukka skuldi
hent, at SARS kom til Føroya? Hvørja tilbúgv-
ing hava vit? Hvørji tiltøk hava landsins
heilsumyndugleikar sett í verk? Hvussu verður
almenningurin kunnaður og hvussu er okkara
heilsuverk fyri at takla eina slíka støðu? Hesir
spurningar eru varisliga reistir í pressuni, men
ikki kann ein siga, at vit hava fingið greið og
nøktandi svar. Tað er tí upp á tíðina, at við-
komandi myndugleikar nágreinliga greiða
almenninginum frá tilbúgvingini og annars
øllum teimum spurningum, ið koma fram í
sambandi við SARS. Hetta eigur at verða gjørt
á ein sakligan og skilagóðan hátt, sum undir-
strikar álvaran uttan at loypa óneyðugan ótta á
fólk.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ófrætti úr Eystri
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sjúrður Skaale
Á flokstingið Tjóðveldis-
floksins, sum var í Hósvík
herfyri, segði eg nøkur fá
orð, har eg fanst at flokk-
inum fyri at tosa ov nógv
um flákrandi hugtøk, og ov
lítið um gerandisdagin hjá
fólki.
Men sambært kjakinum
farnu dagarnar hava nøkur
fólk fingið hesa fatan av tí,
eg bar fram:
Eg helt uppá, at fólk, sum
lesa SMS-blaðið, eru býtt,
meðan tey, sum ikki lesa
SMS-blaðið, eru klók.
Men eg segði ikki bara at
SMS-blaðið
indikerar
markið millum tey býttu og
tey klóku. Nei, eg vísti eis-
ini á, at hetta blað haraftur-
at er landsins mest eftirfar-
andi politiska kumpassnál:
Tey, sum lesa SMS-blaðið
(t.e. tey býttu) eru sam-
bandsfólk, og tey, sum ikki
lesa SMS-blaðið (t.e. tey
klóku) eru sjálvstýrisfólk.
Samanumtikið var tað —
sambært orðaskiftinum —
hetta, eg í høvuðsheitum
hevði at siga flokstingin-
um:
Sig mær, um tú lesur
SMS-blaðið, og eg skal
siga tær, hvussu vitugur tú
ert!
Sig mær, um tú lesur
SMS-blaðið, og eg skal
siga tær, hvønn tú velur!
Sig mær, um tú lesur
SMS-blaðið, og eg skal
siga tær, hvør tú ert!
Romanin hjá Hera
Heri Mohr, sum farnu tíð-
ina hevur víst óført hegni
og høgt flog sum sosialreal-
istiskur forfattari, tekur í
Dimmalætting mikudagin
málið upp. Í sínum seinasta
hugfangandi
skaldsøgu-
broti letur Heri ein av
sínum sjáldsama livandi
romanfigurum — Pætur —
lýsa Sjúrð Skaale og hans-
ara hugburð soleiðis:
"Pætur stardi við sínum
droymandi eygum, og við
høgra peikifingri á nøsini
segði
hann
lágmælt:
rasisma! Hetta kvøldið var
hann annars í tí rætta
prátingarlagnum. - Hann
hevði kanska eina lítla
kenning".
Nú veit eg ikki um
skaldið sjálvt — Heri Mohr
— hevur havt kenning, tá
hann skrivaði. Men ógvu-
liga
kensluborin
hevur
hann ið hvussu er verið. Og
tað er eingin ódygd. Tað er
gott, at Heri harmast um
órættin. Tað er fyrimyndar-
ligt, at hann nýtir sínar
stóru skaldagávur til at
berjast ímóti tí ónda.
Men sum sosialrealist-
iskur høvundur átti hann
kanska at kannað eitt lítið
sindur eftir um tað, hann
skrivar, er rætt. Skalt tú
kalla fólk rasistar, mást tú
jú helst standa á tryggari
grund.
Og kanska var tað, sum
Sjúrður Skaale segði um
SMS-blaðið og tess lesarar,
ikki so ræðuligt, sum Heri
ger tað til. Kanska var alt
hetta bara ein fjøður, sum
bleiv til fimm hønur. Ja,
kanska nevndi Sjúrður bara
SMS-blaðið eina einastu
ferð — í skemti.
Heri kundi jú spurt
onkran, áðrenn hann gjørdi
ta niðurstøðu, at Sjúrður
Skaale er rasistur. Har vóru
jú eini 100 fólk til staðar
henda vakra dagin í Hós-
vík.
Annars vil eg ynskja
Hera Mohr alt tað besta, og
góða eydnu við forfattara-
skapinum.
