Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 23. apríl 2003 15 Líkini av tveimum bretskum hermonn- um, sum hvurvu tíðliga í krígnum í Irak, eru funnin í einari grøv. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen: Ein av teimum fyrstu døg- unum í krígnum í Irak mistu bretar tveir hermenn. Tað vóru tann 24 ára gamli Luke Allshopp og tann 36 ára gamli Simon Culling- worth. Nakrar dagar seinni vísti arabiska sjónvarpið al- Jazeera myndir av teimum báðum líkunum. Í Bretlandi vóru fólk í øðini, og Tony Blair, forsætisráðharri vildi vera við, at irakar høvdu avrættað teir báðar her- menninar. Nú eru líkini funnin í ein- ari grøv nærhendis býnum Basra har suðuri í Irak. Ein talskvinna hjá verjumála- ráðnum í London segði í gjár, at enn er ikki staðfest, hvussu teir báðir menninir doyðu, men at tað verður kannað. Hon legði afturat, at tað verður eisini kannað, um menninir vórðu avrætt- aðir. Tað vóru fólk í Basra, sum kunnaðu bretar um, hvar teir báðir menninir lógu jarðaðir. Tey vistu at siga, at tað vóru limir í Bath-flokkinum hjá Sad- dam Hussein, sum jarðaðu teir í oyðimørkini uttan fyri býin. UTTAN ÚR HEIMI Grannarnir vilja hava USA úr Irak sum skjótast Spenningurin veksur í teimum arabisku londunum, og grannalondini hjá Irak vilja hava amer- ikanararnar at fara úr Irak sum skjótast. Samstundis skulu teir gevast við atfinning- unum at Sýrialandi. MIÐEYSTUR Árni Joensen Allar yvirlýsingar og sam- tyktir, sum kom úr londun- um í Miðeystri í hesum døgum, hava ein felags- nevnara: Amerikanararnir eiga at fara úr Irak sum skjótast og heldur í dag enn í morgin. Tað var eisini niðurstøðan Langa fríggjadag, tá uttan- ríkisráðharrarnir í granna- londunum hjá Irak hittust til fundar í Riyadh í Saudiara- bia saman við starvsbrøðr- unum úr Egyptalandi og Bahrein. Boðskapurin her var tann sami sum týsdagin í síðstu viku, tá samstarvs- felagsskapurin hjá teimum seks flógvalondunum, GCC, helt fund í sama býi. Á fundinum Langa fríggjadag nýtti saudiarab- iski uttanríkisráðharrin, Saud al-Faisal, orðið "vit" og tosaði sostatt vegna øll londini, tá hann segði, at amerikanska og bretska hersetingarvaldið í Irak eigur at tryggja viðurskift- ini í landinum og at fáa eina irakska stjórn skipaða, so- leiðis at amerikansku og bretsku hermenninir kunnu verða tiknir aftur so skjótt, tað letur seg gera. Hetta merkir kortini ikki, at Saudiarabia, Turkaland, Iran, Jordan, Sýrialand og Kuwait eru á einum máli um allar smálutirnar í spurn- inginum um, hvussu Irak- málið skal loysast, ella hvønn lut USA skal hava í hesum máli. Egyptaland hevur eisini sína egnu støðu, og Bahrein kom bert á fundin, tí landið hevur í løtuni formansskapin í Arabisku Samgonguni. Men samstundis er eingin ivi um, at tann hernaðarliga amerik- anska og bretska hjáveran í Irak elvir til ótta millum stjórnirnar í hinum londun- um. Tann skjóti sigurin í Irak og amerikansku hóttan- irnar ímóti Sýrialandi gera ikki stjórnirnar tryggari. Í setanarrøðuni vísti saudiarabiski uttanríkisráð- harrin øllum skuldsetingum og hóttanum ímóti Sýria- landi aftur, og hann segði, at hesar kunnu gerast byrj- anin til eina ónda ringrás, sum hann tók