Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 76 - 23. apríl 2003 Nr. 76 - 23. apríl 2003 13 Heri Mohr "– Seinasta fríggjadag fór eg ein túr til Havnar. Eg hevði fingið tíð hjá Hoyri- klinikkini. Sum tú veist, so havi eg í longri tíð hoyrt illa. (Gott at teir málsnildu í tí føroysku orðabókini hjá fróðskaparfelagnum ikki ráða á nevndu klinikk, tí slík orð eins og okkara elligamla alfabet góðkenna málsnillingarnir ikki. Úr- slitið: skúlabørnini mugu arbeiða við tveimum alfa- betum og nøkur við trim- um, nevniliga tey, ið hava tað internationala hond- alfabetið fyri neyðini). Men tað skulu tey eiga, tey á klinikkini, fitt og fyrikomandi og dugnalig eru tey; um stutta tíð fái eg hoyriapparat, ið als ikki síggjast, tá ið tey eru sett í oyrini. Jógvan, tú kennir mín errinskap. "Til Havnar vit fara", jú tað skal eg halda, har er ikki framkomandi fyri fólki og bilum, nú koyrandi er til høvuðsstaðin frá Gjógv í Eysturoynni og úr Bø á Vágoynni, og hvussu skilið fer at verða, tá ið tunnil undir Lorvíksfjørð er veruleiki, kunnu vit bert ímynda okkum. Hevði tú sæð, hvussu "tann deiliga Havn" verður viðfarin fyri at fáa atløgupláss til risa- stóru Norrønu so at siga inni á ósanum í Eystaru- vág, sum í stødd kann javn- metast við eina tjørn. Tað verður trongligt at skotra skipið inn, har havnarmenn fyrr í tíðini høvdu smábátar standandi á lunni. Søgan um Ferð Gullivers rennur mær í hug. Pætur, trímenningurin, kom inn á gólvið nú eitt kvøldið, og sum ikki eina- ferð so østi hann seg upp, og hesuferð var tað um annan fólkatingslimin, sum við síni skriving í bløðun- um krøkir ærumeiðandi orðið olmussu uppá for- eldrini — pápin er avlamin — bæði nærkast tey 80-ára aldur og hava fingið lóg- bundna pensión úr ríkiskassanum og lands- kassanum í mong ár. Men, sum Pætur segði, hansara verbalu delikatessir fara kanska sum frálíðir at bjarga manninum eina mentunarviðursløn frá vaskikonunum á Nørre- brúgv, sum liggja honum nær á sinni. Nei, Pætur er ikki skorin fyri tungu- bandið. Hann hevði lisið tað, sum stóð í einum av bløðunum í gjár um polit- iskan fund, ið loysingar- flokkurin hevði í Hósvík seinasta vikuskifti. Blað- maðurin, sum hevur skrivað greinina, vil vera við, at ein ungur maður, sum mær vitandi arbeiðir á fólkatinginum hjá fólka- tingsliminum við ol- mussuni, hevur á hesum fundi greitt teimum, sum á fundinum vóru, frá, at tað eru tey best lærdu og teir stinnastu lesararnir, ið velja loysingarflokkin. Ein van- ligur veljari hjá loys- ingarflokkinum lesir nógv og fylgir væl við, meðan sambandsveljarar lesa SMS blaðið, og tað nyttar einki at senda stevnuskráir til hesi fólk, sum ikki lesa. Hetta akademiska oraklið, og onnur, sum hava nomið hægri útbúgving (í Dan- mark), skilja ikki, hví fólk, sum einans lesa SMS blaðið, hava stemmað uppá formannin í Sambands- flokkinum. Í "Dimmu" trívist intelligensian nú so væl, at tað tí ikki er óhugs- andi, at hon eisini fer at snýkja seg í SMS blaðið og soleiðis við snildum fáa samband við sambands- fólk, sum eftir loysingar- manna áskoðan eru anal- fabetar. Jú, mangt er for- borgið, og tí sigi eg Føroyingur, føroyingur vara tína sál. reinlyndi