Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 76 - 23. apríl 2003 Nr. 76 - 23. apríl 2003 17 Eldur kom í eini hús í Purkugerði týsmorg- unin. Eldurin kostaði eitt mannalív ELDUR Heri á Rógvi Ein eldsbruni týsmorgunin kravdi lívið hjá einari kvinnu. Týsmorgunin kl. 09.09 fekk alarmsentralurin frá- boðan um, at eldur var í einum sethúsum í Purku- gerði í Havn. Menn frá løg- regluni og Tórshavnar sløkkiliðið vóru skjótir á staðnum. Vakthavandi á Politistøð- ini sigur, at sløkkiliðs- menninir fingu fráboðanina so at siga beinanvegin. Sethúsini í Purkugerði stóðu í ljósum loga, og trupult var at bjarga nakað av húsunum. Sløkkiliðsmenninir kundu eisini staðfesta, at ein kvinna brann inni í húsunum. Ein onnur kvinna og trý børn sluppu úr húsinum. Kundu einki gera Annfinn Reinert, innsats- leiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði týsmorgunin, sigur, at sløkkiliðsmenninir ongan møguleika høvdu at bjarga kvinnuni. – Tá vit komu á staðið kom eldurin út gjøgnum vindeyguni, og vit sluppu ikki inn í húsini, sigur Annfinn Reinert. Innsatsleiðarin veit at siga, at eldurin mest sann- líkt er kyknaður í einum kamari í ovari hæddini. Eftir at hava slóðað so mikið fyri, at sløkkiliðs- menninir sluppu inn í hús- ini, funnu teir kvinnuna. Kjallarin hevur fingið nakað av vatnskaða, men annars er hann ikki brend- ur. Men restin av húsinum er brent. Annfinn Reinert sigur, at sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og tað gingu ikki meira enn tríggir minuttir til fyrsti bilurin var á staðn- um, men eldurin var longu stórur tá. Kriminaldeildin hjá løg- regluni fer nú at kanna málið. Eldsbruni kravdi eitt mannalív Hesi húsini í Purkugerði í Havn brendu týsmorgunin. Eldurin kravdi eitt mannalív. Mynd: Jens Kristian Vang. Johan Dahl Løgtingsmaður Tað er sera harmiligt , at hesi omanfyri nevndu mál sum eru av alstórum fram- tíðar týdningi fyri infra- kervið í Suðuroynni , nú síggja út til at blíva ein pol- itisk kastibløka , havandi í huga tað sjálvfylgiliga í at tey við eini sparing uppá uml. 45 mio krónur verða gjøgnumførd samstundis. Ein kann so spyrja seg sjálvan : • Hví kann NCC ikki saman við føroyskum byggivirkjum fáa arbeiði at gera uppá fastan prís ?? Tað verður ført fram at leveringstrygdin ikki skal verða góð nokk men neyv- an kann nakar ivast í , - at eitt virkið av NCC´sa stødd, uttan trupuleikar kann geva fast tilboð og veita leveringstrygd/liðugtgerðst rygd fyri Øravík/Hov tunnilin • NCC hevur sagt í vinnunevndini, at teir kunnu byrja í mai mánaði í ár, og verða liðugir við alt arbeiði um 20 mánaðir. • NCC hevur eisini víst sína dygd og dugnaskap í samband við arbeiði uppá Vágatunnilin. • Eg loyvi mær at spyrja - er tað ein trupulleiki at t.d. játta tann neyðuga pening- in til byrjan av Hov –Øra- vík tunnlinum beinanvegin, - tá tað yvir tímar ber til at játta til onnur økir í landin- um uttan himpr? Tað eru sum er settar 7 mio á fíggjarlógini í ár til at byrja hesa tunnilsgerð við í ár. Skal øll ætlanin fram- skundast, so skal meirjáttan til í ár og komandi ár - men tað kann neyvan verða nak- ar trupulleiki – allir kassar eru á tremur verður sagt úr figgjarmálastýrinum. Verklagslógir eru blivnar gerandiskostur , - so hvat skuldi verið galið við eini slíkari, í hesum fyri Suður- oynna so umráðandi máli– um politiski viljin er til- staðar og tað hevur avgerð- in hjá eini stórt sæð samd- ari vinnunevnd