til. Hann bað USA og ST síggja til, at friðartilgongdin í Palestina verður tikin uppaftur, og at ágangurin hjá ísraelska herinum verður steðgaður. - Vit hava liðið nóg mikið seinastu nógvu árini, segði Saud al-Faisal. Fólkið á gøtuni Saudiarabia verður vanliga roknað sum ein tann trúgv- asti sameindi hjá USA í øll- um Miðeystri, og tíðinda- fólk, sum vóru á fundinum Langa fríggjadag, undraðust eisini á orðalagið hjá saudi- arabiska uttanríkisráðharr- anum. Eygleiðarar siga, at orðini hjá al-Faisal eru enn eitt prógv um, at nógvir ara- barar kenna seg ótryggar, tí teir vita ikki við vissu, hvørji mál USA veruliga hevur sett sær í økinum. Fundurin var samstundis eitt tekin um, at tær arabisku stjórnirnar kenna seg undir trýsti, men hann var eisini eitt tekin um, at londini eru ikki heilt samd, tá tað snýr seg um framtíðar Irak og sambandið við tað. Óvissan um amerikansku ætlanina sást aftur í, at londini vilja hava ST at standa fyri arbeiðinum at endurreisa Irak. Men orðalagið í teirri endaligu fráboðanini var kortini ikki so hvassorðað sum setanar- røðan, tí fráboðanin var týðiliga ein neyðloysn. Tað er eisnki at ivast í, at í hvussu er Iran hevur havt tann hvassa pennin frammi, meðan lond sum Turkaland og Saudiarabia ivaleyst hava valt tað hóvliga orðalagið. Men í Sýrialandi og ikki minst í Egyptalandi og Jord- an noyðast stjórnirnar at hugsa um ta stóru mótstøð- una, sum er í teimum lond- unum ímóti amerikansku og bretsku hjáveruni í Irak. Rætt er tað, at mótmælini hava ikki verið so mong og so umfatandi, sum roknað varð við, men stjórnirnar vita kortini, at mótstøðan í fólki teirra er stór. At ikki ein einasta mótmælisgonga var í Saudiarabia ímóti amerik- anska og bretska átakinum í Irak sigur valla sannleikan, tí myndugleikarnir høvdu longu frammanundan sett bann fyri slíkum mót- mælisgongum. - Men fólkið í teimum arabisku gøtunum hevur sjálvandi ávirkan. Annars høvdu stjórnirnar ikki vent sær so harðliga ímóti USA, segði ein limur í serliga trygdarráðnum í Saudi- arabia og legði afturat: - USA hevur mist sínar seinastu vinir í hesum landi. Eingin tók av Misnøgdin við amerikanar- arnar og óvissan um teirra veruliga ætlan við álopin- um á Irak kom eisini týðiliga til sjóndar nýliga. 104 saudiarabiskir menn, sum høvdu skrivað undir eina áheitan á myndugleik- arnar um størri demokrati, vórðu bodnir á eina sam- komu á amerikansku sendi- stovuni í Riyadh. Men ikki ein einasti tók av innbjóð- ingini. Kona sendiharran hevði samstundis boðið kon- unum hjá teimum 104 á sendistovuna, men bert tríggjar teirra komu. Tað hoyrir við til frásøgnina, at sambært einum vestur- lendskum diplomati í býn- um fóru tær tríggjar kvinn- urnar skjótt avstaðaftur, tí tær hildu ikki temunnin hjá sendiharrafrúuni vera í lagi. Hetta er annars sera óvanligt í Saudiarabia. Saudiarabia hevur biðið USA taka sínar hermenn av Prins Sultan-herstøðini, og í síðstu viku varð váttað, at teir flestu amerikansku her- menninir verða fluttir hað- ani. Bæði Saudiarabia og Jordan hjálptu amerikanar- unum í krígnum í Irak. Nú er arbeiðið liðugt, og nú vilja londini hava amerikan- ararnar burtur. Tær hava nóg mikið at takast við innanhýsis. Bretskir hermenn funnir í grøv við Basra Eisini í sjálvum Irak harðnar mótstøðan ímóti amerikanarum og bretum. Her krevja shiittar í býnum Kerbala, at amerikansku og bretsku hermenninir skulu fara úr landinum. 