og trúfesti bera á mál. Hjá teimum, ið lúgva, trívist eingin friðardúgva. Soleiðis sum menn hava tíggjað sær í fleiri ár, er lítið gott í væntu, og um maðurin við tí akademisku útbúgvingini hevur sagt tað, sum blaðið hevur endurgivið frá fundinum í Hósvík, so er lítið gott í heintan. Pætur stardi við sínum droymandi eygum, og við høgra peikifingri á nøsini segði hann lágmælt: rasisma! Hetta kvøldið var hann annars í tí rætta prátingarlagnum. - Hann hevði kanska eina lítla kenning. Í tí hann móti midnátt skuldi fara og var komin uttar í forstovuna, rópti hann: Tú, Malan, hasir hálvstuderaðu jass- arnir skuldu verið riknir í ein cand.volapyk bás, men ikki fyrr enn teir við egnari hjálp høvdu hálað seg úr flórinum, tí eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan; - heilsa gemalinum frá mær. So fór hann á dyr smákvøðandi Jákup á Møn. Hugnaligur og dámligur er hann, og hann dugir væl greiða frá, men tey, "ið skuldu verið rikin í bás", halda óivað lítið um slík, sum ikki hava lisið og nomið allan verðsins vís- dóm í Keypmannahavn. Lembingin er so smátt farin at vísa seg, onnur ærin hjá okkum gjørdist tví- lembd í morgun. Og nú nærkast tíðin, tá ið vit fara umborð á glæsiligu Norrønu, tað verður spennandi." – .. Kærar heilsur frá okkum 5 Kona tín Hergeir Nielsen Løgting og landsstýri eru sett undir umsiting av donsku stjórnini. Fremmanda umsiting- in verður staðfest í ein- um átaki frá donsku stjórnini um at seta í gildi eina langa røð av hernaðarligum revsi-, rættargangs- og heima- rættarlógum. Tað ber til at knúska løgtingið eina ferð, so fer tað at bera til aftur og aftur, siga sjálvt sam- bandsmenn í dag. Talan er ikki um fløktar lógartekniskar misskiljingar, men um lóggávu, sum er í skerp- andi stríð við vilja løgtingsins, soleiðis sum hann kom til sjóndar í tingmáli nr. 14/2001 um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangs- lógini. Har samtykti eitt samt løgting tilmæli frá eini samdari rættarnevnd, sum m.a. segði: • Nevndin er samd við landsstýrinum í, at ikki er tørvur á hernaðarligum revsi- og rættargangslógum fyri Føroyar. • Viðurskiftini hjá hern- aðarmyndugleikum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógarregl- unum í vanligu revsi- lógini kapittul 12, 13 og 14 og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum hernaðarvaldið hevur mótvegis starvsfólki sínum. • Ein samd nevnd mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja upp- skotið. Danska stjórnin virðir ikki hesa løgtings- samtykt og setur sín egna politikk í verk mótvegis viljanum hjá Føroya Løgtingi. Tá danska stjórnin av sínum eintingum tek- ur sær rættin til at lóggeva yvir høvdin- um á løgtinginum, er talan um sera álvars- ligan ágang móti stýrisskipanarviður- skiftum Føroya og harvið øllum Føroya fólki. Hóast tað er samtykt eina ferð, at vit ikki vilja vita av hesum hernaðarfjasinum hjá dønum, so er løgtingið nú fyri aðru ferð farið undir at reka hesa at- sókn aftur. Men um tað nú mis- eyðnast okkum at fáa lóg og landaskil at galda aftur; hvat so? Um nú danir fara at siga okkum, at tað eru teir, sum siga hvar skápið skal standa, og at føroyska