Jógvan Arge
Løgtingsmaður fyri
tjóðveldisflokkin
Sambandsuppskotið um at
veðhalda fyri 87 milliónum
krónum til Tekniska skúla
og Handilsskúlan í Havn
hevur verið á dagsskránni
hjá løgtingsins mentanar-
nevnd tvær ferðir, síðani
tað varð lagt fram á ting.
Høvuðsorsøkin til, at tað
ikki kom fyri aftur fyri
páskir var, at fyrst plantaði
løgtingsformaðurin
ein
tingfund mitt í fundartíðina
hjá
mentamálanevndini
týsdagin 8. apríl, og síðani
fór sambandsmaðurin í
nevndini, Heðin Morten-
sen, av landinum í páskafrí,
so vit ikki fingu hildið fund
týsdagin 15. apríl.
Trý mál vórðu beind
mentanarnevndini
eftir
seinasta
framløgudag.
Málið um Tjóðpall Føroya,
málið um skúlatilboð til
brekað og hetta málið um
fígging av bygging hjá
Tekniska skúla og Handils-
skúlanum.
Mentanarnevndin hevur
fastan fundardag týsdag
klokkan 10. Ongin fundur
var 11. mars, tí tingmenn
vóru upptiknir av grund-
lógarráðstevnu.
Týsdagin 18. mars vóru
øll málini á skránni. Tá
varð avrátt at kalla fólk inn
til samrøður um tey bæði
fyrru málini, meðan støða
skuldi takast í tí triðja
málinum seinni.
25. mars høvdu vit fólk
inni um Tjóðpallin. Allur
fundurin fór við tí.
2. apríl høvdu vit fólk
inni um skúlatilboðið til
brekað. Allur fundurin fór
við tí.
9. apríl var fundur av-
talaður við øllum trimum
málunum á skránni.
Vit møttu klokkan 09.00
og avgreiddu álitini í teim-
um báðum fyrru málunum,
men fingu ikki stundir at
fara undir skúlamálið, tí
løgtingsformaðurin hevði
plantað ein løgtingsfund í
fundartíðina hjá mentanar-
nevndini týsdag klokkan
10.00.
Ætlanin var síðani hava
fund um skúlamálið týs-
dagin 16. apríl, tí vanligt er
at hava nevndarfundir í
dimbuldagavikuni, men tá
bar ikki Heðini Mortensen
til at møta, tí hann skuldi av
landinum í páskafrí.
Hann fekk at vita, at so
bar ikki til at hava fund
fyrrenn týsdagin 3. páska-
dag. Og málið stendur á
skránni til tann fundin.
Kortini
hevur
Heðin
Mortensen kravt málið fyri
løgtingið aftur uttan álit frá
nevndini.
SMS-blaðið er svarið
Svar til Hera Mohr, skald
Heldur páskafrí enn skúlaloysn
Framhald á næstu síðu
VIÐMERKINGAR
Símun A. Klein
Tårs
Jeg er helt enig med dig i,
at Bush læser SIN bibel, -
men Bush har næppe indtil
dags dato læst Guds Bibel,
og heri ligger der en
himmelvid forskel.
Jeg har førhen nævnt de
forskrifter, der fremdeles er
gældende i dag i henhold til
de hellige, bibelske skrifter
(ikke Bush's hellige skrift-
er) - der er trods alt kæmpe-
stor forskel på disse to
bibler, tro mig, jeg ved
dette med sikkerhed!
Endnu engang ønsker jeg
at fremhæve dette faktum,
som bibelen lærer os, og
det er så dette: » Et testa-
mente, som forud er gjort
retsgyldigt af GUD, kan
loven, som blev til 430 år
senere, ikke gøre ugyldigt,
så den skulle sætte Guds
løfte(forjættelsen) ud af
kraft! - ( Nu ved jeg så
ikke, fra hvilket årstal eller
dato Paulus regner ud fra
her, men jeg mener, at vi
roligt kan tillægge ca. 2000
år til disse førnævnte 430
år). - Fordi, fås arven ved
lov, da fås den ikke mere
ved Guds løfte(forjættelse);
Men til Abraham har Gud
skænket den/det ved for-
jættelse (Guds løfte)! Og
ellers til alle troende, der er
født efter Abrahams til-
blivelse. - Og Abraham
kom altså fra det område,
som vi i dag kender som
Irak! ( Galaterne 3 : 15 - 18
). ( 1. Mós. 11 : 31 ).