víst at hann er. NCC, tíðindaskrivið og Norðoyatunnilin: Skilji eisini sera væl, at NCC kemur út við einum tíðindaskrivi við tí í komið er - tí tað sær út til at ávísar kreftir royna at blaka grús í maskinaríið í samband við Norðoyatunnils verkætl- anina har teir upprunaliga skuldu gera hesa ætlan, men nú skal hon bjóðast út. Spyrjast kann HVÌ skal ætlanin nú bjóðast út?? Er POLITIKKUR eisini komin í hetta málið? Hvør sigur at ætlanin verður bíligari við at bjóða hana út – tað verður kanska øvugt ? NCC vil heilt greitt ikki gerast partur av einum politiskum talvi og hvør vil tað - skilji teir sera væl. Vinnunevndin, Sam- ferðsluhavnin og Hov –Øravík tunnils- ætlanin: V i ð v í k j a n d i HOV–ØRAVIK tunlinum og samkoyring av hesi ætl- an við SAMFERÐSLU- HAVNINA á Trongisvágs- firði, so er ongin ívi um at Vinnunevndin hevur gjørt sær ómak og sett seg væl inn í viðurskiftini í sam- band við hesar báðar bygg- ingar, og at úrslitið er tað, sum nú er komið fram, undrar als ikki. Øll skuldu annars verið glað fyri sparingar uppá 45 mio kr. í verkætlanini- tað er sjálvdan, um nakrantíð, komið fyri í føroyskari almennari bygging, at tær eru vorðnar bíligari, so lat hetta verða eina byrjan. Ístaðin fyri at bara seta seg uppafturá og grenja, so haldi eg at hesir almennur "kongar" ístaðin skulu bróta uppum armar og vísa í verkið at tað ber til, - tí tað ber til at fáa hesar báðar ætlanir at hanga saman, - men hinvegin, um viljin til verkið ikki er tilstaðar, so er skriftin á vegginum greið. Tað ber til at fáa eina atløgusíðu og væl meir enn tað liðugt til Smyril er liðugur, tað er púra greitt og um so skuldi verið at við koma nakrar fáa mán- aðir seinka ígjøgnum alla ætlanina, t.d. at verjugarð- urin ikki er heilt liðugur til tíðina – HVAT SO?? Tað er ongin skandala hend av teirri orsøk og Kristin Mikkelsen, borg- arstjóri kann sova trygd, - skipið ivist eg ikki í sleppur at tá tað skal. Landsverkfrøðingurin og kanningar av nýggju linjuføringini: Tað er eitt sindur óskiljandi at LV ikki longu er farin ígongd við umtalaðu kanningarnar nú skjótt 3 mánaðir er farnir síðan hendan nýggja linjufør- ingin er komin innaftur í myndina. Tað eru 7 mio settar av í ár til byrjan uppá tunnilin Hov-Øravík, so her er at fara í gongd straks við neyðugar kanningar, so ætlanin kann fremjast skjótast tilber. Annars havi eg skilt, at NCC eisini gjørt greitt , at teimum nýtist ikki nakrar aðrar forkanningar áðrenn byrjast kann. Spyrjast kann tí um tað at gera fleiri kanningar so ikki einans er ein "politisk" roynd at forhála og forpurra ætlanina við at áleggja LV at gera fleiri kanningar? Verður fastur prísur incl. AB92 ,§ 15 fyrivarnini og leveringstrygd givin samb. Galdandi reglum, so er ilt at fáa eyga á hvar trupulleikin er. Játtanarkarmurin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum Tá Vinnumálaráðharrin tosar um játtanarkarmar, so er tað rætt, men enn havi eg ikki í mínum unga politiska lívið sæð nakað tekn í sól og mánað, har tað ikki hevur borið til hjá sitandi samgongu ikki at kunnu víðka hesar karmar við eykajáttanum, verklagslóg- um og ørðum kreativum loysnum tá á stendur at finnað pening - so brúkið tit eisini tykkara kreativu evnir í hesum sambandi og finnið neyðuga peningin í ár og á komandi fíggjarlóg. Latið verða við at gera hesi mál til eina politiska kastibløku, men verið ístað- in villigir til at finna ein virðiliga loysn á