stýrisskip- anarlógin bara hevur avmarkað virði; hvat so? Um teir nú fara at svara aftur, at løgting- ið ikki so frægt sum eigur heimarætt heima hjá sær sjálvum; hvat so? Í átaki sínum hava danir skipað eitt brúgvarhøvd inni í føroyska lóggávu- kervinum. Nógv verður møsnað um, um løgmaður hevur vitað av tí ella ikki, men er tað ikki eitt feitt? Danir kenna vilja løg- tingsins frá 22. nov. 2001, og danir kenna føroysku stýrisskip- anarlógina, sum í §48 sigur: • Uppskot til ríkislógar- tilmæli, ið løgtingið hevur samtykt, fær gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikun- um. Danir hava fingið hesa samtykt løgtingsins eftir bókini, men teir virða hvørki løgtingsins sam- tyktir ella føroyska fólkaviljan. Hesum fara vit ikki at finna okkum í. Vit føroyingar fara gjøgnum fólkav aldu umboðini á tingi at krevja, at lóg og landaskil verður hildið. Soleiðis sum støðan er í løtuni, so eru vit fleiri, ið ætla at geva dønum ein skarpan gang í hes- um máli, og áhugavert verður at síggja, hvussu sterkir vit standa, tá av tornar. VIÐMERKINGAR Framtíðin og felagsskapurin Brot úr brævi (III) TÍÐINDASKRIV Listasavn Føroya frøðist um, at bók verður givin út um ein av okkara víðagitnu listafólkum, Tróndur Pat- ursson. Fyri at hátíðarhalda hesa hending bjóða vit almenn- inginum inn á gólvið mikudagin 23. apríl (sum eisini er altjóða bókadagur) frá kl. 18 til 20. Bókin má sigast at vera sera væl úr hondum greidd. Rithøvundurin roynir at geva eina heildarmynd av verki og lívi Tróndar, og tekur einastaðni m.a. so- leiðis til: »Eingin annar føroyskur málari hevur, so víðgongd medvitandi og áhaldandi, sum Tróndur Patursson hildið fast um íblásturin frá náttúrini, sum tað avgerandi alfa og omega í listaligari skapan.« (bl.s. 221). Bókin er eitt megnar verk uppá 259 bl.s. við ikki færri enn 159 myndum. Rithøv- undurin er Finn Terman Frederiksen úr Randers Kunstmuseum – sum áður hevur greitt frá føroyskari list. T.d. »Rød Regn« og bókin um Ingálv av Reyni. Gunnar Hoydal hevur tðtt til føroyskt. Tróndur Patursson verðu hjástaddur og signerar bók- ina, sum henda dagin og vikuna út, kann keypast fyri kr. 325,-. Vanligi prísurin er kr. 375,-. Listasavn Føroya frøðist um bók um Trónd Patursson TÍÐINDASKRIV Tónleikalærarar á Føroya Læraraskúla og á Hjørring Seminarium fingu fyri umleið tveimum árum síðani hugskotið at sam- starva um ein sangleik, sum tey vóru farin undir at gera í Hjørring. Leikurin skuldi vísast bæði í Hjørring (bara við danskari luttøku), og í Føroyum, við føroyskari og danskari luttøku. Nú er hetta veruleiki. Tey á Føroya Lærara- skúla hava verið sera fegin um hetta ítøkiliga samstarv við læraraskúlan í Hjørr- ing, og takka Mentamála- ráðnum fyri vælvild og stuðul í sambandi við upp- setingina her heima hjá okkum. Tey á Læraraskúlanum halda, at tílíkt ítøkiligt samstarv við samsvarandi útbúgvingar sum okkara í grannalondunum, eru neyðugur áblástur til tess at menna okkara egnu útbúgvingar. Fysta pallmyndin er skrivað beinleiðis til sýn- ingina her á Læraraskúl- anum. Hon tekur støði í eini listasýning í Avhald- inum í Havn. Endin er eisini lagaður til sýningina her hjá