Hvad vil jeg så sige med
dette??? - Jo, før Moses
modtog stentavlerne med
de ti bud samt tilhørende
love, så havde Gud oprettet
et/en testamente/pagt med
Abraham. Og igen længe
før Abraham havde GUD
yderligere oprettet et/en
testamente/pagt med Noa
efter syndfloden, hvis ord-
lyd er denne:
» Men for jeres eget blod
kræver jeg hævn; af ethvert
dyr kræver jeg hævn for
det, og af menneskene
indbyrdes kræver jeg hævn
for menneskenes liv. - Om
nogen udøser menneskers
blod, ved mennesker skal
hans blod udøses, fordi i sit
billede gjorde GUD menn-
eskene! « ( 1. Mos. 9 : 5 -
6 ). - Hermed burde der
ikke være nogen tvivl om,
hvilken bibel BUSH læser:
» Hans egen eller GUDS
bibel! «
Derfor mener jeg blot, at
I som mener eller tror jer at
være kristne troende, I
burde hellere læse Guds
bibel istedet for at læse
BUSH'S bibel. Heri er der
altså himmelvid forskel på
disse to bibler, men når nu
såkaldte kristne ikke kan se
forskel på sandhed og ikke
sandhed, hvordan skal så de
nødstedte finde den frelse,
som bibelen snakker om???
I det nye testamente stad-
fæster Jesus Testamentet
/Pagten, som GUD gjorde
med Noa i sin tid. Dengang
ypperstepræstene og folk-
ets ældste udsendte sine
medarbejdere eller under-
såtter - for den sags skyld -
til at gribe Jesus som en
urostifter m.m., så gav
Peter tilkende sin forkerte
side af nationalismen (
ellers er nationalisme aldel-
es ikke noget forkert over-
hovedet, kun når Peter og
BUSH misforstår evan-
geliet, at så er slig national-
isme dundrende forkert,
men ellers ikke!). - Men
Peter, der blandt andre var
sammen med Jesus, greb
efter sit sværd, drog det og
slog efter ypperstepræstens
tjener og huggede øret af
ham. Da siger Jesus til
Peter: » Stik dit sværd i
skeden igen; fordi alle
(uden undtagelse, Bush,
Peter eller Saddam eller
hvem det nu end er), som
griber til sværd, skal falde
for sværd! « ( Matt. 26 : 47
- 56 ).
Så ligger spørgsmålet
blot og venter på et svar,
hvorvidt
treenigheden
indenfor tingets dørtærskel
har tilsidesat evangeliets
gyldighed i vores dage,
eller om nu nådetiden er
omme, fordi var nådetiden
nu omme, så skulle vi i dag
høre om massefrelse samt
evangeliet forkyndt med
kraft i Israel i dag, men
dette tilfælde er jeg så ikke
vidne til i skrivende stund.
Derfor har vores egne
munde travlt med at vidne,
at vi er kristne, men sam-
tidig godtager vi aldeles
ikke de reelle såkaldte
Guds hellige skrifter, -
hvorfor mon dog hr. Jørn
Nielsen?
Jeg vil afslutte med
Åbenbaringens bog, hvori
Helligånden åbenbarer for
Johannes apostel, at Guds
pagt med Noa og som Jesus
også forsvarede i sin lære-
tid, igen bliver ophøjet på
sin rigtige plads og som
værende et ufravigeligt
løfte fra GUD, helt til ende
bliver på tiden, ja, er af evig
gyldighedsværdi:
» Hvis nogen har øre, han
høre! - Hvis nogen vil
bringe andre i fangenskab,
han kommer selv i fangen-
skab; hvis nogen dræber
med sværd (bomber eller
klyngebomber m.m.), han
skal selv dræbes med sværd
(med samme fremgangs-
måde). - Her gælder det for
de hellige om udholdenhed
og tro! « ( Åbenb. 13 : 9 -
10 ).
Derfor siger jeg til jer
såkaldte hellige: » slut nu
med at føre djævelens sag
her på jorden, men istedet
bevæbn jer med det sande,
tveæggede sværd som er i
stand til at trænge så dybt
ind, at det sønderdeler sjæl
og ånd, marv og ben og er
dommer
over
hjertets
tanker og meninger, fordi
ingen skabning er usynlig
for Ham; alt ligger blottet
og udbredt for Hans øjne; -
Og Ham skal vi stå til regn-
skab, også når vi holder
med dem, der strider be-
vidst imod Guds bud! « (
Hebr. 4 : 12 - 13 ).
Derfor, så er tiden inde
nu, hvor kristne troende til-
beder Kristus, men slutter
med at tilbede falske led-
ere, såsom Bush m.m.!
A. Guttormur
Djurhuus
Í frágreiðing frá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni um
útllát av veðurlagsgassum,
verður sagt, at útlátið frá
fiskiskipum er 32 prosent
av samlaða útlátinum í
Føroyum. Hetta tal er helst
á góðari leið , hóast restin
av frágreiðingini er lítið
eftirfarandi. Fiskiskip eru
sostatt tann bólkur, sum
letur nógv tað mesta kol-
dioxidið út í lufthavið.