málinum. Samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði og Hov-Øravík tunnilin VIÐMERKINGAR Frelsunarherurin byggir nýggj hús Frelsunarherurin í Vági byggir nú nýggj og stásilig hús og týsdagin setti 85 ára gamli Fredrik Joensen spakan í. Frelsunar- herurin hevur verið partur av býarmynd- ini í Vági í eini 55 ár BYGGING Dagfinn Olsen Tað er ikki smávegis byggi- ætlan, sum Frelsunarherur- in í Vági er farin undir. Kostnaðurin er mettur at liggja omanfyri hálvafjóðru millión. Tað eru tó ikki vágbingar sjálvir, ið bera allan kostnaðin, men Frels- unarherurin í Noreg hjálpir við størsta partinum og eisini hava fólk og fyritøkur hava eisini stuðlað. Spakin settur í Týsdagin 15.apríl varð spakin settur í á grundøkin- um við høvuðsvegin mið- skeiðis í Vági, tætt við skúlan og kirkjuna. Tað var 85 ára gamli Fredrik Joen- sen, sum setti spakan í. Hann hevur verið soldátur síðani 1949 og hevur í 47 ár havt sunnudagsskúlan um hendi. Hann er elsti maður í samkomuni og familjan er virkin í samkomuni. Nýggju húsini hava sal, ið rúmar 250 fólkum. Køkur er, so tiltøk av al- skins slag kunnu havast og ein minni salur, har barna- arbeiði og annað kann fara fram. Atlit eru tikin til rørslutarnað við atkomu- møguleikum og wc til rørslutarnað, Ovast er stór íbúð, har leiðarar kunnu búgva. Kjallari er eisini í húsinum, sum kann nýtast til ymiskt virksemi. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør 308 fermetr- ar, og so er íbúðin ovast aft- urat og er hon okkurt um helmingin til støddar. Hús- ini standa ætlandi klár 1. februar komandi ár og verða tikin í nýtslu so skjótt til ber. Langa søgu í Vági Frelsunarherurin í Føroyum er fyrst og fremst kendur frá virkseminum í Havn, men herurin hevur eisini drúgva søgu í Vági. Søguliga sagt, so var tað metodistapresturin William Booth, sum í 1865 fekk kall frá Guði og fór at starvast millum tey ringast staddu í London. Rørslan vaks og fekk navnið Frelsunarher- urin og er í dag í fleiri enn 100 londum. Teir fyrstu soldátarnir í Vági vórðu vígdir í Havn, men í stutt eftir, í 1939, vóru Alma og Elly Joensen vígdar í Vági. Tað var í pakkhúsinum “Valensia”, sum Magnus Weihe átti. Fasta virksemið í Vági byrjaði 9. november í 1947. Ólavur og Brynhild Wasa vóru fyrstu leiðarar og farið var at fáa pening at keypa hús fyri. Væl gekk og eini gomul hús vórðu keypt, húsini hjá “Eiðis Jóhan Paula”. Í 1948 var Signy Nordenskjold sum tann fyrsta vígd soldátur har. Virksemið vaks skjótt og brátt vóru yvir 50 soldátar, umframt juniorsoldátar. Í 1993 vóru onnur hús keypt til Frelsunarherin í Vági, men síðani hevur ver- ið prátað um at byggja nýtt. Ringt er hjá eldri fólki at koma til og ofta er pláss- trot, so farast má í onnur høli. Eitt familjumøti kann savna 235 fólk og ein vika við barnamøtum 800 fólk. Í eini 55 ár hevur Frels- unarherurin verið partur av býarmyndini í Vági og týsdagin var spakin settur í til nýggjan og stásiligan bygning mitt í býar- myndini. VIÐMERKINGAR Alarm 112 – Eldsbrunafráboðan – Bý og Bygdaráð etc. Kári Kjelnæs Sløkkiliðsleiðari. Sum kunnugt, so hava tað seinastu tíðina verið fleiri eldsbrunar, og tíverri eisini við so syrgiligum enda, at fólk hava latið lív. Ongin yvi er um, at vit í Føroyum eru sloppin ótrú- liga væl hvat eldsbrunum viðvíkur, og tær óhugnaligu og syrgiligu avleiðingar sum harav standast, tá hugsað verður í mun til mong onnur lond. Men vituligt er, at tá slíkt