okkum. Skráin er annars tann sama sum í Hjørring og í Skagen, har leikurin eisini verður sýndur. Samstarv um sangleik 1 Náttarsorti, kavavetur, jarðrok, jarðrok! Kuldin inn at kroppi setur. Jarðrok, jarðrok – Ringt er geingið! Fýkur kavin, klakast brýr, undir hóttir glerið hvast. Hálka, møði – Neyðars, neyðars híðaleysu neyðardýr! Húsa millum uppslag hongur: "Alt vald til kollveltingarráðið!" Eitt gamalt kvendi har uppøst stendur, tað skilir einki av tí, ið hendir: Í Jesu navni er alt av lagi? Úr hasum kloddanum fáast klæði bæði til reyv og til høvd. Og øll ganga rivin og skrødd.... Og gjøgnum fannirnar eins og ein høna fer gamla flagsandi sum eitt ótt. - Á halga Gudsmóðir, hon rópar av neyð. - Kommunistarnir taka meg skjótt! Og hvirlurnar harðna, og kuldin er beiskur. Og borgarin har á horninum skultrar sær treiskur. Hvør er tað, har kemur? Ein síðhærdur slúrur, hann mutlandi mælir: - Svíkjarar! Trælir! So Russland er bjargað og tit eru frelst? Nei, Russland er dripið og deytt! Eitt skald allarhelst – ið trívst, sær tað reytt.... Og fanna millum í víðum vampi ein andans tænari! Hann bítur á kampi! Minnast tit aftur hitt halga Guðs lambið við fullari gørn og búki á tambi – tá krossurin skein millum býttlingabørn? Hygg, konan í skinnkápu bjálvað fyri systrini neyð sína kærir: Fyrst koma teir grammir og gálva, og so koma aðrir... á, systir, eg eri so køld í nátt - Og – djums – har datt hon, tað gelti hátt, og nakkin tók! Aja, aja! Kom so, avstað! Vindurin leikar á villasta hátt, sálirnar veikar krympa seg brátt. Harðliga skræðir hann niður hitt uppslag, sum sigur: "Alt vald til kollveltingarráðið!" Og vindurin stroyir kring seg leysar orðingar: "Her vit sótu uttan forðingar... drukku og ótu... Vit kjakaðust vit tingaðust... Tíggju fyri eitt skrens, fimmogtjúgu fyri náttina... ikki minni – á, eg verði til frens - kom góða. Náttin líður. Deytt alt og oyðið. Eitt einsanalt vætti rekst her í soyði. Og vindurin ýlir... Neyðars stavnur! í krapa kropin... kom higar, kom higar, mín favnur er opin.... Breyð, breyð! hey – pakka teg burt! Himmalin hatursins urt. Hatur, syrgiligt hatur bilgist í hjarta... heilagt hatur, sorgpískað hatur haturið svarta... Vinur, á varðhaldi ver! 2 Og hvirlurnar leika og bresta hátt. Teir eru á reiki, teir tólv, í nátt. Um herðarnar hongur byrsan lødd, nú verður vónin um frælsið fødd... Í gininum ballið, og neistarok. Teir blæsa burtur sítt trælaok. Frælsi, frælsi, og eingin guð! Hurrá! Kalt, hinir rádnu, kalt! Men Ivan og Katja sær skemta á graði... og makast í ølstovukjallaranum bæði! Ivan er nú vorðin hermaður høgur... ríkur og virdur – vit vóru tó brøður! Ivan, títt bartrog, tín ríkmannabjølgur, halt fingrarnar burtur frá Katju, tín dólgur! Frælsi, frælsi, og eingin guð! Hurrá! Katja er foy – noy..... Ha, ha, ha! Og kring teir brandar sum greflig sár... í hondini liggur byrsan klár... Til gongu, vinir, í fylking fram! Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm! Til reiðar! Tømið alt gall og gor! Og skjótið várt heilaga Russland í sor! Várt gamla várt bondska várt reyvsíða land! Og eingin guð Hurrá! 