Næststørsti bólkurin eru
húsarhaldini við 20 pro-
sentum.
Í 1978 skipaðu Ídnaðar-
felagið og Ídnaðarstovan í
felag fyri eini orkuráð-
stevnu í Havn. Har vórðu
hildnir fyrilestrar av alla-
handa slag, men serliga
varð røtt um hvussu mink-
ast kundi um oljunýtsluna.
Til dømis helt Trygvi
Árting, sum gjørdist áttati
herfyri, til lukku við tí,
fyrilestur um veiðu og
orku, og hevði hann funnið
fram til fiskinøgd fyri lit-
urin av olju fyri ymsar
skipabólkar.
Ein
sera
áhugaverdur og tankavekj-
andi fyrilestur, sum í dag er
eins
aktuellur
og
tá.
Sjálvandi eiga tølini at
verða dagførd, men eg ivist
í, um tey eru so nógv
broytt.
Tølini hjá Trygva vóru fyri
1976 — 77, og kom hann
fram til niðanfyristandandi
úrslit:
Rækjuskip, litrar av olju
fyri hvørt kilo av pilkaðum
rækjum
3,60
Saltfiskatrolarar, litrar av
olju fyri hvørt kilo av
avhøvdaðum,
sløgdum
fiski
0,55
Stórir ísfiskatrolarar 0,68
Smáir ísfiskatrolarar 0,76
Trolbátar yvir
40 tons
0,32
Trolbátar
25 — 40 tons
0,26
Trolbátar undir
25 tons
0,19
Stállínuskip til ísfisk 0,28
Bátar við línu
40 — 60 tons
0,26
Bátar við línu
25 — 40 tons
0,15
Bátar við línu
undir 25 tons
0,14
Hesi tøl vóru trupul at fáa
til vega, Hagstovan lá mest-
sum í andaleypi, eru helst
rímiliga røtt, men eiga sum
sagt sjálvandi at verða
dagførd. Bert spell at tøl
fyri snelluveiðu ikki eru
við. Einki er at ivast í, at
litrar av olju fyri kilo av
snelluveiddum fiski hevði
verið eitt sera lágt tal.
Við eini umstrukturering
av fiskiflotanum skuldu tað
verið góðir møguleikar at
lækka oljunýtsluna og so-
statt um útlátið av koldi-
oxidi.
Tað man vera mestsum
semja um, at fiskiflotin er
25 — 50 prosent ov stórur
til teir fiskimøguleikar, vit
hava. Við at minka um
veiðuorkuna fær eftirver-
andi veiðiorkan betri veiðu-
møguleikar og harav betri
úrslit. Tað merkir við somu
orku eitt betri úrslit. Úr-
slitið við einum meira
hóskiligum flota til teir
møguleikar, vit hava, hevði
sostatt givið bæði skipi og
manning betri fíggjaligt
úrslit og landinum betri
búskap. Og fyri einki fingu
vit minkað um útlatið av
koldioxidi, tí at oljunýtslan
hevði minkað.
Við
einum
samspæli
millum politiska myndug-
leikan og vinnulívið skuldi
tað latið seg gjørt at, í
ávísan mun um ikki annað,
uttan stórvegis háva at
minkað um oljunýtsluna og
harvið útlat av vakstrar-
húsgassi. Tí áhugamálini
hjá tí almenna og vinnuni
falla her saman til gagns
fyri umhvørvið.
P. S.
Fyrilesturin hjá Trygva
Árting er at finna í bókini
Orka, Orkuráðstevnan 78,
sum
Ídnaðarfelagið
og
Ídnaðarstovan góvu út í
1979.
Undir 1. viðgerð vístu
seg at vera fleiri meiningar
í tinginum. Tjóðveldis-
flokkurin førdi fram, at
bæði
tekniska
skúla,
handilsskúlanum og øðrum
skúlum tørva betur um-
støður, men flokkurin tók
ikki undir við at fíggja
skúlabygging á tann hátt,
sum
sambandsflokkurin
skýtur upp.
Tjóðveldisflokkurin helt
uppá, at skúlarnir mugu
raðfestast inni í tí almenna
íløgukarminum, sum sein-
astu árini hevur verið nógv
merktur av samferðslu-
íløgum, men komandi árini
ætlandi skal verða meira
merktur av íløgum í eitt nú
skúlar.
Frammi
hevur
eisini
verið, at tað er órímiligt
mótvegis øðrum skúlum,
eitt nú Studentaskúlanum í
Hoydølum, sum ikki hevur
sæð eina bøtandi hond í 40
ár, at taka ein part av tí
ætlaða skúladeplinum í
Marknagil fram um ein
annan.
Viðmerking til greinina: » Bomb Tel Aviv! «
Fiskiflotin og koldioxidútlát
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10