hendir, so kemur spurning- urin altíð fram, um tað kundi verið øðrvísi og um tað kundi veri betur byrgt uppfyri ? og her er svarið eitt greitt JA. Ì Klaksvík og í Havn, er fráboðanarskipanin sera effektiv – tí hesi pláss hava sum tey einastu í landinum, "radioútkallingarskipan" sum er ein sera effektiv og vælvirkandi skipan. Klaksvíkar Sløkkilið hevur eina manning, sum telur 16 menn, sum allir samlir, dag sum nátt hava ein lítlan radiomóttakara hjá sær, sum einans vigar 140 gramm. Skipanin virkar soleiðis! At tá boðini eru komin til Alarmcentralin 112 – verð- ur trýst á ein knøtt, og boð- ini vera í somu løtu latin øllum sløkkiliðsmonnunum í Klaksvík. Sløkkiliðsleið- arin í Klaksvík váttar til 112 við sínum móttakara/- sendara, at boðini eru mót- tikin og at hjálpin er á veg. Alt hetta hendir innanfyri nøkur fá sekund, og skjótari kann tað als ikki gerast. Sum sagt, so er hetta bert galdandi fyri Klaksvík og Tórshavn, - men eigur sum skjótast ar galda fyri alt landið. Fyri okkara við- komandi kann eg bert siga, at 112 riggar 100%. Hvussu á øðrum plássum ? Tær sløkkiliðsstøðir, sum eg havi vitjað í landinum og aðrar sum eg havi kennskap til, hava allar, eins og vit – gott og raskt fólk og eru eisini hampiliga væl út- gjørdar við sløkkiamboð- um/klippiamboðum etc etc. Ìmeðan tað týdningarmesta totalt svíkur – nevniliga "Tilkallingarskipanin". At menn ikki eru inni – at fartelefonin er í ólagi – upptikin - avbrotin – ella liggur onkustaðni og løðir – kann 112 ikki lastast fyri. Tí besta loysnin er og verður "Radiopippari" sum ongantíð er upptikin – men altíð er opin. Hvat kann so gerast ? Tað er sambært lóg, ein kommunal skylda, at halda eitt sløkkilið og sostatt eftir míni meining ein kommun- al uppgáva, at sløkkiliðs- fólkið hevur tað mest fram- komnu tøknina, soleiðis at teir skjótt og væl, kunnu fáa neyðsynjarboðini,- tað veri seg eldsbruni – ferðsluvan- lukka ella annað. Og einans við slíkari framkomnari út- gerð virkar eitt hjálparlið OPTIMALT. Hugsið tykkum til, um td sjúkrahúsverkið ikki hevði slíka skipan ídag, ja so hevði mangan veri verri vorðið – verið vísir í tí. Ein og hvør Bý og Bygdaráðslimur – eigur at hava slíka umsorgan fyri sínum borgarum, at slík tól vera útvegaði teim lokalu sløkkiliðunum beinan- vegin. Alt óv dýrt ? Oftani havi eg hoyrt sum umbering, at slík radioút- kallingarskipan er so kostn- aðarmikil, - men tá tað kemur til bjarging av einum heimið – stórum ognum – fyri ikki at tala um manna- lív – hvør torir tá at tala um kostnað, slíkt tos er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Hvat kostar so skipanin ? Ja, tað velst sjálvandi um hvussu nógvir menn eru knýttir at "sløkkiliðnum" – "hjálparveitingini". Men meira enn hvat ein persónbilur kostar ídag, er neyvan talan um, eitt tól sum annars ídag er ogn hjá nærum øllum 18 ára goml- um – Skuldi ein Føroysk Kommuna ár 2003, ikki havt ráð til eina slíka íløgu? løgið um so er. Góðar 200,000 Kr hjá einari kommunu – lætnar soleiðis, at neyðhjálpin á staðnum virkar væl, er ein sera skilagóð íløga. Tí við hesari upphædd fær Bý/- bygdaráðið og borgarin, vissu fyri, at boðini um neyðhjálp, koma fram skjótt og væl, soleiðis at hjálpin kann sendast á staðið. Ein og hvør kommunal- politikkari við virðing fyri sær sjálvum og sínum med- borgarum, eigur beinanveg- in at virka fyri, at ein slík skipan verður sett í verk í hansara kommunu. C M Y K 17 16