3 Synir vár í orð og verki stríddust fyri barn og vív; undir reyða hersins merki fúsir lótu teir sítt lív! Neyðars lív í sorg og móði, sum við fragd í deyðan gekk, týsk var byrsan, russiskt blóðið, herbúnin í lepum hekk! Latið oss á báli brenna heimin allan, krist og kross, so at blóðið strítt skal renna – Harri, harri, náða oss! 4 Flúgvandi um kavasýnir, Ivan larmar, Katja hvínur. Sleðuljómur - hvirlumeldur, sleðustjórin teymum heldur - Hey og hey! Ivan, sum við lív í hendi glentast við sítt fagra kvendi, snúðra man sítt yvirskegg, uttan steðg ... Svá er Ivan – reystur seggur! Armin hann um Katju leggur – Søta Katja – søta mín! Tú ert pína doyð eitt skrín ... Katja gnisar, fús og ør, heit um hupp og vát um lør ... - Katja, Katja O mín sviska, kyssiliga rómakiska ... 5 Hálsi tínum á, o Katja, sjónskt er arrið, har eg skar. Og á tínum bróstum, Katja, reyðar rípur síggjast har! Upp á borðið, hey og hopp! Vríggja nú tín vakra kropp! Áður gekst tú klædd í líni hvørja nátt, hvørja nátt! Válkaði tær vilt í víni, horaðist á hermans hátt! Drekk so leingi hjartað slær – horast, meðan lívið lær! Minnist tú husarin, Katja, eg við mínum dolki stakk? Ella ert tú deyv, títt bartrog, sum alt annað skammleyst pakk? Kom og legg teg her hjá mær! kom, so skal eg mogga tær! Fyrr tú gekst í silkisokkum altíð ferm og fús at skora; flogsa hjá ørvitisknokkum, nú ert tú ein hermans hora! Knappa upp, og hey og hopp! Gev mær so tín mjúka kropp! 6 ... Og hygg, har kemur sleðan á grið, - Steðga! her sleppur eingin framvið. - Steðga, tín fani! Hygg, Ivan við frú – - Verið til reiðar! Vit skjóta nú! - Til reiðar! Skjótið! Smildrið hans heys, hann stjelur okkara deiligu teys! Bannað veri, hann slapp! Ja, renn! Men eg havi fleiri skot eftir enn! - Bumm, bumm – bumm, bumm! Smildrið hans heys, hann stjelur okkara deiligu teys! Aftur eitt misskot! Men bíða bert! í morgin, tín dári, tú deyður ert! Men hvar er Katja? - Hon er deyð. Og hvíta pannan er blóðugt reyð! Sig, Katja, ert tú nú nøgd og frí? So ligg har, tín hora, um alla tíð! Til gongu, vinir, í fylking fram! Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm! 7 Aftur fara teir til gongu, hesir tólv við stevfast lag, meðan hann, ið Katju myrdi, gloymir bæði stev og stað... Púra fyri ongum er hann, skjótt hann fallin er í fátt, brettir kragan upp um hálsin sum eitt spilt og krillut spott. - Sig, hví ert tú stúrin, vinur? - Er tær náttin myrk og long? - Hugsar tú um neyðars Katju har í síni køldu song? - Kæru brøður, kammirátar, einki sløkkja kann mín harm... Sælur eg tær dimmu nætur hvíldi meg við hennar barm... Fyri hennar søtu eygu, tá tey læðu móti mær, hennar móðurmerki reyðu, hon á sínum bróstum bar, tók eg hennar lív, eg dári, tók eg djarvur hennar....áá! - Halt uppat við tínum jarmi, eingin djevul vil tær ann. Hví bert hýsa sút og harmi; vís teg sum ein rættan mann! - Vík ei tíni hugsjón frá! - Uttan Guð - vit halda á! - Nei, her loyvast ikki stundir til at upplívga hvønn sær. Byrðin, sum vit fóru undir, tyngist alsamt – trúgvið mær! Og hann finnur aftur stevið, errin fettir hann sær á. Og hann fær sær upp í nevið – - Hvar var tað, ið Katja lá.... Hey, hey! Skemt til viks – og eingin neyð! Varið tykkum, fútakrákur, steingið allar hurðar brátt! - Hvør er hasin skræðugákur! - Fáið hann at halda tátt! Hetta verður veitslunátt! 