15 14 Nr. 76 - 23. apríl 2003 Tikararnir góvust Loysingarrørslan har norðuri á Sri Lanka, Tamilsku Tikararnir, hava fyribils tikið seg burtur úr samráð- ingunum við stjórnina um at finna eina varandi loysn á borgarakrígnum. Í einari kunngerð frá loysingarrørsluni annan páska- dag stóð, at rørslan hevði gjørt av at gevast við sam- ráðingunum. Keldur í Colombo siga, at loysingarrørslan hevur tikið seg burtur úr samráðingunum, tí hon er sera mis- nøgd við partar av samráðingargrundarlagnum. Noreg hevur havt ein virknan lut í arbeiðinum at fáa varandi frið á Sri Lanka, og norskir diplomatar hava verið við til at gera samráðingargrundarlagið. Skip smuglaði heroin Páskadag tóku avstralskir hermenn seg umborð á eitt norðurkoreanskt farmaskip, eftir at skiparin hevði sýtt fyri at steðga. Avstralsku myndugleikarnir siga, at tað 4.000 tons stóra farmaskipið Pong Su virkaði sum móðurskip hjá smáum bátum, sum verða nýttir til at smugla heroin til Avstralia. Myndugleikarnir vilja vera við, at skipið hevur fermt minst 50 kilo av heroini umborð á teir smáu bátarnar, sum síðani hava siglt tað til lands. Norðurkoreanska skipið sigldi undir flagginum hjá lítla oyggjalandinum Tuvaiu, men øll manningin var úr Norðurkorea. Menninir sita nú í varðhaldi í Avstralia, og teir verða eftir øllum at døma vístir av landinum. Ákærin einmælt valdur Annan páskadag varð argentinski Luis Moreno Ocampo formliga valdur til høvuðsákæra hjá nýggja altjóða revsidómstólinum í Haag. Luis Moreno Ocampo fekk atkvøðurnar hjá øllum teimum 78 londunum, sum higartil hava viðurkent dómstólin, ið skal viðgera álvarssom krígsbrotsverk ímóti mannaættini. Roknað verður við, at hann verður tikin í eið tann 16. juni. Ocampo var í áttatiárunum ein av undangongumonn- unum fyri at fáa fyrrverandi argentinska hernaðarstýrið drigið fyri rættin, og longu fyri trimum vikum síðani var greitt, at hann fór at verða tilnevndur høvuðsákæri við nýggja dómstólin. Kent skipsvrak funnið Ein týskt sjónvarpslið hevur funnið vrakið av týska flóttafólkaskipinum Goya, sum varð søkt tann 16. apríl í 1945. Tað var ein sovjetskur kavbátur, sum søkti skipið í Eystrasalti, og hildið verður, at næstan 7.000 fólk, tey flestu kvinnur, børn og eldri fólk, doyðu. Vrakið varð funnið á 50 favna dýpi á Gdanskvíkini smáar tveir fjórðingar frá staðnum, har tað var statt, tá sovjetski kavbáturin rakti tað við tveimum torpedoum. Tilburðurin tann 16. apríl í 1945 hevur ofta verið umrøddur, og einstakir kendir rithøvundar hava eisini skrivað um hann. Tað var í sambandi við upptøkurnar til eina sending um týsk flóttafólkaskip, at eitt sjónvarpslið hjá Mitteldeutsche Rundfunk kom fram á vrakið av Goya. UTTAN ÚR HEIMI Við Coca Cola og Pepsi Cola á odda roynir amerikanski sukurídnaðurin at forða WHO at almannakunngera eina frágreiðing, sum mælir fólki til at nýta minni sukur. HEILSUFRÁGREIÐING Árni Joensen Sukurídnaðurin í USA roynir av øllum alvi at forða heimsheilsustovnin- um WHO at almannakunn- gera eina frágreiðing um óhepnar matvanar hjá fólki. Í frágreiðingini, sum eftir ætlanini skal almannakunn- gerast í dag, stendur mill- um annað, at fólk eiga at skarva tíggju prosent av dagligu sukurnýtsluni. Hetta hevur fingið øði í amerikanska sukurídnaðin, og sambært útlendskum fjølmiðlum hevur ídnaður- in hótt WHO við fíggjarlig- um tiltøkum, verður frá- greiðingin almannakunn- gjørd. Tað eru serliga Coca Cola, Pepsi Cola og aðrar stórar amerikanskar fyri- tøkur, sum ganga á odda í stríðnum ímóti frágreiðing- ini. Stjórin í WHO, fyrrver- andi norski forsætisráð- harrin Gro Harlem Brundt- land, hevur ikki sagt nakað um stríðið við amerikansku fyritøkurnar, men talsmað- ur hennara segði í gjár, at heimsheilsustovnurin letur seg ikki kúga av áhugamál- unum hjá amerikanska sukurídnaðinum. Í einum brævi til WHO siga tær amerikansku fyri- tøkurnar, at tær ætla sær ikki at góðtaka frágreiðing- ina, og at tær eru til reiðar at nýta politiskt trýst fyri at noyða WHO at slaka. Men talsmaðurin hjá Gro Har- lem Brundtland sigur, at har vænta tey ikki, at Kongressin fer at lata seg ávirka í hesum málinum. Amerikanski sukurídnaðurin í stríð við WHO Lungnasjúkan SARS breiðir seg skjótt í Kina og Hongkong, og á páskum vórðu tey fyrstu børnini fødd við sjúkuni, tí mamman hevði smittuna í sær. SARS-SJÚKAN Árni Joensen Á einum sjúkrahúsi í Hongkong stríðast læknar- nir nú við at bjarga trimum nýføðingum, sum eru í lívsvanda, tí mammur teirra høvdu ta herviligu lungna- sjúkuna SARS. Læknarnir siga, at teir noyðast at nýta sterkan heilivág, sum van- liga bert verður nýttur til vaksin fólk. Felags fyri tey trý børnini er, at tey vórðu fødd ov tíð- liga, og læknarnir dylja ikki fyri, at tey eru ógvuliga sjúk. Tey hava trupulleikar við andadráttinum og onnur sjúkueyðkenni, ið minna um SARS, men tað er kort- ini ikki endaliga staðfest, at børnini veruliga hava fing- ið sjúkuna. - Vit noyðast at hava tey undir eftirliti eina tíð fram- eftir, tí vit mugu tryggja okkum, um tey hava fingið virusið ella ikki, segði lækn- in Liu Shao-haei á sjúkra- húsinum í Hongkong í gjár. Heimsheilsustovnurin WHO viðgongur, at SARS hevur breitt seg skjótari, enn stovnurin hevði roknað við. Leiðarin á smittudeild- ini hjá WHO, David Hey- mann, sigur, at higartil hev- ur stovnurin fingið vissu fyri, at 209 fólk eru deyð av sjúkuni, og at meiri enn 3.900 sjúklingar eru smitt- að. Hann ivast ikki í, at tað veruliga talið er væl størri, serliga í Kina. Kinesisku myndugleikar- nir viðgingu fyri nøkrum døgum síðani, at teir høvdu ikki sagt sannleikan um, hvussu útbreidd sjúkan er har. Eitt nú varð sagt, at 37 fólk í høvuðsstaðnum Beij- ing vóru smittað, men sein- ni søgdu myndugleikarnir, at tað rætta talið var 339. Um vikuskiftið gjørdi myndugleikarnir at koyra leiðaran í almenna heilsu- verkinum og ein borgar- stjóra frá. Almenna grund- gevingin var, at teir høvdu ikki handfarið SARS á sømiligan hátt. Børn verða fødd við SARS Sambært WHO breiðir SARS seg skjótt í Hongkong, hóast myndugleikarnir royna at steðga smittuni. Her eru tað skúlanæmingar í Hongkong, sum noyðast at sita við masku í skúlastovuni C M Y K 14