8 Á, sum sorgin nítur fast! Leiði ótolandi, deyðadrepandi! Hvat var dagur mær líðilangur... Spurningur og svar goragangur... Tyggi eg mítt lív, mítt krás og kál... Hvessi eg mín knív, mítt hevndarstál! Flúgv, mín harri, lætt tær á eins og lerkur upp úr lág! Blóðið títt eg drekka skal, skræða av tær høvd og hæl fyri kæru Katju mína við tí svarta eygnabrá... - Harri, veit mær miskunn tína... - Bannað veri! 9 Nú hoyrist eingin larmur longur, alt hylur kvirran borg og breyt. Og politisturin med alla kann gloyma alt um pass og sneyt - Á horninum ein kuldakráka, ið verja man sín frysta kík, og aftan fyri hann ein sleiskut, ein skaput, undirbrotlig tík. Og tíkin hygg, so hám hon stendur - eitt hím ímillum grøv og kross; tað er vár kæri gamli heimur ið stendur sum eitt bitið ross.. 10 Stormurin úr barka sleingir síni vetrarhvøllu ljóð. Kavin allar leiðir steingir, kámar spor og klakar slóð! Rokið móti himni hátt stendur sum ein trakt í nátt... - Hetta er eitt Harrans veður! - Skittur í teg; Harrin svevur! Trýrt tú, tínar halgimyndir, fjala kunnu tínar syndir? Nei, bert tápulingar vilja heiður sín við stási hylja. Hendur tínar enn teg pína, tær, ið myrdu gentu tína! - Til gongu, vinir, í fylking fram! Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm! Framá, framá, framá! Frælsu fæloysingar! 11 Ganga teir og geva ongum gætur navnleysir í snjó. Óttast ikki guð og myrkar nætur, ikki brand og blóð... Byrsur tólv av stáli blonkum móti duldum vandum peiggja; válandi í hatskum tonkum, millum húsa hamar goyggja. Har í djúpum kavafonnum rýkur ramliga av monnum. Merkið reyða fram til stríð! Stivlatrampan, vápnagný Enn á vali stríðast menn Fíggindin er fúsur enn... Og stormurin stynjandi grætur dagar og nætur sín villa grát... Framá, framá, frælsu fæloysingar! 12 Víðari í takt teir ganga... - Steðga! Steðga! Hvør er har! Byrsan verður løgd til vanga, men har hoyrist einki svar... - Á, tað var ein harrans lætti! Og teir brýna síni orð – Sum eitt lurvut rekavætti eltir tíkin teirra spor. - Slepp tær burt tín glúpska gívur! Gamli heimur, sjúgva teg! - Ella skal mín byrsuknívur kanska hjálpa tær á veg! Glettir hon á tonn og stingur halan millum síni bein, heimleys, svong hon undan springur. - Steðga! Har er aftur ein! - Sig, hvør gongur har so hagur sveiggjandi eitt blóðugt flagg? - Svara so for fanin maður, ella ert tú púra gagg! So nú hvarv hann, hasin dárin! Men tú sleppur ikki so! Gev teg heldur yvir, áðrenn næsta ríðin verður sko... Bumm-bumm-bumm! Og millum húsa hvøllir brestir geva svar... Og við eitt teir vindar súsa flennandi um frosið far. Bumm-bumm-bumm! Bumm-bumm-bumm... Ganga teir í slot og snodda - Men við merkinum á odda, blóðugt veittrandi í ský, ósæddur í kavaríð gjøgnum skot og storm og stríð, ei av øvundsmonnum týndur - og við kavakrúnu krýndur sum ein kollveltingar-kongur undan teimum – Kristus gongur. Alexandur Kristiansen týddi TYLVTIN eftir Alexander Blok (týðingin kannað Jóanes Nielsen á fimmti ára degnum) C M Y K 13 12